hósdagur 11. oktober 1984síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 119 — 11. oktober 1984 tíðindablaðið B | S É | | | | i | ] Síða 7
Politikkur
Politikkur
Politikkur
Politikkur
Politikkur
Javnaðarflokkurin hevur
skotið upp at fáa
lógina um landsbanka
Foroya at virka
Í grundgeving sínum
fyri uppskotinum um at
fáa Landsbanka Feroya
at virka, segði javnað-
arflokkurin m. a.:
Viðmerkingar:
Í september 1978 sam-
tykti Føroya løgting lóg
um Landsbanka Føroya.
Eisini samtykti legtingið
viðtekur fyri Landsbanka
Feroya og lóg um ábyrgd-
arskyldu fyri stovnsfæ
Landsbankans (Legtings-
tíðindi 1978, Bind A,
p. 81 ff.).
Endamål Landsbankans
var at reka samfelags-
åhugamål. Hetta merkir
at bankin var ætladur at
vera eitt amboð i bú-
skaparpolitikkinum til tess
at halda uppi trygg figgj-
arviðurskifti. Somuleiðis
skuldi bankin tryggja eina
javna útbygging av fer-
oyska samfelagnum.
Meira nágreiniliga kann
uppgáva landsbankans
lýsast við at visa á, at
hann eftir lógini var ætl-
aður at vera bankasam-
band landskassans, eins
og hann skuldi verið ráð-
gevandi hjá almennum
myndugleikum í sambandi
við låntøkur uttanlands.
Harumframt skuldi
Landsbanki Føroya sam-
skipa låntøku hjå føroysk-
um kommunum.
Hóast landsbankin var
ikki ætlaður at vera tjóð-
arbanki við ellum vanlig-
um tjóðarbankauppgávum
og tjóðarbankamyndug-
leika, hevur hann kortini
sambært lógina nakrar
ávísar týdningarmiklar
tjóðarbankauppgávur, t.
d. at vera við til at leggja
búskaparpolitikkin til
rættis
Sum kunnugt er lands-
bankin enn ikki settur á
stovn, hóast tað nú eru úti
við fimm ár, síðan lógir og
vidtøkur vórðu samtyktar
á løgtingi
— Landsbankin eigur at vera bankasamband lands-
kassans. Hann átti at verið ráðgevandi hjá almennu
myndugleikunum í sambandi við lántekur uttanlands.
Hann átti eisini at ansað eftir at munurin millum inn- og
útlánsrentuna ikki gerst ov stórur.
Fíggjarliga og búskap-
arliga gongdin serstakliga
tey síðstu trý árini hevur
prógvað, hvussu stórur
tervurin er á einum lands-
banka við tjóðarbankalík-
um myndugleika.
Fíggjarligu og búskap-
arligu trupulleikarnir eru
steðugt vaksandi, og er
hetta til stóran meinboga
fyri Feroya fólk og fer-
oyskt vinnuliv.
Hóast vaksandi figgjar-
ligar og búskaparligar
trupulleikar leist lands-
stýrið ikki um vón, men
letur bert standa til.
Hesin politikkur, sum
gongur út uppá at lata
standa til, at lata figgjar-
ligu og búskaparligu
gongdina fara fram sum
best ber til uttan nakað
slag av stýring, hevur ført
til eina uttanlandsskuld,
sum er trífaldað eftir fáum
árum og sum nú er uppi á
2,3 mia.
Víðari hevur hesin >sum
best bert til<—politikkur
fort til, at útlánsrentan í
Feroyum nú er so heg, at
rentubyrðarnar eru til slík-
an meinboga fyri vinnu-
lív og tey, sum seta búgv,
at lánmeguleikarnir hjá
kommunum eru ikki nóg
góðir.
Samanumtikið er stórur
saknur í einum lands-
banka, og Javnadarflokk-
urin heldur ti, at bankin
eigur at verða settur á
stovn uttan meiri drál.
Lagt til rættis
Vilhelm Johannesen
Tað tykist tí, sum
landsstýrið onga ætlan
hevur um at fremja leg-
tingslógina um landsbank-
an, og flokkurin heldur ti,
at løgtingi3 må áleggja
landsstýrinum nakað so
sjálvsagt sum at halda
landsins lógir.
Ti verður hetta upp-
skotið til samtyktar lagt
fyri logtingið.
Latið ikki klandursstýrið
sleppa framat aftur
Tá ið vit líta aftur um bak,
mega vit ásanna, at teir
menn, ið hava mann-
að Landsstýrissamgong-
una tey seinastu fýra ár-
ini, hava verið so ósamdir
og klandrast so illa, at
sjálvt trúgvastu veljarar
samgongunar hava øtast.
Samgongumenn kunna
vera takksamir fyri, at
veljarin bert hevur havt
høvi til at hoyra klandur,
tå id teir i måttloysi sinum
hava staðið á Tingsins
rødarapalli og lastað
hvønn annan niður í sand
og esku
So galið hevur tað ver-
ið. at veljarin í mongum
ferum als ikki hevur verið
greiður yvir, hver hevur
verið í samgongu, og hver
ið hevur verið í andsteðu.
Um Sjónvarpið hevði
verið í Tingsalinum, so
veljarin eisini hevði havt
høvi til at sæð, hvussu
samgongumenn tiggjadu
sær ímóti hverjum eðrum,
hevði sjónleikurin verið
fullkomin.
Tann eini av samgongu-
flokkunum, ella tann log-
tingsmaður, ið sær út til
at hava stýrt hesum flokki
tey seinastu árini, kannar
sær ferð eftir ferð >heið-
urin< fyri, at samgongan,
ið nú tibetur leggur frá
sær, nakrantid varð veru-
leiki
Vit loysa íbúðarspurningin við at
greiða atkvødu fyri javnaðarflokk-
inum á valdegnum.
X við lista C!
Høvudsorsøkin til at
hesin legtingsmaður legði
alla sína orku í og gekk so
heilhjartaður inn fyri hesi
samgongu, var fyrst og
fremst hon, at javnaðar-
flokkurin als onga ávirkan
skuldi hava á tey politisku
viðurskiftini í Feroyum
framyvir, ja helst ongan-
tíð aftur.
Einki er at ivast í, at
var hugsanin hjá Dag-
blaðsstjóranum ferd út í
lívið, hevði fjøldin av
Javnaðarfólki, ið hevur
staðið saman um flokkin,
folt sviðan av hansara pol-
itisku undirlutakenslum
Oli Breckmann veit, at
hann vid skriving sini, og i
ti politiska arbeidinum vid
samstarvsfelagar sínar,
hevur broytt Fólkaflokk-
in, soleiðis at eingin av
hinum flokkunum, vil
hava nakað sum helst við
hann at gera eftir valið,
um tað upp á nakran máta
kann lata seg gera.
Ti kann tað nemt
henda, at O. B. sjálvur fer
í ta grevina, hann hevur
grivid til Javnaðarflokkin,
tað kemur so veljarin at
avgera.
Væntandi er, at Javn-
aðarfólk, eisns og mong
onnur, fara at meta fjøl-
ment til komandi val fyri
at fyribyrgja, at tað
klandursstýrið, ið hevur
sitið hesi fýra árini, skal
ikki koma framat aftur.
Frank Davidsen