hósdagur 18. oktober 1984síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
Hevur tú ein spurning ella onkran trupulleika, sum tú kundi ynskt tær at
fingið vidgjørdan í hesum teiginum,
Sosialin«.
Spyr Sosialin
Skriva til: Sosialurin, postsmoga 76, 3800 Argir. Merk brævbjålvan »Spyr
Lærarinnan
noyðir meg
Eg eri ein 16 åra gomul
genta. Eg gangi i 10.
flokki og fari i studenta-
skúlan aftaná summar-
feriuna. Eg havi gingið í
eðrum skúla frá 1. til 9.
flokk og havi havt eina
frálíka lærarinnu í svimj-
ing. Hon kendi meg væl og
noyddi aldri okkum at
gera tað í svimjing, sum
vit ikki tordu. Har gjerdi
eg fleiri royndir (alt uttan
at bjarga einum, tí tað tori
eg ikki), og eg svam bæði
500, 800 og 1000 metrar.
Henda lærarinnan, sum eg
havi nú, verður bert súr,
tá eg ikki tori at bjarga og
trýr ikki uppá tað, og hon
gevur mær verri karakter
enn hini, sjálvt um at
bjarga er tað einasta, eg
ikki dugi og tori.
Eg havi tvær ferðir
verið úti fyri næstan at
drukna, og haðani stendst
skrekkurin. Nú vil eg
spyrja um lærarinnan
hevur loyvi til at noyða
meg og geva mær minni
karakter fyri hetta? Eg eri
eisini bangin fyri um tað
verður soleiðis uppi í
Hoydelum eisini.
P.S. Eg havi roynt at
greiða svimjilærarinnuni
frá hesum, men hon trýr
mær ikki.
tiðindablaðið
Sálarfreðing-
urin:
Sjålvt um eg nústani havi
fingið bræv títt, kundi
orðalagið bent á, at tú
hevur skrivað áðrenn
summarfrítíðina og nú
skuldi verið farin í Hoy-
dalar, harvið skuldi
vandamálið við hasi ávísu
lærarinnuni longu verið
loyst.
Men havi eg skilt teg
beint, havi eisini eg ilt við
at fata atburð svimjilærar-
ans í tínum føri.
Hevur tú verið fyri
skelki í sambandi við lív-
bjargingarroynd i
svimjing, er hetta væl
skiljandi, at tå eina tid aft-
aná aftrar teg av ótta fyri
at koma soleiðis fyri aftur.
Fyri tann uttanfyri-
standandi kunnu slíkar
Eyðun Joensen, sál-
arfrødingur
fordingar tykjast ófatandi
og byttisligar, hóast hin
rakti kennir tað at vera
rami álvari. Tað munar
lítið at noyða hin ótta-
merkta at vinna á trupul-
leikunum og kann í versta
feri bert vaksa um tann
meira og minni ógrundaða
óttan.
Frægast er at handska
vandamálið so líðandi,
lagaliga og undir avgjørt
tryggum umstødum.
Um svimjilærarinna tín
hevur pedagogiska
útbúgving, átti hon at
vitað av hesum og í minsta
lagi dugað at skilt teg,
men annars nýtist atburð-
ur hennara ikki at vera
annað enn ein vælmeint,
men óheppin roynd at
hjálpa tær tvorturum hesa
forðing í lærugreinini.
Royn tú enn einaferð at
tala við hana og bið onkr-
an lærara, sum tú metir
Marjun Sigurdsdótt-
ir, sosialrådgevi
lækni
skilir teg betur, koma vid
vid svimjilærar-
innuna. Kanska er alt sam-
at tala
Nr. 122 — 18. oktober 1984
Marner rr sen,
P
Fríða Patursson, log-
freðingur
alt bert ein stór mis-
skiljing.
Ey Jo
Livmóðir
Eg eri ein 50 ára gomul
kona, og tá eg nú eri farin
um barnsburðaraldur,
havi eg ikki brúk fyri lív-
móðrini.
Er tað ikki betri at taka
lívmóðrina burtur, tá hon
ikki er til nakra nyttu
longur — sjálvt um hon er
frísk?
50 ára gomul
Tygum hava grein í máli
tygara um, at lívmóðurin
er til ónyttu, tá ið tygum
eru komin upp um 50 ár.
