týsdagur 9. oktober 1984síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
tíðindablaðið
Duld eru døpur mein
Herfyri góvu Hanus og Helena Samuelsen út bók tey
nevna: >Duld eru depur mein<. Bókin er ognað dóttrini
Janu. Her ummælir H. T. Henriksen bókina.
Fyri nekrum degum síðani
kom nýggj bók í bókabúðir-
nar. Bókin ber heitið »Duld
eru depur mein« Eiena og
Hanus A. Samuelsen eru rit-
hevundar, meðan forlagið
Durhellan er útgevari.
Bókin er ognað dóttrini
Janu, ið eisini hevur málað
dúkin, sum príyðir bæði
permuna og baksíðina. Hóast
Jana er skerd bæði til likams
og sálar, so hava Helena og
Hanus megnað at lata hana
vera við í hesi bókaútgávuni.
Hetta styrkir um heildina, tí
Jana er upphavið til bóka-
verkið, og tí rithevundarnir
hava tað sjónarmið, at øll
skulu kunna luttaka eftir
ferimuni, sigur H. T.
Hendriksen m.a. í ummæli
av bókini.
Tað verður torfert at seta
hetta verkið i bås, tí hevði
verið rættari at nevnt fleiri
básar, sum tað kundi staðið í.
Tað fyrsta ið rennur einum í
hug er, at hetta má vera eitt
kronikk-savn ella blaðgreina-
savn.
Eisini ber til at siga, at
verkið nærkast tí, ið danir
rópa »bekendelseslitteratur«,
tó ikki í donskum týdningi, tá
ið lesarin fær at vita, hvat rit-
hevundin tekst við bæði á
nátt og degi. Vit kunnu eisini
kalla verkið eitt kjasavn
(debat-oplæg), tí nógv av tí,
sum verður havt frammi,
framvegis er í almennum
orðaskifti.
Í ummælum verður
mangan sagt, at bókin hevur
siðseguligt virði; hetta er 6-
neyðugt at nevna, tí flestu
bekur hava hetta virði, eisini
hendan.
Men hvat snýr bókin seg
um? Í stuttum kann sigast,
at hon snýr seg um tað stríð,
sum bæði Helena og Hanus
hava ligið á odda í tess at
beta um kor teirra evnaveiku
í okkara lítla samfelag. Sjálv-
andi er ikki alt tað, ið Helena
og Hanus hava skrivað við í
hesi bók, tí so hevði hon verið
væl drúgvari.
Í fororðinum siga tey
sjálvi, at ætlanin við hesi
bók var at siga eitt sindur
um ta trongsteðu, foreldur
og avvarandi at
evnaveikum bernum
mangan kunnu koma í, og
lýsa stríðið tey seinastu
árini at vinna sjálvsegd
rættindi. (...). Vit fingu
so hug at savna saman
okkurt av tí, vit hava bor-
ið fram í skrift og talu í 70-
árunum og fram til dagin
í dag. Nógv av hesum
hevur kortini verið prent-
að fyrr sum leys brot í
ymiskum bleðum og tíðar-
ritum.
Helena eigur 19 greinar,
Hanus eigur 13, og son-
urin Óli eigur eina, sostatt
eru 33 »greinar« á alt.
Legin er lagnan
Sum ellum kunnugt hevur
Helena Samuelsen verið
formaður í foreldrafelagn-
um Javna frá tí felagið
varð stovnað í 1971 fram
til 1978, og sat seinni eitt
skeið í nevndini. Helena er
soleiðis gomul í garði, og
hóast hon ikki hevur
garðin um hond, tí onnur
hava tikið við, so eigur
felagið og ell tey, ið geva
evnaveikum ans, eina ríka
keldur at oysa av. Tað
verður neyvan evni, ið les-
arin ikki fær umrett ella
spurningar, sum ikki
verða svaraðir, tá ið bókin
er lisin.
Upprunin til lívsroyndir
rithevundanna innan
hetta serliga ekið er dótt-
irin Jana, sum í dag er 18
ár. Helena greiðir í bókini
frá, hví ssu tað kendist at
fáa Janu: >Áðrenn áttu
vit ein raskan drong. Men
hetta sjálv at feða eitt
evnaveit barn var heilt
eðrvísi enn at kenna til
evnaveik frá bókum og
skulum.« Og tað sum man
hava kveit stríðsfýsni
hennara, er helst tann
våna steða, sum var í Før-
oyum um tað mundið.
