týsdagur 1. oktober 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 187 - 1. oktober 2002
Nr. 187 - 1. oktober 2002
3
ØL
Tíðindaskriv
Restorffs Bryggjarí sigur,
at tey nú aftur koma á
marknaðin við »serfør-
oyska
tjóðarbjórinum,
Mungát«, sum bryggjaríi
orðførir seg í tíðindaskrivi.
Av Restorffs Bryggjaríi
siga tey, at hetta ølið upp-
runaliga bert varð ætlað at
verða á marknaðinum um
ólavsøkumundið,
og
tí
gavst bryggjaríið við fram-
leiðsluni.
– Tað vísti seg kortini at
vera sera stórur eftirspurn-
ingurin eftir ølinum, og
tessvegna hevur bryggjaríið
gjørt av, at Mungát nú
verður at fáa alt árið – og
byrjar framleiðslan í dag, 1.
oktober, sigur bryggjaríið.
Jóhan Mortensen á Restorffs
Bryggjaríið skeinkir Jóan
Hendriki Winther Poulsen av
nýggja ølinum, Mungát
Í dag, týsdagin 1. oktober,
eru tað fimmti ár síðani, at
Marna og Jóhan Olsen,
Gøtugjógv, gingu saman í
hjúnarlag. Í tí sambandin-
um vil eg fegin bera for-
eldrum mínum eina kvøðu.
Pápi er gjáarmaður, sum
vit plaga at siga. Hann er
føddur og uppvaksin við
Gøtugjógv, har hann altíð
hevur búð. Foreldrini vóru
Jóhanna og Olivur Olsen.
Omma var úr Leirvík, og
abbi var frá Gøtugjógv.
Mamma er ættað úr
Sumba. Foreldrini vóru
Kristina og Kristian Gunn-
rim. Hann hevði broytt
eftirnavn
frá
Kjærbo.
Omma var av Sandi, og
abbi var úr Sumba.
Mamma var komin til
Havnar at arbeiða nakað
eftir kríggið. Hon hevði
pláss á sjómansheiminum.
Pápi var við skipi, og tey
møttust á sjómansheimin-
um.
Tá tey giftust, búsettust
tey við Gøtugjógv. Tey
fyrstu árini vóru tey inni
hjá ommu og abba, men
síðst í fimmti árunum fluttu
tey í húsini, sum tey høvdu
latið byggja.
Mamma arbeiddi tey
fyrru árini sum bindikona
hjá Suffíu, mammu Ólav
Gregersen. Tá Ólavur hevði
Tøtingarvirkið, var mamma
ein av mongum konum,
sum arbeiddu har, og eitt
skifti var hon á Frost í
Leirvík.
Sum flestu aðrir dreingir
so fór pápi tíðliga til skips.
Hann
hevur
siglt
við
føroyskum og íslendskum
skipum. Hann var í Grøn-
landi við Jacob Højgaard
og Kongshavn og róði út
við bátum, hann sigldi eitt
nú við Gøtutróndi, Tinga-
nesi og Grundick, sum far-
bróðurin Óla Hans Olsen
førdi, Norðbúgvanum og
Herthu, sum Martin í
Grund førdi. Onkuntíð var
hann fýrbøtari, og hann
royndi seg eisini sum
kokkur.
Í fleiri skiftum arbeiddi
hann á skipasmiðjuni á
Skála, so var hann við
hekkutrolarum – bæði við
Stellu Kristinu og Kristinu
Logos. Pápi arbeiddi eitt
skifti á Fiskavirkinum í
Gøtu, og so hevur hann
havt við Restorffs bryggja-
ríið at gera eisini.
Vit eru fýra systkin.
Óluva býr á Argjum, eg
búgvi í Saltnesi og Janus og
Trygvi búgva í Leirvík.
Nú tað hevur stundað til
gullbrúdleypið og eg havi
hugsað
um
at
senda
tykkum eina heilsu, so er
ein sangur, sum Christian
Høj umsetti í 1976, aftur og
aftur komin í hugan. Eitt
ørindi ljóðar soleiðis
Tú fekst mátt, tá tú helt
saman hendur
Og í navni hans bað tína
bøn
Og tann dag, hann Tær
ferðaboð sendir,
Tú skalt sanna, at stór var
tín løn,
Vit vórðu lærd at biðja og
um týdningin, sum bønin
hevur. Eg hugsaði ikki so
nógv um hetta tá, men nú
vil eg fegin takka tykkum
fyri henda lærdómin, tí eg
eri vísur í, at tað hevur havt
stóran týdning seinni í
lívinum.
