leygardagur 6. oktober 1984síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 117 — 6. oktober 1994 uðindablaðið EHHIND sig —
Ein dómur yvir borgarliga landsstýrið:
Ongan idnaðar-
politikk — bert
tilvildarpolitikk
> — Eg havi ongan ídnaðarpolitikk ført øll hesi
árini i Tinganesi«. Hetta vóru orð løgmans herfyri.
Og tí skal eg so sanniliga geva honum rætt í. Til-
vildin hevur rátt ell hesi árini. Fyrst nei til stuðul
til eitt taravirki, síðani ja til stuðul til ein Giljanes,
ja til ein Reynsatind og ja til ein Gullfinn. Síðani
nei til stuðul til Norrønu, og aðrir máttu taka um
endan. Einasta grótvirki í landinum lat aftur
undir hesum landsstýrinum. Har so pengar verða
latnir úr almennum grunnum fyrlgja als ongar
treytir við. Leiðslurnar sleppa at brúka sum
teimum lystir. Tilvild løgmans ræður.
Tað er ein fyrrverandi ídn-
aðarmaður og fyrrverandi
maskinmaður á Norrenu,
sum sigur hetta, Johan
Niclasen í Havn. Hann
ynskir at siga sína hugsan
um Smyril Line og um
tann ídnaðarpolitikk, sum
landsstýrið hevur fert hesi
seinastu árini.
Johan Niclasen var ein
av teimum, sum var við at
fáa taravirkið á Hulki í
gongd i sínari tíð. Hann
royndi av ellum alvi at fáa
virkið at koyra víðari, tá
útlitið sá mest dapurt út.
Men hesar royndirnar
miseydnaðust
Orsøkin: virkinum tørv-
aði nakað av peningi til at
klára tey fyrstu truplu
innkoyringarárini. Hetta
var jú ein heilt nýggj
framleiðsla í Feroyum.
Johan kann íkki lata
vera við at gera sammet-
ingar millum steðuna hjá
alginatvirkinum tá og
steðuna hjá Norrenu nú
Hann sigur: — Tað var
stórt spell, at taravirkið
ikki fekk tær neyðugu fáu
stuðulskrónurnar frá tí al-
menna, soleiðis at virkið
kundi koyra víðari. Vit
vistu, at tað vóru innkoyr-
ingstrupulleikar. Men vit
vístu eisini, at figgjar-
grunnar høvdu sagt um
taraprojektið, at tað var
eitt tað besta og mest
gjegnumhugsaða og til-
rættalagda projekt, teir
hevdu sæð.
Vit mettu, at virkið
eftir nekrum fáum árum
fór at geva yvirskot. Men
at biðja landsstýrið við
Paula Ellefsen sum ídnað-
armálaráðharra á odda um
tann neyðuga peningin tá,
var hepisleyst. Sjálvt um
landsstýrið eisini var part-
eigari í felagnum, so vildi
tað ikki stuðla hesum
spennandi og nýggja til-
takinum í føroyskari idn-
aðarsegu. Ti stongdi virk-
ið. og i dag stendur tað so
har á Hulki, fjalt av al-
skyns óruddi sum eitt
minni um eina nýskapandi
roynd innan feroyskan
ídnað, ið ikki fekk tann
neyðuga stuðulin frá
landsins myndugleikum.
Hjálp til sjálvhjálp.
Taravirkinum tervaði
tá nakrar milliónir kr. fyri
at kunna koyra víðari.
Tað segði landsstýrið nei
til at gjalda.
Norrøna
Johan Niclasen vísir
síðani til aktuella demið
við Norrenu. Her hava
landsins myndugleikar
avgjert at pumpa millión
eftir millión í eitt felag,
sum í dag als ikki gevur
tey mongu arbeidsplåss,
sum so vakurt varð tosað
um í byrjanini. — Sanni-
liga vera tað dýr arbeiðs-
pláss fyri skjótt 160 mill.
kr. Eg haldi okkurt er
heilt galið í okkara sam-
felag, um eitt tílíkt felag
skal fáa so stóra hjálp
uttan at teir, sum hava
verið atvoldin til so stórt
hall, skulu merkja avleið-
ingarnar.
