leygardagur 13. oktober 1984síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 120
13. oktober 1984
Politikkur
Politikkur
Javnaðarflokkurin um útróðurin:
Politikkur
Politikkur
Eftir uppskoti
frá Javnaðarflokkinum
kunnu útróðrarmenn nú
koma undir minstuløn
— Legtingið hevur samtykt uppskot javn-
aðarfloksins um minstuløn til útróðrarmenn
— Javnaðarflokkurin legði uppskotið um minstulen til útróðramenn fram á ting í
mars 1983. Við heilt smáum broytingum varð uppskoti samtykt á tingi í vár.
Lógin um minstulen til útróðramenn kom í gildi 1. oktober
Uppskot til lógtingslóg um
minstulen til útróðrarmenn
$ 1. Hendan lóg heimilar at deksfiskifor
upp til 100 br. reg. tons mynstra mann-
ingarnar og at hesar koma undir somu
minstulenarupphædd sum til eina og
hverja tíð er galdandi hjá mynstraðum
skipsfiskimonnum.
2. stk. Mynstrað verður fyri tvey tíðar-
skeið: a) fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober til
31. desember og b) fyri tíðarskeiðið frá 1.
januar til 31. mars. Uppgjert verður fyri
hvert mynstringarskeiðið sær. Eru fiski-
partur og onnur innteka, herundir sjúkra-
dagpeningur og almannahjálp v.m. í
einum mynstringarskeiði minni enn gald-
andi minstulen hjá mynstraðum skips-
fiskimonnum í sama tíðarskeiði, verður
munurin goldin úr Lenjavningargrunni
Skipsfiskimanna.
3. stk. Fyri at koma undir reglurnar í
hesi lóg má manningartalið á teimum í $
1. nevndu deksfiskiførum ikki fara niður
um 3 og ikki upp um 4. Av hesum kann 1
vera á landi í sambandi við egning.
4. stk. Hóast reglurnar í 2. stk. verður
prísviðbótin ikki mótroknað minstulenini
men verður hendan altíð goldin útyvir
minstulønina.
5. stk. Manningar å fiskiførum, sum
koma undir reglurnar í hesi lóg, kunnu
ikki fáa minstaforvinning tann partin av
árinum, mynstrað verður.
$ 2. Treytin fyri at manningin á einum
deksfiskifari, sum rekur heimaútróður,
kann koma undir minstulen í einum
mysntringarskeiði er, at viðkomandi
deksfiskifar í minsta lagi hevur 18 útróðr-
ardagar í mynstringarskeiðnum.
2. stk. I serstøkum førum kann Føroya
Landsstýri gera frávik frå teimum i $ 2, 1
skt. galdandi reglum.
$ 3. Í samráð við Meginfelag Útróðra-
manna ásetir Lenjavningargrunnur
Skipsfiskimanna nærri reglur fyri, hvussu
ásetingarnar í hesi lóg skulu umsitast.
Hesar reglur skulu góðkennast av Feroya
landsstýri og legtingsins fíggjarnevnd.
$ 4. Henda lóg kemur í gildi 1. oktober
1983.
Í viðmerkingunum til upp-
skotið javnaðar
flokkurin m. a., at heima-
útróðurin hevur havt og
framvegis hevur rættiliga
stóran týdning á nógvum
plássum í landinum, og at
útróðurin bæði er bygda-
mennandi og arbeiðsskap-
andi á hesum plássum.
segði
Høgt gødskustig
og åvisir
arbeiðsmeguleikar
I viðmerkingunum til lóg-
aruppskotið ásannaði
javnaðarflokkurin, at hes-
in parturin av flotanum
gevur nógvum fiskavirkj-
um ein munagóðan part
av ráveruni. Fiskurin, ið
kemur frá útróðrarbátun-
um, er sera góður og
gevur tí eina lidna fram-
leiðslu, sum liggur á rætti-
liga høgum gødskustigi.
Hetta metti javnaðar-
flokkurin at vera av sera
stórum týdningi.
Eisini vísti javnaðar-
flokkurin á, at egningin
á landi gevur skúlaung-
dómum og pensionistum
ávísar arbeiðsmeguleikar.
Á nógvum plássum hava
hesir bólkar ongar aðrar
møguleikar enn júst hes-
ar. Somuleidis er tad ein
sannroynd, at egningin å
landi og harvið heimaút-
róðurin geva tí uppvaks-
andi ættarliðnum eina av-
bera góða og sunna skúl-
ing á ti praktiska økin-
um.
