Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-10-20, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. oktober 1984síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

RR Se Nr. 123 — 20. oktober 1984 Hallstein Sigurðsson, valevni fyri Suðurstreymoyar Javnadar-felag: ábyrgdina av kriminalitetinum Ungdómskriminalitetur er eitt sjúkueyðkenni fyri okkara samfelag. Tað eru ikki tey ungu, ið sjálv hava skyldina av, at harð- skapur, innbrot og tílíkt er blivið ein fastur táttur hjá okkum. Vánaligar sosialar um- steður, ringur uppvekstur og eitt ótíðarhóskandi frí- tíðarumhvervi hava eina stóra ábyrgd. Útbúgving- armynstrið, harðskapur í lættisoppatilfari sum videofilmum, bleðum o. ø. eru e'sini ein týðandi tátt- ur. Fyrimyndin hjá kall- kyninum er ein harður og sterkur maður uttan kenslur, og at hann livir upp til hetta, fær hann best prógvað við harð- skapi móti eðrum. Kann ein verða ein »ein- ari«, gera seg inn á onnur og klára seg burtur úr tí aftur, er ein at rokna sum hetja í hesum samfelag. Krevini Svarið frá okkara sam- felag er ein ótíðarhóskandi skúli og ein ótrygg fram- tíð, har tað bert verða sett sterri og sterri krev til hvenn einstakan, alt með- an framtíðin gerst myrk- ari og myrkari, so hvert sum korini versna og ar- beiðsloysið veksur. Tey ungu standa í einari Tey ungu hava ikki stødu, har tey hverki eru bern ella vaksin, og verða stemplað sum ikki at vera nóg góð. Tá so umhvervið har- aftrat bert stuðlar okkum til tað, ið skuldi verið »énormalt«, er ikki langt til uppreistur móti teim- um, ið royna at ráða (for- eldur, legregla og samfel- agið sum heild). Eitt áhugavert arbeiði vísir seg ofta at hava góða ávirkan. Eitt arbeiði, har tað, tann eini ger, eisini hevur týdning fyri onnur, so ein sær nakað endamál við lívinum. Men hesum tekur okk- ara vinnulív ikki undir við. Har verður bert hugsað um pengar. Tað fría initia- tivið ræður, og tey, ið mugu gjalda, eru tey, ið onga ávirkan hava (tey veiku). Ungdóms- trupulleikarnir kunnu loysast Gert tú eitt lógarbrot, noyðist tú at gjalda, antin pengar ella við skerdum frælsi. Eingin hugsar um orsøkirnar, ið høvdu lógar- brotið við sær, og tað hev- ur prógvað sín skeivleika, við tað at tey somu ferð eftir ferð verða tikin og revsað fyri at bróta lógina. Her hevði eitt fyribyrgj- andi arbeiði verið nógv betri. Til dømis við at giv- ið teimum stuðul til at komið í annað umhvervi og í bólk saman við eðr- Síða 17 um, ið vóru sokallað »normal« í samfelagnum. Hallstein Sigurðsson Politiskur veruleiki og loysingarpolitikkur 14.anda Loysingar — roman- tikkur fram um alt annað Seinasta árið hevur polit- iska skrivingin í 14. sep- tember lagt dent å spurn- ingin loysing/samband! Mongu valevni tjóð- veldisfloksins hava tikið tjóðskaparspurningin, — loysingar-romantikkin — fram um sosialar og bú- skaparligar = spurningar. Og sosialistiska mál floks- ins er tagt burtur. Eitt valevni er farið so langt sum at siga, at fyrst og fremst má flokkurin reka ein sjálvstýrispolitikk. Alt annað kann bíða til eftir loysingina. Tað sigur heldur ikki so lítið, at ein av krúnprins- unum í Suðurstreymoy, Hans Jacob Debes, einans hevur skrivað um tjóð- skaparligar spurningar í 10— tals greinum. Hvar er stødutakan hansara til onnur mál? Kunnu vit lata landsins stýri upp í hendurnar á slíkum valevnum? Í hesi skrivingini er javnaðarflokkurin skirdur sum ramasti sambands- flokkur. Men kann ein flokkur, sum tekur undir við heimastýrislógini, og teimum yvirtøkumøgu- leikum, hon heimilar, kallast sambandsflokkur? Veruleikin er, at av tjóðveldisfloksins = avum eru Feroyar ikki komin eitt einasta stig á sjálv- stýrisleið! Frælsi — búskapar- ligt frælsi Javnaðarflokkurin hevur ongatið rikið loysingar- politikk, tí loysing í sjálv- um sær er einki endamál. Tjóðveldisfólk rópa hart um frælsi, tjóðskaparligt frælsi. Javnaðarflokkurin ynsk- ir eisini frælsi! Men hvar er frælsið — búskaparliga frælsið — hjá smálondum, sum hava fingið tað frælsið, tjóðveldismenn eru so altráir eftir? Jú, tað er lagt upp í hendurnar á