Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-10-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. oktober 1984síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 122 18. oktober 1984 J. Lindenskov, legtingsmaður skrivar: tdindabladid Hvi vera so órealistiskur Tá fólkatingið herfyri varð sett, gav statsministarin eftir vanligum siði eina frágreiðing um steðu Dan- markar. Her kom týðiliga til sjóndar, at búskapar- liga reseptin hjá borgar- ligu stjórnini ikki hevur eydnast so sum teir lovaðu. Handilsjavnaundirskot- ið fer væntuliga at liggja um 18 milliardir við árs enda 1984. Men feroysku fólka- tingsmenninir høvdu eisini orðið undir orða- skiftinum. Fólkafloksmað- urin nýtti sjálvsagt hevi til at hálva byttuna yvir sosialistarnar og haraftrat at boða frá, at tað hann hevði lovað fram til fólka- tingsvalið einki hevði við veruligan politikk at gera, men var bert at rokna sum vanligur fólkaflokssiður. Hann váttaði enn eina- ferð, at fólkaflokkurin fer at blanda seg uppí danskan politikk og heldur seg ikki uttanfyri tað politiska stríðið mill- um donsku stjórnina á sama hátt sum javnaðar- flokkurin hevði styðjað javnaðarflokkin í sínum fíggjarpolitikki á fólka- tingi. Her er hverki meira ella minni enn ein fullkomilig umbroyting hend hjá fólkaflokkinum, sum und- an valinum forsikraði velj- arunum, at fólkaflokkurin ongantíð fór at blanda seg upp í donsk politisk viður- skifti. Fólkatingsmaðurin hjá sambandinum, Johs. Martin Olsen nýtti eisini hetta hevi til at stikla eftir javnaðarflokkinum. Hann tosaði um uttan- landsskuldina í Feroyum, sum er vaksin við 2 mill- iardum krónum síðan sambandsflokkurin = tók leiðsluna í Tinganesi. Hann sigur her m. a. >Ved árskiftet 1980/81 var der opbygget en udenlands- gæld pá ca. 1,1 mia. kr. netto. Det er en gæld, som for størstedelen var gået til forbrug og kun i yderst ringe omfang til invest- eringer.« Tað er eitt gamalt orða- felli sum sigur at fáur lýgur meira enn helvtina. Í hesum sambandi kemur mær hetta orðafelli til hugs. Tí allarminst átti tað at verið fremmant fyri Johs. M. Olsen, at sam- felagsframburðurin i sjeytiårunum als ikki hevði verið tann grund- stuðulin, sum hann steðugt er fyri búskap samfelagsins, um ikki iløgur vóru gjørdar — og samfelagsútbyggingin framd. Og tað er til hesi endamál, lánspeningurin uttanífrá undir leiðslu av javnaðarflokkinum á sjeytiárunum varð brúktur. Serliga gjørdar í fiskiidnadin, hes- ar ílegurnar vóru serliga vóru ílegur stórar fram til 1977 og verða tá aftur serliga stór- ar í árunum 1979 til 1980, tí tá fór ein rættiliga stór rasjonalisering fram í fiskiidnadinum, umframt at nýggj fiskavirkir vórðu tikin í brúk. Haraftrat hevur tað ongantíð verið so stórur framburður og so stórar ílegur gjerdar í ídnaðin annars sum í árunum frá 1970 fram til 1980. Uppaftur vóru serliga stórar havnagerðir framd- ar í sjeytiárunum, vega- gerðir og flogvallavíðkan, uppsetan av automat- Síða 7 innflúgvingarút- gerð, vega- og tunnils- bygging. Havnaútbygg- ingarætlanin uppá 6 ár hevur verið stór hesi árini eins og ílegurnar til skúla- verkið serliga ektust í 1978-80. Ílegurnar hjá SEV og Telefonverkinum ektust nógv frá 1978-79. Hetta eru m.a. tey endamál sum Johs. M. Olsen rópar fyri >forbrug og kun i ringe omfang til investering«. Tað er herskið at hoyra sambandið uppaftur og uppaftur trútta niður í veljaran, at valt er farið til forbrúk<, tá sannleikin er tverturímóri, at lántekur- nar undir leiðslu javnaðar- floksins í sjeytiárunum fóru til rættiliga umfat- andi útbyggingar av tí fer- oyska samfelagnum Ja til útbyggingar, sum rættiliga megu sannast at vera hin beinleiðis for- treytin fyri, at vit steðugt eiga eitt vælsmurt sam- felag, tí rætt var atborið meðan tíð var, at gera í- leggingar til framhaldandi útbygging av okkara sam- felag. iskari J. Lindenskov Martin S. Eidesgaard, nevndarlimur i Suðurstreymoyar Javnaðarfelag skrivar: Borgarliga alternativið Nýliga kom í donsk blød eitt tíðindaskriv frá alment lentum starvsbólk- um. Skrivið snúði seg um tingingar við danska for- sætisráðharran Poul Schlúter, um hansara vantandi vilja at gera nakað við arbeiðsloysis- spurningin, sum lutvíst kann loysast við, at ar- beiðstíðin verður stytt. Eisini varð nevnt í skriv- inum, at Poul Schlúter ivast í, um alment lent kunnu fáa somu lenar- hækkanir, sum