týsdagur 9. oktober 1984síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 118 — 9. oktober 1984
Politikkur
Politikkur
Javnaðarflokkurin um íbúðarmál:
uðindablaðið sosialurin
Síða 7
Politikkur
Í seinastu tingsetunum
hevur javnaðarflokkurin
áhaldandi stridst fyri at
útlánsrentan verður lækkað
— Bæði í tingsetuni 1982 og 1983 hevur javnaðarflokkurin skotið upp, at log-
tingið álegði landsstýrinum at taka upp samráðingar við peningastovnarnar við
tí fyri eyga at fáa hesar stovnar at lækka útlánsrentuna, soleiðis at føroysku
lánararnir og vinnulívið kundu fáa gagn av ti lækking í útlánsrentuni, sum yvir-
hevur hevur verið í vesturheiminum tey seinastu tvey árini.
— Hetta vildi bøtt um kappingarførdid hjá føroyskari framleiðslu. Tað vildi
eisini lætt um hjá teimum sum eru ella skulu setast í búgv. Sum grundgeving fyri
uppskotinum ferdi javnaðarflokkurin fram tað sum vit prenta her niðanfyri:
Årini 1979-80 hækkaði
danska diskontoin — sum
m.a. er tann renta, ið
okkara peningastovnar
gjalda fyri tann pening,
sum teir læna úr tjóðbank-
anum — úr 8-9% uppí 13-
14% og seint í 1980 var
diskontoin 14%. Henda
hækking bar í sær, at
danskir peningastovnar
hækkaðu sína rentu heilt
uppí 21% fyri útlán og
uppí 17% fyri innlán í
serøstøkum førum.
Rentan å danska obligat-
iónsmarkandinum hevur
samstundis ligið uppi á
fleiri og tjúgu prosentum.
Við teirri grundgeving,
at vandi var fyri peninga-
flutningi úr feroyskum til
danskar peningastovnar,
hækkaðu feroysku
peningastovnarnir rent-
una hverja ferð diskontoin
hækkaði og okkara pen-
ingastovnar hava í sein-
astuni virkað við so stór-
um rentumarginali sum
frå 4% uppí 10%, og inn-
tøkur stovnanna hava ti
eisini verið óvanliga høgar
í 1982 og 1983. Nú er dis-
kontoin so líðandi farin
niður aftur og er hon í let-
uni 7 %. Grundgevingin er
generella rentufallið í
londum uttanum okkum
og tervurin á at styrkja
kappingarferi hjá danska
vinnulívinum.
Nú hesar lækkingar eru
framdar í fleiri stigum úr
14% niður í 7%, hava vit
lítið hoyrt frá okkara
peningastovnum um
rentulækking, ella um
tervin á at styrkja kapp-
ingarferi hjá feroyska
vinnulívinum, — herundir
kappingarføri hjå skipa-
flotanum og fiskavirkj-
unum, sum skulu kappast
vid donsk, norsk og bretsk
veidifør og virkir — fyri
ikki at tala um ídnaðar-
virkir okkara, sum skulu
kappast við statsstuðl-
aðan innflutning úr eðrum
londum. Tó hevur annar
av bankunum lækkað
rentuna av vinnulívslán-
um við einum prosenti.
At enda er neyðugt at
vísa á, at tær mongu
skerjingar láinntekufólki
hevur verið fyri, gera at
hesi illa orka at knógva
undir rentum uppí 15
1/2%—16 1/4 % fyri lán til
búseting og bústað, sum
er útreiðslur, ell mugu
hava. Tað hastar tí al-
mikið at fáa framt til-
svarandi rentulækking
her heima, sum hana
framd er í Danmark og
næstu grannalondum okk-
ara.
Við legtingsmáli nr.
9811982 legði flokkurin
sama uppskot fram í mars
1983. Við 1. viðgerð varð
málið beint í figgjarnevnd-
ina, sum helt fund við
Vit loysa íbúðarspurningin við at
greiða atkvødu fyri javnadarflokk-
inum á valdegnum.
