Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-10-20, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. oktober 1984síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 123 — 20. oktober 1984 Hitt ljós , á gøtu mini v/ Johs. A. Næs Bidjid uttan ihald! Takkid i øllum førum! Ti at hetta er vilji Guds i Kristi Jesusi til tykkara. (1. Tess. 5,17—18.) Hin barnsliga bønin um at fåa anda bønar- innar vil so vid og vid gera eina broyting i okkara bønarlivi, sum vit neyvan hugsaðu var møgulig. Bønin vil verda ein savnandi miðdepil í okkara spjadda og strævna lívi, uttan at vit sjálvi varnast broytingina. Tað, okkum verður fyri um dagin, vil í stillum á náttúrligan hátt benda okkum sinn og hugsan at Gudi. Í okkara barmi kyknar ein trongd upp til at tala við Gud um tað. Tað, vit síggja og hoyra millum okkara kærum, illum vinir okkara og millum fíggindar okk- ara, millum umvend og óumvend, tað, sum hoyrir heiminum til og tað, sum hoyrir himlinum til, stórt og smátt, tungt og lætt; alt hetta, sum streymar inn í okkara dagliga lív og skapar tað, kemur fram í okkara hjarta á ein vakran og sjálvsteðugan hátt sum bøn. Tey bæði, sum hava tokka hvert til annað, hava ikki reiðiliga skilt tað, teimum hevur verið fyri, fyrr enn tey hava sagt hverjum eðrum frá tí. Soleiðis er eisini við benini. Andi benarinnar bindur sál tína at Gudi, tí ert tú ikki liðugur við tað, tær sálarliga hevur verið fyri, fyrr enn tú hevur talað við Gud um tað, annaðhvort við ákallan ella suffum og klagum, annaðhvort við brennandi ynskjum ella við tøkk og tilbiðj- an. Tú vilt kenna tað sum ein stórur lætti, at tú á henda hátt kanst tala við Gud um alt tað, sum er títt dagliga lív, og best er, um tú talar við hann um tað, meðan tú hevur áhuga fyri tí, og meðan tað hevur týdning fyri teg sjálvan. Betur og betur vilt tú koma at ásanna, at hitt mest tydningarmikla, tú avrikar, er bøn- in; og ongantíð verður tí tín ben betur nýtt enn til bøn, til bøn meðan tú hvílir, til bøn meðan tú arbeiðir — til bøn hvar sum helst ! 11. oktober fingu Bodil og Poul Johs. Simonsen, Hvanna- sund, ein son. 16. oktober fingu Marianna i Hoyvik og Paul Andreassen, Nólsoy, eina dóttur. Sámal Hansen, Fuglafjerður, ein son. 13. oktober fingu Malena og Martin Eliassen, Undir Foss- um, Klaksvík, ein son. 16. oktober fingu Tor- gerð og Steen Ander- sen. Oyrareingir, eina 15. oktober fingu dóttur. Birgit og Jákup Dan- ielsen, Skála, eina 16. oktober fingu dóttur. Herfríð og Eli Falk- vard, Servágur, ein 15. oktober fingu Óli son. Egil og Jórun Jacob- sen, Tórshavn, ein 17. oktober fekk son. Sigga Stremsten, Sandavág, ein son. 15. oktober fingu Lis Jensen, Runavík og 17. oktober fingu Gudstænastur 18. sunnudag eftir trinitatis Havnar kirkja: Axel Tórgarð, konfirmatión Vesturkirkjan: Hegni Poulsen, konfirmatión Hvítanes: Ejvind Vilhelm kl. 11.00 Kvívík: Jákup Magnussen. altargongd til frama fyri Sunnudagsblaðið Eiði: Emil Olsen kl. 15.00, barnagudstænasta Gjógv: Emil Olsen kl. 17.00, altargongd Funningur: Emil Olsen kl. 12.00 Gøta: Torkil Beder, altargongd Sjóvar kirkja: Petur Petersen kl. 12.00, altargongd Glyvrar: Jåkup Kass, altargongd Midvågur: David Johannesen kl. 12.00, altargongd Hestur: Kjartan Mørkøre Hvalba: Elsa Funding kl. 12.00, barnagudstænasta. Talvan gongur fyri sunnudagsskulan. Famien: Jonsvein Bech, altargongd Porkeri: Bjarni Bæk kl. 12.00, altargongd Hov: Bjarni Bæk kl. 19.00, altargongd Sumba: Elsa Funding kl. 18.00 Talvan gongur Norea Radio Danmark Millumbylgja 1467 kHz kl. 19.30—19.45. Månadagin: »De nioghalvfems — den ene, den eneste«. Frits