Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-10-13, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. oktober 1984síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 120 13. oktober 1984 » * SE sosialurin Síða 3 Nógv brúk fyri Snipuni Nú hevur Snípan skjótt flogið í eitt ár, og ikki kann sigast annað enn, at hon hevur verið nógv brúkt. Flúgvingin byrjaði í desember 83. Sjáldan hevur ikki verið flúgvandi fyri veðri, men tó hevur mjerkin onkuntíð forðað, serliga hevur verið ringt Nógvir feroyingar leitaðu sær í útoyggjarnar í summar við Snipuni. Her »bunkrar« at komið úr Vágunum Vit hava tosað við Jógv an Simonsen, leiðara fyri tyrlutænastuni. Hann sigur, at tað hevur gingist væl, og at tað í summar hevur verið brúk fyri eini tyrlu afturat. Tað mest vitjaða plássið í summar var Mykines, men tó hava hini plássini verið væl vitj- að. Snípan er umleið 60 tím- ar í luftini um mánaðin. Tó skal bæði skipast úr og í Snípuna og annað arbeiði er eisini at gera, so ar- beiðsvikan verður umleið 40-50 tímar um vikuna. Flogið verður vanliga 3 Snípan í Klaksvík, áðrenn hon leggur leiðina til Svínoyar og Fugloyar dagar um vikuna, tó 4 ferðir til Kolturs og bert 2 ferðir til Dímunar Tað verður ikki bert flogið við ferðafólki, men eisini við farmi. Farmur verður fluttur til bygdir, ið ikki hava so gott ferða- samband og t.d. kunnu vit nevna, at allur farmur og postur verður fluttur loftvegis til Gásadals eg Dímunar. Jógvan Simonsen sigur, at lendiviðurskiftini á teimum 13 pellunum eru góð. Teir eru allir asfalt- eraðir ella stoyptir, og nakrir hava eisini ljós. Snípan hevur av og á vrid leigað, og tá eru pláss fyri 13 ferðafólkum, men til rutu eru bert pláss fyri 10, tí tá skal farmur og annað afturat. Snípan hevur eisini gjørt nógv hjálpararbeiði, t.d. var hon við í hjálpar- Olavur Gregersen rendi å Flesjar- nar. Tad er eisini komið fyri at teir hava flutt sjuk- lingar, og bøndurnir hava eisini havt bruk fyri henni. Hon hevur flutt hoygg, har ikki var komandi til á arbeiðinum, tá Snípan á tyrlupallinum á Kirkju annan hátt, og tikið seyð, tá hann stóð fastur í kava. Demi er um kúgv, sum var úti í haganum og ikki fekk kálvað. Snípan varð boð- send til staðið, og kúgvin varð fingin til húsar Eisini hava teir hjálpt SEV, Telefonverkinum, Vitaverkinum og Lands- verkfreðinginum at flyta ymiskt, ið teir ikki hava kunnað flutt á annan hátt Sum nú er, hevur Sníp- an útlendska manning, pilotar og mekanikarar. 4 foroyingar eru í læru, 2 sum mekanikarar og 2 sum pilotar. Pilotarnir skulu í fyrsta umfari flúgva sum stýrimenn, annar í Feroyum og annar fyri Mærsk. Ætlanin er at teir 4 føroyingarnir skulu byrja um ársskiftið Jógvan Simonsen sigur at fólk eru ógvuliga næl negd við Snípuna, sjálvt um tað ikki kann komast uttan um, at tað er kostr aðarmikið fyri hvenn ein stakan. Hetta er í ellun ferum ein góð hjálp hjá fólki á útplássunum, og tað kundi gjørt sitt til, at útplássini ikki doyðu út Hergerð og Dorthea ergholið millum Leirvik og Gøtu klårt i mai 1985 Samlaða bergholsgerðin verður mtt til 40—50 mill. kr. Hetta er fyrsta bergholið í Foroyum við ljósi og gassmálara Arbeiðið við bergholinum millum Lorvík og Getu gongur sum æt! ið. Byrjað varð við vegagerðini Lor kiftið oktob vember 182 : n r 2 DE i ð ka t i Í JR 3 V tá ið byrjað varð, arbeiddu 18 mans. Nú vegurin úr Norðagetu er komin aftur- at, eru 23 mans í arbeiði, og hesir koma ymsastaðni frá. Teir arbeiða í tveim- um holdum, t.v.s. eitt hold arbeiðir frá 7-16 og hitt frá 16-01 Utgrevsturin á Tofta- nesi tarnaði berghols- gerðini eitt sindur. Teir vóru byrjaðir upp á vegin frá Lorvík og til bergholið, men tá blivu fornlutir funnir á Toftanesi, har vegurin tá skuldi liggja. Økid bleiv friðað, og máttu teir flyta vegin og harvið taka fýra neyst afturat. Byrjað varð at skjóta Bergholsmunnin Getumegin síðst í januar 1983 og komið var í gjøgnum tann 12. apríl 1984. Samlaða longdin av bergholinum er 2240 metrar, og kemur hetta at kosta uml. 40-50 milliónir. Hetta er fyrsta berg- holið av hesum slag. Tað hevur ljós og gassmálara. Ljósið skal ganga allan vegin, úr Lorvík til Norða- getu, so tað slepst undan at skifta ov ofta millum ljós og myrkur, sum er ógvuliga vandamikið. Gassmálarin skal siga frá, um so nógv gass er í berg- holinum, at tað er vanda- mikið at koyra. Tað er eitt reytt ljós, sum verður nýtt sum ávaringartekin, t.v.s., um tað lýsir, eigur ein ikki at fara inn Grótið úr bergholinum verður nýtt til havnaút byggingina í Lorvík, og ætlanin er, at hetta skal verða liðugt um sama mundið. Hergerð og Dorthea