Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-10-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. oktober 1984síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 122 — 18. oktober 1984 Try hava ongantið sæð sjónvarp — Kanning um sjónvarp og video gjord í barnaskúla í Havn. Síggja óhugnaligar videofilmar í skúlatíðini Bara trý bern av 364 í Venjingarskúlanum i Havn hava ongantíð sæd sjónvarp. Hetta er eitt av nógvum áhugaverdum úrslitum av einari kanning, nakrir lær- araskúlanæmingar gjørdu í síðstu viku Allir flokkar uttan ein í Venjingarskúlanum vóru við í kanningini, sum var um sjónvarp og video. Birgir Kruse, sum gjørdi kanningina saman við fimm næmingum i fyrsta flokki Læraraskúl- ans, sigur, at enn hava tey ikki samanborið úrslitini. Ætlanin er til demis at finna fram til, um tað eru somu bernini, sum hyggja mest eftir videofilmum og ongantíð eru á bókasavni. Av tí, samanberingin íkki er gjørd, er heldur ongin niðurstaða skrivað enn. Ongantíð á bókasavni Vit hava fingið nøkur tel úr kanningini. Og tey eru ikki sert áhugaverd. Mill- um annað svaradu 28%, at tey ongantíð eru á bókasavni. Fleiri vóru, áðrenn tey komu í skúla. Tey vóru á bókasavni við barnagarðinum. Men so skjótt, tey komu í skúla, góvust tey. Bara 8% svaraðu, at tey eru regluliga á bóka- savni og 64% svaraðu »av og å«. So tað er ikki á bóka- sevnunum, fritidin verður brúkt. Hvar so? Góð 63 svaradu, at tey regluliga eru við í onkrum fritidar- itrivi so sum itrotti og skótaarbeiði. 27% ganga ongantíð til nakað tilíkt Video í skúlanum So koma vit til sjónvarp og video. Her vísir kann- ingin, at heima hjá 346 av teimum 364 spurdu er sjónvarp. 95 % hava sjón- varp og 35% hava video. Bara 8,2 % svaraðu, at tey ongan videofilm hava sæð tær sjey vikurnar, farnar eru av skúlaárinum. 23% hava sæð millum sjey og tiggju videofilmar hesa tíðina. Bara trý bern svaraðu, at tey eru altid einsamall, tá tey hyggja eftir video- filmum. Og bara fimm siga, at lærarar ofta práta við flokkin um videofilmar og tað, sum er í sjónvarpi- num. Næstan 45% siga, at lærararnir ongantið tosa tíðindablaðið um video og sjónvarp. Og foreldur gera ikki meira burturúr enn lærararnir, vísir kanningin. Hinvegin tosa bernini sínámillum nógv um alt tað, tey síggja á rútinum heima í stovuni ella hjá vinfólki ella familju. Tað kom eisini fram, at nógv síggja videofilmar í skúlanum. Næmingarnir hava ein sokallaðan flok- sins tíma. Tað er, sam- bært kanningini, íkki óvanligt, at lærarin og børnini í hesum tíma síggja ein leigaðan video- film. Tvær gentur í 9. flokki segdu, at tær vóru bangnar eftir at hava sæð ein óhugnaligan film, Ta' telefonen og de!<, í floksins tíma. Birgir Kruse sigur, at tey spurdu eisini, hverjir videofilmar eru best dámdir. Her nevndu 69% familjufilmar, 62 % barna- filmar og 57% nevndu kriminalfilmar. Kanningin bleiv gjørd bædi vid spurnarblødum og við samrødum. Teir yngstu næmingarnir blivu spurdir beinleidis. Hinir svaraðu skrivliga. hd Sida 5 P/f Vaðhorn á Eiði saltar fisk i Turkihúsinum, sum er arbeiðspláss hjá stivliga 30 Skálafólkum Mistu saltfiskalast | men ikki mótið — Nýggja felagið á Skála óhepna byrjan, tá tað misti lastina hjá Ennibergi, men aðrir moguleikar verða royndir Tað kemur illa við hjá Turkihúsinum á Skála, at Enniberg ikki landar har av hesum túrinum. — Men hetta, at skip fáa maskinskaða, kann henda. Og vit noyðast nú at gera meira fyri at fáa fisk aðrastaðni, sigur for- maðurin í nevndini fyri P/f Turkihúsið, Andrass Danielsen. Enniberg fekk maskin- skaða herfyri og er sleip- aður til Frederikshavn, har hann skal hava nýggja maskinu. Veiðan, eini 360 tons av saltfiski, verður legd upp í Dan- mark. Mortan Johanne- sen, sum eigur Enniberg, er við í P/f Turkihúsinum og Enniberg skal, eins og fyrr, landa á Skála. Andrass Danielsen sig- ur, at tey falla ikki í fátt, hóast tey nú hava mist eina heila saltfiskalast. Sum er arbeiða yvir 30 fólk í Turkihúsinum, sum verður keypt frå Kjølbro fyri 4 mill. kr. Hesi fólk. fyri tað mesta kvinnur, salta reinskera og pakka saltfisk og hava arbeitt við hesum nú í tveir mán- aðir. Fiskurin kemur frá P/f Vaðhorn á Eiði, hann verður koyrdur suður, og nakað kemur frá Bátafisk á Strondum. Talan er um tosk, longu og brosmu og tey arbeiða millum seks og trettan tons í saltfiski um dagin, alt eftir, hvat slagið er. Andrass Danielsen upp- lýsir, at roynt verður at fáa línuskipini Borðoyar- nes og Kangeq at landa saltfisk til Turkihúsið. Annars er ein og hver væl- komin við saltfiski, sigur hann. Turkihúsið keypir ikki saltfiskin, men arbeiðir hann fyri onnur. hd Toftanes í 1000 ár Í gjár læt framsýningin »Toftanes í 1000 år« upp. Framsýningin er í skúlanum í Leir- vík og lýsir brot úr seguni hjá býlinginum á Toftanesi. Utgrevstirnri eru frá 18. eld og frá víkingaeldini. Framsýningin er opin mánakveld og hóskveld kl. 19-20. Fremst á myndini sæst ovari partur av einum kvarnarsteini frá vikingaøldini. Steinurin er innfluttur ur Noregi. Longst til vinstru å myndini sæst Steffan Stummann Hansen, fornfrødingur, sum hevur stadid fyri utgrevstrinum, saman vid trimum av hansara hjálparfólkum