hósdagur 11. oktober 1984síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 119 — 11. oktober 1984
Burðartalið í Feroyum
minkar í stórum, vísa hag-
telini. Sama hendir í eðr-
um Norðurlondum, og
hetta verður hildið at vera
álvarssamt mál, sum
nakað má gerast við, og
dúgliga verður gitt, hvat
orsekin kann vera. Eitt er,
at kvinnur nú hava so
nógv fyribyrgjandi evni at
velja í, at tær betur enn
nakrantíð áður kunnu
stýra barnatalinum. Men
tað gevur einki svar til,
hví so nógvar velja at vera
bern fyriuttan, í mesta
lagi hava 1-2 bern.
Onnur spyrja ikki so
nógv, siga heldur »hatta
segði eg altíð“ — hvussu
leingi hava vit ikki hoyrt,
Vit skulu hava glað bern
Elin Súsanna Jacobsen, valevni javnaðarfloksins í
tíðindablaðið
Samfelag okkara er í
,
Sida 13
Nógv børn
— glað børn
mongum førum eitt barnafiggingdligt
samfelag. Tann langi vegurin millum arbeidsplåss, heim, skúlar
og handlar, sum fer við so nógvari tíð hjá fólki í býarsamfelog-
unum, og sum er so vandamikil at ferðast á. Bilar hava nógv
betri rætt enn fólk til gongu, skrivar Elin Súsanna Jacobsen
m. a.
Suðurstreymoy skrivar
at samfealgið má lagast
meira eftir familjulív-
inum, hoyrt krevini um
fleiri og betri dagstovnar,
betri skattasemdir til fólk
við bernum, barsilsorlov
til ell 0. s. fr.
Hvussu nógv tað ber til
at stýra barnatalinum við
búskaparligum tiltøkum,
er óvist. Men tað eru so
tey mest itøkiligu ráð,
politiskir myndugleikar
hava at taka til, og víst er
tað, at tað er neyðugt at
halda fast við hesi krøv.
Hin meguleikin, at
noyða kvinnurnar út úr
vinnulívinum aftur, hevur
víst seg at vera ímóti nátt-
úruni. Tí tað sum er hent
hesi seinastu árini, er at
kvinnurnar aftur eru kom-
nar upp í framleiðsluna,
sum tær vóru fyrr í tíðini,
bara nakað nógv ár eftir at
tann framleiðsla og tær
tænastuveitingar, sum
fyrr vóru við hús, eru
fluttar út í >vinnulívið<
(sjálvt veitslur eru vorðn-
ar ein vinna, sum hotellini
taka sær av).
Kanska hjálpir tað ikki
nógv til at venda gongd-
ini, at gera fleiri og betri
dagstovnar, at veita bars-
ilsorlov og geva fíggjar-
ligan stuðul til barnríkar
familjur, men roynast má
tað.
Men nógv annað er at
finnast at, og sum ger, at
vit við góðum rætti kunnu
nevna samfelagið barna-
fíggindaligt. Tann langi
vegurin millum arbeiðs-
pláss, heim, skúlar og
handlar, sum fer við so
nógvari tíð hjá fólki í býar-
samfeløgum, og sum er so
vandamikil at ferðast á.
Bilar hava nógv betri rætt
enn fólk til gongu, fyri
ikki at tala um bern og
rerslubrekað. So góðan
rætt, at vit noyðast at
hegna bern inni fyri at
tryggja tey sum frægast.
Bern, sum frá náttúrunar
hond krevja eitt so ógvu-
liga stórt eki. Tey, sum
eldri eru, kunnu royna at
minna seg aftur á spæliøk-
ini, tey nýttu sum bern:
fjóru, haga, vegir, neyst,
,
úthús, áir og nógv onnur
spennandi stød.
Eitt er, at ferðslan ger
tað hættisligt at ferðast so
víða hjá børnum. Eitt ann-
að, at nógv av hesum steð-
um eru so spilt og dálkað,
at foreldur við ávaringum
sínum móti eitri, glas-
splintri, olju og aðrari ó-
humsku koma at leggja
ein ótta niður í bernini,
sum tíverri ikki er uttan
grund, men sum sam-
stundis forðar teimum at
fylgja sínum forvitni og
hugi at granska umverð-
ina og fær tey at kenna
seg ótrygg í náttúruni.
Eisini hetta er sagt fyrr,
og tað ofta. Men tað vigar
so lítið, tí lívsvirði ber ikki
til at gera upp í telum.
Tað er tankavekjandi,
at nú vit hava eitt fallandi
barnatal at vísa á, nú
rakna myndugleikarnir
við. Men lat okkum ikki
við royndum at fáa barna-
talið aftur á beina kós
gloyma kvalitetin.
Kanska er tað, ið munar
mest av ellum fyri at geva
fólki hug og dirvi at seta
børn í verdina; at vilji er til
at slóða fyrg einum trygg-
um barndómi ég óttaleys-
ari framtíð r
Elin Súsanna Jacobsen
Vit skulu hava bern, sum hava góðar umsteður at vaksa upp í einum góðum og sunnum samfelag