Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-10-09, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. oktober 1984síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 118 — 9. oktober 1984 tíðindablaðið EN | | | | | ] Síða 3 - Eg hevði altid hug at skrúva Sigur Anna Thomsen, ið sum tann fyrsta í landinum hevur trykkjari. Anna Thomsen hevur lært í fýra ár á Estra í Getu. Nú heldur hon fram sum sveinur á sama arbeiðs- plássi, har henni dámar væl at vera. Sum hinir prentararnir, ið hava lært hjá Estra. — Eg vildi sleppa at læra til prentara. Av tí at tað manglaðu trykkjarar, spurdi Stig meg, um eg ikki heldur vildi læra til trykkjara enn til setara. Tað havi eg ikki angrað. Eg hevði eisini altíð so fingið góðan hug at skrúva, sigur Anna Thomsen. Hon heldur ikki, at kvinnur eru verri fyri til arbeiðið enn menn. Tá ar- beitt fyrr varð vid blyggi, kundi tað vera nokkso tungt. Nú er alt off-set, og tað kunnu kvinnur líka væl klára. Hon heldur ikki, at nak- ar munur verður gjerdur á kynunum. Vit gera jú sama arbeiði, sigur hon. Tað er nokkso sjáld- samt, at kvinnur fáa sær prógv sum útbúgving í prentiyrkin- um, og tær sum hava lært ella læra, eru allar setarar uttan Anna. Tað er eisini óvanligt í Danmark, at kvinnur læra til trykkjarar. Anna sigur, at tær fýra ferðirnar, hon hevur verið niðri á skúla, er tað bara hent tað einu ferðina, at hon hevur hitt ein kvinnuligan trykkjara- lærling. rj Javnvåg millum — Kvinnur egna seg minst lika so væl sum menn til prentiarbeidid. Tad hevur bara vid evni at gera. Tad er best fyri allar partar, um tað er nøkulunda líka nógu av kvinnum og monnum å arbeidsplåssinum. Tad sigur Stig Rasmussen å Estra i Gøtu, har i løtuni størra helvtin av starvs- følkunum eru kvinnur Ein stórur partur av teim- um feroysku prentarunum hava eisini lært hjá Estra Sonja á Líðarenda varð út- lærd í 1979 sum setari, Anna Thomsen sum fyrsti feroyski kvinnuligi trykkjari var útlærd 1. januar. — Kvinnur eru líka væl fyri til at gera hetta ar beiði sum menn. Tað krev- ur ikki handamegi, hegni. Til at seta krevst tol og rutina. Tað egna kvinnur seg kanska betur til. Umframt at hava sterri tol, vísir tað seg ofta, at boðini úr eygum út í fingrarnar ganga skjót- ari hjá teimum. Tað krevst bara ein tilvenjing av samfelagnum til fleiri kvinnur fáa sær slíkt ar- men beiði, tí kvinnur eru sjálv sagt líka kreativar, sigur Stig Nå vit taka lærlingar inn, leggja vit alla orku í at geva teimum eina góða byrjan. Vit royna at vísa teimum persónligt álit við at geva teimum arbeiði, ið tey megna. Tá er lættari at byggja omaná, sigur Stig Rasmussen. rj ÉT Jens Dalsgaard, skrivari i Kommunufelagnum: — Landsstyrid er ikki dómstólur Feroya Kommunufelag fer fyribils ikki at gera meira við avgerð lands- stýrisins um ikki at góð- taka Jens Dalsgard sum lim í landsins byggi- og byarskipanarnevnd. Tå fundur verður í hesi nevndini, verður tað Gun- leyg Durhuus, arkitektur í Vestmanna og tiltaks- limur í nevndini, sum fær fundarboðini. Landsstýrið vil ikki góð- taka, at Jens Dalsgaard umboðar Kommunu- felagið í byggi- og býar- skipanarnevndini, við tí grundgeving, at hann ikki er byggikenur. Sambært lógini skulu umboðini hjá Kommunufelagnum og umboðið fyri Tórshavnar Býráð vera byggiken. Jens er sosiologur og ar- beiðir sum skrivari hjá Kommunufelagnum. Men ongastaðni stendur tilskilað, hvat krevst fyri at vera »byggikønur«, ei heldur hver skal avgera í ivamálum. Byggi- og byarskipanar- nevndin er ikki nøkur byggiteknisk nevnd. Tad er bara ein rådgevandi nevnd, hvers tilmæli landsstýrið ikki hevur skyldu til at fylgja. Tí hevur landsstýrið onga grund til at leggja seg út í, hvenn Kommunufelagið velur at umboða seg, sigur Jens Dalsgaard. Í brævi til Kommunu- felagið skilar landsstýrið sær rætt til at avgera, um nevndin var lógliga sam- ansett. — Tað, sum vantar, er ein greining av, hvat er at skilja við at vera byggi- kenur. Landsstýrið er ikki dómstólur og kann ikki tosa um nakað er lógligt ella ikki í hesum ferinum. Tað hevur landsstýrið onga heimild til. Tað er eisini nokkso legið, at Legfreðingur í Tinganesi: landsstyrid fæst vid slik smámál, meðan tey stóru fáa frið, sigur Jens Dals- gaard. rj Ein byggikønur må hava skil fyri tekniskum målum — Ut frå ti at byggi— og byarskipanarnevndin er ein ráðgevandi nevnd und- ir landsstýrinum, má landsstýrið eisini hava rætt til at avgera, um nevndin er rætt samansett sambært lógini. Lands- stýrið má hava góðkenn- andi myndugleika í hesum málinum. Tað sigur Sjúrður Rasmussen, løgrfødingur í landsstýrinum. — Leg- tingið hevur samtykt lóg- ina, sum sigur, at triggir av nevndarlimunum skulu vera byggikønir, og ti ganga vit eftir. Ein byggi- kønur má hava skil fyri tekniskum málum, sigur Sjúrður Rasmussen. Og tað halda teir í landsstýrinum ikki, at sosiologurin Jens Dals- gaard hevur. At vera byggikenur skilja teir við ein arkitekt, ein byggi- verkfreðing ella ein við fleiri árs royndum í byggi- málum. rj