Men tað er at fara ov vítt
at taka lívmóðrina burtur,
tá tygum ongar trupul-
leikar hava av henni,
hverki blødingar ella ann-
að.
Men um tygum ætla at
taka hormontablettir, so
kunnu trupulleikar koma
av lívmóðrini. Um so er,
kann ein í vissum førum
verða noydd til at taka lív-
móðrina.
Marner
Lærarar í fakfelagsarbeiði
Feroya Arbeiðarafelag
hevur nú útbúgvið 12 fólk,
sum skulu undirvísa í fak-
felagsarbeiði. Hesi 12 eru
tey fyrstu í landinum við
slíkari útbúgving.
Karla Einarsson úr
Runavík og Hans Pauli
Holm av Tveroyri hava
verið niðri og fingið sína
útbúgving, sum umfatar
serliga lenaravtalur og
-skipanir. Ætlanin er at
útbúgva fleiri, soleiðis at
fakfeløgini um nøkur ár
sjálv kunnu hava slík
skeið.
Hini 10 hava fingið út-
búgving sum lesiringaleið-
arar. Ingeborg Vinther,
formaður í Feroya Ar-
beiðarafelag, og Henrik
Hansen frá tí danska AOF
undirvístu teimum fyrst í
tríggjar dagar, 21. — 23.
september. Síðan fóru øll
heim at gera undirvísing-
arskrá og hittust aftur 5.
— 7. oktober, til at royna
seg og fingu prógv. Ætl-
anin er at útbúgva fleiri.
— Tað var eitt gott skeið,
sum tey fingu nógv burt-
urúr. Tey eru avgjørt før
fyri at undirvísa nú, sigur
Ingeborg Vinther. — So er
bara at vóna, at felogini
fara at brúka hesar lærar-
arnar.
Teir nýggju lesiringaleiðararnir: Torleif Augustinussen úr Vági, Ásla Jespersen av
Tvøroyri, Lena Højgaard úr Runavík, Jastrid Toftum úr Vestmanna, Hildibjørg
Brattalíð av Tveroyri, Laila Petersen av Tveroyri, Elisabeth M. Olsen av Tveroyri,
Anna Tórgarð úr Havn, Karla Einarsson úr Runavík og Hans Pauli Holm av Tver-
oyri. Karl og Hans Pauli eru ikki við á myndini. Lærarar vóru Ingeborg Vinther frå
FA og Henrik Hansen frá AOF.
Feroya Arbeiðarafelag
hevur eisini havt onnur
skeið í heyst, eitt skeið í
samarbeiði og eina stevnu
um framleiðslu. Umframt
limir í Feroya Arbeiðara-
felag vóru eisini limir úr
hinum feløgunum í Upp-
lýsingarfelagsskapi
Verkamanna á skeiðinum,
úr Starvsmannafelagnum
og fiskimannafelagnum.
Limaskapur-
in á skránni
Upplýsingarfelagsskapur
Verkamanna, sum varð
stovnaður í september í
fjør, hevur sekt um lima-
skap i ABF, t.e. tann
norðurlendski upplýsing-
arfelagsskapurin, og á
fundinum hjá ABF 29.-31.
oktober er limaskapurin
hjá UV á skránni.
Fundurin verður í Finn-
landi, og úr Feroyum fer
Ingeborg Vinther á fund-
in.
— Vit hava gjørt vart
vid, at vit vilja hava sjålv-
stødugan limaskap, ikki
vera partur av ti danska.
At sammeta okkum vid Å-
land ber ikki til. Alendska
fakfelagsrørslan er
partur av ti finsku, men
tann føroyska fakfelags-
rørslan er sjálvstoðug,
sigur Ingeborg Vinther.
Psykologisk
rådgevingar- og
vidgerdarstova
Rågeving og viðgerð vidv. persónlig-
og hjúnar-
um,
uppalingarligum-
bandstrupulleikum.
Samtalu og kropsterapi.
Hittist eftir avtalu å tif. 1 6251.
Tlf. tíð månadag — hósdag
kl. 12.30—13.00.
Fototól
Jegvan Bæk
psykologur
BRONICA 6x6 til sølu v/ 3 objekt-
ivum, ljósmálara 0. 9.
Prentsmiðjan vísir á
Til sólu
Ein NCR 299 bókhaldsmaskina bíliga til
solu.