Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-10-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. oktober 1984síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 120 — 13. oktober 1984 Inger Christiansen, valevni javnaðarfloksins í Suðurstreymoy skrivar Kvinnur og politikkur Frå kvinnuliga valevnisfundinum, id Kvinnufelagid i Havn skip- adi fyri 17. september Å fundi hjå Kvinnufel- agnum í Havn måna- kvøldid 17. september i år i Mettustovu, har allar kvinnur vóru vælkomnar, og har einar 50 kvinnur vóru mettar, luttóku nakrar av teimum kvinn- um, sum eru uppstillaðar til legtingsvalið komandi. Sjálv umboðaði eg list:n hjá Suðurstreym- oyar Javnaðarfelag saman við Elin Súsonnu Jacob- sen. Umboðini fyri hinar list- arnar vóru Karin Kjelbro og Kristianna Rein fyri tjóðveldislistan, Gunnver Bærentsen og Óluva Samuelsen fyri fólkafloks- listan og Jutta Midjord fyri sambandslistan. Av teimum ætlandi 4 kvinnum — listin er ikki heilt liðugur — sum eru uppstillaðar á listanum hjá sjálvstýrisflokkinum, var bert Noomi Juul mett, og hon tók ikki orðið. Kristiligi Folkaflokk- urin Feroya Framburðs- og Fiskivinnuflokkur var als ikki umboðaður, og um hetta visti formaðurin í Kvinnufelagnum at siga, at tá hon vendi sær til Adolf Hansen við áheitan um, at flokkur hansara kundi senda eitt ella fleiri kvinnulig = valevni til fundin, fekk hon tað svarið, at Adolf Hansen stórliga ivaðist í, um nakað virði var í, at flokkur hansara var um- boðaður á hesum fundi, og at hann tí ikki ætlaði, at flokkur hansara skuldi verða umboðaður har! — So veit ein tað! Tær greinagerðirnar, sum umboðini fyri javn- aðarflokkin og tjóðveldis- flokkin bóru fram, vístu týðiliga, at hesi umboðini høvdu fyrireikað seg væl til fundin, meðan tey bæði umboðini fyri fólkaflokkin og tað eina umboðið fyri sambandsflokkin vóru mestsum ófyrireikað Sambandsumboðið fekk tó hjálp frá Lisbeth Petersen, sum fyrr hevur verið uppstillað, men ikki er á listanum til hetta løg- tingsvalið. Uttan á nakran hátt at vera sambandshugað, má eg siga, at eg meti tað vera stórt spell, at Lisbeth Petersen, sum innan sam- bandsflokkin er so hegt í metum, at hon er floks- skrivari, og eisini hevur havt og hevur onnur álitis- sterv, t.d. er hon næstfor- maður í Kvinnufelagssam- skipan Feroya, ikki er á valevnislistanum. Hjá summum flokkum er langt eftir, til menn og kvinnur fáa javnsteðu! Av tí sindrinum, sum Gunnver Bærentsen og Óluva Samuelsen vistu at siga, skiltist eisini týði- liga, at striltið gongur innan fólkaflokkin í so máta. Greinargerðin hjá Inger Christiansen Tá talutíðin var avmarkað til umleið 5 minuttir til hvert valevni, gjørdi eg av, heldur enn at brúka tíð upp á at umreða Grund- sjónarmiðini og Virkis- skránna hjá Feroya Javn- aðarflokki, at býta tey út, tó so at eg gjørdi vart við, at virkisskráin, sum varð gjørd upp undir løgtings- valið í 1978, síðani varð endurskoðað og skjótt fór at verða prentað og koma út í broyttum líki. Sjálv greinargerðin hjá mær var so henda: „Ég fari her at nýta høvi til at siga tykkum eitt sindur frá teimum roynd- um, eg havi gjørt tey umleið 4 árini, síðani eg stutt fyri legtingsvalið í 1980 gjerdist limur í Suðurstreymoyar Javn- aðarfelag Aðrenn tað hevði eg ikki verið limur í nøkrum polit- iskum felag, heldur ikki niðri. áðrenn eg búsettist í Feroyum í 1967, men eg hevði og havi jú áðrenn og aftan á 1980 sum limur í Kvinnufelagnum og seinni nevndarlimur og for- maður og sum umboð Kvinnufelagsins í Kvinnu- felagssamskipanini og frá 1982-84 sum formaður fyri hesa samskipan fingist nógv við allar teir samfel- agsspurningar, sum poli- tisku felegini eisini arbeiða við, bert við tí muni, at hesi arbeiða partapolitiskt. Somuleiðis hevði eg verið við at fyri- reika fleiri skeið, m.a. taluskeið og tað skeiðið í kommunalpolitiskum ár- beiði, sum Kvinnufelags- samskipanin skipaði fyri á Skúlaheiminum í Markna- gili í 1980, og sum ætlandi gjørdi sítt til, at fleiri kvinnur vóru valdar til kommunuvalið sama árið. Niðursteða mín í 1980 Eg helt meg sostatt i 1980 — og haldi meg framvegis — hava lært nógv av arbeiðinum í Kvinnufel- agnum og Kvinnufelags- samskipanini, men eg var eisini komin til ta niður- steðu, at samstundis sum hetta arbeiðið átti at halda fram og vónandi við nýggjum kreftum, so hvert teir eldru ynsktu at leggja frá sær ella nýta orku sína upp á aðrar uppgávur, samstundis var neyðugt, at nógv fleiri