Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-10-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. oktober 1984síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 123 — 20. oktober 1984 tíðindablaðið Síða 6 tíðindablaðið Útgevari: P/f Sosialurin Abyrgdarblaðstjóri: Jan Miller Blaðfólk: Høgni Djurhuus og Randi Jacobsen Uppseting: P/f Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 Sum tongul 4 - = í brimi TAÐ ERU NÆRUM 50 ár síðani fólkaflokkurin sá dagsins ljós. Øll hesi árini hevur flokkurin sýnt eina sera vingluta stødu. Tað er ómeguligt at siga ein leygardag hverja áskoðan fólkaflokkurin hevur mánadagin eftir. ØLL TEY ELDRU minnast rakstrarrópini undir seinna heims- bardaga. Fólkaflokkurin skuldi hava loysing. Teir skuldu taka landið. Men tá ástóð, stungu fólkafloksmenn halan millum beinini. Í 1950 skuldu teir ikki hava loysing meira. Nú skuldu teir bara reka allar sambands- menn úr gllum álitissessum her á landi. Bert tveir mánaðar eftir at hesi rakstrarrópini dundu, valdu teir ein sambandsmann til løg- mann. Teir valdu ein sambands- mann i fremsta ålitissessin, før- oyingar eiga. VIT MINNAST eisini, hvussu sami flokkur øll fimti- og seksti- árini og ein stóran part av sjeyti- árunum við, skifti støðu í fiski- marksmálinum. Tá flokkurin var í andstødu, kravdi hann fiskimark- ið út uttan drál. Tá flokkurin sat við ábyrgd, helt hann uppá »hav- enes frihed«. Hetta vóru júst orð- ini, sum fyrrverandi formaðurin í fólkaflokkinum nýtti í fyrru helvt av fimtiårunum, tå hann sat sum landsstýrismaður. AV OG Á SIGUR fólkaflokkurin, at fólkatingssessirnir eru týdn- ingarleysir. Hetta hevur serliga verið uppundir fólkatingsval. Tá hava slík rakstrarróp hóskað flokkinum sera væl. Men tá fólka- flokkurin hevur fingið umboð á fólkating, hava vit ikki hoyrt meira um avtøkuna av fólkatings- Argjavegur 26, 3800 Argir. Postsmoga 76, 3800 Tórshavn. Telefon 118 20. oddagrein sessunum fyribils. Tá er tann spurningurin skrinlagdur til næstu ferð, fólkatingsval verður. Tá er avtøkan av fólkatingssess- unum góð at hava. Góð at øsa og rumbla við. TAÐ GAV AT BYTA, tá fyrrver- andi formaður fólkafloksins eina ferð varð valdur á fólkating. Hann sat sum landsstýrismaður. Hann slepti landsstyrissessunum til frama fyri tann týdningarleysa fólkatingssessin. Og ta seinastu tíðina hevur tað verið síður hjá fólkaflokkinum at draga vanlig løgtings- og landsstýrismál niður í fólkatingið og niður til danskar ráðharrar. Mál sum náttúrliga hoyra heima á løgtingi og i lands- stýri. TAÐ ERU NÓGV onnur dømi um at fólkaflokkurin ikki er at líta á. Aðrir politiskir flokkar tora neyv- an at líta á fólkaflokkin longur. Ongin kann við vissu siga í dag, hvat fólkaflokkurin meinar í morgin ella mánadagin. Tað er heldur ikki gott at vita, um hann stendur við lyftir, hann hevur giv- ið dagin fyri. Aðrir flokkar kunnu ikki hava álit á slíkum flokki. Tað ber ikki til. SPURNINGURIN er so, um veljar- arnir tora at líta á slíkan flokk. Tora teir at geva atkvøduna til ein flokk, uttan at vita, hvat atkvød- an verdur nytt til? Tad er ikki heppid at keypa ein pakka av sukur og fåa salt burtur år hon- um. Men soleiðis kann fólka- flokkurin nú eina ferð roynast. Tað hava vit fleiri dómi um. Flokkurin sleingist sum tongul í brimi. Radikala sjálvstýrisfarið Stásilig mynd í Dagblaðnum 17.10.84 Óli Breckmann »stavna- maður< frammi í gron við penni upp í loft. Hesin pennur er kendur fyri at skemma feroyingar, eins og Óli B. er kendur fyri at verja donsku stjórnina. Hann heldur annars fyri pannu og eygu á tingfor- manninum, so hann í hvussu er ikki skal hava besta útsýnið. Áge Ellefsen, sum til seinasta val grulvaði upp úr sambandsrennuni, heldur útkikk. Fjøldin sit- ur annars undir regnskjóli og spælir kort. Feroyska flaggið darlar aftast. Hetta er vist hepnasta mynd av fólkaflokkinum í dag. Úrslit: Radikalt sjálv- stýri = karneval. Spectator Fámannastýri Tjóðveldisfloksins „So kunnu onnur kalla tað sosialistiskt ella antisosi- alistiskt, ella hvat tað nú skal vera« (cit. Fjúrtandi 10. okt.). — Nei, hatta er ikki ein, sum roynir at fortelja onk- rum, at tey ikki skulu tosa um politikk, meðan hann er til staðar, sum sigur so- leiðis. Tað er harafturímóti ein, sum júst vil blanda seg upp í politikk — ein tjóðveldismaður sum stillar upp til løgtingsval!! Ja, sad „jóðar legið, at ein, sum stillar upp til val, kortini ikki vil blanda seg upp í politikk. Tað kann ongantíð vera líkamikið, um samfelagið er sosialistiskt ella tað mótsatta. Ti tað