Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-10-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. oktober 1984síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 118 — 9. oktober 1984 Longu farin niður aftur — 1500 fólk vóru umborð á Líðartindi í Havn Líðartindur, sum kom á Havnina sunnudagin klokkan tvey, er longu farin niður aftur. Hann skuldi fara seint í gjár- kveldið. Ætlanin er so, at hann skal vera aftur í Havn í seinasta lagi mána- morgunin. Líðartindur er stersta farmaskip í feroyska flot- anum. Hann hevði 1.500 tons av farmi við upp á fyrsta túrinum. Niður aft- ur hevði hann sama og onki. Men tað var heldur ikki ætlanin, sigur Rósing Rasmussen, reiðari og stjóri á P/f Traderline. Hesin fyrsti túrurin var ein framvísingartúrur. Eini 1.500 fólk vóru um borð á Líðartindi, meðan hann lá í Havn, sigur Rósing Rasmussen. Eisini í Runa- vík vóru nógv fólk umborð og hugdu. Haðani fór Lid- artindur um tr'tíðina til Klaksvíkar og haðani skuldi hann so til Tver- oyrar. Ætlanin var eisini at fara til Vágs, men av tí hann etlaði veðrið, bleiv hetta av ongum. Líðartindur var seinkaður av Havnini. Hann skuldi vera í Runavík klokkan átta í gjáramorgunin, men fór ikki av Havnini fyrr enn klokkan stivliga niggju. Tann óvanliga hegi yvirbygningurin sermerkir skipið, sum er næstan eins stórt og Norrøna. Annars er Líðar- tindur ikki gráur sum hinir tindarnir, men bláur. Kovin í Sandavági: Sær svart út fæst ongin sått- máli í vetur — vit hava ongantíð havt nóg mikið av pengum til at kunna arbeiða rættiliga pro- fessionelt, sigur stjórin. Hevur Kovin í Sandavági ikki fingið nakrar selu sáttmálar næsta vár stendur illa til hjá virkin um. Tað gongur afturá, og tað er bert ein spurningur im tíð, nær kassin er tóm ur, sigur stjórin á Kon anum, Gardar Joensen. Næsta ár skal Kovin gjalda aftur tað fyrsta av lánum, sum fyrstu tvey árini eru rentu— og av- dráttarfri, og fer hetta sjálvandi at tyngja mun- andi Kovin hevur samráð- ingar við einstakar stórar keyparar, men er onki ítekiligt úrslit. Fiskaselan roynir eisini at selja ver- una hjá virkinum. Kovin byrjaði við at leggja rogn í blikk og út- flutti til Danmarkar. Men hetta gekk ikki, ti rognini frá Kovanum blivu seld nógv biligari enn tey donsku. — Vit fingu ikki tann prísin, vit roknaðu við. Eg haldi enn, at tað var rætt at byggja virkið. Men tað má vera eitt krav, at vit fáa sama pris fyri okkara veru, sum aðrir fáa fyri teirra, sigur Gardar Joen- sen, sum annars er nøgdur við móttekuna, rognini hava fingið í Feroyum. Vit eru stolt av sel- uni í Feroyum. Vit selja fyri einar 400.000 kr. um árið, og tað er okkurt um 90.000 blikk 25 arbeiðspláss Kovin fekk eina ringa byrjan figgjarliga. Virkið kostaði 1 mill. kr. meira enn fígging var til. Sekt varð um 4 mill. kr. úr Menningargrunninum til raksturin. Men vit fingu bara hálvaaðru, og harav fór tann eina til at figgja virk- ið, sigur Gardar Joensen. Í januar í ár varð parta- peningurin hækkaður við 400.000 kr. upp í 2,5 mill. kr. Partaeigarar eru 140 Sandavágsfólk, Sanda- vágs kommuna og Lands- stýrið. Koyrdi Kovin við fullari orku og legði bæði rogn og livur í blikk, vóru har 25 arbeiðspláss. Men í letuni eru bert 6—8 fólk á virk- inum, og tey hava ikki fult arbeiði. Í september var ikki arbeitt ta einu vikuna. Kovin arbeiðir flatfisk fyri flakavirki, og onkrar royndir við nýggjari veru verða gjørdar. Men eisini her eru trupulleikar. Gard- ar Joensen sigur, at virkið fyri nøkrum mánaðum síð- ani sekti Landsstýrið um 30.000 kr. til at gera po- steik úr svartkjafti og eðrum. Onki svar er kom- ið. hd Aftur eitt ferðsludráp Beint eftir klokkan tvey sunnunáttina kom ein maður fyri ein bil á leið har, sum Torfins- gota kemur í J. Paturs- sonargetu. Maðurin, sum var 47 ára gamal, var deyður, tá hann kom á Lands- sjúkrahúsið Politiið upplýsir, at fráboðanin um van- lukkuna kom kl. 02.11. Bilurin, ein lítil last- bilur, koyrdi út eftir J. Paturssonargetu. Fýra fólk vóru í bilinum. Tryggur undir vegnum Hesin drongur og onnur í Hvalvík/Streymnesi eru nú ikki longur í vanda fyri at blíva ferð, tey sjógvin ákoyrd, hverja skulu oman til Tí nú nýtist teim um ikki longur at fara yvir um landsvegin. Tey fara hann stendur í undir Drongurin einari smogu, sum er legd í vegin niðan fyri Streymnes Fleiri smogur eru í Feroyum, bæði til fólk at gjøgnum og eisini til kríat úr aðrar slíkar ganga Smogan í kostar einar Streymnesi 500.000 kr og, av tí hon er í lands vegnum, rindar landið all- an kostnaðin Í letuni eru ongar ætl- anir um aðrar smogur, fáa vit upplýst frá landsverk- freðinginum Myndin er tikin, áðrenn smogan var liðug. Onki gólv er komið í Kanningar verða nú gjerdar fyri at finna fram til orsekina. Hetta var annað ferðsludrápið í fýra dagar og tað sjeynda í ár. Hóskveldið doyði ein 18 ára gamal maður, tá hann fór útav við bili sinum í Norðradals- skarði.