Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-01, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. oktober 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 187 - 1. oktober 2002 Nr. 187 - 1. oktober 2002 5 Biddaradrongurin Mark Á gongubreytini framvið við Union Street í Aberdeen sit- ur hópur av biddar- um, flestu teirra eru ungir dreingir. Sofus Poulsen, sum í mong ár hevur verið før- oyskur sendifulltrúi í Aberdeen, sigur, at hetta er lutfalsliga nýtt fyribrigdi í har. ABERDEEN Rúna Sivertsen Millum allar teir mongu biddaradreingirnar, ið sita á gongubreytini framvið Uni- on Street í Aberdeen, skilir Mark seg burturúr. Mark sær ikki so illa út sum hinir og hevur eina snøgga nýmótans frisuru. Vit kundu ikki bara okk- um, men vendu aftur fyri at spyrja Mark, hví hann sat har. “I’m begging”; svaraði hann smílandi óneyðuga spurningi okkara. Vit søgdu honum, at or- søkin til at vit vendu aftur at tosa við hann var, at vit mistonktu hann fyri ikki at vera rættan biddara, men bert ein, sum vildi vinna sær eyka pening. - Hvussu hevur tú ráð til eina so vakra frisuru, spurdu vit. Mark flenti og streyk hendurnar gjøgnum hárið glaður um, at okkum dámdu frisuruna. - Onkuntíð sleppi eg at sita modell, tað skal eg einki gjalda fyri, segði Mark. Heimleysur Spurdur, hví hann ikki fór í skúla, so hann kundi fáa eitt vanligt arbeiði, segði Mark, at tað fór hann so skjótt, hann fekk nakað at búgva í. - Í løtuni búgvi eg í einum bilhúsi saman við fýra øðrum dreingjum. Frá sosialu skipanini fái eg 20 pund um vikuna - og nakað hiðani er eitt hús, har vit kunnu vaska okkum og fáa ein kaffimunn. Mark er úr Glasgow og fyri 10 árum síðani rýmdi hann frá foreldrum sínum, bert 16 ára gamal. Mark segði, at hjá sær var einki at fara heimaftur til. Spurdur, um hann nakr- antíð hevði leitað sær hjálp í nakrari kirkju, segði Mark: Eg gekk í eina kirkju fyri nøkrum árum síðani, men tað var ikki nakað fyri meg. Eftir eitt stutt prát, søgdu vit hesum unga og fryntliga manni farvæl, og sleptu nøkrum blankum myntum í húgvuna, sum lá á gongu- breytini. “God bless you!”, heils- aði Mark okkum, tá vit spakuliga fóru víðari niðan eftir Union Street í Aber- deen. Eingin burturspilt tíð Nú starvsvenjingar- tíðin hjá 10. flokkun- um í Kommunuskúla- num í Havn er av, hava vit verið og prát- að við nakrar næm- ingar um, hvussu teirra starvsvenjing- artíð royndist STARVSVENJING Anja Brekkstein & Sólrun Hansen, praktikkantar Í framhaldsdeildini hava allir fólkaskúlanæmingar fyri fyrstu ferð møguleikan at fara í starvsvenjing. Hetta verður skipað á skúlanum saman við næm- ingunum. Fyrireikingar verða gjørdar áðrenn, so næmingarnir fáa ein kunn- leika um, hvat tað er at vera í starvsvenjing. Starvsvenj- ingartíðin hjá øllum varða í tvær vikur, og fáa næming- arnir hesar vikurnar høvi at royna nakað nýtt, sum kanska seinni í framtíðini fer at hjálpa teimum at velja eina útbúgving. Men er tað yvirhøvur nøkur meining við at fara í starvsvenjing? Turið M. Jóhansdóttir var í starvs- venjing á Verkstaðnum Vónini á Argjum. Hetta hevur henni dámt sera væl. - At arbeiða við menn- ingartarnaðum stendur nú hægri á listanum enn áður, og tí haldi eg, at tað hevur havt stóran týdning fyri meg, at verið í starvsvenj- ing, sigur Turið. Dagurin hjá Turið byrjaði klokkan 08 hvønn morgun. Í verkstaðnum eru tað ymiskar deildir, s.s. evnis- deild og seymideild. Her hevur Turið arbeitt saman við teimum menningartarn- aðu, og hjálpt teimum at gjørt jólapynt, mála, klipt, seymað og annað. Eisini hevur hon verið á Hunsara- botni og aðrastaðni, greiðir Turið okkum frá. Klokkan tvey í gjár end- aði so arbeiðsdagurin og starvsvenjingartíðin hjá Turið. - Tað hevur verið ógvuliga spenandi og læru- ríkt, og eg havi havt tað frá- líka gott. Starvsvenjingar- tíðin