Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-10-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. oktober 1984síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Nr. 123 — 20. oktober 1984 GO '84 Heilir 100 bingovinningar við »øllum góð- um úr havinum«. Hetta er luksuspakkar vid alskyns góðgætisfiskaverum frå royki- virkinum Samm Fisk Hevuðsvinningarnir — heilir fýra — eru: Ferð til Hetlands eina viku fyri tvey við egnum bili. Harum- framt egin hús, nærum hvar í oyggjunum, vinnarin ynskir. Ferð til Danmarkar eina viku fyri tvey við Norrønu í ferðalagi við Leif Nolsee. Allar útferðir og vistarhald goldið. Vikuskiftisvistarhald fyri familju á ståsiliga Hotel Føroyum. „Alt gott úr havinum« til allar bingovinnarar. Luxuspakki við alskyns leskiligum fiskaverum frá roykivirkinum Samm Fisk, Tórshavn Ein av vælumtóktu Puch Cross-súkkluna frá Fa. John W. Thomsen, Klaksvík. Gunnar Staksá, valevni javnaðarfloksins í Suðurstreymoy, skrivar: Vit mugu útbyggja sosialloggåvuna Øll tey. sum i dag fáa pen- sjon ella annan sosialan trygdarpening, kunnu frøa og gleda seg yvir, at fólkaflokkurin ikki hevði politiskt vald til at fremja sínar hjartaleysu ætlanir móti teimum ringast still- aðu í samfelagnum. Kann nakað hugsast kaldari. kyniskari og hjartaleysari enn at tala um vanda fyri okkara tjóðskaparliga lívi, tá tey gomlu, ið hava stríðst og strevast eitt langt liv, tå tey, sum avlamin eru ella óarbeiðsfer, tá okkara einkjur og okkara for- eldraleysu bern fáa pening at liva fyri, pengar til liv- sins uppihald? Ikki nóg mikið við ti fólkaflokkurin talar um, at hetta kann skapa ein falskan trygg- leika, og so eru vit foknir sum tjóð. Eftir fólkaflokkinum at dema er tað ónationalt, át hin útslitni arbeiðs- ella fiskamadurin, hin neyð- stadda einkjan og onnur, ið liva á lívsins skugga- síðu fáa livilig kor, heldur enn bara at ana ella liva í troti og sakni. Hevur nak- ar hoyrt líknandi. At rópa tað at leggja tjóðskapar- ligar garðar niður og »deydan í durinum« tå poståvisingin vid einkju- pensjón ella eðrum sosial- um stuðli kemur inn á dyrnar hjá okkara ringast stillaðu medborgarum. Fólkaflokkurin ávarar fólk. ið fáa nakrar hundr- aðkrónuseðlar inn á dyrn- ar hvenn mánað. ikki at brotna av í rygginum. Men vit ivast ikki í, at vit eru betur í samljóð við okkara treingjandi med- borgarum, tá vit halda, at júst hesin stuðulin hevur rætt ryggin á mongum, Samband: ella »Viljan«? hevur bjargad mongum undan sakni og troti, hungri og halli, hjálpt teimum til betri livikor og eitt stig burtur frá lívsins skuggasiíðu. Stersti vandin í dag er hver einasta atkveða, ið fer til fólkaflokkin, tí hon kann vissuliga hjálpa væl til, at steðgur kemur í so- siallóggávuna, og at tann peningur. ið fólk fáa nú, verður uppetin í okur- skatti ella okurtolli. Vit halda fast um tað, vit hava vunnið á sosiala økinum. Vit skulu í stór- um útbyggja okkara sosi- alloggåvu, so hon kemur at umfata allar vandar og allar borgarar samfelag- sins. Til tess krevur javn- aðarflokkurin allan stuð- ul. Fylkist um javnaðar- flokkir á valdegnum tann 8. november. Gunnar Staksá Vaågsbygd og Palle Jacobsen Eg sat og åt degurða leyg- ardagin, tá posturin kom inn at durum. Eg fekk Dagblaðið forerandi, so eg hugdi líka, hvat stóð í blaðnum. Tá eg sá mynd- ina av Palla J. mátti eg leggja degurðan frá mær — eg fekk ilt fyri hjartað av at síggja ein sovorðnan vingliskelt sum Palla. Eg forstandi væl, at tú gongur og fjakkar. Tað var onki at forvinna innan javnaðarflokkin, tú fekk ongi ljós frá teimum. Eg eri so fegin, at tú ert rýmdur, tí nú sleppa vit frá at hoyra tann kritikk og tvætl, tú altíð gekk runt við. Fólkaflokkurin = hevur keypt teg og fleiri aðrar fyri ymiskt. Tú fekk Vágs- ljós og aðrir fingu mangt og hvat. Eitt veit eg, tú hevur ikki forstand uppá politikk, heldur enn hund- urin hjá mær. Eg vóni ikki at vágbing- ar eru so býttir at velja Palla. Hann hevur onki at týða og skapar ongar meguleikar fyri mær ella eðrum her í Vági. Tú skrivar m.a. um timburmenn, at 2 eru út- lærðir síðstu 20 árini. Tað er lygn sum alt annað. Tú ert timburmaður, hví ar- beiðir tú ikki? Páll Vang arbeiðir fyri sær sjálvum og ongan annan, hann hevur onki gjørt fyri Suðuroynna. Eg vildi heldur havt 20 sum Flemming M og javnaðar- menninar enn 1 sum Palla J. Eitt er sikkurt, at gong- ur fólkaflokkurin ikki eftir tíni recept, so fert tú at royna onkran annan flokk næstu ferð. Eg veit onki um at tú ert nekur arbeiðsrót í Vági. Eitt gamal orðatak sigur: Krage seger mage. Skulu vit suðringar yvirliva, so mugu vit velja ein sterkan javnaðarflokk inn á ting, men vit fáa hverki gomul pakkhús ella stearinljós aftur fyri. Vit fáa harafturímóti meguleika at liva væl og arbeiði til allar hendur. Tú loypur á Flemming. Hevði tú verið sum aftasti fingur á okkara javnaðar- og sambandsmonnum, so vart tú ein maður fyri tín hatt. Fólkaflokkurin = hevur keypt nógvar sambands- veljarar, so teir eru ikki verri enn so. Palle, eitt skal eg ráða tær til — sit heldur og tig. Ætlar tú at gera líka nógv fyri suðringar sum Páll Vang, so kemur lítið á skaftið. Veljari