hósdagur 11. oktober 1984síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
8oslalurin
Nr. 119
11. oktober 1984
tíðindablaðið
Útgevari: P/f Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Møller
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl
Bladfélk: Høgni Djurhuus og Randi Jacobsen
Uppseting: P/f Sosialurin
Prent: P/f Pressan 1981
Tit kunnu
loysa íbúðar-
spurningin
Í TEIMUM SEINASTU blødunum
hava vit greitt frá tí, sum
javnaðarflokkurin hevur virkað
fyri hesi seinastu fýra árini, við tí
fyri eyga at bóta um møguleikar-
nar hjá fólki at fáa tak yvir høvdid.
TIL TESS AT STUÐLA ungfólki at
spara pening saman til keyp av
grundøki og til sethúsa- ella íbúð-
arbygging hevur flokkurin skotið
upp at broyta lógina um rentu-
studning til samansparing til set-
húsa- og íbúðarbygging. Hetta
uppskot floksins varð samtykt.
Rentustudningurin er hækkaður
úr 1'/2 upp í 2%. arliga innskotið,
sum kann koma undir rentustudn-
ing. er hækkað úr 10.000 upp í
20.000 kr., og samlaða innskotið,
ið kann koma undir rentustudning
er hækkað úr 50.000 upp í 100.000
kr. Samanspardi peningurin kann
nú eisini nýtast til keyp av grund-
eki.
FLOKKURIN HEVUR eisini skotið
upp at stovna byggibúgvingar-
grunn landsins. Endamálið við
slíkum grunni var eftir uppskotin-
um at veita kommunum lán og
studning til keyp og byggibúgving
av jørð til sethúsa- og íbúðarbygg-
ing. Eftir uppskotinum frá javnað-
arflokkinum skuldi lánið úr grunn-
inum svarað til 60 pst. av kostnað-
inum meðan studningurin skuldi
svarað til 20 pst. Saman við 20 pst.
frá kommununum, var ætlanin at
tey 20 pst. úr byggibúgvingar-
grunninum skuldu verða beinleið-
is stuðul til teirra, sum skulu
keypa sær byggilendi til sethús
ella íbúð. Um uppskotið varð sam-
tykt, vildi talan sostatt verið um
beinleiðis stuðul uppá 40 pst. til
keyp av einum byggibúnum
grundstykki.
Í TÍ VALSKEIÐI, sum nú er komið
at enda, hevur flokkurin eisini
skotið upp. at útlánsrentan hjá
okkum verður lækkað á sama hátt
sum hon er lækkað í okkara
grannalondum. M.a. við tí enda-
máli at forða fyri ov stórum muni
millum inn- og útlánsrentu, hevur
flokkurin eisini skotið upp, at
lógin um Landsbanka Føroya
fekst at virka. Meðan javnaðar-
flokkurin sat í samgongu, varð
Argjavegur 26,
3800 Argir.
Postsmoga 76,
3800 Tórshavn.
Telefon 118 20.
lógin um húsalánsgrunnin
munandi broytt. Í princippinum
kann grunnurin nú veita lán, ið
svara til 90 pst. av byggikostn-
aðinum, men til tess at náa hes-
um endamáli má flokkurin hava
munandi størri fíggjarorku. Lógin
um íbúðargrunnin er eisini eitt úr-
slit av arbeiðnum hjá seinastu
samgongu.
Í EINUM KOMANDI valskeiði vil
javnaðarflokkurin framhaldandi
virka fyri at loysa íbúðarspurn-
ingin. Lógin um rentustudning til
samansparing til sethúsa- og íbúð-
arbygging er broytt. Men hetta er
kortini ikki nóg mikið. Rentu-
studningurin kundi verið nakað
hægri. Árliga og samlaða innskot-
ið skal eisini endurskoðast og
javnførast av og á. Hetta vil flokk-
urin hava í huga í komandi val-
skeiði.