fólk í aðr- ari vinnu. Borgarliga hetzin mótvegis tí almenna og tess lentu Nú spyrt tú kanska, hvat hetta hevur við feroysk viðurskifti at gera. Jú, í Feroyum situr eitt líkn- andi stýri, sum eisini er ímóti alment lentum, ja, enntá spillir tey og teirra arbeiðspláss út. Hver kann so orsekin vera til hesa borgarligu: hetzina móti tí almenna ? Linjan er greið. Tá hildið verður aftur í al- menna lønarlagnum, ynskja færri og færri at fara í starv har, og fólk, ið starvast innan tað al- menna, fara haðani vegna lenargongdina. Harav fylgir, at al- menna tænastan viknar og gongur ikki sum hon skal, og so er lagamanni aftur at koma við plátuni við einu rilluni, at einki al- ment gongur, og at starvs- fólkið lítið og einki ger til nyttu. Privatiseringin Skuldi tað tó hent, at okk- urt alment ber seg ella virkar væl, skal tað pri vat- iserast — lastbilarnir nú, okkurt strandfaraskipið seinni. Tað er so deiliga lætt og risikofrítt at privatisera eina ella aðra tænastu, sum tað almenna hevur uppbygt. So kemur tað „fría initiativið< ikki at missa sínar >súrt< tjentu pengar. Harumframt skal tað almenna eisini gjalda afturfyri, at hesir >fríu ini- tiativistarnir« taka hesa „tungu byrðu) uppá seg. Tí er tað almenna gott, tá talan er um at fáa peng- ar haðani og fleiri eru teir kapitalstar, ið á tilikan hátt bæði eru feddir og geddir av tí almenna uttan so mikið at tað al- menna hevur fingið tekk afturfyri. Íslendskir tilstandir Halda teir borgarligu á við hesum politikki, kemur steðan fyrr ella seinni at verða líka spent sum í Ís- landi. Har situr eisini eitt borgarligt alternativ. Teirra mál er, siga teir, at tálma prísvekstrinum, men hver hevur goldið prísin, tað eru lentakarar- nir. Umframt roynir stjórnin at knúska verka- feløgini (serliga hjá teim alment lentu) og nýtir eila lovprísar enntá ólóglig til- tek. Sum demi kann nevnast, at í flokshel- unum hjá íslendska sjálv- stýrisflokkinum (bróður- flokkur hjá okra Fólka- flokki) varð ólógligur sendari nýttur — hver skal siga, kann tað sama henda her? Borgarligur politikkur Borgarligu stjórnirnar her og í løndunum uttan um okum vísa, at tað, sum liggur teimum næst er, at geða tey frammanundan gøddu og lat so fara við restini. Verkafeløgini skulu knuskast, ti tad likist ong- um, at tey kunnu klåra seg at fåa nøkur av sinum løn- arkrøvum igjøgnum. Javnadarflokkurin løntakaraflokkur Fólkaflokkurin kapitalflokkur Báðir teir fyrstu flokk- arnir í foroyskum politikki góvu sær ikki far um kor- ini hjá fjeldini, at hon eisini hevði ein tørv — ti kom Javnaðarflokkurin. Sum andsvar til Javnað- arflokkin varð Vinnu- flokkurin settur á stovn at tæna áhugamálunum hjá kapitalinum móti krevun- um hjá verkafjeldini. At Vinnuflokkurin seinni fekk sær gekkaskort og nevndi seg Fólkaflokkin fjalir ikki útyvir, at hann ikki tænir fjeldini, men peningavaldinum, t. v. S. Í veruleikanum er ein fá- Fólkaflokkur. „Tey fáteku hålvtryssini« Í hálvtrýssunum sótu fyrst Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin og seinni eisini Sjálvstýris- flokkurin við ræðið — gev gætur, somu flokkar, sum teir, ið nú stýra. Tað er ikki av ongum, at tíðarskeiðið frá 1950 til 1958, tá bert borgarligir flokkar myndaðu lands- stýrið, verður nevnt „tey fáteku hålvtryssini«, tá stór fjøld av Føroya fólki måtti leita sær arbeidi utt- anlands. Ikki fyrrenn Javnaðar- flokkurin kom í landsstýr- ið í 1958 bettust korini — tey arbeiðsfremjandi til- tekini komu við Javnaðar- flokkinum. Standið saman Lentakarar standið saman móti tí borgarliga alter- nativinum, ið beinleiðis er ímóti almennum virksemi og krevunum hjá verka- feløgunum um frægari ar- beiðs- og lenarviðurskifti. Gev gætur, at Javnaðar- flokkurin varð stovnsett- ur vid ti endamåli, at øll skulu hava tad gott, og virkar hann framvegis eft- ir hesi skrå. Einasta veruliga verndin moti ti borgarliga alternativinum er Javn- adarflokkurin. Vid Javnadar- flokkinum móti hegrarákinum Ágangurin frá borgarligu flokkunum er harðnaður. Fólkaflokkurin t.d. er síðstu árini farin líka langt til hegru, sum hann var í byrjanini, og so langt er tað, at hann mátti í rættin at fáa greiðu á, um hann var vorðin fascistiskur ella ikki. Hann men... Okkurt graml ljóðar um, at ein føroysk »Mein Kampf« kemur i bókabúð- irnar heilt skjótt ! ! ! varð fríkendur, Við Javnaðarkveðu Martin S.