Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-10-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. oktober 1984síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

. EN sosialurin Nordurlandahusinum I døgunum 26. og 27. oktober verður ein stevna hildin i Norður- landahúsinum fyri handarbeidslærarum í fólkaskúlanum. Í hesum sambandi verður eisini framsýning av næmingaarbeið- um. Evnini eru: føroyskir barnasangir í nyndum og handarbeiði úr føroyskum tilfari. Um nýggju fólkaskúla- skipanina stendur, at upp- gáva fólkaskúlans er við steði í heimligari mentan og í samarbeiði við heim- ini at geva næmingunum meguleika at ogna sær kunnleika, fimi, arbeiðs- h.ttir og málbering, sum virka við í fjelbroyttu menningini hjá teimum einstøku næmingunum, soleiðis at teir kunnu ger- ast gagnlig og sjålvstødug menniskju i heimi og sam- felag. Ein partur av heimligu mentan okkara er hand- arbeiði, virkað úr ti tilfari, sum er at finna her hjá okkum, og tað er ullin. Nógv er karðað, spunn- ið. bundið og vovið gjegn- um árini, so her hava vit ein stóran arv at geva víð- ari. Tá undirvísingin í hand- arbeiði eisini fevnir um fleiri aðrar greinir sum seyming, hekling, áseym- ing og íseyming o.a., er tað krevjandi fyri lær- aran, sum skal undirvisa. Føroya Handarbeiðis- lærarafelag, sum er stovn- að 28. okt. 1978, hevur roynt at fingið í lag skeið fyri handarbeidislærarar av ymsum slag, og nú fara vit so at hava hesa stevnu i Norðurlandahúsinum, sum vit gleða okkum til. Jytte Fromberg Henrik- sen, konsulentur í hand- arbeiði í Danmark skal hava 3 fyrilestrar, og byrjað verður friggja- kveldið kl. 19 við: Fráfar- andi royndirnar í hand- arbeiði í fólkaskúlanum leygardagin 27. okt. kl. 9 Prúkarakunning og leyg- ardagin 27. okt. kl. 13.30 Steðan hjá lærugreinini í fólkaskúlanum. Annars verður undir- vist i: Karding og spinn- ing v/Nicolinu Jensen Einfald veving v/Susan i Jåkupsstovu. Føroysk bond v/Karitu Vinther. Lærarinnur, sum ætla at luttaka vid framsyning av næmingaarbeidi, og enn ikki hava sagt frå, eiga at siga frå so skjott sum meguligt á tlf. ] 5811 ella 55137. Ætlanin er eisini, at framsýningin skal vera opin fyri ellum teimum, sum hava áhuga fyri handarbeiði í skúlan um í dag ”% sjónum og slóðbrótara- virki P. M. Dams, er Norð- urlandahúsið ein verdugur minnisvarði um, og sam- stundis besta dømi um vídd, breidd og frælsis- anda í heimastýrislógini. Klandur og stríð Í longri tíð hevur fjúrt- andi válkað sær almikið í eini innanhýsis ósemju í javnaðarflokkinum. Slíkar eru valla ókendar í nekr- um politiskum flokki. Ikki minst her átti tjóð- veldisflokkurin at dugað sær at tagt, tá tá um klandursflokkar ræður, tá fer tjóðveldisflokkurin at sláa ell met í vesturheimi. Vit minnast ell vápna- brakið, tá tjóðveldismaður fór í holmgongu móti tjóð- veldismanni, prestur reið í orrustu mót presti o. s. fr. og endaði hesin vápna- leikur við at tjóðveldis- menn og kvinnur fóru til ein sambandsmann av Strondum, sum er dansk- ur dómari í Feroyum, at ákæra hvenn annan. Og førdi hetta til, at meir enn ein av floksins bestu monnum noyddust ta tungu leið í fangahús. Hetta er kanska sega, vil onkur siga í dag. Men so seint sum á hesum sumri, er hin orrustu- hugaði presturin (ið ann- ars vann hólmgonguna) rýmdur úr tjóðveldis- flokkinum við ellum sínum liði. So álvaratos, tjóðveldis- menn, tosið tit ógvuliga spakuliga um ósemju í eðrum flokkum. NATO-sjónleikurin Tjóðveldisflokkurin hevur í skrift og talu altíð verið mesti andsteðingur av fremmandum hervaldi her á landi, ja teir hava mest sum havt patent uppá hetta. Men kanna vit seg- una nærri, er lætt at fáa eyga á, at sera langt hevur verið millum orð og gerðir. Í „Sjálvstýrislandsstýr- inum< átti tjóðveldis- flokkurin so mætar garpar sum Erlend Patursson og Karstin Hoydal, og tá væntaðu vit so