UPPSKOTIÐ UM AT stovna
byggibúgvingargrunn landsins vil
flokkurin eisini endurtaka. Byggi-
lendi og byggibúgving er fløsku-
hálsurin í øllum íbúðarspurning-
inum. Hetta ásannar flokkurin. Tí
er tað umráðandi at tað almenna
stuðlar kommunum í spurningin-
um um at keypa og byggibúgva
jørð til sethúsa- og íbúðarbygging.
og somuleiðis at tað almenna og
kommunurnar stuðla teimum,
sum skulu keypa byggibúgvin
grundstykkir til sethúsa- og ella
íbúðarbygging.
FLOKKURIN VIL leggja alla orku í
at útvega húsalánsgrunninum og
íbúðargrunninum størri figgjarliga
orku. Hetta verður avgjørt neyð-
ugt, um húsalánsgrunnurin skal
røkka sínum málsetningi og um
íbúðargrunnurin skal klára at
fíggja sín part av teirri íbúðar-
bygging, sum tørvur longu er á, og
sum tørvur verður á í komandi ár-
um.
MEN ØLL HESI málini ávirkar
javnaðarflokkurin best í einum
komandi landsstýri. Tit kunnu
vera við til at loysa íbúðarspurn-
ingin vid at greiða atkvødu fyri
javnaðarflokkinum á valdegnum.
Skulu vit nú
eisini hava rasismu?
Eitt tað mest ódámliga
fyribrigdi í politikki er ras-
isma. Men hetta er van-
liga eitt hevuðsmál hjá 6-
demokratiskum hegra-
flokkum. Hugsað bert um
nasismu og Suðurafrika.
Vit eru við at fáa ras-
ismu inn gjøgnum bak-
dyrnar her hjá okkum. Og
fremsti forsprákari er
sjálvsagt Dagblaðið. Í
hesum blað er 26. sept-
ember ein grien, sum man
vera met fyri rasistiskari
skriving her á landi. Lut-
víst verður á ein sera grov-
an hátt roynt at elva til
hatur móti teimum russ-
arum, sum eru her á landi
sambært avtalu við fer-
oyskar myndugleikar.
Hetta er »bert« vanlig ras-
isma. Men tað mest ó-
hugnaliga er tó fylgjandi
stubbi: »Å Skála hava teir
kunnað komið og farið,
sum tað hevur passað
teimum. Tað sigst, at tann
fyrsti russiski alvin nú er
komin har á leiðini. Tað
kundi tytt uppá, at teir nú
ikki altíð ganga í bólkum,
ella at dámurnar ikki altíð
víkja av vegnum fyri hóp-
um.“
Hetta eru fyri tað fyrsta
sjónarmið sum minna
nógv um nasismu, tá tað
var eitt brotsverk fyri
»ariar« at hava samband
við minniverd fólkasleg
sum jedar, tí ariska rasan
skuldi haldast »rein«.
Fyri tað næsta er talan
um eina so grova vanvirð-
ing av einum føroyskum
barni, sum yvirhevur
kann hugsast. At van-
virða eitt barn og tess
mammu vegna barnsins
upphav er tað grovasta,
sum yvirhevur kann hugs-
ast.
Her er talan um eina
innsenda grein, men hon
er fult út í samsvar við
sjónarmiðini hjá Dagblað-
num, og vísir hetta bert,
at sáðið er farið at bera
frukt. Og tað kann Óli
sjálvsagt bert fegnast um.
Annars er rasisma
straffbar í Danmark. Tað
er ikki langt síðan, at ein
kendur limur i danska
Framburðsflokkinum fekk
14 daga hefti fyri at hava
havt vanvirðandi úttalilsir
um fremmandaarbeiðarar.
Henda lóg er ikki sett í
gildi i Feroyum. Og so
kann ein spyrja hví. Tað er
fólkaflokkurin, sum hevur
lógarmál undir sær í
landsstýrinum. Man or-
sekin vera tann, at fólka-
flokkurin ongan áhuga
hevur fyri at seta í gildi
eina lóg, sum ger rasist-
isku skrivingina hjá blaði
hansara ólógliga.
