hósdagur 11. oktober 1984síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Hevur tú ein spurning ella onkran trupulleika, sum tú kundi ynskt tær at
fingið vidgjørdan í hesum teiginum,
:- Spyr Sosialin
Skriva til: Sosialurin, postsmoga 76, 3800 Argir. Merk brævbjålvan »Spyr
Sosialin«.
Havi
klyvara
Eg eri ein ungur drongur,
sum havi havt stórar trup-
ulleikar, síðan eg fór at
kenna meg vaksnan. Ég
havi so stóra nes, og havi
fingið undirlutakenslur av
ti.
Eg vil fegin vita, um tað
ber til at fáa skurðviðgerð,
so nesin verður minni.
Hvussu skal eg bera meg
at, um so er, at hetta kann
gerast ?
Skal eg venda mær til
kommunulæknan fyrst, og
kostar tað pengar at fáa
slíka viðgerð?
Læknin:
Sig ikki, at hetta er nak-
að, sum eg skal liva við, tí
tað kann eg ikki !
Sjálvandi eru møguleikar
fyri skurðviðgerð, og eg
vildi hildið, at tað er ógvu-
liga rímiligt í tygara føri.
Viðgerðin á sjúkrahúsi
kostar einki fyri tygum.
Eg vildi skotið upp, at
tygum tosaðu við lækna
tygara ella oyrna, næsa-
og hálslæknan, tí tað
verður hann, ið avger,
hvussu viðgerðin skal fara
fram.
Marner
tíðindablaðið
Eyðun Joensen, sál-
arfrødingur
5. barna-
sjukan?
Í barnagarðinum gongur
ein sjúka, sum tey nevna
prikkasjúkan. Onnur siga,
at hetta er tann fimta
barnasjúkan. Hon vísir
seg við, at bernini fáa
fepur og reyðar prikkar.
Kann læknin siga, um
sjúkan er vandamikil, ella
hvat hetta er fyri nakað?
Y
Av ti at spurningurin er
um eina barnasjúku, hava
vit biðið Odmar Færo,
barnalækna, um at svara.
Marjun Sigurdsdótt-
ir, sosialrådgevi
+
lækni
Sjukan visir seg vid, at
børnini hava fepur i einar
triggjar dagar, og tå fep-
urin fellur, fåa tey vanliga
ljósareytt útbrot, reyðar
prikkar. Men prikkarnir
kunnu vera so smáir, at
eingin varnast, at barnið
hevur sjúkuna.
Sjúkan er vanlig og er
ikki vandamikil. Hon er
sum reydlingar og aðrar
barnasjúkur. Og smittar
upp á sama máta sum tær,
sigur Odmar Færø
Er kjøtid
etandi?
Ein ær hjá okkum varð i
fjør koppsett fyri garna-
sótt. Í ár hava vit dripið
hana. Er kjøtid etandi,
spyr ein lesari.
Nr. 119 — 11. oktobe
%
Marner fr sen,
Á
Fríða Patursson, log-
freðingur
Tey, ið sóu sjónvarps-
sendingina um garnasótt í
seinastu viku, hava óivað
fingið svar upp á spurn-
ingin. Men vit endurtaka
tað kortini.
Tá ein koppsettur seyð-
ur verður flettur, vísir tað
seg ofta ein knykil har, ið
stungið varð. Hesin knyk-
il skal bara skerast burtur,
kjøtinum uttanum bagir
einki.
Eisini kann verða spurt,
hvussu langt eftir kopp-
seting ein seyður kann
drepast.
Seyður fær ofta fepurrið
av koppsetingini, men eina
viku eftir skuldi hann
verið frískur aftur, og tá
ber til at drepa, sigur Dán-
jal J. Bærentsen, lands-
djóralækni.
Onkur skal hava børnini
Nú fyrireika tey barnagarð í Vági
Hóast veðrið var vánaligt,
komu nekur og 40 fólk á
fund í Vági mánakveldið
um stovnan av barna-
garði
Tervurin á barnagarði
er stórur í Vági, har ein
stórur partur av kvinn-
unum arbeiða úti. Polar-
frost er stersta arbeiðs-
plássið, haraftrat arbeiða
kvinnur í handlum, í skúl-
anum, á ellisheiminum og
á sjúkrahúsinum á Tver-
oyri og sum heimahjálpir.
Tað eru eisini nógvar
kvinnur, ið ikki sleppa út
at arbeiða, ti eingin er at
hava bernini. Tað eru ikki
øll, ið hava ommur at
heita å.
