hósdagur 11. oktober 1984síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 119 — 11. oktober 1984
Haldarsvíkar kommuna
Stedd: 38,30 km”
Markatal: 24
Íbúgvar: 320
Húski: 111
Haldarsvikar kommuna
fevnir um bygdirnar Hal-
darsvík, Tjernuvík
Langasand.
Bygdarráðið:
Atli Fossadal, form.,
Paulivar Johansen,
Mikkjal Samuelsen,
Dávur Davidsen og
Heðin Olsen
búgva í. Atli Fossadal við-
gongur, at her hevur leingi
nógv ligið á láni og sigur,
at fólk, sum hava bíðað
eftir grundstykki, hava
verið sera tolin.
Men nú fer so okkurt at
henda. Bygdarætlanir eru
gjørdar fyri bæði Tjørnu-
vík, Haldarsvík og Langa-
sand. Hesar hava verið til
framlegu í kommununi og
bert fáar klagur eru
komnar inn. Nú skal
landsstýrið so endaliga
góðkenna tær.
Í bygdarætlanunum eru
eki sett av til húsabygg-
ing. Í Tjørnuvik eru fyri-
bils seks stykki. Á trimum
eru fólk longu í ferð við at
byggja, meðan hini trý eru
latin eðrum umsekjarum.
Men framvegis eru fólk,
sum ynskja at fáa grund-
Íbúgvaratalið
síðani 1973
(1.1.}
1973
1974
1975
1976
1977
1978
1979
1980
1981
1982
1983
324
315
317
326
333
344
323
332
325
315
324
eki í Tjørnuvik, og tí hev-
ur kommunan sett enn eitt
eki av til húsabygging.
Her eru 15-20 grund-
stykki í alt.
Hvat viðvíkur Haldars-
vík, so roknar Atli við, at
fólk longu kunnu fáa
grundstykki í hesum árin-
um. Ein stór útstykking
verður uppi á Brekku
omanfyri bygdina. Her
verða í fyrsta umfari 30-40
grundstykki, meðan til
ber at halda fram við út-
stykkingini seinni. Umleið
15-20 umsóknir eru til
grundeki í Vík Atli
Fossadal sigur, at teir
heilt skjótt fara undir at
gera veg til útstykkingina
og roknar hann við, at so
hvert vegarbeiði verður
gjert, kunnu fólk fara
undir at byggja.
Bygdarmyndin. Tjørnuvik i dag
Eisini å Langasandi er
øki sett av til byggi-
grundir. Talan er um eini
20-30 grundstykki íalt.
Tað eru nakrar umsóknir
til grundstykki á Langa-
sandi.
Samanumtikið kunnu
fólk í kommununi og av-
bygdafólk vænta sær
grundstykki um ikki so
langa tíð.
Skúlin
Men arbeiðspláss og
sethús er heldur ikki nóg
mikið til tess at varðveita
bygdirnar. Skúlin hevur
alstóran týdning. I
Tjørnuvik er skúli, og vis-
ir tad seg, at har er næm-
ingatalid vaksandi. Medan
tad fyri bert fåum årum
síðani vóru 2 børn i skúl-
anum, eru i dag 6-7.
Á skúlanum i Vik eru
eini 35 bern. Framhalds-
deild er so á Oyrabakka og
koyra bernini úr komm-
ununi til Felagsskúlan
har.
Saltfiskaarbeiðið hevur verið uttanfyri virkið, nú kemur so nýtt saltfiskahús
Atli Fossadal vísir
annars á, at skúlin í Vík er
vorðin nakað gamal. Hann
er um tey 100 árini. Í
hesum sambandi er eki
lagt av í bygdarplaninum
til ein nýggjan skúla.
Tá tosað verður um
bygging, so er spurningur-
in um vatnveiting sera
týdningarmikil. Atli sig-
ur, at vatnveitingin
verður rikin av einum
privatum felag. Nú
nýggjar útstykkingar
skulu gerast, er neyðugt
at vaksa um vatnveiting-
ina og verður helst neyð-
ugt við einum nýggjum
brunni. Fundur hevur
verið við felagið, ið um-
sitir vatnveitingina og tað
sigur seg vilja ganga krev-
unum til útbygda vatn-
veiting á meti. Atli Fossa-
dal sigur tó, at tekur priv-
ata felagið sær ikki av hesi
uppgávuni, so verður
kommunana noydd til at
gera tað, tí tað er neyðugt
fyri tær nýggju útstykk-
ingarnar, at tær fáa vatn-
viðurskiftini í rættlag.
Kappróðrarneyst !
Av frítíðarítrivum í
kommununi kann
nevnast, at tjørnuvikingar
fyri nøkrum árum síðani
fingu eitt stórt felagshús,
sum hevur verið sera hent.
Annars er eitt avhalds-
felag í Vík, sum hevur
verið sera virkið. Eisini er
ítróttarfelag, sum í stóran
mun er kappróðrarfelag.
Felagið hevur keypt eitt
eki har neystini liggja.
Ætlanin er at byggja eitt
nýtt neyst til bátarnar og
hava heli til ymisk ítriv
umframt. Felagið hevur
sekt um loyvi at byggja.
Vit spurdu at enda Atla
Fossadal, um tað ikki
hevði verið nóg mikið við
einum flakavirki í Sunda-
lagum ístaðin fyri tveim-
um ávíkavist á Eiði og í
Vík. Til tað sigur hann, at
irkini bæði hava havt stór-
an tydning fyri bygdirnar.
Men hann dylur tó ikki
fyri, at var betri lagt til
rættis frá byrjan, so
hevdu allar bygdirnar
helst kunnað havt eitt
munandi sterri og betri
virki, um tær vóru felags
um tað og tað lá nakað
sunnari í Sundalagnum
t.d. á Gjånoyraleidini.
Hann vísir til tær stóru í-
legurnar í havnir bæði á
Eiði og í Vík. Eiði er brim-
pláss, meðan eitt eki sum
Gjánoyri hevði verið fram-
úr gott til b æði skip og
virki. Har hevdu vit so
slopppið undan stórum
ílegum í havnir.
— Men lat meg kortini
siga, at gongdin hevur so
víst, at virkini bæði eiga
lívið í ellum bygdunum.
Um henda gongd hevði
verið eðrvísi við at havt
eitt stórt og rationelt
virki, t.d. á Gjánoyri, er
ilt at siga. Vit kunnu í dag
bert fegnast um, at vit
eiga eitt flakavirki í
kommununi, sum í fram-
tíðini verður hevuðsálitið,
endar Atli Fossadal.
jan
Flakavirkið í Vík gevur arbeiði til nógvar kvinnuhendur í kommununi