Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-10-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. oktober 1984síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 123 — 20. oktober 1984 Javnadarflokkurin um bygdamenningina: tíðindablaðið Kommunalur útjavningar- grunnur er ein treyt fyri bygdamenning — Í seinastu tingsetu legði javnaðar- flokkurin fram uppskot um kommunalan útjavningargrunn Í uppskotinum mælti flokkurin til, at logtingið álegði landsstýrinum at seta neund við umboðum fyri kommunurnar og landsmyndugleikarnar at gera uppskot til løtingslog um kommunalan útjavningar- Eftir nógvum árum er fíggjarliga býtið millum kommunurnar og lands kassan broytt, soleiðis at landskassans inntekur eru øktar munandi meira enn inntekurnar hjá kommun- unum, samstundis sum krevini til kommunurnar eru vorðin munandi sterri. Í kommunubókini, sum varð útgivin av Feroya Kommunufelag í 1978, verður millum annað sagt um hesi viðurskifti, at í 1956/57 vóru samlaðu al- mennu inntekurnar 27 mió. kr. Hetta tal umfatar allan skatt, toll og øll gjøld til tað almenna. Av hesi upphædd fóru 9 mió. kr. í kommunukassarnar. Hinar 18 mió. kr. fóru í landskassan. Hetta vil siga, at fyri hverja ferð kommunurnar fingu eina krónu, fekk landskassin tvær krónur. Munirin millum lands- og kommunuinntekur- nar veksur 20 ár seinni ella í 1976/77 er staðan tann sambært kommunubókina, at samlaðu almennu inntek- urnar eru 483 mió. kr. Av hesum fóru 117 mió. kr. í kommunukassarnar = og 366 mió.kr. í landskassan. Sostatt fekk landskassin tá 3,13 kr. fyri hverja ferð kommurnar fingu 1 kr. Taka vit fíggjarárið 1982/83 eru samlaðu al- mennu inntekurnar 1 mia. 429,6 mió. kr. Av hesum fóru 1 mia. 113,6 mió. kr. í landskassan. Inntekurnar hjá kommununum vóru slakar 316 mió. kr. Sostatt fekk landskassin 3,53 kr. fyri hverja ferð kommun- urnar fingu 1 kr. Kommunurnar hava ymiskt inn- tøkugrundarlag Sambært årsfrågreiding- ina fyri 1982 er inntøku- grundarlagid hjå teimum ymisku kommununum eis- ini rættiliga ymiskt. I ti kommununi, sum liggur hægst, er meðalinntekan kr. 82.914. Í ti kommun- uni, sum liggur lægst, er meðalinntekan kr. 34.150. Kommunan við ti hægstu skattainntekuni hevði eitt skattaprosent uppá 15,65. Kommunan við tí lægstu skattainntekuni hevði eitt skattaprosent uppá 15,0. Demini tala fyri eini útjavning Demini, sum her eru nevnd, tala fyri, at ein út- javning eigur at fara fram millum landskassan eðru- megin og kommunurnar hinumegin, og at hendan útjavning eigur at koma teimum fíggjarliga veiku kommununum til góðar. Javnaðarflokkurin heldur at hetta kann loysast við einum kommunalum út- javningargrunni, sum landskassin á hverjum ári setir eina ávísa upphædd í, og sum síðani eftir ávís- um reglum letur fíggjar- ligan stuðul til kommunur við avmarkaðum innteku- grundarlagi. Kommunalu eindirnar mugu gerast fíggjarliga sterkar Seinastu árini er nógv tosað og skrivað um bygdamenning. Tá má á sannast, at ymiskt er gjørt ! royndini at menna hava nógvar bygdir fingið tíðar hóskandi vegasamband Ein vælvirkandi strand- ferðsla sjó-, land- og loft- vegis hevur eisini stóran týdning. Í nógv ár hevur landskassin verið til reiðar bygdirnar T.d at seta upp til 20 pst. i partapeningi i arbeiðs- skapandi tiltøk úti um landid. Eisini lata bædi landskassin og rikiskassin stuðul til ávísar kommun- alar uppgávur. Men hetta tykist kortini ikki at vera nóg mikið Javnaðarflokkurin heldur, at megintreytin fyri, at bygdirnar kunnu mennast er, at tær kommunalu eindirnar