Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-10-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. oktober 1984síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 5 tíðindablaðið Utgevari: P/f Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Blaðfólk: Høgni Djurhuus og Randi Jacobsen Uppseting: P/f Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 Tjóðveldis- flokkurin í fanginum á folkaflokk- inum FÓLKAFLOKKURIN bjóðar seg fram at taka leiðsluna av einum komandi landsstýri. Tjóðveldis- flokkurin hevur sagt seg til reiðar at stuðla fólkaflokkin. Hetta ætla teir helst at gera við einum møgu- ligum sjálvstýrislandsstýri. FYRI 22 ÁRUM síðani fingu vit eitt sokalla sjáivstýrislandsstýri. Tann samgongan, sum var samansett av fólkaflokkinum, tjóðveldisflokkinum, sjálvstýris- flokkinum og framburðsflokk- inum, sat frá 1962 til 1966. Men har kom lítið burtur úr. Har kom púrt onki burtur úr. Teir fýra sjálvstýrisflokkarnir vóru ósamd- ir á øllum økjum. Teir kundu ikki semjast um nakað. Tað var versta klandursstýri nakar visti um. Tann samgongan hevði met í at klandrast líka til sitandi samgonga ték vid fyri sløkum fýra árum síðani. SAGT VARÐ, AT teir fýra flokk- arnir vóru samdir um at reka sjálvstýrispolitikk, at teir skuldu fremja týðandi broytingar í heimastýrislógini, at teir skuldu avtaka føroysku sessirnar i fólka- tinginum, at teir skuldu fremja yvirtøkur av tydandi målsøkjum 0. s. fr. Men har hendi onki. Held- ur ikki á sjålvstyrisleid. Tá fólk aftaná fóru at kanna, hvat sokall- aða sjálvstýrislandsstýrið hevði fingið burtur úr, komu tey til tað úrslit, at einasta broytingin í viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar var tann, at jólaheils- urnar, sum føroyingar í Danmark plagdu at senda yvir Danmarks radio til skyldfólk, vinir og kenn- ingar í Føroyum, vórðu avtiknar. RÅDINI TIL SL*K skemtilig eksp- erimentir vóru ikki tey bestu i sekstiárunum. Tey fýra árini framman undan hevði javnaðar- flokkurin leiðsluna. Tá vóru stórar tíðindablaðið Argjavegur 26. 3800 Argir. Postsmoga 76, 3800 Tórshavn. Telefon 118 20. oddagrein iløgur gjørdar bæði á sjógvi og á landi. Størsta endurnyggingin av føroyska fiskiskipaflotanum varð framd tey árini. Ílegur vórðu gjørdar í arbeidsskapandi tiltøk á landi. Gongd kom å byggingina av havnum, vegum og berghol- um. Gongd kom eisini á rav- magnsútbyggingina, á útbygging- ina av telefonverkinum, sjúkra- húsverkinum, skúlaverkinum o.s. fr. Hetta gjørdi at menn kundu spæla sjålvstyri i fyra år uttan at samfelagið fór á húsa- gang. MEN FÝRA ÁR afturat, tað toldu vit ikki. Tað var eisini eitt tungt tak hjá landsstýrinum, sum kom aftaná at fáa hjólini aftur at mala. Javnaðarflokkurin tók eisini leiðsluna av tí landsstýrinum og tað gekk. Útbyggingin av sam- felagnum kom í gongd av nýggj- um. Í hesum døgum hava vit yvir- hevur ikki ráð til slik eksperi- mentir. Búskaparliga stødan er rættiliga hættislig. Tey komandi fýra árini skulu stór og átrokandi mál loysast. T.d. skulu vit finna eina skilagóða og nýtiliga loysn í undirgrundsmálinum. Ein loysn skal eisini finnast viðvíkjandi framtíðar stuðulsveitingunum úr ríkiskassanum. BUSKAPARLIGA stødan er alt ov hættislig og målini, sum skulu loysast komandi fyra årini, eru alt ov tydningarmikil til tess, at vit kunnu sleppa fólkaflokkinum og tjóðveldisflokkinum at spæla fólk í húsi tey næstu fýra árini. Tá mugu vit heldur biðja teir fara út um at spæla. Vit fara at mæla fólki frå at atkvøda soleiðis, at fólkaflokkurin fær møguleika fyri at leiða eitt nýtt sjálvstýris- eksperiment, har tjóðveldisflokk- urin vil sleppa at sita uppi i fang- inum á fólkaflokkinum. Nr. 122 — 18. oktober 1984 Kortanei — ongar herstødir í Føroyum H.Christensen skrivar si Sosialinum 13. í hesum lesarabræv, hann kallar »NATO ud«. — Ut við NATO, og hvat so? spyr hann. Tey flestu eru bangin fyri, at um vit koyra NATO út, so koma russ- ” ararnir í staðin. Fyrst mugu vit gera okkum greitt, at vit eru eitt tað fyrsta, sum War- zawa-samgongan fer at bumba — somikið týdn- ingarmikil er NATO-stød- in, vit hava her. Hvi