Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-10-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. oktober 1984síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 Stórar åbøtur uttan at landsstýrið hevur rætt hond frá síðu Í SAMRØDU VIÐ Dimmalætting hósdagin, sigur landsstýrismað- urin í almannamálum, at onki annað landsstýri kann vísa á slíka ábót á pensionistakorini. Her skuldi landsstýrismaðurin bara skoytt uppí, at alt hetta er hent, uttan at landsstýrið sjálvt hevur rætt hond frá síðu. LANDSSTÝRISMAÐURIN nevnir hækkingarnar í pensiónunum, brennistudningin til ávísar pens- ionistar og stakar uppihaldarar, bjálvingarstuðulslánini til pens- ionistar, lógina um samsýning fyri at ansa eldri og óhjápnum heima og so nevnir hann eisini tey bæði ellis- og røktarheimini í Eysturoy og í Norðoyggjum og somuleiðis Norðoya Vistarheim. ALT HETTA ER RÆTT, men onki av hesum er framt orsakað av, at sitandi landsstyri og sitandi sam- gonga hava tikið nakað stig til tess at fremja hesar åbøtur. Hækkingarnar, sum eru gjørdar í sosialu pensiónunum, fekk undanfarna landsstýri semju við ríkismyndugleikarnar um. Hetta hendi á einum fundi í felags sos- ialu nevndini longu um mánaðar- skiftið september oktober 1980. Nakað annað er, at sitandi sam- gonga drálaði við at seta hesar hækkingar í gildi, soleiðis at tær komu eitt heilt ár ov seint. BREINNISTUDNINGURIN til pensionistar varð fyrstu ferð veittur í 1980. Hetta var eftir upp- skoti frá undanfarna landsstýri. Studningu:in var aftur veittur í 1981. Tá var tað javnaðarflokk- urin, sum reisti málið á tingi og m.a. mælti til, at hækka studn- ingini úr 900 uppí 1200 kr. um árið. Javnaðarflokkurin hevur seinni mælt til at hækka brennistudn- ingin uppí 1500 kr. Hesum hevur oddagrein samgongan og eisini sambands- flokkurin verið ímóti. Tað var eisini javnaðarflokkurin, sum tók stil til lógina um bjålvingarStudul uppå 25.000 kr. til pensionistar undir åvisum treytum. Í SAMRØDUNI VID Dimmalætt- ing heldur landsstýrismaðurin, at lógin um at veita samsýning fyri ansing av eldri og óhjálpnum heima, er tann mest áhugaverda royndin á sosiala økinum, síðani heimahjálparaskipanin varð sett í verk fyrst í sjeytiårunum. Men hvørki landsstýrismaðurin, sam- bandsflokkurin ella samgongan hava fostrað tankan um slíka lóg- gávu. Teir hava heldur ikki tikid nakað stig til slíka lóggávu. Lógin varð samtykt eftir uppskoti frá javnaðarflokkinum. Hetta hendi so seint sum í seinastu tingsetu. TAKA Vií SO ANNAÐ av tí, sum landsstýrismaðurin nemur við í samrøduni, so er stødan tann sama. Arbeidini vid ellis- og røkt- arheiminum i Eysturoynni og í Norðoyggjum vórðu samtykt og sett í gongd av seinasta lands- stýri. Tað sama er at siga um Norðoya Vistarheim og um eitt vistarheim í Suðuroy, sum or- sakað av landsstýrisins dráli, ikki er tikid í nýtslu enn tann dag í dag. HELST ER TAÐ eindømi í allari søguni, at so nógv skal vera hent å einum målsøki, uttan at råd- harrin og stýrið hava tikið stig til nakað. Ein skuldi trúð at lands- stýrismaðurin gekk varliga um hurðarnar. Men so tykist ikki at vera. Hann smæðist ikki vid