Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-10-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. oktober 1984síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 tíðindablaðið Hvi ikki sjomans- skula i Suduroynni! — spyr Henrik Old, valevni javnadar- floksins i Vågi. Hann heldur, at slikur skúli kanska kundi ligið saman vid HF- skúlanum. Hann skrivar m.a. at uttan iva hevdu nógvir ungir dreingir kring landið fegnir tikið av tilboði um at sleppa á Få sjómansskúla í eina tid og tá havt nógv betri umsteður at fingið tjans við skipi. Seinastu tíðina hava reddir verið frammi um at foroyingar eiga at gera fyrireikingar til stovn- setan av føroyskum sjó- mannaskúla, soleiðis at tann parturin av okkara ungdómi, ið ætlar sær farmaflutningsvegin fær umstødur at fara á sjó- mannaskula her heima í Feroyum. Fyri nógvum árum :íðani varð tað lógarkravt fyri tann, ið skuldi við donskum skipum, at við- komandi fyrst hevði gingið á sjómannaskla. Hettar skeið tekur einar 5 mánaðar. Sum frá líður kunnu vit rokna við, at eisini her heima verður neyðugt at fylgja við á hesum umráði, soleiðis at nógv av tí unga fólkinum sum ídag ætlar sær við fiskiskipi, men orsaka av at ikki so nógv fólk er við hverjum skipi longur, ongan veg sleppur, ístaðin kundi farið á ein sj- mannaskúla og har fingið vanliga bókliga læru og harafturat skipsarbeiði. Her í Suðuroynni eru nógvir ungir menn, sum fegnir vildu sloppið til skips, men orsaka av terv- andi transi við fiskiskipi, ongan veg sleppa. Var ein sjómannaskúli bygdur her í oynni, kanska saman við HF-skúlanum í Suðuroy, sum ikki hevur bestu helisumsteður, kundu vit umgingið at tað nógva unga fólkið, sum nú fer av oynni aðrastaðni at læra, kundi verið her og ung- dómur úr hinum partinum av landinum kom hendan vegin í skula. Tað eru uttan iva nógvir ungir dreingir runt um Í landinum, sum glaðir høvdu tikið við einum tilø- boði um at sloppið á sjó- mannaskúla, og samtíðis havt nógv betur umsteður at fingið tjans. Hettar má verða ein Nr. 120 — partur av tí, sum tann komandi tingmanningin 13. oktober 1984 má gera nakað munagott við. ss Ernst Hansen, valevni javnaðarfloksins í Suðurstreymoy skrivar EDV-login stersta avbjóðingin ímóti demokratiska frælsinum EDV-lóggávan, sum teir borgarligu samtyktu herfyri, má broytast í stundini. Hon verjir als ikki borgaran ímóti mis- nýtslu. Lógin skal broytast soleiðis, at hon klárt og greitt sigur frá, hvat ið loyvt er at skráseta og hvat ikki er loyvt at skráseta. Bert á henda hátt fær borgarin tann neyðuga tryggleika, sum hann hevur krav uppá, skrivar Ernst Hansen valevni javnaðar- Tað er ikki langt síðan, legtingið samtykti upp- skot frá landsstýrinum um almennar og privatar EDV skráir. Satt at siga hevur tað undrað meg, at so at siga eingin orðadráttur hevur verið um hetta t ydningar- mikla mál. Hetta, á hvenn hátt teknikkur verður tikin í nýtslu, ikki bert at skráseta krónur og oyru, men at geva teknikkinum meguleika at skráseta eitthvert samband millum borgaran og tað almenna eins og á tí privata ekinum, er ein sera týdningarmikil lóg, legtingið her hevur av- greitt. Í viðmerkingunum til lógina — hetta er galdandi bæði fyri almennar og privatar skráir, sigur landsstýrið: Lógaruppskotið er gjert við tilsvarandi donsku lógini sum fyrimynd, og eru viðmerkingarnar til tær einsteku greinirnar í donsku lógini sostatt veg- leiðandi fyri, hvussu feroyska lógin eigur at skiljast. Tann danska lógin, ið er frá 1978, varð gjerd í skundi, tá myndugleik- arnir har at