er júst tað, sum poltikkur gongur út uppá! Eg havi í 2 lesarabrev- um sóknast eftir, hvenn politikk tjóðveldisflokkur- in vil føra, burtursæð frå, at hann krevur loysing. Svarið er nú komið: Tit kunnu kalla tað sosialist- iskt ella antisosialistiskt, ella hvat tað skal vera! Also kann tað eisini vera kapitalistiskt, ella Gevið frið tað, sum er verri. Nú hava vit also fingið tað váttað. Tað kann aldrin hava áhuga fyri vinstravend, at tað er líkamikið, um sam- felagið er kapitalistiskt. Ti tað er ikki líkamikið! Tað er fullkomiliga burtur úr vón og viti, at ein politiskur flokkur kemur og fortelur fólki, at tað er líkamikið, hvussu samfelagið er skipað. Poli- tikkur snýr seg júst um at skipa samfelagið! — Tjóðveldisflokkurin tosar um loysing og sjálv- stýri. Trupulleikin er bara, at teir ikki hava nakað boð uppá, hvat sjálvstýrispolitikkur er. Har haldi eg meg kunna fortelja teimum eitt og annað um sjálvstýrispoli- tikk: Tað er: — at fólkið skal ráða, og ikki nekur fá — at øll skulu fáa líka nógv av virðunum í samfelagnum, og ikki: eg ein stóran og tú ein lítlan — at øll gjalda líka stór- an part, og ikki summi hava sín ríkiliga part so fáa tit frið Harra John Dalgarð! ! ! Synd í tær, at tú ikki skal vera ferur fyri at agitera á einum hægri steði enn við bert at royna at analysera muruna í javnaðarflokk- inum. Hetta fær sjálvandi okkum aðrar at gera tað sama við teg og flokk tín. Fyri bert at halda okkum til fremstu merkis- suk flokki tíns, so les Sosialin fyri seinasta hós- dag, tá verður tú at ásanna, hverjir undan- støkkingar menn tínir hava verið, tá hevið var hitt besta at útinna brøgd. Aður enn tú setur javn- aðarflokkin (og SU sum tit ræðast) undir kritiska ana- lysu, hevði tað verið skila- gott av tær, fyrst at ana- lysera tann lista, tú sjálv- ur ert valevni á og hvat »selskap«, tú har ert kom- in í. Sum tær óivað er al- kunnugt, so hava vit her í Havn ein sera »eksklusiv- an< klubba, hvers retur kunnu fylgjast heilt yvir til Chicago. Í hesum klubba hittast mest sum allir føroyskir og danskir toppembætismenn, saman við umboðum fyri háfinan- sin — og John — um- boðum fyri útlendska her- valdið her á landi. Í hesum klubba situr minst eitt av valevnunum, ið tú sjálvur ert á lista saman við, og sigur skál á donskum millum oberstar, kommanderar, ríkisum- eftir, meðan onnur nóg illa fáa tað at mala runt Alt annað kann bara kallast fåmannastyri, ikki sjálvstýri. Og hetta er samstundis tað, sum eitur sosialisma. — Men hjá Tjóðveldis- flokkinum kann tað kall- ast >sosialistiskt ella anti- sosialistiskt«, alt eftir sum tað hóvar einum best. Tað hóvar okkum vinstravendu als íkki best, at meguleikin eisini er fyri, at tað kann kallast antisosialistiskt. Tí vit vita, at um alt var javnt býtt her í samfelag- num, kundu vit tikið fleiri yvirtøkur — og sostatt fingið sterri sjálvstýri — uttan at tað kom at ganga út yvir tey lågløntu. Men tað má sláast fast, at tað er líkamikið hjá Tjóðveldisflokkinum um tað gongur út yvir tann låglønta. Hann heldur bara fram vid at gabba um loysing, uttan at leggja i, at teirra »sjålvstyri« verður til få- mannastyri. Ein sosialistur og annar boðsmenn o.s.fr. Og neyvan fari eg heilt skeiv- ur tá eg meti, at ein, kanska tveir, av stillarum tínum, ganga inn og út um hesar somu dyr. Hetta var kanska beiskt hjá tær at svelgja, John, men enn sum áður: Geva tit frið so fáa tit frið, um ikki so fáa tit meir Javnaðarmaður Sandoyar røktar- heim og Høgni Góði Høgni, eg endurtaki, at rektarheimið verður best loyst uttan alt títt negativa briksl — so goym tú tað. Tú hevur havt góðan frið í 45 mánaðar til nevndararbeiðið, eftir eru umleið 2 mánaðir av starvstíðini. Skuldi eitt- hvert nýtiligt nú loksins komið frá nevndini, sum komandi legtingsumboð, bygdarráð, lands- og ríkis- myndugleiki kunnu ar- beiða víðari við, so havi eg og fleiri við mær ikki skrivað til fánýtis tær seinastu vikurnar. Tað veri eg at fegnast um, um so verður. Í bygdarráðnum hevur tú sitið fleiri ferðir undir leiðslu javnaðarmanna, og tá vera vanliga nógv og stór mál loyst, so tað hev- ur tú sjálvandi verið við til. Einki stig er tikið av tær og einki uppskot er komið til Sands kommunu frá nøkrum um fótbólts- vell á Sandi, so tað, tú skrivar, er uttan hald í veruleikanum. Einasta uppskot, sum fyriliggur er niðri á Sand- inum, og har liggur av- gerðarrætturin hjá yvir- friðingarnevndini — als ikki hjá okkum báðum, og tað veit tú eisini væl, men hevur tú eina loysn, so halt teg ikki aftur. Sandi, tann 14.10.1984 Birgi