fer óivað at hava stóra ávirkan á meg, tá eg seinni skal velja mær eina útbúgv- ing, og tí haldi eg, at tað er sera umráðandi, at næm- ingar sleppa í starvsvenj- ing, og eg haldi ikki, at hetta er ein burturspilt tíð frá skúlanum. Eg vil heilt sikkurt ráða øðrum til at fara í starvsvenjing á Vón- ini, sigur Turið at enda við okkum. Einsamøll høna millum hanarnar Eftir at vit høvdu prátað við Turið, gekk leiðin framvið SMS. Har prátaðu vit við Rannvá H. Augustinusen, ið heuvr verið í starvsvenjing hjá Skálki. Teimum flestu kunnugt, so hava tað verið drúgvar umvælingar í SMS, og hevur Skálkur tí verið á Torginum í nakrar vikur. Fyrstu vikuna arbeiddi Rannvá á Torginum, har hon legði klæðir saman og stóð við kassan. Seinnapart leygardagin og sunnudagin hjálpti hon at pakka klæðir út og gera nýggju hølini hjá Skálki í nýggju lonini í SMS kláran til mikudagin, tá allir handlarnir aftur skuldu opna. -Tað hevur verið eitt stórt upplivilsi at verið í starvs- venjing, og nú veit eg fyri vissu, at eg seinni ætli at læra til krambakvinnu, sig- ur Rannvá. Hon heitir tí á næmingar, ið ætla sær at verða krambafólk at fara í starvsvenjing hjá Skálki. Í Skálki arbeiða bara mannfólk í løtuni, so Rann- vá hevur verið einsamøll høna millum allar hanarnar. Vit spurdu Rannvá, um tað hevði nakra ávirkan á hana. - Eg havi havt tað sera stuttligt og havi trívst væl sum einsamøll høna, sigur Rannvá at enda við einum smíli. Vit báðar, Sólrun og Anja, vilja gjarna nýta høvi at takka Sosialinum fyri okkara starvsvenjingartíð. Hetta hava verið tvær ógvuliga spennandi og læruríkar vikur. Rannvá H. Augustinusen aftanfyri kassan í Skálki. - Á gongubreytini á Union Street í Aberdeen, situr 26 ára gamli Mark og biddar. Mark er heimleysur og um veturin skiftir hann tunna bummullsstykkið út við heitari teppi, sum góð fólk hava givið honum. Biddaradreingir eru alt vanligari at síggja á gøtunum í Aberdeen. Mynd: Rúna Sivertsen Turið M. Jóhansdóttirsitur situr her saman við Anni og arbeiðir FÍGGJARLÓG Edvard Joensen Jógvan við Keldu, løg- tingsmaður, er ikki skakkur av, at einki er sett í fíggj- arlógaruppskotið til tunnil undir Leirvíksfirði. Hann hevur álit á, at avlops- peningur, sumer tøkur, kann flytast til komandi játtan Tað standa óbrúktir pengar, sum kunnu flytast umvegis annleggslógina, soleiðis at tunnilsarbeiðið undir Leirvíksfirði kortini fær part, sigur Jógvan við Keldu, løgtingsmaður. Hann er einki bangin fyri, at tey verða við sviði- soð har norðan fyri Leir- víksfjørð, hóast einki stendur í fíggjarlógar- uppskotinum um pening til tunnilsætlanina undir Leir- víksfirði. Jógvan við Keldu sigur, at hann fyri stuttum spurdi um málið á samgongu- fundi, og fekk har játtað, at tað ber til at flyta hendan peningin. Ta játtanina fer hann so at halda seg til, sigur hann. – Høvuðssakin er nú, at partafelagið fær pening at seta arbeiðið í gongd fyri, sigur hann. Um tað kortini skuldi hent, at eingin peningur verður fluttur, so sum hann vónar, er støðan ein heilt onnur, sigur Jógvn við Keldu, løgtingstingmaður Fólkafloksins í Norð- oyggjum, uttan tó at vilja siga nágreiniliga, hvat hann so fer at gera. FÍGGJARLÓG Edvard Joensen Av teimum 260 milli- ónunum, sum væntandi veðra brúktar til íløgur á komandi fíggjarlóg, fær samferðslan til Suðuroyar umleið helvtina. Smyril fær 107 milliónir, og sam- ferðsluhavnin á Drelnesi er sett til 25 milliónir Tvær havnir fáa pening til nýgerð komandi ár, og fýra vegastrekki fáa játtan. Helvtin av játtanini til vega- gerð fer til Gásadalstunnilin. Samferðsluhavnirnar á Drelnesi og Syðradali á Kallsoy fáa 39 milliónir. Íløgurnar til nýgerð av landsvegum minka við umleið 30 miliónum í mun til verandi fíggjarlóg. Til- samans seks milliónir krón- ur eru settar av til nýgerð í