Snegt sagt eli eki við-
víkjandi evnaveikum
føroyingum var eitt
ódyrkað lendi. Fyrsta upp-
gåvan, ið hetta nýggja
felagið fekk — ella rættari
sagt, felagsins stovningar-
neisti — var at steðga
teim ætlaðu sparitiltøk-
unum sum danska stjórn-
in hevði sett í verk. Leingi
hevði verið í umbúnað at
byggja ein risastovn til
evnaveik í Feroyum.
Hesin skuldi rúma 80 fólk-
um. Seinni í bókini fær les-
arin at vita, at einki er so
ilt, at tað ikki er gott fyri
okkurt, tí ein tílíkur stoyn-
ur als ikki hevði sam-
svarað við tey sjónarmið.
ið foreldur og serken
annars gjørdu sær um ti-
lika bygging til evnaveik.
Tað tykist sum Helena
hevur tikið til sín yvir-
lýsing Sameindu Tjóða, og
gjørt hana til virkisskrå
sína í stríðnum at beta um
kor teirra evnaveiku.
Helena setir fram seks
setningar úr somu yvir-
lýsing, sum fáa týdning
fyri hennara steðu til øll
ml, hon verdur noydd at
taka stødu til sum for-
eldur, formaður í Javna og
sum virkið menniskja.
Tað fyrsta hon tekur
fram er rættin til lívið. Øll
hava vit fingið lívið til
gávus, og eingin okkara
kann gera við, at vit eru
komin inn í hendan heim,
og meðan kríatúrið kann
takast av, má menniskjað
eiga lívsrætt, og eigur eitt
menniskja lívsrætt, skal
eisini vera lívgað um tað,
um tað ikki kann livbjarga
sær sjálvum.
Rættin til foreldur síni
tí hver kann geva teim-
um sterri kærleika enn
faðir og móðir
Rættin tilsystkini, tí
hver skilir tey betur enn
systir og bróðir.
Rættin til heimið, har
tað evnaveika barnið
Nr. 118 — 9. oktober 1984
bókarummæli
kanska aftan á mong ár
kennir bert sína egnu song
ella okkurt av tí, tað spæl-
ir við.
Rættin til heimbygdina.
Rættin til heimlandið.
Tá ið ein hevur tikið
greiða steðu. sum Helena
hevur gjert her, fær tað
sjálvandi fylgjur fyri allar
hennara steðutakanir
rundan um evnaveik. Og
stødu hevur hon tikið. Tað
er neyvan síða í bókini,
har hon ikki roynir at
sannfera og grunda sína
steðutakan
Fátt er sum faðir,
einki er sum móðir
Yvirskriftin sipar ikki til
nakra g6dskumeting,
heldur er tað býtið millum
hevundarnar í bólkini her
verður hugsað um. Hanus
eigur 13 í alt 33 greinum.
Hanusar lutur hevur ikki
ligið eftir, tá tað snýr seg
um at beta um kor teirra
evnaveiki.
Hanus tók sær av blaðn-
um Javna í fleiri ár. Tað er
týðiligur munur á ti sum
Hanus skrivar og tí, ið
Helena letur úr hond.
Málsliga er dygdin altíð í
lagi hjá báðum tveimum
Tann sterri munurin er
tað málsliga lyndið
Hanus er ógvuliga varin
og leggur seg meir á
skaldsliga bógvin. Tó
kastar hann tann varliga
hamin av sær viðhvert.