enda kundu ásanna, at danir vóru EDV skrásettir i so stóran mun av almennum og privatum virkjum undir serkønari vegleiding av floksins i Suðurstreymoy m.a. í hesi greinini EDV sølumonnum. Skråsetingin fekk á henda hátt sína lógar- heimild, við tað at allar táverandi skráir blivu gjørdar lógligar. Danir kunnu í dag gleða seg yvir at vera skrásettir í 800 ymiuskum steðum. Er tað ein slík skipan, vit Feroyum skulu liva við? Hvussu ofta hava vit ikki lisið i bleðunum um, at almennar skrásetingar rekast sum burturkast. Eisini varð fyri kortum ávíst, hvussi lætt tað er fyri óviðkomandi at koma inn í EDV skipanina, bert tey hava ein ávísan tekniskan kunnleika. Hetta er prógv fyri, at teknikkur í sjálvum sær onga vernd gevur. Grundarlagið má í hesum føri vera ein fest lógar- stýring. Hesa vernd gevur lógin ikki. Landsstýrið hevur her við eini einkisigandi lóg (sum vernd) fingið heimild til at taka allar avgerðir skrásetingunum viðvíkj- andi sum vanlig av- greiðslumál. Eisini hevur legtingið givið landsstýrinum og einum skrásetingareftir- liti myndugleika til at av- gera, hvat kann skráset- ast. Tó soleiðis: Lands stýrið avger, hvat skráset- ast skal, og skrásetingar- eftirlitið avger, hvat vit — borgarin — kann fáa at vita um, hvat av persón- ligum upplýsingum skrásett verður Í viðmerkiungunum til lógina stendur: Hevuðsuppgávan eftirlitinum er: 1. At geva ummælið í samband við stovnan og samkoyring av skráum hjá 2. At hava eftirlit við skráum, ið eru settar á stovn. 3. At taka avgerð í sam- band við, at skrásett fólk ynskja at fáa at vita, hvat skrásett er 4. At geva upplýsing til almenningin um arbeiðið hjá skrásetingareftirlit- inum. Hetta eftirlitið fekk sostatt bert heimild til at ummæla, til landsstýrið, tvey tey týdningarmiklu viðurskiftini nevniliga stovnan og samankoyring av skráum. Lógarheimild er sostatt givin til at persónligir upplýsingar, sum standa í ymsum skráum, væl kunnu koyrast í eina. Tað væntar bert at landsstýrið játtar. Tá hetta uppbýtið er gjørt, fellur tað grund- leggjandi við verndarlóg burtur Etlanin og menningin má ver at verja borgaran fyri misnýtslu — og frá at verða gjørdan til ómynding Um lógin, bandsflokkurin fólka- flokkurin sjálvstýris- flokkurin og ein úr fram- burðsflokkinum hava samtykt, verjir júst tað motsatta Hon verjir maskinurnar eini sum sam- og skrásetingarnar (programmini) ikki borgaran. Okkara sokallaða data- verndarlóg má tí broytast, ongantíð ovskjótt. Hetta eigur at verða gjert so- leiðis. Lógin sjálv skal klárt og greitt siga frá, hvat ið loyvt er at skráseta og hvat ikki er loyvt at skráseta. Bert á henda hátt fær borgarin tann neyðuga tryggleika, sum hann hevur krav uppá. Skrásetingareftirlitið skal hava sum sína uppgávu at ansa eftir, at lógin verður hildin. Verður gingið fram á henda hátt, verður tað løgtingid, sum kemur at stýra á hesum eki, og eftirlitið til at ansa eftir, at lógin verður hildin. Tað skal tí verða endur- tikið: Verður henda lóg ikki broytt sum skjótast, koma vit um stutta tíð at hava somu viðurskifti á hesum eki sum danir. Tað vil siga, við eini stórari mongd av persónligum skrásetingum, hvar meguleiki er skaptir fyri, at hesar skrásetingar kunnu koyrast saman í eina Hetta er eftir mini metan stersta avbjóðingin móti tí demokratiska frælsinum. Tað er eins nógv, at undrast yvir, at nakar kann verða so bláoygdur at ganga við til at sam- tykkja eina lóg, sum á ongan hátt gevur 'a vernd, henda skal geva borgaranum. Men spurningurin er so. Var ætlanin at so skuldi vera.