Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-10-06, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. oktober 1984síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Sosialurin Sætta ferðsludrápið í ár: Keypti bilin sama dagin Tann 18 ára gamli maður- in, sum hóskveldið doyði av ferðsluvanlukku á Oyggjarvegnum, hevði keypt bilin sama dagin Maðurin, sum var úr Miðvági, gekk á Tekniska skúla í Havn. Hinir trígg- ir, sum vóru í bilinum, eru eisini lærlingar, 23 og 20 ára gamlir. Tann elsti fekk so álvarsligan skaða í hevdið, at hann seinna- partin í gjár íramvegis var í lívsvanda. Tá vit tosaðu við politiid seinnapartin í gjár, bar ikki til við fullari vissu at siga, um tann 18 ára gamli bileigarin sjálvur koyrdi Heldur ikki var greitt, hvar hver sat í bilinum. Uttan tann eini, hann sat fastur aftanfyri. Hann fekk ikki stóran skaða. Tann, sum doyði, lá hjá vrakinum og hin álvars- liga skaddi sjey metrar frá tí. Politiið kundi í gjár heldur ikki siga við vissu, um menninir í bilinum brúktu trygdarbeltini Nógv ferð Politiið í Havn fekk frá- boðanina um vanlukkuna í Norðradalsskarði kl. 20.14 hóskveldið. Politiið veit, at bilurin hevði ligið og koyrt á Streymoynni og var á veg suðureftir, tá ferarin misti takið á hon- um í tí stóra boganum í skarðinum. Hann fór útav í hegru síðu og slongdist einar hundrað metrar framvið vegnum til hann steðgaði á hjólunum við bygdarnanvsskeltið — Fyribils meta vit, at bilurin hevur havt heilt nógva ferð, í hvussu so er yvir 80. Eisini var vegurin vátur, sigur vakthavandi á politisteðini í Havn. Nú hava seks ferðslu- dráp verið í Feroyum í ár. Í fjør kravdi ferðslan sjey mannaliv. hd Bilurin fór runt nakrar ferðir, áðrenn hann steðgaði á hjólunum. Tann eini maðurin mátt: skerast leysur V&B ikk nytt skip! Skal Ólavur Halgi um- byggjast, so hann verður betri til vaxtar- og bjarg- ingartænastuna, fer hetta at kosta 10-15 mill. kr., leiðarin á V&B, heldur Jóhan Ziskason. Hann sig- ur, at Ólavur Halgi er ikki so væl egnaður til allar uppgávur, hann er ov tungur at arbeiða við Samstundis verður hann dýrari og dýrari at halda viðlíka, m. a. tí maskinan er gomul. Hon er frá 1959, tá Ólavur Halgi varð bygdur. Landsstýrið setti hós- dagin ein arbeiðsbólk at kanna, hvat skal gerast við Olav Halga. Um hann skal umbyggjast ella selj- ast. Í arbeiðsbólkinum eru Johan Ziskason, Poul Joh Johansen og Eii David- sen Johan Ziskason sigur, at hann í summar skrivaði Landsstýrinum og mælti til, at antin fær V&B eitt nýtt skip ella verður Ólavur Halgi umbygdur Jóhan Ziskason ivast ikki í, hver loysnin, hann held- ur er tann besta: eitt nýtt skip. Hann sigur, at eitt nýtt skip skuldi havt sama snið sum Tjaldrið. V&B hevur góðar roynir at hesum sniðinum, sigur Ss? 9 111Va. hann. Eitt nýtt skip skuldi tó verið tíggju metrar longri enn Tjaldr- ið Fyribils loysn Jóhan Ziskason vísir á, a tá V&B fekk Olav Halga i 1978, skuldi hetta bert vera ein fyribils loysn Olavur Halgi er nú 25 ára gamal. Skipið er sum so i góðum standi, men tað má hava nýggja maskinu, ella tvær sum Tjaldrið, og nýggj spel, sigur Jóhan Ziskason fyri at nevna nakað I fjør bleiv Olavur Halgi 3 — overs … …” 5 he LES ' i #4 hd MT: 18 = - - essere „0 AA Ólavur Halgi — viðlíkahaldið dýrari og dýrari umbygdur fyri 1,2 mill. kr. Men hetta bleiv gjert, so hann kann brúkast sum skúlaskip. Umbyggingin hevði ikki til endamáls at gera Olav Halga til eitt betri vaktar- og bjarging- arskip hd Felagshavnin liðug Hósdagin tók Miðvágs- Sandavágs havn við sein- asta partinum av útbygda havnalagnum í Miðvagi. Hetta var atlegubryggjan millum gomlu bryggjuna og Snarfrost. Utbyggingin, sum byrj- aði tidliga i 1982, hevur kostað 15,3 mill. kr. Kommunurnar fingu 8 mill. kr. i havnaætlanini frå 1978. Prístalið hevur gjørt, at henda jåttan er vaksin til umleið 14,5 mill. Afturat kemur so ein eykajåttan uppå 600.000 kr. til at asfaltera vegirnar frå havnini til bådar bygd- irnar og til at javna havn- arekið undir Húsabakka. Hetta arbeiðið verður gjert nú. Tað, kommunurnar skula gjalda, er býtt so- leiðis, at Miðvágur hevur 55 % og Sandavagur 45. Millum tær bestu Hans Jergensen, bygdar- ráðsformaður í Miðvági, sigur, at Miðvágs-Sanda- vágs havn nú telist mill- um tær bestu í landinum. Havnin er vorðin rúmlig- ari og framum alt nógv tryggari. Nú er ikki longur neyðugt at rýma haðani fyri veður. Tað var ikki óvanligt fyrr, at skip og bátar noyddust at rýma til Vestmanna í iliveðri, sigur Hans Jergensen. Hann vísir eisini á, at síðst í sjeytiárunum vóru fýra skip, sum javnan brúktu havnina. Nú eru tey 12! Bygdin veksur og bjart- skygni valdar, sigur bygdarráðsformaðurin. Nú er ætlanin hjá bygdarráðnum at gera 90 metra atlegubryggju og eina oljubryggju yvir á Prestlandinum, sum skal brúkast til tungan íðnað, til demis skipaumvæl- ingar. Byrjaðu í 1978 Vit skula heilt aftur til 1978 fyri at finna byrjan- ina til, at Miðvágur og Sandavágur nu hava fingið so góða havn. Hans Jergensen greiðir frá, at í januar 1978 var stóri grótverjugarðurin í Miðvági liðugur. Hesin garður og ein styttri á Prestlandinum verja móti havalduni. Tá menn so fóru at hugsa um, hvussu ekið innan fyri verjugarðarnar skuldi skipast, blivu teir skjótt samdir um, at best var at hava fiskvinnuna í gomlu havnini og sam- Framhald á síðu 7