Í greinini »Hann må
lúta, ið minni már“, spyr
hann: >Hevur samfelagið
ikki ráð at veita hjálp? Tá
vit hyggja eftir, hvussu
samfelagið annars letur til
ymiskt, kunnu vit, ið
hvussu er sum avvarða,
ikki siga annað, enn at her
skortar viljin og tað í stór-
um.“
Hanus legði blaðið frá
sær í 1978 við hesum orð-
um: »Medan Helena hevur
verið formaður í felagnum,
havi eg sjálvur arbeitt við
blaðútgávuni. Tað, at vit
saman hava kunnað ar-
beitt innanfyri í hesum
felag, sum hevur okkara
stísta áhuga, hevur verið
okkum ein gleði og vón-
andi felagnum at gagni
Nú halda vit tað vera
rætt, at vit ísenn leggja
frá okkum og geva pláss
fyri eðrum. Og vit ynskja
bæði felagi og blaði góðan
byr. Maður kemur í mans
stad.«
Einki hovaståk, Hanus
er liðugur við sin arbeiðs-
setning
Í samband við »År
teirra breikadu« varð lýst
til eina kapping, har fólk
kundu skriva segur, hoyri-
spøl, sjónleikir ella yrking-
ar, sum skuldu lýsa viður-
skiftini hjá brekaðum
fólki i Foroyum.
Sonur Helenu og Hanus,
Óli, royndi seg og vann 1.
virðislenina fyri stuttseg-
una >Pinkubarnið eg«. Oli
letur okkum uppliva
pinkubarnatíðina ígjegn-
umeyguni á einum brekað-
um barni. Ein sera kenslu-
borin stuttsøta, sum neyv-
an kann skrivast av einum
18 ára gomlum dreingi
uttan at hava lívsroyndir
av evnaveikum systkjum.
Framhald á síðu 6
Ein milliard í uttanlands-
skuld í 1981 — fýra í 1985
— ella at siga eitt og gera tað øvugta í politikki. Birgir
Mohr, valevni javnaðarfloksins í Sandoynni skrivar
Upp undir seinasta val
segði sambandsfor-
maðurin, núverandi leg-
maður, at uttanlands-
skuldin var alt ov stór
blivin undir leiðslu javn-
aðarfloksins við árslok
1980. Tá var uttanlands-
skuldin umleið 800-900
milliónir kr. Tá komið var
út á varið 1981, og allar
uppgerðir fyrilógu, rakk
hendan skuld til umleið 1
milliard krónur.
Tann skuldin var
ábyrgd javnaðarfloksins
og táverandi landsstýris-
ins. Tað viðurkenna allir
tríggir landsstýrisflokkar-
nir tá, javnaðarfólk gera
tað eisini.
Nýtt landsstýri kom
undir leiðlsu sambands-
floksins, og harra Pauli
Ellefsen fór nú undir at
beta um steðuna við utt-
anlandsskuldini og hevur
nú skjótt gjert tað í 4 ár,
soleiðis, at uttanlands-
skuldin kundi verða lut-
falsliga minni við árslok
1984.
Men hvat er hent? Jú
uttanlandsskuldin er ídag
umleið 3 milliardir, og leg-
tingsformaðurin segði frá
tingsins reðarapalli fyri
opnari mikrofon, at
hendan skuld kom upp á 4
milliardir, tá alt varð upp-
gjørt út á várið 1985.
Tingformaðurin, Jógvan
Sundstein, er eisini grann-
skodari, hann er leiðari
fólkafloksins og limur av
samgonguni og hann sigur
helst satt.
So harra legmaður,
Pauli Ellefsen, verið nú
ein maður og viðgangið, at
tit hava sagt eitt og gjert
tað beint mótsatta. Tit
segdu, uttanlandsskuldin
fór at vera minkandi, tí
hon var ov heg. men tit
hava meira enn trífaldað
hana, so hvert mansbarn í
Feroyum nú eigur at
vænta yvir skattin at
gjalda av her upp á nógv
ár framyvir.
At geva eðrum skuldina
fyri gongdina seinastu 4
árini enn Føroya
landsstýri og legtings-
samgonguni er bert uttan-
umsnakk — Tygum, harra
legmaður, eiga fyrstur av
ellum ábyrgdina fyri hesa
steðu.
Harra Pauli Ellefsen er
nú komin so langt, at hann
er samdur við Javnaðar-
monnum um, at uttan-
landsskuldin er ov stór —
ov nógv vaksin undir
hansara leiðslu. Tað ger
hann klókt, tí hver feroy-
ingur skilir — eisini hver
sambandsmaður — at fýra
milliardir í 1985 er meira
enn tríggjar ferðir eina
milliard krónur í 1981
prísum.