Tað var mamma, sum
stóð fyri tí húsliga og
lívinum í heiminum annars.
Nú er tómligari, enn tað
var, tá vit vóru børn. Men
barnaheimið er framvegis
tað sama. Mamma og pápi
eru blíð at koma til hjá
okkum øllum, og vit kenna
okkum heima við Gøtu-
gjógv.
Tá eg gavst í skúlanum,
vildi eg fegin royna sjó-
lívið. Tað var skjótt, at pápi
hevði fingið mær ein kjans.
Vit vóru eitt skifti saman í
Grønlandi við Kristinu
Logos. Tá var pápi kokkur,
og eg vil fegin takka
honum fyri, hvussu góður
hann var til vegleiðing og
hjálp í tí, sum hevði verið
hansara lívsstarv.
Hervið vilja vit í Rók
heilsa tykkum, ynskja tykk-
um ein góðan dag og
tykkum og øllum tykkara
Harrans signing í tíðini,
sum kemur.
Kristian
Gullbrúðarparið Olsen
við Gøtugjógv
Mándagin fór Týr í
donsk upptøku-
høli, har teir fara at
taka tveir sangir
upp til eina stak-
fløgu, sum vænt-
andi kemur út síðst
í oktober mánaði
TÓNLEIKUR
Pop.fo
Tað verður í Happey
Alley Studio, at Týr fer
at brúka næstu dagarnar.
Har fer føroyski bólk-
urin at taka tveir sangir
upp, og tað verður navn-
frami Jens Rud, sum
hevur
ábyrgdina
av
tøknini og framleiðsluni.
Annar sangurin, ið
Týr fer at taka upp, er
Ólavur Riddararós, sum
Týr hevur spælt nógv á
konsertum. Hin kallast
Stýrisvølurin, og tað er
ein sangur, sum Heri
Joensen lutvíst hevur
gjørt, men sum eisini
verður
grundaður
á
gomul føroysk vísuløg.
Týr vónar, at stak-
fløgan kann vera klár at
fáa í sølubúðirnar síðst í
oktober mánaði. Í sam-
bandi við hesa útgávuna
skal Týr millum annað
til Íslands at spæla og
føra seg fram. Tað verð-
ur síðst í november.
Týr er í studio
Í oktober og
november mánaði
fer Týr at spæla á
konsertum í fýra
ymiskum londum.
Teir ætla gera eitt
rættiligt átak í
Íslandi, tá nýggja
stakfløgan hjá
teimum kemur út
TÓNLEIKUR
Pop.fo
Fyrstu vikuna í oktober
fer Týr í upptøkuhølini
at taka eina stakfløgu
upp, og aftaná tað bíðar
ein spennandi konsert-
skrá við uppgávum í
fýra ymiskum londum.
Fyrsta konsert við
nýggja
sangaranum,
Allan Streymoy, verður í
Sumpinum
á
Oyra-
sundskolleginum
í
Keypmannahavn.
17. oktober spælir Týr
á kanska best umtókta
staðnum í Oslo, Smuget,
og dagin eftir spæla teir
á Scanart festivalinum í
norska høvuðstaðnum.
7. november fer bólk-
urin til letland, har teir
fara at spæla í høvuðs-
staðnum, Riga. Dagin
eftir spæla teir í býnum
Jelgava, sum liggur 50
kilometrar frá Riga.
Frá 20. november til 1.
desember fer Týr at
ferðast í Íslandi, har teir
veruligan fingu vind í
seglini fyrr í ár. Tá er
stakfløgan Ólavur Ridd-
ararós komin út, og
sjónbandalagið til sang-
in Hail To The Hammer
verður
frumsýnt
í
Íslandi. Við hesum í
rygginum skal Týr Royn
at fáa áhugan fyri teim-
um upp á sama stig fyrr
í ár.
