Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-10-20, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. oktober 1984síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 123 — 20. oktober 1984 Tey syngja alla heystfritidina tíðindablaðið — Sangstevnan á Argjum nógu at týða fyri Heimamissiónina Tað var Alfred Hansen. leiðari á sangkórinum í Havn, ið fekk hugskotið at skipa fyri sangstevnu í Feroyum. Hann og konan vóru á sangstevnu í Noreg í 1975. Har hittu tey Ole Weber, lærara og tón- leikaráðgeva í heimamissi- ónini í Danmark. Teir hittust aftur á vári í 1978, tá Alfred var á sang- stevnu í Danmark. Skipað bleiv nú fyri sangstevnu í Feroyum. Tann fyrsta varð hildin sama árið. Fyrst í Havn Tær tvær fyrst vóru í Havn. Síðani hava tær verið í Klaksvík, á Glyvr- um, á Strondum, Gilja- nesi, og í ár á skúlanum á Argjum. Sangstevnurnar eru hvert ár í heystfri- tíðini. Við hesa ferð eru 10 danskir lærarar. Nakrir eru tónleikalærarar, men aliir hava teir havt nakað við tónleik at gera. Ole Weber, ið er leiðari á felagskórinum, sigur, at songgleðin millum luttak- ararnar er stór, og at ell eru ógvuliga positiv fyri hesum tiltakinum. Fyrsta árið vóru einans sungnir danskir sangir, men nú er Ansið eftir folka flokkinum — verjið demokratiið „Fólkaflokkurin fer at vinna stórt, ja, hann fær í minsta lagi tveir mans afturat ...« Hetta er vanligt tos fólk ímillum — bæði millum samgongufólk og and- steðufólk. Fólkafloksmenn siga, at maðurin í Sandoynni er sikkur. Maðurin í Norð- streymoy verður aftur- valdur. Í Suðurstreymoy fáa teir kanska tann triðja mannin, og norðingar hava vónir um um at fáa tveir mans valdar. So nú er bara tann neyðars landsstýrismaðurin í Suð- uroy eftir. Skal hann íkki veljast??? Við hetta lag fær fólka- flokkurin triggjar mans afturat á tingi — kvinnu fær hann so ikki, tí tær eru bert ífylla hjá teimum — tær hava jú higartil háðað alt um javnstødu kynjanna millum. Men fólkafloksmenn brúka øll vápn. Teir splitta familjur og flokkar við at stilla onkran upp, sum kanska yvirhevur ikki hevur við politikk at gera — bara tað kann gera fortreð!!! Framhald á síðu 14 alt foroyskt. Í ár eru triggir føroyskir lærarar við. Ole vónar, at allir lærarar í framtíðini vera foroyskir — ikki tí, teim- um líkar væl her — men tað hevði verið betri. Góð undirtøka Undirtekan er góð. Fyrsta árið vóru 90 luttakarar, annað árið 170, og tað hevur tað verið síðan. Lut- takararnir koma úr ellum landinum. Stersti partur- in eru ungfólk. Eingi krøv verða sett, fyri at vera vid. Oll búgva privat, men eta á skúlanum. Sangstevnan ber seg sjálv figgjarliga, tí tey sjálvboðin taka sær av matgerð, baking og tilik- um. Luttakararnir gjalda 400 krónur. Tá er matur og alt iroknad. Dagurin byrjar kl. 8 vid morgunmati. Síðani er bibliutimi og bidimøti i ein tima. Undirvising er i tveir timar, har luttak- ararnir kunnu velja mill- um: sang, sangteknik, blaðsang, gittar, kór- leiðslu. Degurði er kl. 12, og síðani ein tíma kór- sangur. Kaffi er kl. 15, og aftaná er felagskórsang- ur. Á sangstevnuni eru trý kórslog: Streingjakór, ungdómskór, 4—raddað kór, og ell hesi eru so í einum felagskóri. Nátt- urði er hålvgum 6 og hålvgum 8 samlast øll aftur, har møgulig aktuel evni verða umrødd. Á hes- um kveldsetum verður greitt frá ymiskum. skip- að verður fyri kappingum og eðrum undirhaldi. Á henda hátt koma allir lut- í neyvt sam- band hver við annan. takararnir Heimamissiónin leggur dent á livandi boðskap Sangstevnan hevur nógv Síða 5 Orð: Maud Myndir: Kalmar Sangstevnana endar við konsert í Vesturkirkjuni í morgin kl. 17.00, har felagskórið syngur at týða fyri Heima- missiónina. Tað eru anda- ligir sangir, ið sungnir verða, so tá sangstevnan er liðug, halda sangirnir og boðskapurin í songun- um áfram runt landið. Sangstevnan visir seg at vera ein stimbran, bæði hvat viðvíkur at fáa boð- skapin út til fólk og fyri kórsangin. Sangstevnan hesaferð endar við eini konsert við felagssangkóri sunnudag- in í Vesturkirkjuni kl. 5. Fyra luttakarar á sangstevnuni. Tey eru frá vinstru: Elin Petersen av Strondum, 21 ár, Óluva Foldbo av Toftum, 14 ár, Bergur Debes Joensen av Argjum, 18 ár og Jónhard Joensen av Strondum, 26 ár. Eg tosaði við nakrar lut- takarar á sangstevnuni. Teir vóru allir ógvuliga væl nøgdir við stevnuna og hildu hana vera eitt frá- líkt tiltak. Jónhard Johansen, 26 ár, av Strondum: — Eg havi valt sang- teknikk. Har lærir ein, hvussu ein skal syngja og nýta reddina rætt. Eg havi sungið í streingja- kórinum í Havn, Kristi- liga sangkórinum, og eisini einsamallur. Hetta er fyrsta ferð, eg eri á sangstevnu. Elin Petersen, 21 ár, úr Sandavågi: — Eg havi valt blad- sang, har ein lærir at syngja eftir nótum. Eg havi sungið við streingja- kórinum í Sandavági og í Havn. Hetta er sættu ferð, eg eri við á sang- stevnu. Bergur Debes Joensen, 18 ár, av Argjum: — Eg læri at spæla guittar. Vit fáa bæði teo- retiska og þraktiska undirvising. Eg syngi við streingjakórinum í Havn og spæli eisini violin. Hetta er fyrsta ferð, eg eri við her. Óluva Foldbo, 14 ár, av Toftum: — Eg havi valt nóta- læru. Har læri eg týdn- ingin av nótum. Eg syngi við streingjakórinum á Toftum. Hetta er fyrsta ferð, eg eri við, og eg ætli mær aftur næsta ár. maud