skuldi annars verið hildið fast við, at hon skal vera verandi her? Vit hava í løtuni tveir meguleikar; um kríggj brestur á: 1) Vera bumbað av War- zawa 2) Fer NATO út, og War- zawa hertekur Føroyar i staðin, verður tað NATO, sum bumbar okkum. HVAT er betri ? ? Herstødir varðveita ikki friðin. Tað er týdningar- mikið hjá báðum teimum stríðandi pørtunum at fáa oyðilagt hersteðirnar hver hjá eðrum, fyri at oyði- leggja verju teirra. Hver okkara ynskir at vera sprongdur í luftina av eini atom-rakett? Tað kann jú vera líkamikið. Vit mugu halda fast við, at vit einki endamál síggja í at gerast kanón- fødi — hvenn, tað so er fyri. Latið okkum fáa ST inn í staðin at umsita steðina. Eitt tað fremsta enda- málið hjá ST er jú at varð- veita friðin. Og ST kundi so ansað eftir, at vit hverki vórðu hertikin av russum ella NATO; og tá hevdu vit heldur ikki verið bumbað, tí vit høvdu jú ikki havt eina hersteð hjá nøkrum av pørtunum. Ein, sum ikki vil gerast kanonfødi Gráin tøkk til forfedrar okkara Fyri kortum vóru vit eldri í Skopun undirdíkt í panti- brøvum frå skattaumsit- ingini. So idiliga at åttatiåra- gomul ella eldri verda offur fyri hesum umsiting- arliga terrori. Einkja, sum visti seg einki at skylda, fær pantihóttan við rentu- rokning fyri 62 til 72 — nú i 84. Hvat skal slíkt fólk halda um teir, ið skipa fyri her á landi? Skulu hesi øsa seg upp, sum rætt og rímiligt er, og so liggja eftirá? Ella skulu tey lata sær lynda hesa alment fyriskipaðu vanvirðing, sum tíanverri er dagligur kostur undir núsitandi stýri, sum ikki hevur eeðr- vísi virðing fyri vanliga manninum enn tað, ið traðkað verður á. Skattadeildin er stund- um fyrikomandi at tala við, men hurlivasin er so stórur og ynski lands- stýrisins mótvegis skatt- gjaldarum helst so ótýd- lig, at skatta-starvsfólkið eisini kann hava orsek til at argast. Ræðslan millum eldra fólkið, sum altíð royndi at svara hverjum sítt, fyri hesum buearukratiska ter- rori er so stór, at vit her í bygdini hava dømi um, at hesi hava goldið — hóast tey vóru sannførd um einki at skylda. Hevði tað ikki verið hóskiligari at latið 5 — 10 ára gomul smákrev, sum alstórur ivi var um, farið afturvið, tá talan er um henda aldursbólk, ið helst ikki hevur grannskoðara í húsinum hvenn dag. Er henda háðandi og órættvísa viðferð hósk- andi mótvegis teimum, sum í bestu trúgv til fram tíðina slitu seg upp í nakka og legdu lunnar undir tað samfelag, sum landsstýrisflokkarnir reypa so dúgliga av, men sum teir hinvegin hava gjørt sítt besta til at forkoma. Almenna starvsfólkið skal ikki deilast fyri hetta fyrilitarloysi, men lands- stýrið, sum hevur skyldu og myndugleika til at fáa hetta ólag í eina meiri »menniskjaliga« legu. Sandoyingur Ferðsluvanlukkur — autoverjur Av góðum grundum hevur í seinastuni verið nógv tosað og skrivað um ferðslu, og teir trupul- leikar og meiningsleysu vanlukkur í sambandi við ferðslu. Eg kom at hugsa um ein útlending, ið var her fyri kortum. Hesin arbeiðir innan ferðslutrygd. Tá eg segði honum frá øllum teim álvarsligu ferðsluóhappum sum hava verið, og hava vundið uppá seg, er tað fyrsta hann sigur, at autoverjur- nar hjá okkum als ikki eru nóg góðar. Hann tók seg fyri andlitið og helt fyri, at sera vandamikið er at koyra inn í tær autoverjur vit hava í Føroyum. Eisini fanst hann at, at ikki góðar autoverjur eru settar framvið vegnum har berg er uppfyri. Tað er í fleiri forum, nógv vanda- miklari at koyra inn í bergið enn at fara út av vegnum. Tí er av alstórum týdningi, at vit fáa góðar autoverjur har berg er uppfyri. Ein annar vansi hann nevndi var, at fólk ofta ikki halda nóg fast um rattið, og enntá metir ein bilum, har ferarin situr við aðrari hondini uppundir kinn. Hvat skal ein slíkur bilforari gera um eitt framhjól punkterar, ella eitt ella annað, ið liggur á vegnum, kemur fyri hjól- ið. Vit megu fáa kannað um autoverjurnar vit brúka, er nóg góðar, eins og allir vegir í landinum mugu gerast nóg tryggir til ferðsluna, vit hava. Eisini má ein betri og miðvísari upplýsing fara fram, sum fangar ell, og fær okkum at hugsa okkum um. Johan F. Magnussen