Týr spennandi skrá
fyri framman
Týr hevur úr at gera komandi vikurnar
Mungát aftur á marknaðin í dag
Fíggjarlógaruppskoti
ð fyri 2003 gevur eitt
yvirskot upp á 150
milliónir krónur. Men
næsta ár skal
landskassin gjalda
148 milliónir krónur í
avdráttum, og tí
verður avlopið tvær
milliónir. Rúmd
verður fyri at gera
íløgur fyri 260
milliónir næsta ár
FÍGGJARLÓG
Jón Brian Hvidtfeldt
Samlaðu útreiðslurnar hjá
landskassanum verða næsta
ár 3.568 milliónir krónur,
og sostætt veksur fíggjar-
lógin við 110 milliónum
krónum næsta ár, sammett
við fíggarlógini fyri í ár.
Fíggjarlógaruppskotið fyri
2003 gevur eitt yvirskot
upp á 150 milliónir krónur,
áðrenn
avdráttirnir
av
skuldini til danska Ríkis-
kassan eru goldnar. Lands-
kassin skal næsta ár gjalda
148 milliónir krónur í av-
dráttum, og tí verður fíggj-
aravlopið, tað er avlopið
eftir at avdráttirnir eru
goldnir,
tvær
milliónir
krónur.
Fíggjarmálaráðið metir,
at samlaðu inntøkurnar hjá
landskassanum verða 3.718
milliónir krónur næsta ár.
Skattainntøkurnar
verða
1.767 milliónir, inntøkan
frá avgjøldum og tolli verð-
ur 1.267, ríkisveitingin úr
Danmark verður 630 milli-
ónir og harumframt fær
landskassin 54 milliónir
krónur í ymsum øðrum inn-
tøkum.
Í fíggjarlógaruppskotin-
um fyri 2003 verður mett,
at inntøkurnar hjá lands-
kassanum vaksa 3,3 pro-
sent næsta ár, sammett við í
ár. Allur inntøkuvøksturin
stavar frá skatta- og av-
gjaldsinntøkum, sum vaksa
4,1 prosent. Harafturímóti
er ríkisveitingin úr Dan-
mark fastfryst, og verður tí
tann sama sum í ár. Tó
veksur ríkisveitingin við
einari millión, men tað
kemst av, at endurgjøldini
úr ríkiskassanum til eftir-
lønir hjá tænastumonnum
hækkar eitt vet.
Ríkisveitingin úr Dan-
mark verður næsta ár góð
17 prosent av samlaðu inn-
tøkunum úr Danmark. Í
1997 var ríkisveitingin
næstan 32 prosent av inn-
tøkunum.
260 milliónir til íløgur
Samlaðu íløgurnar næsta ár
verða 260 milliónir krónur.
Nógv tann størsti parturin
av íløgunum, 152 milliónir,
fer
til
vinnumál.
Av
vinnumálum eru serliga
tvær íløgur, sum fara við
stórum parti av karminum.
107 milliónir eru settar av
til nýggja Suðuroyarskipið
og 25 milliónir eru settar av
til samferðsluhavn á Tvør-
oyri. 43 milliónir eru settar
av til íløgur innan familju-
og heilsumál. Av hesum fær
Landssjúkrahúsið 40 milli-
ónir til uppíbyggingina,
meðan 3 milliónir eru settar
av til íløgur í tól til sjúkra-
húsverkið. 29,2 milliónir
eru settar av til íløgur í út-
búgving og gransking. Her
fær nýggi Miðnámsskúlin,
sum ætlanin er at byggja í
Suðuroynni, 12 milliónir,
og m.a. fær Sjónvarp Før-
oya fýra milliónir til íløgur
í digitalisering av útgerðini.
Almannamál fáa 25 milli-
ónir av íløgukarminum á
fíggjarlógaruppskotinum.
Av hesum skulu 20 milli-
ónir nýtast til eldrasambýli
og eldrabústaðir, meðan
fimm milliónir eru settar av
til bústovnar innan serfor-
sorgina. Av øðrum íløgum,
sum eru nevndar í fíggjar-
lógaruppskotinum
fyri
2003, kann t.d. nevnast, at
fimm milliónir eru settar av
til framhaldandi umbygg-
ingarnar av løgtingshúsin-
um.
Tvær milliónir í yvirskot, tá avdráttirnir eru goldnir
Á tingfundi seinnapartin í gjár skuldi Karsten Hansen,
fíggjarmálaráðharri, leggja fram fíggjarlógaruppskotið fyri
komandi ár
savnsmynd
C
M
Y
K
3
2