Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-10-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. oktober 1984síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 Kriggj må ikki verða — Vit hevdu verið lítið verd eftir eitt atomkriggj, siga háskúlanæmingar, sum í eina viku hava arbeitt við evninum kriggj og friður. Nakrir næmingar fóru , eisini i bumbuskyli fyri betur at skilja, hvussu steðan hevði verið Undirvísingin á háskúl- anum er býtt upp í evni, og eitt evni, sum er vent aftur á teimum seinastu skeiðunum er krigg) og friður. Tey hava lisið ymist, tosað saman og gjørt eina lítla framsýn- ng Soleiðis gjørdu tey eisini á hesum skeiðinum. Men eitt kveldið, tey sótu og prátaðu, komu nakrar gentur við einum hugskoti aftrat. Á einum eftirskúla í Danmark høvdu næm- ingarnir roynt at seta seg inn i, hvussu stødan hevdi verið hjá teimum, ið yvir- livdu í einum bumbuskýli, meðan alt annað uttanum var lagt í oyði. Tað fingu tey hug til at royna her, og so varð farið at innrættað eitt rúm í kjallaranum til bumbu- skýli. Alt varð myrkalagt, og týsmorgunin fóru seks næmingar við einum lærar í bumbuskýli. Við sær hevdu tey eitt sindur av breyði, og eðrum mati, sjokolátu, vatn og tvey krúss av juice til hvenn um dagin. Stearinljós og lummalykt hevdu tey eisini við, men tað var neyðugt at drýggja. Sam- band við umheimin hevdu tey eina ferðina um dagin við walkie-talkie. Streym hevdu tey ongan, tí tey hugsaðu sær sjálvandi at alt slíkt var bumbað — Tað var nokkso trykkjandi, serliga tann næsta dagin, sigur Peter A. Hansen, sum skrivaði dagbók í bumbuskýlinum Annars spældu tey kort, lósu og prátaðu. Nekur valdur heldur at tiga og hugsa Meðan hesi vóru í bumbuskýlinum, arbeiddu hinir næmingarnir við evninum upp á ein annan máta. Ein bólkur viðgjerdi tað tekniska, hvussu atombumban virkar, ein bólkur fekst við krígsætlanir og negdir av vápnum, og ein bólkur ar- beiddi við tí listarliga, funnu yrkingar 0.a., gjørdu búnar og lutir, sum tey brúktu í einum leiki, ið tey framførdu í gjár á skúlanum Meira má gerast Næmingarnir hava eisini kannað, hvussu nógvir tíðindablaðið Tíðin í bumbuskýlinum fór við at eta, sova, práta og hugsa Orð: Randi Myndir: Kalmar pengar verða brúktir til hervald í mun til annað. T.d. kostaði tað 83 mió krónur at basa koppa- sjúkuni, og tað er minni enn ein jagarabumbuflog far kostar. WHO hevur mett, at 450 milliónir krónur skulu til at basa malaria-sjúkuni, og tað er helvtin av teimum dagligu hernaðarútreiðslunum i heiminum. — Tað hevur verið ógvu- liga áhugavert at arbeiða við hesum evninum, eru allir næmingarnir samdir um. — Vit hevdu verið lítið verd eftir eitt atomkríggj, tá alt annað hevði verið lagt í oyði og ell fólk vóru deyð. — Hvat kann gerast at forða fyri atomkriggi? — Fólk mugu taka seg saman. Vit gera ikki nokk. Øll eiga at hugsa meira um frið. Tá vit fóru í kjall- aran, hugsaðu vit tað eisini sum eitt friðartiltak, sigur Peter A. Hansen. 1 13. oktober 1984 Í trý samdegur sóu tey ikki dagsins ljós. Gott var at koma út aftur - | Í |