sanniliga, at okkurt fór at henda — og tað hendi eisini. Men tað sum hendi var at her- valdið í hesi tíð ekti sítt virksmei her á landi, meir enn nakrantíð áður ella seinri. NATO-steðin, sum hóast alt hevði hildið til uppi í fjøllunum, flutti um hetta mundi skrivstovu sína oman í Havnar bý. Og við Hoyvikstjørn varð reist stór nýggj marinu- stød og hermannalega. Tá fall ikki orð um at sýta hervaldinum byggi- loyvi, hóast tjóðveldis- flokkurin átti tveir mans í býráðnum og tveir í lands- stýrinum. Hetta var so alt teir fingu av skafti, meðan floksins frægastu menn hevdu hini bestu kort á hondini. Málsvikið var tín stersta synd Miðskeiðis í 70-árunum tók ein kreppa seg upp á studentaskúlanum í Hoydelum. Hetta komst av, at nekur ungfólk kravdu at sleppa at tosa føroyskt til próvtekuna — skuldi verið so náttúrligt i einum feroyskum skúla. Men úrslitið varð, at 2 ungfólk ikki fingu progv. Hetta var gloypibiti hjá tjóðveldismonnum, sum enn vóru í andsteðu. Fjúrtandi var á tremur av gomlum frasum um eyð- ræning, trælkan og mál- kúgan, og hitt »épolit- iska« Tíðindablaðið, við Finnboga Isaksen sum blaðstjóra, stóð ikki aftan- fyri. Hin tendensiøsa út- varpsmikrofonin var á staðnum, so alt Feroya fólk kundi hoyra tey tosa foroyskt — fyrstu og ein- astu ferð hitt almenna út- varpiå hevur útvarpað eina próvteku. Úr mentunarheiminum vóru allir teir navnfram- astu menn hálaðir fram at mótmæla, og hin »før- oyska røddin« rumbladi ófert á Christiansborg. Val stóð fyri durum, tjóðveldismenn stóðu meira avegndir enn nakr- antíð áður — hevdu lítið annað at bjóða veljarun- um enn beran rustaðan húk at bíta á. So henda »målkugan« kom sera væl við, var nógmikið at fara til val uppá. Og ikki kann sigast annað enn, at væl skerst, so væl, at áðrenn árið var at enda, sótu teir í landsstýrinum við sjálvum Finnboga Isaksen sum skúlamála- ráðharra. Svikið Árið eftir var sum vant aftur próvteka í Hoydøl- um, og tá hendi tað púra náttúrliga, at ein bólkur av studentum tóku eitt stig longur, og kravdu eisini at skriva feroyskt til próvtekuna. Her skuldi getan verið greið, tí nú sótu sjálvir øsararnir frá árinum fyri — tjóðveldismenn, og umsótu skúlamál í Tinga- nesi. Og so er tað at svikið hendir. Frá skúlamálaráð- harranum í Tinganesi ljóða nú hesi harraboð: Skrivið danskt, skriva tit ikki danskt, tá vera tit at viðurkenna, at uppgávur tykkara ikki vera demdar beinleiðis, men út frá eini danskari umseting. Hesar treytir vildu mong teirra ikki ganga undir, og ferdi hetta við sær, at 12 ung- fólk, fyri móðurmálsins sakir, stóðu uttan veruligt prógv. Men tað sum legn- ari var, tey stóðu einsa- mel! — eingin bakkaði tey upp. Øsararnir frá árinum fyri vóru nú horvnir, sum dogg fyri sól. Tíðinda- blaðið var steðgað. Fjúrt- andi fór skundisliga í summarfrí (hvat skuldi hann annað gera). Hin áð- ur so ágrýtna útvarps- mikrofonin lá nú yviri í Íslandi og sendi okkum ferðafrásagnir — alt fyri at avleiða fólkaáhugan frá tí, sum fram fór í Hoy- delum. Mentunarpávarnir lótu ikki við seg koma. Og hvar var nú hin »føroyska redd- in< á danatingi ?? Heim til landa hoyrdist hon so í hvussu er ikki. Javnaðarmaður ið minnist Tíðin, ið kemur. Um tit veruliga meina nakað við skriving tykk- ara, um at borgarliga sam- gongan ikki má fáa hevi at halda fram, tá var tað fá- vitskut av tykkum at leggja upp til eitt kjak, sum bert kann leggja sjógv okkara millum og tykkum. — Kanska er okkurt í smettusegunum um, at tit fegnir vilja sam- an aftur við fólkaflokk- inum — fæl gagnist —. ————— ——— „Muu oktober kl. 20.00. Norðstreymoyar Javnaðarfelag Limafundur Fundur um legtingsvalið verður í Róðrarneystinum friggjakvøldid 12. Eykaaðalfundur verður á býarbókasavninum 27.10.84 kl. 15.00. Fundarskrá: Framtíðarspurningar Val av nevnd Val av arbeiðsbólki ymiskt Havnar Jazzfelag Heldur tú ikki sosialin ?