hósdagur 11. oktober 1984síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10 uðindablaðið EN ml Nr. 119 — 11. oktober 1984
Haldarsvikar kommuna!
Vikavirki0
er álitið
Skulu gera nýggja atlogubryggju og nýtt
saltfiskahús. Stórar útstykkingar verða
nú framdar í ollum trimum bygdunum.
Nógvar av teimum fer-
oysku kommununum er
fult og heilt bundnar av
flakavirkjum. So er eisini
við Haldarsvíkar komm-
unu, har flakavirkið —
Víkavirkið — er hevuðs-
álitið
Tíðindablaðið Sosialurin
hevur hesaferð vitjað í
Haldarsvikar kommunu
og tosað við bygdarráðs-
formannin, Atla Fossadal,
ið dagliga starvast í Havn.
Atli hevur verið í bygd-
arráðnum hesi seinastu
fýra árini. Hann dylur ikki
fyri, at var einki flakavirki
í kommununi, so stóð illa
til. Annars hevur íbúgv-
aratalið staðið mest sum í
stað hesi seinastu 10 árini.
Í 1973 vóru 324 fólk í
kommununi. Í dag eru
320. Kommunan fevnir
um bygdirnar Haldarsvík,
Tjernuvík og Langasand.
Umframt at arbeiða á
flakavirkinum í Vík, so ar-
beiða í dag nógvir víka-
menn á Skála Skipa-
smiðju. Men Atli Fossadal
er ikki í iva um, at tað er
flakavirkið í Vík, sum í
framtíðini fer at eiga lívið í
kommununi og eigur tað
tí at fáa so góðar arbeiðs-
umsteður sum yvirhevur
gjørligt.
Nytt saltfiskahus
Í dag arbeiða eini 30-40
fólk á Víkavirkinum.
Tríggir bátar avreitða til
virkið. Teir eru Keldan,
Alantis og Feroyingur.
Harumframt avreiða
bátar úr Fuglafirði og
aðrastaðni til virkið, tá
nógvur fiskur er.
Í dag eigur kommunan
stóran part í virkinum og
er helst stersti partaeig-
arin. Atli heldur, at tað er
rætt at kommunan roynir
at seta pening í arbeiðs-
skapandi virki, tí hetta er
einasti mátin at menna
bygdirnar. Kommunan fer
tí um stutta tíð undir at
gera eitt eki nærhendis
virkið byggibúgvið.
Ætlanin er nevniliga at
byggja eitt saltfiskahús.
Hetta húsið skal liggja
norðanfyri virkið og verð-
ur 30x13 metrar til stødd-
ar. Í dag eru sera ringar
umsteður til at arbeiða
saltfisk. Í alt summar
VIÐ
orð: jan
foto: kalmar
hava teir arbeitt salt-
viskin uttanfyri virkið. Tá
saltfiskahúsið verður lið-
ugt, skuldi verið enn
meira arbeiðsligt á Víka-
virkinum og umsteður fyri
eini meiri lenandi fram-
leiðslu. Annars hevði verið
hóskandi við ymsum rat-
ionaliseringum á virkinum
eisini.
Nýggja atlegusíðu
Eisini í aðrar mátar roynir
kommunan at betra um
umsteðurnar hjá flaka-
virkinum og bátunum,
sum avreiða har. Hóast
eitt stórt grótkast er gjørt
úr norðara landinum og
suðureftir, so eru atlegu-
viðurskiftini enn ikki nóg
góð. Í høgættini er nakað
nógv av rennisjógvi inni í
víkini. Bygdarráðið hevur
í hesum sambandi júst
havt fund við landsverk-
freðingin. Ætlanin er at
byggja uppí verandi træ-
brúgv norðureftir. Træ-
bryggjan, sum skjótt er
10 ára gomul, er nakað
lítil. Haraftrar kemur, at
ormur er komia í pelarnar.
Skal bryggjan tí umvæl-
ast, so verður virkið lagt
lamið. Tað ber ikki til. Tí
verður nú helst farið undir
at gera einar 40 metrar av
nýggjari atlegusðu
norðureftir. Hetta arbeiði
er mett til einar tvær mill.
kr.
Kommunan hevur ann-
ars lagt nakað væl av
pengum í lendingina í
Tjernuvík, sum fór rætti-
liga illa nakað herfyri. Tað
vísti seg, at brimið hevði
máað nakað væl undan
lendingini og eitt stórt hol
var komið í. Hetta varð
umvælt og eisini varð veg-
urin oman til lendingina
betraður.
Bygdamyndin. Haldarsvík í dag
Atli Fossadal, bygdarráðsformaður
Aling og
jarðarbrúk
Hvat viðvíkur meguleik-
anum fyr eðrum framtíðar
arbeiðsplássum i
kommununi, sigur Atli
Fossadal, at fiskaalingin
er við at fáa fótafesti har
eisini. Higartil er loyvi
givið eini alisteð, sum í
letuni hevur seks hyljar til
laks og síl. Atli heldur, at
góðir meguleikar skuldu
verið fyri at lagt fleiri
ringar út. Annars hevur
kommunan fingið eina
umsókn um loyvi til eina
kleki- og smoltstød. Stoða
er ikki tikin til hesa um-
sókn enn. Hon skal liggja
nakað norðan fyri Álv-
heygg, har ein heit kelda
liggur. Hvat viðvíkur jarð-
arbrúki, so verður lítið
gjørt við hesa vinnu. Eing-
in bóndi er, ið hevur jarð-
arbrúk sum arbeiði burtur
av. Atli sigur, at meðan
tað fyri nøkrum árum síð-
ani mundu vera eini 30 til
40 mjólkineyt í kommun-
uni, so er einki har í dag.
Hann heldur, at hetta er
stórt spell, tí einki er at
ivast í, at meguleiki hevði
verið fyri lenandi jarðar-
brúki. Tó neyvan í Vík ella
Tjernuvík, men norðan
fyri Langasand er stórur
slættur hagi. Har skuldi
borið til at arbeitt við
maskinamboðum. Tað
fyriliggja enn ongar ætl-
anir um slíkt.
Nú fáa tey
grundstykki
Men tað skulu ikki einans
arbeiðspláss til í eini
kommunu. Fólk skulu
eisini hava okkurt at