X við lista C!
Torbjern Poulsen
landsstýrismann um mál-
ið, og upplýsti lands-
stýrismaðurin, at lands-
stýrið longu hevði havt
fund við peningastovnar-
nar um rentuna. Tórbjern
Poulsen upplýsti, at pen-
ingastovnarnir nakað
skjótt fóru at taka steðu
til eina justering av rent-
uni, men tá onki erhent 10
mánaðar eftir, heldur
javnaðarflokkurin tað
verða neyðugt at lands-
stýrið av nýggjum tekur
samráðingar upp við pen-
ingastovnarnar um hend-
an spurning og loyvir
flokkurin sær tí at seta
uppskotið fram av nýggj-
um.
Politikkur
Politikkur
Lagt til rættis
Vilhelm Johannesen
Fylkist um javnaðarflokkin
Sjálvstýrismenn hava al-
tíð tveitt eitt og annað eft-
ir dønum og Danmark.
Teir hava fingið aftur-
haldssteðuna tvinnað
saman við okkara steðu í
danska ríkinum. Hinvegin
hava sambandsmenn
framt slíkan politikk, ið
kann metast javnt við
sparsemi mótvegis Dan-
mark — eisini har vit hava
verið langt í afturhond í
mun til galdandi donsk
viðurskifti, og hóast tað
hava vit verið partur av
danska ríkinum og sostatt
átt javnrættindi við aðrar
danskar ríkisborgarar
Viðurskiftini, ið ráddu,
vóru óhaldbar, hetta
ásannaði Feroya javnað-
arflokkur, at besta steða
okkara var at vera uppí
ríkisfelag við Danmark,
men burtur frá andsteðuni
og til heimastýri, men tor
fort var at vinna viðhald
millum aðrar flokkar, ser-
liga sambandflokkurin og
sjálsvtýrisflokkurin, ið
tyktist bert negdir við tey
politisku viðurskiftini, ið
vóru. Heimastýrið gevur
okkum nógv meira sjálv-
stýri enn nakar sjálv-
stýrismaður upprunaliga
droymdi um. Sambands-
flokkurin slakaði alt tað,
ið hann hevði sett sær sum
mál at berjast ímóti og
nakað væl aftrat. Heima-
stýrið liggur langt uttan-
fyri tað mark, ið hesir
flokkar vóru talsmenn
fyri. Javnadarflokkurin
vildi burtur frå andstød-
uni, men vildi ikki nakra
loysing frá Danmark. Tí
var at finna ein form fyri
heimastýri, ið var sameini-
ligur = vid 'ríkisfelags-
skapin. Frá heimastýrin-
um til loysing er eitt stórt
lop, og tí verður sjálvandi
eitt stríð at standa millum
hesar steður. Tað er ein
royndur lutur, at loysing-
arsteðan ikki hevur rót í
fólkinum ofta minst
millum mangar av teim-
um, ið ganga undir ym-
iskum sjálvstýrisheitum
Allir teir feroysku flokk-
arnir hava nú svorið
trygdareið til heimastýris-
lógina, og allir hava teir
virkað undir henni og
stýrt við henni. Nå hava
tveir = sjálvstýrisflokkar
stýrt landinum saman við
sambandsflokkinum sam-
bært esa lóg, og teir siga í
dag. at ongantíð hevur
framburðurin verið so
stórur sum nú, ja, vit hava
heimsins bestu livilíkindi
siga fólkafloksmenn.
Hetta er 100 pst. ásannan
av, at stjórnarlóginum
bagar ikki stórvegis. Var
heimastýrislógin ein ólóg,
sum 14. September plagar
at taka til, so máttu livi-
líkindini ikki verið so av-
bera góð, sum andsteðu-
menn heimastýrislógar-
innar taka til.
Fylkist um javnaðar-
flokkin tann 8. november
og fellið hitt svartasta
borgarliga afturhaldið
Gunnar Staksá
pg