Tá nú henda skriving jú
kann útvega atkveður !
X
Mjørkadalsovastin og børnini
Undirritaði hevur nú i
hálvan mannsaldur búð í
Havn, har tey rópa úti í
Grenlandi. Her var ófert
at vaksa upp — var at
kalla óbygt niðan á Oyg-
Sarvegin — so alt var fyri
okkum bern eitt stórt
spælipláss.
Men í seksti- og sjeyti-
árunum hendi stórbroyt-
ing, hús og garðar vóru
plantað á hvenn blett og
hverja tjørn i ovara parti
av Grenlandi. Børnini
noyddust út á vegin.
Tó, ein blettur fekk frið,
nevniliga tað uml. 3000 m?
stóra ekið, har veðurstað-
in lá. Sethúsini vóru tó
komin so mikið nær, at
avrátt varð at flyta veður-
steðina til betur hóskandi
pláss. Veðursteðin og ekið
kring hana hoyrir undir
Statin, so sjálvsagt (nú
hevi beyðst) flytir mjerka-
dalsovastin inn í gomlu
veðursteðina, tá hin nýgg-
ja verður tikin í nýtslu.
Hetta er í 1969.
Minnist hvussu tosið
gekk um hetta, at hava
sjálvan herovastan sum
nærmasta granna. Tó, eitt
vigaði kortini, bernini
hevdu eitt hampuligt eki
at skreiða á um veturin og
berjast á um summarið.
Tá ið Svalbardsvegurin
varð breiðkaður seinast í
sjeytiårunum laðaði kom-
munan mannshegan grót-
garð inn móti Statinum.
Hetta forðaði tó ikki
bernunum í at sleppa inn
á »fristadin« at spæla.
Men í 1984 skuldi
broyting koma í. Vit hava
nú fingið nýggjan granna
og herovasta, ið ikki
dámar bern.
Hugsið annars, tá ið eg
sá hann í sjónvarpinum í
samband við at hann
hevði boðið legtingslim-
um á vitjan niðan á sítt
fjall, at hann sá ógvuliga
blíðskortaður út. Men
helst er hetta bert uttaná.
Tí far nú ein túr eftir Sval-
bardsvegnum! Nú eru
menn í holt við at seta
mannshegt stakitt omaná
tann mannshega grót-
garðin. Helst man her-
Meðan
ovastafrúan nú vera
vorðin móð av at renna
eftir smábernum at kvei-
stra tey av Statsins eki og
út aftur á vegin. Hetta
hevur undirritaði sæð
meira enn ta einu ferðina.
Vit bern her úti í Gren-
landi vilja tó takka Stati-
num og Natomonnunum
fyri tíðina »inannfyri«, og
skilja fullvæl at tykkum
báðum nú terva hesar
uml. 3000 m?. Forrestin
eiga tit bern?
Granni
Ódnin leikar
Hví eru øll so ónd við
meg, tað var jú als ikki
mín skuld.
Havi eg kanska ikki í
einum 100 Dagbleðum
trúttað niður í fólk, at eg
eri kristin maður, ein
tann kristnasti her á
landi. Sum kristin maður
veit eg, at tá ein verður
sligin á vinstra vanga,
eigur hann eisini at
venda hegra vanga til.
Hetta vitsti norð-
ingurin ikki, tann heidni
hundur, hann hevur
kanska verið javnaðar-
maður, teir eru jú allir
heidnir.
Hevði hann vent báðar
vangar til, so kundi eg
havt sligið hann vakrari,
á báðar kjálkar, so bæði
eygu gjerdust blá, og
meira javnvág hevði
verið í.
Hetta gjerdi norðing-
urin ikki, og tí var hann
so ljótt sligin, og so
kunnu øll skilja, at tað
var hansara egna skuld.
Heilsan Óðin
| kk |
1 "sið í sostalinum I
Lýsið í sostalin :
—= = ur 22 2 ex að