gerast figgjar- liga sterkar og harvið fer- ar fyri at skapa fortreytir fyri arbeiðsskapandi til- tøkum og fortreytir fyri trivnað og liviligum kor- um út á bygdunum Javnaðarflokkurin mælti til 20 mió. um árið Í vár mælti javnaðarflokk- urin til, at legtingið longu á fíggjarlógini fyri hetta fíggjarárið setti 20 mió kr. av til kommunalan út- Eftir uppskoti frá javnaðarflokkinum kunnu útróðrarmenn nú koma undir minstuløn — Legtingið hevur samtykt uppskot javnaðarfloksins um minstuløn til útróðrarmenn Í hesum valskeiðnum hev- ur javnaðarflokkurin tvær ferðir skotið upp at log- tingið skuldi áleggja landsstýrinum at seta nevnd við umboðum fyri Meginfelag Útróðra- manna, Feroya Fiski- mannafelag og Føroya Rá- fiskakeyparafelag við tí endamáli at endurskoða lógina um ráfiskagrunnin, serliga við tí fyri eyga at fáa grunnin at virka rætt- vísari, at gera studnings- veitingarnar einfaldari og at flyta ráfiskagrunnin yvir í seluliðið. Tað eru nú liðin meira enn nýggju ár síðani rá- fiskagrunnurin fór at virka. Endamálið við grunninum var at stuðla avreiðingarprísirnar og at tryggja ein javnan avreið- ingarprís yvir eitt longri tíðarskeið. Sum kunnugt ásetir nevndin fyri rá- fiskagrunnin avreiðingar- prísir fyri ávís tíðarskeið. Munurin millum avreið- ingarprísirnar og avrokn- ingarprísirnar verður sið- ani útlíknaður millum grunnin og virkini ella rá- fiskakeypararnar. Ósemja um ráfiskagrunnin Tá samráðingar í síni tíð vóru um skipan av rá- fiskagrunninum, vóru flokkarnir ójavnir á máli um, hvar grunnurin skuldi liggja. Stríðið stóð um, annaðhvert grunnurin skuldi liggja í virkislið- num ella í seluliðnum, men tá fekst politiskur meiriluti ikki fyri at leggja grunnin í seluliðið við tí úrsliti, at grunnurin varð lagdur í virkisliðið. Javnaðarflokkurin metti og metir framvegis, at tað hevði verið rættari, um ráfiskagrunnurin varð lagdur í seluliðið, tá hetta fyri tað fyrsta vildi gjørt studningsveitingarnar og umsitingina einfaldari og fyri tað næsta vildi trvggia vinnuni og ti al- menna størri innlit i fiska- søluspurningar. Råfiskagrunnurin virkar verri Eftir uppskoti frå lands- styrinum samtykti løg- tingid i tingsetuni 1982 ymiskar broytingar i log- ini um råfiskagrunnin. Har var kortini onki upp- skot um at leggja grunnin í annað lið enn verandi skipan. Broytingarnar gjørdu, at ráfiskagrunnur- in sum heild virkar verri, enn hann gjørdi framman undan. Við virkið sínum fremur grunnurin Orættvisi ímóti åvisum bólkum av veiðu- monnum. Broytingarnar í Síða 7 javningargrunn og at landsstýrið síðani fekk álagt at seta nevnd við umboðum fyri kommunur- nar og landsmyndugleik- arnar at gera uppskot til lóg um kommunalan út- javningargrunn Javnaðarflokkurin helt, at ein kommunalur út- javningargrunnur átti at verið umsitin av Feroya Kommunufelag, men hes- um sleppur kommunufel- agið undan fyribils við tað, at uppskot javnaðar- floksins ikki fekk nóg stóra undirteku til at tað varð samtykt tingsetuni 1982 ferdu við sær, at stýringin av fiski- skapinum á landleiðini varð legd í hendurnar á stýrinum fyri ráfiska- grunnin, og tað er harvið, at Orættvisid verður framt. Tað er rætt at stýra fiskiskapinum, Tað er bæði rætt og neyð- ugt, at vit stýra fiski- skapinum á landleiðini, men javnaðarflokkurin kann ikki taka undir við, at tað verður gjørt á slíkan hátt sum nú. Steð- an er nevniliga tann, at ávísir bólkar av veiðu- monnum, ið framman undan fáa minst burtur úr, skulu gjalda fyri hesa stýring. Um =råfiskagrunnurin framyvir skal virka á Framhald á síðu 8