Larsen, trubodari, luttekur. Meinigheitshusid å Skåla Ungdómsmeti og konfirmatiónsfest verða í kveld kl. 20.00 við Jákupi Kass og Peturi Petersen, prestum. Sunnukveldið kl. 19.00 verður meti við Niels J. Arge og Andr. Rasmussen, Klaksvík. Sangkórið úr Emmaus syngur. Evangeliska reddin Føroyska sendingin frå Trans World Radio, Monte Carlo hoyrist hvert mánakveld kl. 21.45 GMT á millum bylgju 205 m. (1466 k Hz) Mánakveldið 22. oktober talar Martin Hansen úr Fugla- firði Evni: >Kennir tú vegin« Sangur: Sunnvá Háberg og Kvartettin í Betesda Í gjár giftust í Nólsoyar kirkju Bjørg Joensen. Nólsoy, og Sigmar Blá- berg, Funningur. Brúdleyp Í dag giftast Kristianna Nielsen úr Skopun, og Martin Hansen úr Mið- vági. Br.adr.: Losjan i Sandavági. Læknavaktirnar Tórshavn: Álvur av Kák, tlf. 12557, leyg- ard. og Kaj Kalls- berg, tlf. 13150, sunnud. Eysturoy: Sverri Lamhauge, tlf. 48016, leygard. og Sigvald Kristiansen, tlf. 41517, sunnud. Norduroyggjar: Olav- ur Gaard, tlf. 56900 Vágar: Tlf. 32413 Suduroy (nordur): Tlf. 71560 Suduroy (sudur): Tlf. 73030 Tannlæknavakt, Tórshavn Bráðfeingishjálp fæst í dag og í morgin kl. 13.00—14.00. Tlf. 14544. lítla barn Tordis Zachariassen og Olaf Ellingsgaard, Eiði, eina dóttur. 18. oktober fingu Gunnleyg og Jóanes Norðberg, Vágur, ein son. Framleiða I Vit hava lyndi at brúka summi orð um mangt, hóast vit eiga mong og betri orð, sum altid hava verið í málinum At framleiða mong góð orð og mangt troka gott málbrúk burtur framleiðsla, framleiðari Nógv fólk hava havt við orði, hvussu hesi orðini verða brúkt ov nógv. At framleiða er komið fyri tað útlendska orðið at producera Framleiðsla fyri produktion og produkt Framleidari fyri producent Framleida, framleidsla, framleidari eru felags- orð og skuldu verið brúkt sum felagsorð. Tað tyk- ist vera so torfert at brúka hasi orðini sum felags- orð. Tey verða nú brúkt um alt og gera tí málinum ógagn og ikki gagn. Ídnaðurin er nógv vaksin her á landi. Skulu vit siga tað, vit ætla, um idnadin, á føroyskum máli, so er ikki bara at umseta orð fyri orð, men heldur kanna, hvussu ið fólk hava sagt og enn siga, tey, ið málbera seg væl. Vit hoyra mangan talað um mjólk og mjólkar- framleiðslu. Ongantíð hevur mjólkarframleiðslan verið so stór sum í vár, hevur verið sagt. Hvussu siga fólk um mjólk? Tey siga: Ongan- tíð hevur mjólkin verið so nógv sum í vår. At framleiða mjólk hava fólk ikki sagt. Tey siga at fáa. Vit fáa nógva mjólk. Verður talað um kýr, so verður ikki sagt, at kýrnar hjá Jákupi fram- leiða nógva mjólk, hóast mjólkin verður til í kúm. kýrnar hjá Jákupi mjólka væl. Fólk siga heldur ikki, at Jákup framleiðir nógva mjólk. Tað man bera illa til at siga, at Jákup er mjólkarframleið- ella hann letur mjólk, um mjólkin fer á mjólkarvirkið, ella onnur fáa mjólk- ari. Jákup selur mjólk, ina. Tá id sagt verður, hvat ið mjólkin kostar frá mjólkarframleiðara, er slíkt málbrúk ikki gott fer- oyskt mál. Tað man bera til at siga frá neyta- eigara, tað er hann, ið kúnna ella kýrnar eigur. Hví skulu vit siga og skriva, at vit selja mjólk- arframleiðslu ? Hví ikki heita á fólk at keypa mjólk, smør, ost og annað, ið til ber a: gera burtur úr roma, mjólk? Onkuntíð hevur verið skrivað um at framleiða smer og ost. Ein kona varð spurd, hvussu hon segði hetta um smer og ost. Konan segði: »Vit segdu ikki, at vit framleiddu smer og ost. Vit segdu, at kirna smor og at kæsa ost. Vit segdu eisini, at vit gjordu smor, og at vit gjørdu ost. Allar áhugaðar kvinnur verða bodnar til fundar í fimleikarhøllini á háskúl- anum hóskveldið 25.10.84 kl. 19.00. Evni: Kvinnulisti til býráðsvalið. Kvinnufelagið Tórshavn