— Eg havi lisið sam-
røduna sum Sosialurin
hevði við Øla Hammer,
stjóra í Smyril Line. Eg
havi als einki ímóti tiltaki-
num Norrenu, tverturi-
móti metti eg hetta kundi
vera til stórt gagn fyri før-
oyska samfelagið. Men
hverjir hava so ráðgevar-
arnir verið, tá tað gekk so
galið? Og hvussu ber tað
til, at stjórin í so stórum
milliónfelag kann úttala
seg í bløunum og siga, at
hann ikki kennir ta føroy-
sku patafelagslógina.
Johan vísir síðani til
siglingina millum Korser
og Kiel. — Tað var tosað
nógv um, at ein biligur
ferðaseðil skuldi fáa fólk
við skipinum og leggja
nógv av pengum eftir seg í
handlunum umborð. Eg
havi búð í Korser og veit,
at nærhendis havnini ligg-
ur stórt supermarked
»Aldi«, og har tustu fólk
niðan hverja ferð tey
komu við Norrenu fyri at
keypa bíligar verur. So,
ein bíligur ferðaseðil um-
framt meguleikan at fara í
land at keypa bíligar
verur, var so vist eitt
»kupp« fyri mangan týsk-
an ferðamann. So eisini
her hava ráðgevarar Smy-
ril Lines ti verið heilt
skeivir. Og tí er kanska
heldur ikki so legið, at
undirskotið av hesi rutuni
var so stórt. Men hvussu
stórt, tað vita vit ikki enn!
Johan Niclasen heldur
fyri, at samanberingin
millum taravirkið og Nor-
renu vísir okkum, hvussu
stór tilvild ræður, tá talan
er um at skaffa arbeiðs-
pláss og byggja upp ídnað
í Feroyum.
Johan Niclasen heldur
fyri, at skal tað almenna
seta pengar í arbeiðspláss
fyri at hava tey gangandi,
so má tað eisini hava
ávirkan og kunna taka av
gerð um eitt nú at koyra
leiðsluna frá, um hon er
atvoldin til eitt vánaligt
úrslit. — Hyggja vit
okkum um í samfelag-
num, so munnu ivaleyst
finnast nógv demi um
virki og fyritøkur, sum
verða alment stuðiaðar,
men sum framhaldandi
hava vánaligar leiðslur, ið
áttu at verið skiftar út.
Grótvirkið
Og at enda sigur Johan
Niclasen: — Tað er sanni-
liga at fegnast um, at
menn taka seg saman at
royna nekað nýtt innan
vinnulívið. Men tað er
tíanverri so, at tað verður
bert hugsað um fisk og
aftur fisk. Kanska skuldu
bæði tari og grót havt
toknir, so hevði tað eisini
fingið liviumstødur. Tá eg
nevni grót, so er tað sorg-
arboðini vit hoyrdu fyri
ikki so langari tíð síðani
um, at grótvirkið lat
… 2 st
SETT IIIITITITEEITELELL
me , rt me: …e
SMYRIL-LINE
pm rn I F Y Í
Ære RT
mann
-
|
|
|
|
|
|
|
GGA
aftur. Eg kenni ikki alla
seguna um hetta virkið,
men veit, at hetta var
einasta virkið av sínum
slag í Feroyum, ið við-
gjerdi tað ráveruna vit
eiga, grót. Tað kundi
givið nógv framtíðar
arbeiðspláss Hvussu
nógvar pengar hetta virk-
ið skuldi hava fyri at
koyra víðari veit eg ikki,
men eg kann bert einaferð
enn sanna orð ídnaðar-
málaráðharrans, sjálvan
legmann, Paula Ellefsen,
at hann als ongan idnadar-
politikk hevði ført hesi
årini i Tinganesi. Og lat
meg enda við hesum
spurngini: hver eigur fyrr-
verandi taravirkið og hvat
skal tað brúkast til???
Jan