Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-10-20, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. oktober 1984síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

- - Skulaflokkur gjørt ljosmyndarød: Lærdu danskt upp å ein annan måta Tað eru aðrir mátar at læra mál í skúlanum enn bara at lesa skaldskap. Tað kunnu bæð næming- arnir í 10. D í Tórshavnar Kommunuskúla og lærari teirra í donskum, Jógvan Bærentsen, vátta. Í fýra vikur hava tey brúkt danskt-tímarnar = saman við fýra donskum gentum, ið læra til frítíðarpedagog, til at gera eina ljósmynda- reð um at vera ung í Havn Tað er altíð gott við nekrum, sum brýtur av frá tí dagliga. Skúlin hev- ur tað við at vera tað sama um aftur og um aftur Sum heild er tað eisini altid goti at fáa nýggj fólk við í undirvísingina, sigur Jógvan Bærentsen Fleiri fyrimunir Tað vóru fleiri fyrimunir við at hava undirvísing upp á henda mátan — Næmingarnir skuldu greiða frá sínum egnu við- urskiftum. Tað førdi til orðaskifti, og at tey skuldu taka avgerðir. Alt á donskum. Sjálvt um vit til dagligt tosa danskt í tímunum, so vita tey, at eg skilji føroyskt. Tað gjørdu tær ikki, og ti var neyðugt at tosa danskt. Tað var nátúrligt fyri tey at tosa danskt við tær, tað er tað ikki meg, sigur Jógvan. Eitt annað gott var, at her fingu aðrir næmingar, enn teir sum altíð skara framúr, hevi til at taka lut. Hetta var nakað, sum tey kendu frá sær sjálvum, og tað fekk fleiri enn annars fram, og fleiri tordu nú uttan at skamm- ast at tosa danskt Næmingarnir gjørdu alt sjålvir, Jogvan og tær fyra genturnar vegleiddu. Tey avgjørdu, hvørji evni skuldu takast vid, løgdu til rættis, gjørdu spurn- ingar og avtalur o.s. fr Tey tóku eisini myndir- nar, skrivaðu tekstin og talaðu inn á band alt á donskum. T. v. s., at fyrst tosaðu tey saman á donsk- um, skrivaðu á donskum og lósu upp á donskum Tær lærdu eisini Jógvan heldur eisini, at tær donsku genturnar hava fingið væl burturúr Tær vildu royna nakað annað, enn tær hevdu meguleika til í Danmark, og tað hava tær eisini gjørt. Tær dugdu væl at lata tey ungu sjálv siga frá, uttan at kroysta nak- að niðuryvir tey — Men hava tær fingið eina sanna mynd av ung- dómi í Havnini ? Ja, við tí avmarking at tær hava sett seg inn í viðurskiftini hjá einum 10. flokki, har oll búgva trygt og gott heima. Hvussu tey ungu hava tað aftan á skúlan, tá tey skulu royna at standa á egnum bein- um, hava tær ikki havt hevi til at sett seg inn í Teirra uppfatan er ógvu- liga positiv, men tær hava kortini fingið varhugan av, at øll ikki eru líka væl fyri sum hesi ungu. Jógvan váttar, at hetta er ein góður flokkur við góðum samanhaldi - Tað hevur eisini verið gott fyri meg at arbeiða upp á henda mátan. Einsa- mallur saman við næming- unum hevði tað verið tor- ført. Fimm vaksin fáa meira á skaftið, sigur Jógvan Bærentsen, lærari hjá 10. D. rj — Tað ræður um at hava vinir Vit fingu eisini eitt pråt við tær fýra, ið læra til fri- tíðarpedagog: Pia Mikkel- sen, Anne Louise Madsen, Dette Lydolph og Lene Madsen og tveir næming- D, Regin Mikk- elsen og Jórun Jacobsen. ar í 10 Jógvan Bærentsen, lærari hjá 10. D, í miðjuni Tey siga øll, at hetta hava verið fýra góðar vik- ur. Tær hava fylgt teimum ungu allastaðni, har tey saman við teimum fýra, ið læra til fritidarpedagog, og Regin Middelsen og Jórun Jacobsen, (vinstrumegin) 10. Di Tórshavnar Kommunuskula plaga at ferðast eftir skúlatíð. Tey hava verið til ítrótt, hjá skótunum, á arbeiðsplássum, heima hjá næmingum, á diskoteki, í Uppistovu, í kveldskúla og ikki at gloyma í SMS Eisini hava tey verið í Kaldbaksbotni, har ein næmingur býr — Vit hava tann feil, at vit meta alt út frá donsk- um viðurskiftum, tí terv- urin er ymiskur. Men munurin er ógvuliga stór- ur millum feroyskan og danskan ungdóm Til dømis hava nógv ung her arbeiði eftir skúlatíð, tað ber ikki til niðri, tí har er einki arbeiði, siga frítíðar- pedagogarnir. Tey flestu í 10. D hava arbeiði eftir skúlatíð Vit fingu at vita, at ell kunnu fáa arbeiði, men tey fáa ikki oll tað, sum tey vilja hava. Men vit hava eisini frætt, at allastaðni er ikki líka lætt at fáa arbeiði, siga tær Glaður ungdómur - Vit eru eisini bilsnar av, so opin tey ungu hava ver- ið, nógv meira opin enn ungdómurin, ið vit kenna í Danmark. Tey eru eisini glaðari. — Vit halda tað eisini vera lættari á mangan hátt at vera ung í Fer- oyum, t.d. tí tað ber til at fáa arbeiði seinnapart- arnar. Og eitt lítið sam- felag er eisini tryggari, tí ell kenna onkran. Hjá teimum, sum vit hava hitt, er bara at fara ein túr í býin, so eru tey millum vinir, siga pedagogarnir. Men vit eru ovfarnar av tí einastandandi høga brúkinum hjá ungdómin- um. Tað kann íkki rætt, tí tað setir stór krov til familjuna, at tey ungu skulu hava so pengar — Vit hava gjert okkum okkara metingar út frá tí, frítíðar vera nógvar sum vit hava hoyrt og sæð. Øll leggja tey dent á, hvenn týdning tað hevur at hava vinir. Hjá teimum gongur tað væl at síggja til, siga tær Eru altíð saman — Eg haldi, at vit áttu at havt ungdómshús. Tað hevði serliga komið væl við hjá teimum, ið hava fáar vinir. Um vit keða okkum, kunnu vit altíð ringja til onkran í flokk- inum. Vit hava gott samanhald, eru altíð sam- an, svimja saman, fara í býin hvenn annan Vit í flokkinum hava eisini fleiri ferðir verið á og vitja Nr. 123 — 20. oktober 1984 bygd. Tað hevur gjørt samanhaldið uppaftur betri. Tað er eisini lættari, at vit bara eru 14 í flokk- inum. Soleiðis er í okkara flokki, men eingin sigur, at tað er líka gott í ellum flokkum Tað hevur vrið ógvu- liga stuttligt at ar- beitt við hesum, at kunna sagt frå ti, sum vit fáast við og saman gjert hesa ljósmyndareðina. Og so hava vit eisini kunnað hjálpt frítíðarpedagogun- um, siga næmingarnir Bæði næmingar og frí- tíðarpedagogarnir eru væl nøgdir við samarbeiðið, ið tey endaðu við einum felags hugnakveldi. rj fær donsku genturnar vóru púra ovfarnar av, hvussu nógvar pengar feroyskur ungdómur brúkar til klæðir 0. a. HU