hósdagur 18. oktober 1984síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8 tíðindablaðið Nr. 122 — 18. oktober 1984
Leirvíkar kommuna:
Tunnilin fer at
knýta Getu og
Leirvikina
saman
— og hetta fer at fáa stóran týdning fyri báðar bygdirnar,
heldur bygdarráðsformaðurin í Leirvík, Eydbjørn Lervig, sum
Tíðindablaðið Sosialurin hevur tosað við.
Hann heldur, at tað sum hevur størsta tydning fyri bygdina í
næstu framtíð er at fáa tað sunnara grótkastið. Tá hetta er
gjert, er karmurin skaptur um eina 1. floks havn. Tá kann ein so
byrja at arbeiða innan fyri karmin. Ferjulegan verður ikki nóg
góð fyrr enn sunnari grótgarðurin er komin. Hann skal verja
ímóti lágættarvindinum. Og havnin verður tá nógv meira kyrr.
Stersta arbeiðsplássið í
kommununi er flakavirkið
Frost. Har er arbeiði til
eini 100 fólk, tá nógvur
fiskur er. Virkið er útbygt
nakað tey seinastu árini
og tosað verður um víðari
útbygging. Her fyriliggur
tó einki fast enn. Umleið 7
Bygdarmyndin. Leirvík í dag
trolarar og trolbátar
tryggja virkinum eina
javna tilgongd av fiski.
Haraftrat eru so eisini
nakrir smærri bátar.
Sunnudagin kemur ein
nýggjur bátur til Lorvík-
ar. Tað er felagið á Bakka,
sum letur bátin byggja í
Fraklandi. Hetta er syst-
urskip til Bakkakristian.
Av eðrum arbeiði í
bygdini kann nevnast
tunnilsgerðin og havna-
gerðin. Tað er so mikið
nógv av arbeiði í Lorvík í
dag. at tað hevur víst seg
at vera trupult at fáa nokk
orð jan
myndir kalmar
av fólki til flakavirkið.
Annars er ein smiðja í
bygdini, sum gevur nakað
av arbeiði. Her verður
mestsum alt fyrifallandi
smidjuarbeidi gjørt.
Sidani eiga lorvikingar
eitt knettavirki, sum gev-
ur arbeiði til 4-5 kvinnur.
Lorvíksknettir eru kend
um alt landið.
Ætlanin er at byggja
ein stóran goymslu- og
umvælingarbygning á
sjálvum kaiøkinum. Tað
eru bátaeigararnir í Lor-
vík, sum skulu hava
henda bygning. Tað er
rættiliga fitt av arbeiði í
samband við trolveiðu og
serliga vetrarhálvárið er
óhegligt at standa á sjålv-
um keikantinum og takast
við reiðskap 0.1.
Húsið her er talan um
verður 16X40 metrar.
Meguliga verður tað nak-
að sterri.
Ein servicesteð skal eis-
ini byggjast norðan fyri
bygdina. Her verður eisini
cafeteria. Arbeiðið uppá
hesa stødina fer í gongd í
næstum.
Tunnilin, sum nú verð-
ur gjørdur millum Lorvík
og Getu fer at fáa kollvelt-
andi týdning fyri báðar
bygdirnar, ikki minst fyri
Lorvikina. Lorviksvegur-
2
— Fa
Eydbjørn Lervig, bygdarrådsformadur
in er óhegligur og keðilig-
ur serstakliga vetrarhálv-
árið. Við tunnilinum verð-
ur meira eykkaleyst at
koma og fara hjá lorvík-
ingum.
Eyðbjern Lervig metir
Gøtu og Lorvík meira sum
eina bygd, nú tunnilin
verður gjørdur. Tá nógv
arbeiði er á eðrum plássi-
num er lagaligt hjá fólki í
Getu at fara til arbeiðis í
Lorvík og øvugt.
Tunnilin hevur eisini
stóran týdning fyri tey
mongu fólkini, ið dagliga
ferðast úr og til Norð-
oyggjar. Eyðbjern Lervig
roknar við, ar Lorvík eis-
ini í framtíðini verður mið-
depil fyri hesi ferðing.