kvinnur enn higartil fóru at gerast virknar í teimum politisku feløgunum fyri á tann hátt at ávirka politikkin hjá avvarðandi flokki og uppstillingina til legtings-, fólkatings- og kommunuval. Uppstillingin hjá Suðurstreymoyar Javnaðarfelag Í nógv ár stóðu Jona Hen- riksen og Hanna Lisberg mestsum einsamallar sum álitiskvinnur hjá Suður- streymoyar Javnaðar- felag, men tey seinnu árini hevur felagið havt fleiri virknar kvinnur, og hesar hava saman við javnaðar kvinnum úr ødrum feløg- um í landinum skipað fyri fundum bæði í Havn og á bygd, við tí enda- máli, at fáa enn fleiri kvinnur at vera virknar í felags- og floksarbeiðinum á jøvnum feti við monn- unum. Hetta hevur eisini eydnast í stóran mun, hjá Suðurstreymoyar Javn- aðarfelag enntá so væl, at tað meira enn so kemur fyri, at luttakararnir á fundum felagsins eru umleið helvtin kvinnur og helvtin menn. Eitt úrslit av hesum arbeiði sást eisini, tá upp- stillingarfundir vórðu hildnir seinasta heyst til logtingsvalið komandi. Onkur luttakari — ein maður — var so djarvur á 1. uppstillingarfundi at seta fram uppskot um, at miðað skuldi verða ímóti at fáa helvt um helvt av kvinnum og monnum á listan, sum kundi hava í mesta lagi 16 valevni. Ikki sert av kjaki stóðst av hesum, men tá ið av tornaði aftan á 2. og 3. uppstillingarfund, var úrslitið kortini tað, at av teimum 16 valevnunum á listanum vóru 6 kvinnur, og hetta meti eg eftir um- steðunum vera eitt stórt stig tann rætta vegin. Av tí at uppstillað varð so langt áðrenn valið, hevur okkurt valevni vegna burturferð og annað tikið seg av listanum, so hetta býtið verður meguliga eitt sindur broytt, tá listin aftur er fulifiggjadur. At fåa kvinnur å listan — ikki bara sum at siga tad Tað er so nógv, sum spælir inn, tá talan er um uppstilling til val, og hóast vilji er hjá einum flokki ella einum politisk- um felag at fáa kvinnur á valevnislistan, er hetta ikki bara sum at siga tað. Millum limirnar í Suður- streymoyar Javnaðarfelag eru fleiri kvinnur — eins og tað eru menn — sum út frá áralangum limaskapi og virki sínum í felagnum og herumframt virki sínum í samfelagnum annars skuldu verið sjálv- skrivaðar sum valevni, og sum kortini ikki ynskja at vera uppstillaðar, t.d. við teirri grundgeving, at tær ikki meta tað bera til at vera virkin í politikki, meðan tær rekja hetta ella hatta starv ella álitis- starv. Uttan at nevna nevn kann eg sum dømi nevna, at formaðurin í Feroya Lærarafelag, Føroya Sjúkrahjálparafelag og Brukarafelagnum eru javnadarkvinnur, sum ikki eru å valevnislist- anum hjá Suðurstreym- oyar Javnaðarfelag, hóast nógv í felagnum hevdu ynskt, at ein ella fleiri av teimum vóru at finna har. Sjálv var eg formaður fyri Kvinnufelagssamskipan- ina, tá uppstillingin fór frá, við tað at aðalenda- málið hjá hesi samskipan er at arbeiða fyri javn- steðu, umbar eg meg sjálvandi ikki. Niðursteða mín í dag Út frá teimum royndum, eg havi gjert og við teirri grundgeving, at tað enn er langt á mál, til kvinnur og menn eru javnbjóðis umboðað í politikki, fari eg at heita á tykkum, sum eru her í kveld, og sum ikki eru limir í felagnum hjá tí politiska flokkinum, sum tit kenna stersta til- knýti til, um at gerast limur har, og tað ein virkin limur, sum metir á lima- fundi og á annan hátt luttekur i felagsarbeið- inum. Tad fer at vera bædi tykkum sjålvum og av- vardandi felagi og flokki til gledi og gagn. Somuleidis fari eg at heita å tykkum, sum eru Bustadur SEYDISFJORD Regiulig farmasigling 14. hvønn dag p/f SKIPARAKSTUR 3870 Viðareiði tif. 51033 og 51001 telex 81346 icefar fa SETE s0Sialurin , Síða 13 limir i einum politiskum felagi, men kanska ikki hava verið so virknar higartil, um at gera tykkum greitt, at tit við at gerast meira virknar veru- liga hava meguleika fyri at ávirka politikkin hjá av- varðandi flokki og harvið í sterri ella minni mun gongdina í samfel- agnum. At enda fari eg at siga, at tað er gott, at Kvinnu- felagið upp undir eitt val heldur fundir sum hendan, og tað er at freast um, at so nógvar kvinnur eru komnar saman til henda fundin Men fyritreytin fyri at fáa fleiri kvinnur at vera virknar innan politik er, at fleiri kvinnur gerast virknar ikki bert nakrar fáar vikur áðrenn hvert val, og tá krossurin skal verða settur, men í tí dag- liga arbeiðinum hjá einum politiskum felagi og flokki, kvinnuni sjálvari, flokkinum og sam- felagnum sum heild at bata«. Inger Christiansen ) TORSHAVN » ' %