týsdagur 9. oktober 1984síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Munur á
hvussu ar-
beiðaramálini
verða umsitin
TEY ÁRINI javnaðarflokkurin
hevði leiðsluna í landsins stýri
hevði flokkurin m. a. umsitingina
av arbeiðaramálum og almanna-
málum í landsstýrinum. Hesi árini
hendu stór framstig til frama fyri
arbeidarafjøldina í Føroyum.
TAÐ FYRSTA valskeiðið, flokkur-
in hevði leiðsluna, fingu vit lógir-
nar um fólka-, avlamis- og einkju-
pensión v.m. Hesar lógir veittu
verkafólkum hampiliga trygd á
ellisårum. Somuleiðis tá forsyrgj-
arin doyði ella tá arbeiðsevnini
varandi vóru skerd. Í sama val-
skeiði vórðu munandi broytingar
gjørdar í vanlukkutryggingarskip-
anini. Hendan skipan veitir dag-
pening og endurgjald, tá arbeiðs-
evnini verða skerd orsakað av
vanlukku.
HINI SKEIÐINI, javnaðarflokkur-
in hevði leiðsluna, hendu onnur
stór framstig til frama fyri arbeið-
arafjøldina. Prístalslógin varð
broytt soleiðis, at øll fingu eins
stórt prístalsendurgjald. ÁÐrenn
hetta stóð prístalsendurgjaldið í
mun til lønina. T.v.s. at ein høg
løn fekk størri pristalsendurgjald,
medan ein lægri løn fekk eitt
minni prístalsendurgjald, og so-
leiðis vaks lønarmunurin orsakað
av prístalshækkingunum. Munur-
in á lønini hjá timaløntum kvinn-
um og monnum vaks eisini av
hesi orsøk. Hetta var sostatt eitt
neyðugt stig, fyri at fremja mál-
setningin um somu løn til kvinnur
og menn.
VIT FINGU eisini lógina um ar-
beiðararvernd. Arbeiðseftirlitið
varð sett á stovn við tí úrsliti, at
flestu arbeiðspláss í dag hava
tryggleikaumboð, soleiðis at
trygdin hjá arbeiðsfólki er og
verður størst møgulig. Vit kunnu
eisini nevna at arbeiðsvikan varð
stytt úr 44 niður í 40 tímar, at
frítíðin varð longd úr trimum uppí
fýra vikur, og at fritidarlønin varð
hækkað úr 8 uppá 9 1/2 pst. Vit
fingu eisini sjúkradagpeninga-
skipanina, sum tryggjar
timaløntum og ødrum sjúkradag-
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 -
uðindablaðið
oddagrein
pening. ið svarar til 80 pst. av løn-
ini = seinastu fimm vikurnar
áðrenn.
HESI FÝRA árini hevur javn-
aðarflokkurin onga ávirkan havt á
landsins stýri. Leiðslan hevur ligið
í hondunum á sambandsflokk-
inum, sum eisini hevur umsitið ar-
beiðaramál í landsstýrinum, og
hevur hetta málsgki ligið í hond-
unum á sjålvum løgmanni. Og vit
kunnu ásanna, at trygdin hjá
arbeiðsfólki er ikki vorðin størri,
at arbeidsvikan ikki er stytt, at frí-
tíðin ikki er longd, at prístalsend-
urgjaldið ikki er hækkað o. s. fr.
FERÐ EFTIR ferð hevur javnaðar-
flokkurin skotið upp at broyta
sjúkradagpeningaskipanina, so-
leiðis at dagpeningurin verður
hækkaður úr 80 uppí 90 pst., og at
hesin dagpeningur verður veittur
frá fyrsta sjúkradegi og ikki sum
nú frá ødrum sjúkradegi. Men
hetta hevur verið til fánýtis.
Hendan samgongan hevur bert
dýkt arbeidarafjøldina undir i
skatti, tolli og ødrum gjøldum.
VIT MINNAST tá løgmadur segði,
at landsstýrið skuldi taka innaftur
í skatti og tolli hvert einasta oyra,
sum løntakararnir vunnu við sam-
ráðingarborðið. Her helt løg-
maður orð. Í meðal vunnu
arbeiðsfólk 3000 kr. í lønarhækk-
ing í fjør. Hetta svarar júst til
hækkingina í tollinum og ødrum
almennum gjøldum fyri eitt hús-
arhald.
ØLL MUGU ásanna, at tað er
munur á, hvussu arbeiðaramálini
verða umsitin. Javnaðarflokkurin
er til reiðar aftur at umsita arbeið-
aramálini í landsstýrinum. Vit vilja
skapa arbeiði til øll. Vit vilja út-
byggja arbeiðseftirlitið enn
meira. Vit vilja broyta sjúkradag-
peningaskipanina. Vit vilja fremja
eykapensiónsskipan fyri arbeið-
arar og onnur og vit vilja lætta um
skattatrýstið á tær lægru inntøk-
urnar.
HETTA ER munurin. Og tí er tað
sjálvsagt at arbeiðarar stuðla sín
flokk. Teir greiða atkvødu fyri
javnaðarflokkinum.