multination- alum fyritøkum ella onkr- um størveldi. Ein sam- vinna millum lond, sum byggir å eina frælsa av- talu, og sum kann broyt- ast, kann í nógvum førum tryggja nógv sterri frælsi. (Havið í huga grein eftir D.P. Danielsen í Fríu Fer- oyum í summar!). Tey stig, vit eru komin å frælsisleid, eru tikin, ti javnaðarflokkurin hevur dugað og megnað at finna loysnir, sum stórur partur av fólkinum hevur tikid undir við. Ja naðarflokkurin átti hugsjónirnar aftan fyri heimastýrisskipanina. Sambandsflokkurin var ikki til at vika, og táver- andi loysingarflokkurin, fólkaflokkurin, skirdi hana fyri alt ólíkt. Men hon hevur roynst holl, og lýkur hon ikki tíðarinnar krev, kann hon broytast. Ja, sjálvt tjóðveldis- flokkurin hevur í nýggju stevnuskrá síni góðtikið andan í lógini, tá flokkur- in mælir til ymiskar broytingar í henni!!! Yvirtøkur — taka á okkum ábyrgdir Árini 1963 til 67 stýrdi so- kallaða sjálvstýrislands- stýrið við tveimum tjóð- veldismonnum í Tinga- nesi. Men hetta lands- stýri megnaði ikki at fremja eina ta einastu yvirtøku! Undanfarna landsstýrið — við javnaðarleiðslu — yvirtók í tráð við andan í heimastýrislógini = nekur málseki. Vit vóru búgvin at yvirtaka hesi, og lítið er at ivast í, at vit eru búgvin at taka meira á okkum, um veljararnir ynskja tað. Men við vittgangandi rópum um loysing koma vit ikki eitt stig longur å sjálvstýrisleið. Tað vísir søgan! Hinvegin menna vit okkum ikki sum tjóð við at tvíhalda um verandi steðu. sum sambands- flokkurin ger! Yvirtøkurnar kostaðu javnaðarflokkinum nógv- ar atkvødur. ti sambands- flokkurin, sum ongatíð dugur at síggja tað neyð- uva í broytingum og til- lagingum, fekk manað loysingarspøkilsi = fram, men javnaðarflokkurin tók hesa ábyrgdina á seg. Hetta er aðalmunurin millum sambands- og tjóðveldisflokkin eðru- megin c“ javnaðarflokkin hintn. gin! Sambandið tordi og torir ikki Sambandsflokkurin hevur t.d. hverki torað at sam- ráðst um undirgrundina ella stuðulsskipanina. Hann bíðar sjálvandi, til javnaðarflokkurin hevur gjørt skitna arbeiðið. Men javnaðarflokkurin er held- ur ikki bangin fyri at bretta upp armar í hesum máli. Tað er ónatúrliga bíligt at skriva í oddagrein í 14. leygardagin: »Flestøll í Feroyum vita, at javnað- arflokkurin hevur stóra ábyrgd av mongum mis- tøkum í landi okkara, í summum førum sterri ábyrgd enn aðrir flokkar«. Hetta sigur flokkurin, sum hevur hildið sær uppi við at renna undan ábyrgd!!! Leggjast kann bert aft- urat, at hann, sum einki ger, ger heldur einki skeivt! Javnaðarflokkurin tek- ur eisini ábyrgd av mis- tokum, gjørd eru, men flokkurin er heldur ikki bangin at taka ábyrgd og endurreisa føroyskt vinnu- liv og føroyska búskapin, fjøldini at gagni, hóast tað verður ein trupul upp- gáva! demos Tey gomlu bíða Hegni Edvinson, bygda- ráðslimur her á Sandi, hevur í Dimmu heitt á for- mannin í bygdaráðnum um at fáa frið til at arbeiða við gamla málinum um stovnsetan av ellis- og røktarheimi her í oynni. Alt talar fyri, at hann, Høgni, so smátt er farin at »reklamera« fyri sam- bandinum. Men fyri okk- um, sum hava fylgt við í hesum máli, mátti umreða hesum viðvíkjandi bara gjert ringt verri fyri sam- bandið. Nevnd við uppgjørdum sambands- og fólkaflokks- monnum umframt aðra ífyllu hevur ligið omaná hesum máli i åravis og neyvan hevur reiðiligur fundur verið um málið. So galið er, at um tú spyr teg fyri hjá sam- bands- og fólkaflokks- monnum um hverjir hinir nevndarlimirnir eru, so vita teir valla tað heldur. So dúgliga hevur verið arbeitt fyri at beta um kor okkara gomlu sandoyar- fólk — og so dittar hesin Hegni Edvinson sær í blødunum at biðja um ar- beiðsnáðir, Harrin hjálpi okkum. Einasti flokkur, ið ikki hevur havt mann í hesi nevnd er javnaðarflokkur- in og hava hinir flokkar við leti teirra sýnt, at gongd ikki kemur á, um ikki javnaðarflokkurin ikki eisini tekur sær av hesum — fegin einsamall- ur. Sandoyingar og skúv- oyingar, setið sterkan javnaðarflokk á ting. Fyrst tá fáa vit undirtøku aðrastaðni úr landinum til loysn av stórmálum sum hesum í okkara valdemi. qw