— Sjålv sleppi eg ikki
ut at arbeida, ti eg eri
barnabundin, sigur Sanna
Nielsen. Á fundinum
mánakveldið varð hon
vald til formann í nevnd-
ini, sum skal arbeiða vid-
ari við málinum. Hon
heldur eisini, at nógvar av
mammunum, sum eru
heima, fegin vildu fingið
bern síni í barnagarð, tí
býurin er blivin so stórur,
bernini hava ongastaðni
at vera, og hevdu eisini
havt gott av at komið í
barnagarð saman við ødr-
um bernum.
Heldið verður, at meiri-
luti er í býráðnum fyri
barnagarði. Býráðið setti í
ár 100.000 krónur av til
barnagarð. Tað er íkki
nógv, men ein byrjan. Á
býarplaninum er eisini
lagt av til slíkan stovn.
Fyribilsnevndin fer nú
at kanna, um stovnurin
skal vera kommunalur ella
sjálveigandi, um tey skulu
Eisini arbeiðsplássini áttu at havt áhuga fyri, at vágbingar fáa barnagarð. Hvat
skuldi t. d. Polarfrost gjørt, um allar kvinnurnar fóru heim til bernini ?
byggja ella keypa, hvussu
reglurnar eru við gjalding
o.ø. Tey hava fingið
tríggjar vikur at arbeiða.
Býráðið í Vági hevur fund
í kveld, men málið kemur
ikki fyri. Fundur verður
aftur í býráðnum um
triggjar vikur, og tá ætlar
nevndin fyri barnagarðin
at býráðið skal hava frætt
frá teimum. .
r)
Psykologisk ráðgevingar-
og viðgerðarstova
Ráðgeving og viðgerð viðv. persónlig-
um, uppalingarligum- og hjúnarbands-
trupulleikum.
samtalu- og kropsterapi
hittist eftir avtalu á tlf. 16251
TIf. tíð mánadag —
kl. 12.30 — 1300.
hósdag
Jegvan Bæk
psykologur
Framhald av forsíðuni
heldur sjálvur, at ein or
sekin til tær mongu deyðs-
vanlukkurnar, er hon, at
fólk og tá serstakliga tey
ungu kenna ikki nóg stóra
ábyrgd, tá tey fáa koyri-
kort og seta seg við rætt-
ið. Tí talan er í veruleik-
anum um eitt amboð, ið
skal handfarast við stórari
ábyrgdarkenslu sigur
Nepper Christensen.
Fyri at venda gongdini
tervar okkum upplýsing
og aftur upplýsing. Vit
mugu upplýsa fólk, soleið-
is at tey fáa eina heilt aðra
steðutakan til ferðslu og
ferðsluspurningar. Tað er
her vit eiga at gera nakað.
Sjálvandi eru eisini onnur
viðurskifti av stórum
týdningi, t.d. at bilarnir
eru í lagi, at vegirnir eru
góðir, at legreglan hevur
eftirlit við ferðsluni, at
lógir eru og verða hildnar
0. s. fr.
Men upplysingin hev-
ur ómetaliga nógv at siga,
ikki minst í Feroyum, nú
hetta við at hava bil hevur
tikið rættiliga dyk á seg.
Vit síggja ell tey ungu,
sum vilja hava sín egna
bil. Ikki altíð vita tey,
hverjar skyldur fylgja við.
Tíanverri má eg eisini við-
ganga, at í nógvum ferum
eru bilarnir rullandi verts-
hús hjá teimum ungu.
- Men skulu vit revsa
fólk harðari, um tey ikki
halda ferðslureglarnar ?
Um fólk halda, at tað
er einasti meguleiki at
beta um steðuna, so haldi
eg, at okkurt er heilt galið
í samfelagnum. Lat meg
endurtaka, fólki tervar
upplýsing, so tey kenna
sterri ábyrgd.
Annars vísir Nepper
Christensen til viðgerðina
av seinastu ferðslulógar-
uppskotinum á tingi. Tá
var ein lógargrein um at
ung fólk úr 18 ár upp í 23,
sum hava koyrikort og
sum ikki hava hildið
ferðslureglurnar, kunnu
missa koyrikortið. Hetta
tók legtingsmeirilutin ikki
undir við — við teirri
grundgeving, at tað er
skeivt at gera slíkar reglur
fyri bert ein ávísan aldurs-
bólk og samstundis vildi
løgtingid ikki geva
løgregluni henda myndug-
leida, sum annars liggur
hjá dómsvaldinum.
— Eg haldi, at ein slík
grein kundi gjert mun, tí
tað eru í stóran mun tey
millum 18 og 23, sum eru
atvoldin til nógv av
ferðsluóhappunum sigur
Nepper Christensen.
Hann heldur annars, at
ein stovnur sum Ráðið fyri
Ferðslutrygd átti at fingið
meiri pening m. a. til upp-
lýsandi virksemi.
jan