Vandi fyri
útróðrinum um
vend ikki kemur i
Víðari segði javnaðar-
flokkurin í viþðmerking-
unum til uppskotið, at
heimaútróðurin hevur ver-
ið í stórari afturgongd
seinastu árini, og at vandi
er fyri, at hesin parturin
av vinnuni heilt dettur
nidurfyri, um vend ikki
kemur í beinan vegin
Hetta helt flokkurin vera
stórt spell og metti, at
datt heimaútróðurin nið-
urfyri, fór hetta at fera til
enn sterri arbeiðs- og
vinnuloysi á nógvum
plássum.
Av nevndu orsekum
helt javnaðarflokkurin ikki
at vit hava ráð at lata
hendan partin av vinnuni
doyggja út. Ti kom javn-
aðarflokkurin við upp-
skotinum um minstuløn tl
útróðrarmenn. Flokkurin
helt, at slík lóggáva kundi
venda ti skeivu gongdini
Tvørrandi trygd
orsøkin til
skeivu gongdina
Um orsekina til ta skeivu
gongdina hjá útróðrar-
vinnuni segði javnaðar-
flokkurin, at menn ikki
tora at binda seg til ein út-
róðrarbát, tá ongin trygd
er fyri, at ein rímilig úr-
toka fæst.
Flokkurin vísti á, at
heystið 1982 og ein partur
av vetrinum við, hevdu
talið fyri seg, við tað at
útróðrarmenn onga úrteku
høvdu havt í vikur og
mánaðir.
Javnaðarflokkurin seg-
ði seg bera ótta fyri, at
tann svikaliga úrtekan hjá
útróðrarmonnum tann
veturin fór at fera til enn
eitt afturstig fyri heimaút
róðurin sum vinnu, og at
talan kundi verða um
+» mønustingin hjå hesi
vinnu. Ti mælti javnadar
flokkurin til at tiltøk
vórðu framd beinan vegin
Trygdin liggur í eini
minstulønarskipan
Javnadarflokkurin helt
eina minstulønarskipan
fyri útróðrarmenn vera ta
rættu loysnina. Uppskot-
ið frå flokkinum varð sam-
tykt. Í dag kunnu útróðr-
armenn við dekdfiskifør-
um mynstra í vetrarhálv-
árinum.
Eftir lógini kunnu deks-
fiskifør upp til 110 br. reg.
tons mynstra manning-
arnar, og koma hesar und-
ir somu minstulenarupp-
hædd sum mynstraðir
skipsfiskimenn. Eftir lóg-
ini er mynstringin bert
galdandi fyri vetrarhálv-
árið, sum er býtt sundur
í tvey mynstringarskeið,
soleiðis at annað skeiðið
rekkur frá 1. oktober til
31. december, meðan hitt
skeiðið røkkur frá 1. janu-
ar til 31. mars.
Manningartal, út-
róðrardagar
og annað
Í lógini verður ásett, at
manningartalið á fiskifør-
um, sum mynstra mann-
ingarnar eftir lógini um
minstulen til útróðrar-
menn, ikki má fara niður
um 3 og ikki upp um 11.
Ein treyt í lógini er eis-
ini, at fiskifør, sum koma
undir minstulen hava
Politikkur
Javnaðarflokkurin I
£ at slík frávik
Fjord, tá veðrið í €
tid, ella tá ohapp koma
fyri
Eftir lógini verður upp-
gjørt fyri hvert mynstr
ingarskeið sær. Í sam
bandi við uppgerðina
verða fiskipartur og onnur
innteka, herundir sjúkra
dagpeningur og almanna-
hjálp v.m mótroknað
minstulen. Er
urtekan
galdandi
tann samlada
einum mynstringarskeiði
minni enn galdandi
minstaløn
skeiði, verður
goldin úr Lenjavningar
Skipsfiskimanna
tíðar
sama
munurinn
grunni
Broytingarnar
í mun til
lógaruppskotið
Sum nevnt varð uppskotið
frá javnaðarflokkinum
samtykt við heilt smáum
broytingum. Eftir upp-
skotinum skuldi lógin um-
fata deksfiskifør upp til
100 br. reg. tons. Hetta
varð broytt til 110 br. reg
tons
Eftir uppskotinum skul-
di manningartalið vera
minst 3 og hægst 6. Hetta
varð broytt til minst 3 og
hægst 11. Eftir uppskot-
inum skuldi lógin koma í
gildi 1. oktober 1983
Hetta varð broytt til 1
oktober 1984.
Allir flokkar vóru samd-
ir um, at tað var neyðugt
at gera nakað fyri út-
róðurin og útróðrarmann-
in. Men javnaðarflokkurin
var tann einasti, sum
hevði hugflog til at fostra
eitt nytiligt uppskot um
minstuløn til útróðrar-
menn.
Sjålvandi seta all-
ir útróðrarmenn X
vid Javnadarflokk-
in á valdegnum!
Vit loysa íbúðarspurningin við at
greiða atkvødu fyri javnadarflokk-
inum á valdegnum.
X við lista C!