at taka sær æruna og at reypa av hesum ábótum. LÍTIL ER BARNSINS uggi. So lat hann bara reypa. Men eitt stendur kortini fast og tað er, at stór framstig eru hend á almanna- gkinum, uttan at landsstýrið hevur rætt hond frá síðu. Tað, sum ikki er arvað frá undanfarna landsstýri, er slíkt, sum javnaðar- flokkurin hevur reist á tingi. Opið bræv Harra Óli Breckmann, ábyrgdarblaðstjóri Í »Dagbla8num« 3. okt- ober 1984 er oddagrein, ið eitur: „Ikki eitt fólk í starv aftrat«, sum er 80 Ó- nærisliga skrivað, at eg, hóast tað býður mær ímóti, ditti mær at koma við viðmerkingum og rættleiðingum. Nú er tað einki nýtt fyri- brigdi, at tú, Óli, bæði í skriving og í talu vanvirð- ir almenna umsiting, og at tú roknar okkum, sum Í henni sita, fyri einki. Hetta kann sjálvandi eingin sýta tær, og meg nervar tað ikki, men tað, sum ræðir meg og óivað nógvar aðrar føroyingar, er, at tín skriving er púra ser fyri »almindelig dann- else og ándelig moden- hed«, og avleiðingarnar av skrivingini tessvegna á sera lágum stødi. Í omanfyri nevnda leið- ara er m.a. skrivað: „Menn vistu jú av roynd- um, at Feroya Gjaldstova síðan fyrra partin av sjeytiárunum hevði fjasað við EDV, men at ein part- ur av arbeiði hennara at enda mátti verða lagt út til privat at rekja, um nak- að sum helst fantilsi skuldi vera á. Eykakostn- aðurin fyri hesa umlegg- ing var ein sorgarleikur fyri seg. Ikki tí, Gjaldstovan hevur stórar uppgávur umframt bókhald, og rekir stovnurin hesar uppgávur til fulnar.« Tað, sum her er skrivað, kann ikki misskiljast: Landskassans bókhald hevur fjasað við EDV í eini 10 ár, og fyri nógvan pening mátti hesin táttur í almennu umsitingini leggjast út privat, um nakað sum helst fantilsi skuldi vera á. Sum tú óivað veitst, siti eg í einum almennum starvi, ið hevur avgjerda ábyrgd fyri landkassans roknskaparhaldi, og tí fari eg við hesum at biðja teg í „Dagblaðnum:“ geva eina nágreiniliga frágreiðing — eitt prógv — viðvíkjandi hesi ákæru tíni. Sjálvur loyvi eg mær at siga, at meginparturin av tí, oddagreinin viðger, er ósatt, og at tað, sum er skrivað um bókhaldið, er heilaspuni úr enda í ann- an. Veruleikin er hesin: Í 1970/71 játtaði leg- tingið 300.000,- kr. til at dataviðgera fólkayvirlitið, og í hesum sambandi setti landsstýrið ein konsulent at kanna tervin á EDV og ta ávirkan, dataviðgerð fór at hava á manna- gongdina í ávísum stovnum í umsitingini. Til at umsita sambandið við konsulentin setti landsstýrið eina 5-manna styrisnevnd við landsstýr- ismanninum í fíggjar- málum sum formanni. Í august 1974 vórðu nýggj EDV-tól tíkin i nýtslu á gjaldstovuni, og við hesum tólum varð um- sitið hevuðsbókhald landskassans og einans tað. Í 1976 fekk gjaldstovan (undirritaði) samband við dugnaligan roknskap- ar/edv-konsulent, sum megnaði at umleggja alt roknskaparhald sum tað var — eisini hevuðsbók- haldið — av nýggjum. Hetta stóra og vælgjørda arbeiði kostaði minni enn 250.000,- kr. Í 1980 játtaði landsstýr- ið gjaldstovuni at fara undir at umleggja lands- umsitingina á fleiri stórum ekjum. Hetta stóra og sera krevjandi ar- beiði vardi í uml. 3 ár, og nú kunnu vit — eisini tú, Óli Breckmann, sum formaður í legtingsins desitionsnevnd — við stoltleika siga, at lands- umsitingin hevur kanska landsins mest integrerada ON-LINE roknskapar- system, takkað veri fyri- myndarligum samarbeidi millum dugnaligan konsulent og ikki minni dugnalig starvsfólk á bók- haldsdeild gjaldstov- unnar. Og gev tær serliga far um hetta: Uttan at hava ekt starvsfólkatalið við so mikið sum einum næmingi Nr. 24 — 23. februar 1984 síðan 1974, (tverturímóti, vit eru tvey færri í dag) verða niðanfyri nevndu ar- beiðseki 100 % umsitin við ON-LINE systemi gjald- stovunnar: Roknskapur (bókhald): 3 sjúkrahús 2 ellis- og rektarheim Landsverkfreðingurin Føroya Gjaldstova Bilskrásetingin : Landfútin Bileftirlitið nakrar vikur) Vegskattur Politisteðin (liðugt um Hetta sigur kanska ikki so nógv, men undan ON- LINE systeminum umsat bókhaldið bert ekið >Fer- oya Gjaldstova«. Um hesi arbeiðseki vórðu tikin frá gjaldstov- uni og latin einum (ella tveimum) > edv-virkjum, sum tå eftir øllum at døma hevði fegnast um, skuldi skattaborgarin fyri hesa privatisering goldið 3 til 4 milliónir um árið. Hetta er í dag spardur peningur. Fyri at nútíðargera týð- andi arbeiðseki í landsum- sitingini hevur skatta- borgarin goldið: Nýmótans edv-tól, uml. 2.000.000,- kr. Konsulenthjálp, uml. 700.000,- kr. Við oddagreinini í huga kann nevnast, at í 1983/84 játtaði legtingi 7.400.000,- kr. til at fara undir samtíð- arskattaskipanina, og i 1984/85 eru játtaðar 7.500.000,- kr. til sama endamál og til at umsita skipanina fyri. Tað al- menna fær ikki nógv av hesum játtanum. Nú bíði eg, sum sagt, eftir prógvi fyri álvars- somu ákæru tína í odda- grein viðvíkjandi bókhaldi landskassans. Vinarliga Heri Mohr roknskaparstjóri á Feroya Gjaldstovu Teir berjast í Tinganesi Jakkin hjá legmanni skrædnaði, men samgongan helt Vit bardust segði løgmad- ur fyri opnari mikrofon undir viðgerðini av alvars- málinum Norrena. Til Óla Breckmann tinglim úr Fólkaflokki- num og partamenn í sam- gongini segði sami maður, at so nógv hevði staðið á at jakkin skrædnaði. Álvaratos hetta var lítið at bjóða Feroya fólki. Í eini álvarsligari umreðu av einum máli, har spur- ingurin var um Feroya legting skuldi missa 40 mill. í samband við veg- haldsskyldur, og ikki at gloyma teir smáu parteig- ararnar, sum kundu mist sínar sparipengar. Hvat fólkaflokkurin og sambandsflokkurin bard- ust um úti í Tinganesi kom ikki fram, men eitt er so greitt, Óli og Pauli hava barst. Tað hevur uttan iva ikki bara verið hesaferð, hetta er hent. Eftir stendur so, at teir sum í sátt og semju skuldu stýra Føroya skúti — teir hava barst. Á brúnni á Føroya skúti hava verið brókatek, og tað er ollum greitt, at um tað hendur á brúnni á einum skipi at ein av manningini legst á skipar- an, so rekur skútan fyri vág og vind. Og tað er tað, sum er hent tey seinastu fýra árini Eitt er kort at skilja, eitt annað skip at føra. Sambært legmann kom tað fram á seinasta fundi hjá løgtinginum at sam- gongan, Óli Breckmann og legmaður Pauli Ellef- sen hava barst so at jakkin hjá legmanni skrædnaði, men samgong- an helt. Sverre Midjord