uppskotinum, sum Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum legði fram í gjár. Av teimum seks millión- unum er helvtin, tríggjar milliónir settar av til vega- og tunnilssambandið til Gásadals. Ein millión í part er sett til tey trý økini Skálafjørð - Strendur, Gomlurætt - Tórshavn og nýggja innkoyring til Tórshavnar. Nýggja samferðsluhavn- in á Syðradali fær eftir uppskotinum 14 milliónir, meðan 25 milliónir skulu brúkast til samferðslu- havnina á Drelnesi. Til bygging av nýggja Smyrli eru settar 107 milliónir av, og tað er so tað, Strandferðslan kann vænta sær komandi ár. Einki oyra er sett av á fíggjarlógaruppskotinum til tunnilstrygd, so sum trygging av loftum, ljós og annað, sum skal gerast. Heldur einki er sett av til undirsjóvartunnil undir Leirvíksfirði, og einki er sett av til vegagerð í Suður- oy. Vágs Havn er ikki nevnd í fíggjalógaruppskotinum fyri 2003, og eingin játtan yvirhøvur er til studning til havnir. Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, er als ikki nøgdur við fíggj- arlógaruppskotið, sum lagt er fram. Hann sigur, at lands- stýrismaðurin við vinnumálum loypir frá gjørdum avtalum FÍGGJARLÓG Edvard Joensen Hergeir Nielsen, løgtings- maður er als ikki glaður fyri fíggjarlógaruppskotið, sum komið er. Hann vil ikki góðtaka, at bæði Vágs Havn og sambandið millum Øravík og Hov eru strikað av íløgujáttanini. Hergeir Nielsen hevði væntað pening til bæði vegagerð millum Øravík og Hov, eins og pening til útbygging av Vágs Havn. Sum skilst á Hergeri Nielsen, ætlar hann ikki, at hetta uppskotið skal verða tann endaliga fíggjarlógin, sum samtykt verður. Hergeir Nielsen sigur við Sosialin, at landsstýris- maðurin við vinnumálum loypir frá gjørdum avtalum í fíggjarlógaruppskotinum. Hann vísir á, at lands- stýrismaðurin við vinnu- málum hevur roynt at selt suðringum ein tunnil mill- um Øravík og Hov fyri 100 milionir krónur, sum skuldi koma í staðin fyri út- bygging av Vágs Havn. Men nú fígjarlógarupp- skotið er komið, er einki sett av. Hvørki til tunnil ella havnagerð. Og tað fer Her- geir Nielsen ikki at lata sær lynda, sigur hann. – Landsstyrismaðurin við fíggjarmálum hevur sett seg upp móti løgtingsins vilja, og tað fer at svíða sum vøllir, sigur Hergeir Nielsen, løgtingsmaður fyri Tjóðveldisflokkin í Suður- oy. Landsstýrismaðurin loypur frá Hergeri Nielsen fer als ikki at góðtaka verandi uppskot til fíggjarlóg. Hann krevur pening til íløgur í samferðslukervið í Suðuroy Hálv játtanin til Suðuroyar Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, sigur, at peningurin, sum hann ætlaði til Vágs Havn, varð av Fíggjarmálaráðnum fluttur til skúlabygg- ing í Vági FÍGGJARLÓG Edvard Joensen Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður við vinnumál- um, váttar, at hann hevur lovað pening til sam- ferðsluna í Suðuroy. Men eftir at hann hevði latið sítt uppskot frá sær, raðfesti Fíggjarmálastýrið av nýggjum soleiðis, at pen- ingur varð játtaður til skúlabygging í Vági. Tann peningurin varð tikin av §6, sum eru vinnumál. Soleiðis varð havnarlagið í Vági óbeinleiðis flutt upp á land har suðuri, sigur lands- stýrismaðurin við vinnu- málum. Bjarni Djurholm sigur eisini, at hann hevur skotið upp at spara umleið 30 milliónir krónur av við- líkahaldi, sum umvegis ávís lógaruppskot, hann í løtuni arbeiðir við, so kunnu flytast aðrastaðni. Eitt nú til tunnilsgerð í Suðruoy. Hetta er viðgjørt í samgonguni. Eisini við Tjóðveldisflokkin, sum tekur undir við tí. Og tí veit Hergeir Nielsen væl av, sigur Bjarni Djurholm. Hann vísir eisini á, at samlaða íløgujáttanin til Vinnumálaráðið var upp á 145 milliónir. Av hesum fara 132 til Smyril og Drelnes, so tað er greitt, at trongligt verður aðrastaðni. Eisini á Hovsvegnum, sigur hann. Peningurin kann flytast Havnarlagið flutt upp á land C M Y K 5 4