Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-10-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. oktober 1984síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A Fi 0 ONE rr lr A NE Nr. 123 — 20. oktober 1984 Peningalig ovurnýtsla Tað er ikki so sjáldan, at samgongumenn líkasum vilja erpa sær av, at teir hava skipað soleiðis fyri, at fólk rinda minni til landskassan nú enn fyri árum síðani, men hetta samsvarar illa við veru- leikan, tí um vit saman- bera fíggjarlógina, sum varð samtykt í vár, við ta seinastu fíggjarlógina hjá undanfarna landsstýri, so visa telini, at fíggjarlógin er dupult so stór sum tå, ella er vaksin við umleið 100 % eftir 4 árum AAA Framhald av síðu 7 hendan hátt, verður hetta virksemi at geva heimaút- róðrinum og serstakliga húkaveiðuni mønustingin. Og hetta metti javnaðar- flokkurin so mikið álvar- samt, at flokkurin mælti til, at lógin um ráfiska- grunnin varð endurskoðað beinanvegin. Gingu ikki eftir samgonguskjalinu Samgonguflokkarnir tóku ikki undir við uppskoti javnaðarfloksins um at seta nevnd við ti endamáli at endurskoða lógina um ráfiskagrunnin. Men í samgonguskjali- num hjá borgarligu sam- gonguni verður m.a. sagt um hesi viðurskifti: >Studningsskipanin til fiskivinnuna og lógin um ráfiskagrunnin skulu end- urskoðast og gerast ein- faldari. Sum lið í hesum verður umhugsað, um stuðulin kann leggjast í annað lið enn í verandi skipan«. Hóast hesi orðini í sam- gonguskjalinum tóku samgonguflokkarnir ikki undir við uppskotinum frá javnaðarflokkinum. Teir hava bert framt broyting- ar, sum hava gjert, at ráfiskagrunnurin virkar verri. Longu á hesyti 1981 hækkaði fólkaflokkurin, sambandsflokkurin og sjálvstyrisflokkurin tollin við eini 60 milliónum, og samgongan segði tá grundirnar fyri hesum vera at dekka á tveimum eykafiggjarlogum upp á tilsamans 40 milliónir. Vit í javnaðarflokkinum vistu tá á, at um hald var í grundgevingum landsstýr- isins fyri tollhjækking- unum, so átti lógin um tollhækkingarnar bert at hava gildi fyribils, tí so var talan um eina ein- gangsútreiðslu, men hes- um lurtaðu landsstýris- flokkarnir ikki eftir, tí her búði annað undir, og toll- hækkingarnar vórðu tí settar í gildi uttan tíðar- avmarking og eru tí fram- vegis galdandi, sam- stundis sum skattatrýstið er okt. Tey nýggju tollgjøldini, sum góvu tær 60 millión- irnar, ið landsstyrisflokk- arnir løgdu á fólkið i 1981, geva ivaleyst landskass- anum einar 120—130 milliónir í dag árliga í meirinnteku, so tað er tydiligt, at eykafiggjar- lógirnar skuldu nýtast sum skálkaskjól fyri at leggja tyngri byrðar á borgararnar, og h-tta má sigast at vera heldur Á ódámligur framferdarhått- ur, alla tíðina at snúgva sær uttan um veruleikan, heldur enn at sagt sum var, at tey nýggju toll- gjøldini í høvudsheitinum voru ætlad til m.a. at gjalda tær mongu og dyru uttanlandsferðirnar = hjá landsstýrinum, umboðan og eitt ekt alment for- brúk, sum illa samsvarar við samgonguskjalið, tí í ti stendur, at: sýnt verður stersta varsemi í almennu peninganýtsluni, og tað kann ikki sigast, at lands- stýrið hevur livað upp til hetta, tí ongantíð hevur almenna forbrúkið verið so stórt sum hesi seinastu fýra árini, so sigast má, at pappirid er tolið, og langt er millum orð og gerðir. Hilmar Bech Tað hevur frá fyrstan tíð verið ein trongd í menn- iskjuni at vinna sær ognir og í fylgi við hesum makt. Hetta er ikki nakað ónat- úrligt fyribrigdi. Hyggja vit runt í náttúru okkara, síggja vit hetta sera týði- ligt. Tað sterkasta yvir- livir, meðan tað veika má fara til grundar. Munurin á okkum menniskjum og eðrum í náttúru okkara er, at vit frá Skaparans hond hava fingið teir eginleikar at kunna hugsa, gera meting- ar, síggja munin á góðum og illum o. s. fr. Við hesum fortreytum hava vit í felag kunnað bygt upp eitt samfelag, ið ikki burturav hevur tænt einstaklingum, men í Símun Petur Hjeim, valevni javnaðarfloksins í Norðuroyggjum, skrivar: Monopol- kapitalisma Niðurbrótan av foroyska familjumynstrinum sterstan mun fjeldini. Á hesi fundament hava vit føroyingar bygt upp eitt familjumynstur, ið á mangan hátt er fyrimynd- arligt, tá talan er um tryggleika og harmoni. Tað, sum fær meg at nema við henda spurning er, at eg havi varhugan av, at ávísar kreftir í samfelag okkara eru í ferð við at undirminera hesi funda- ment. Avíst blað, ið er málgagn hjá ávísum polit- iskum flokki her á landi. hevur burturav gjert seg til talurer fyri monopol- kapitalin. Motto teirra er: Gev tí ríka enn meira, so vilja enn fleiri molar falla av borði kapitalismunnar til fjøldina á gólvinum. Munnu meiningar, met- ingar og ynskir frá fjøldini á gólvinum náa upp á borð kapitalismunnar og verða við í víðari útviklingi av samfelag okkara? Eg eri bangin fyri, at so verður ikki. Vinnur henda hugsan frama í Feroyum (sum tað sær út í dag, at hon ger), so fara trupulleikar at taka seg upp í mongum heimum i Feroyum, or- sakað av at ikki nógvir molar finna leið sína niður við borðkantinum, tí tað sigst, at ríkmenn eisini dáma sera væl molar. Feroya fólk! Latið ikki slíkar kreftir leggja sína keldu og kevandi hond yvir samfelag okkara, eitt samfelag, ið vit føroyingar allir hava verið við til at uppbygt og myndað. Ein verja móti hesum vanda er tann sosialdem- okratiska hugsjónin, ið er ein borgan fyri, at einstak- lingar ikki seta seg á sam- felag okkara, og á tann hátt misbrúka og misnýta fjøldina av Føroya fólki. Hugsid um fjøldina av Føroya fólki valdagin ! Simin Petur Hjelm Valevni javnadarfloksins i Norðoyggum