Nr. 118 — 9. oktober 1984
Vit krevja reglu-
liga politiansan
Hetta er tað einasta, su
arligu ferðsluvanlukkurnar kring
skov, tingmaður m. a.
Vit eiga at upplýsa og
aftur upplýsa — hetta eru
vendingar vit hoyra í tíð
og úrtíð.
Serliga tá tað snýr seg
um viðurskifti í ferðsluni.
Tað er vorðið til eina heil-
aga kúgv, hetta at skula
upplýsa.
Tí, verður sagt, vit liva
jú í einum frælsum sam-
felag, har alt skal vera
loyvt og einki skal forða
einum í at gera, sum ein-
um lystir.
Vit skulu ikki hava
nakað formyndarasam-
felag.
Men alt hetta tosið hev-
ur verið við til at rura
okkum í ein blund, sum
meira og meira førir til ó-
lukkuna.
Í ferðsluni serliga.
Tað er út av allari leið,
so mangar og syndarligar
vanlukkur, sum henda á
føroysku landsvegnum
við deyðanum og lestað-
um fólki, serliga ungfólki í
kjalarverrinum.
Nú má takast í egnan
barm og stig frá politisk-
ari síðu mugu takast, tí vit
megu krevja regluliga pol-
itiansan. Tað er tað ein-
asta sum kann muna til
tess at minka syndarligu
gongdini.
Tað er ein dýrur sportur
um vit framvegis dusa
okkum í tí, at upplýsing er
nóg mikið, tá eingin vil
lurta.
Vit krevja at eftirlit er
við ferðsluni, soleidis at
vit forða fyri at hesar full-
komiliga meiningsleysu
vanlukkurnar, sum henda
av óstortsligari ferð henda
á landavegnum 14. hvenn
dag.
m kann muna til tess at minka um synd-
landið, sigur Jákup Linden-
Hetta má fáa ein enda —
og hetta má yvirvaldið í
Feroyum nú taka sær av
at fáa broytt. Tað nyttar
einki meira bert at
snakka.
j. Lindenskov
Aftursvar til Hogna
Edvinson á Sandi
Góði Hegni. Sjálvt um eg
havi svarað tær í telefon-
ini meira greidliga enn
her, so skal eg stutt siga
tær, at eg vænti ikki stór-
mál loyst av tær, hverki
fyri Sands kommunu ella
Sandoyar valdømi.
At koma við eini skitsu
til rektarheim eina viku
fyri legtingsval, tá ein
hevur havt fýra ár til
hetta arbeiðið, er bert at
gera hetta stórmál til
tuggumál, sum tú málber
teg. Nú eg skrivaði, vakn-
aði tú, og kanska sam-
vitskan ikki er í lagi.
Legtingsmenn okkara
hava einki fingið at virka
við frá røktarheimsnevnd-
ini hesi seinastu fýra árini,
og tað er tað, eg fýlist á.
Hví hevur tú ikki loyst
málið um fótbóltsvell á
Sandi. Tú hevur sitið í
bygdarráðnum her longur
enn eg! Goym alt brikst,
tí sandoyingar vita, hver
ið hevur arbeitt fyri loysn
á teirra samfelagsmálum,
og hver ið hevur best
hegni til at fáa úrslit.
Vinarliga
Birgir
AAtAt|t|—|—TÞ——————
Framhald av síðu 2
Tað sermerkta við bók-
ini er, at alt húskið hevur
verið við at skapa hana,
hetta má vera eindemi.
Kanska hetta endurspegl-
ar gerandisdagin í einum
húski, har brekað fólk er í
húsinum.
Amboð
Ein bók kann nýtast til so
mangt. Summar verða
lisnar og síðan tveittar
burtur, aðrar at gera sam-
felagsbyltingar við.
Henda bókin hevur stóran
áhuga hjá foreldrum og
avvarandi at evnaveikum,
starvsfólkum og polit-
ikarum. Virknir limir í fel-
agnum Javna hava nú
lætta atgongd til upplys-
ingar um felagið og søgu
tess.
Eg kann ikki lata vera
við at geva prentsmiðjuni
»Estra« í Gøtu rós fyri
valaverk, tí ein bók eigur
ikki bert at vera eitt hand-
verk, men heldur eitt lista-
verk, so er her.
at meg enda við 33. er-
indi i »Regin Smiði<:
Tá var tað sum ofta enn,
at duld eru depur mein,
frúgvin er gingin í hegaloft
hon feðir ein ungan svein.
H. T. Henriksen
Heldur tú ikki sosialin?
Ikki
. .,
Sjúkra-
, *
húsið —
men
. ,
Sjúrð-
, .
husid
Herfyri kom ein
óheppin villa at
standa í Sosialinum.
Tað var ein lýsing um
eini hús, ið vóru til
selu í Vági. Vit skriv-
aðu, at „Sjúkrahúsið
í Vågi« var til selu.
Rætta orðið skuldi
vera at --, Sjúrðhús-
ini í Vági vóru til
selu. Vit biðja við-
skiftafólk okkara um
umbering.