týsdagur 1. oktober 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 187 - 1. oktober 2002
Nr. 187 - 1. oktober 2002
7
Tað er stórur vandi
fyri at Suðuroyggin
kemur at liggja í
læknaloysi um fýra
ella fimm ár
LÆKNANEYÐ
Áki Bertholdsen
– Um nøkur heilt fá ár
kemur Suðuroyggin í eina
álvarsliga læknakreppu.
Tað fingu løgtingsmenn
at vita, tá ið teir vóru á ferð
í Suðuroy í farnu viku.
Á ferðini fóru teir fyrst
yvir á Suðuroyar Sjúkra-
hús, har Ronnie Midjord,
umsjónarmaður á sjúkra-
húsinum og tveir av lækn-
unum, Knud Steinø, yvir-
lækni og Karl Johan Fossá,
kommunulækni
greiddu
teimum frá viðurskiftunum
á Suðuroyar Sjúkrahúsi og
heilsustøðuni í Suðuroynni
annars.
Og teir duldu ikki fyri, at
størsti trupulleikin á hesum
økinum í Suðuroynni, er, at
tað er so ómetaliga trupult
at fáa læknar í oynna, bæði
kommunulæknar og læknar
til sjúkrahúsið.
Læknarnir
søgdu,
at
heilsustøðan hjá Suðuroy-
ingum er líka góð, sum hjá
føroyingum annars.
– Okkara størsti trupul-
leiki er at fáa læknar í
oynna og um fýra ella fimm
ár koma vit í eina stóra
læknakreppu, segði Knud
Steinø, yvirlækni.
Neyðugt við
tilbúgving
Hann segði, at Sjúkrahúsið
var sloppið so nøkunlunda
undan sparingum, uttan í
fjør og hann var ógvuliga
spentur uppá uppskotið til
fíggjarlóg fyri næsta ár,
sum skuldi leggjast fyri
tingið í gjár.
– Tað tykist sum um tað
ikki eru øll, sum skilja, at á
einum lítlum sjúkrahúsi
kostar tað at hava eina skip-
aða tilbúgving til reiðar, tí
tað eru útreiðslur, sum ikki
kunnu rørast.
Hann vísti á, at eisini í
Danmark verður tosað um
at leggja sjúkrahús niður,
men í Føroym er støðan júst
tann øvugta av tí, hon er í
Danmark.
– Í Danmark eru tað
akuttar móttøkudeildir, ið
verða niðurlagdar. Á Suð-
uroyar Sjúkrahúsi eru tað
júst tað manningin, ið skal
veita bráneyðuga hjálp, ið
størsti tørvurin er á.
– Standa vit við einum
sjúklingi, har stað stendur
um lív ella heilsu, nyttar tað
onki at vit næsta ár fáa ein
Smyril, ið siglur eitt sindur
skjótari enn hesin, tí Lands-
sjúkrahúsið er akkurát líka
langt burturi fyri tað og tí er
tað so neyðugt við einari
tilbúgving í Suðuroy, sum
kann veita bráneyðuga við-
gerð.
Skal vera meiri
lokkandi
Sjálvur hevur Steinø verið
lækni á Sjúkrahúsinum í 20
ár.
– Ein part av tíðini hava
vit verið so væl fyri, at vit
hava verið tveir yvirlæknar.
Men tað mesta av tíðini,
hevur hin yvirlæknin verið
leysur vikarur.
Sostatt hevur Steinø ver-
ið einasti fasti yvirlækni í
langa tíð og tá ið hann fer
frá um eini fýra, fimm ár, er
vandi fyri beinleiðis lækna-
kreppu á Suðuroyar Sjúkra-
húsi.
Hann visti ikki, hvat
kann gerast fyri at bøta um
viðurskiftini.
Men hann segði, at okk-
urt bendi á, at lønin, sum
ein lækni í Suðuroy fekk,
var ikki serliga lokkandi.
– Læknatrot er ein trup-
ulleiki, sum eisini onnur
kenna til. Summastaðni í
Noregi hava tey roynt at
lokka læknar til við at
bjóða teimum hægri løn og
skattafyrimunir. Men tað
ber ikki til, tí Suðuroyar
Sjúkrahús kann ikki bjóða
læknunum annað enn sátt-
málasettu lønina.
Tað kann eisini vera, at
tað fakliga ikki er nóg av-
bjóðandi, men tað ber til at
seta tiltøk í verk fyri at gera
tað meiri lokkandi. Eitt nú
er skipan sett í verk, so at
Suðuroyar Sjúkrahús hevur
álinjusamband við hjarta-
læknan á Landssjúkrahús-
inum, so at hann alla tíðina
kann fylgja við einum
hjartasjúklingi á Suðuroyar
Sjúkrahúsi.
Eitt annað tiltak kundi
verið at talgilda røntgen-
kanningarnar, so at sjúkra-
húsið í Suðuroy kundi tikið
røntgenmyndir og sent tær
beinleiðis til ein serlækna-
kanska heim til hansara, tá
ið hetta er um náttina, og so
kann hann beinanvegin
geva uppskot um viðgerð.
Upplýst varð, at tað kost-
ar 10 milliónir at talgilda
røntgenkanningarnar á øll-
um teimum trimum sjúkra-
húsunum.
Tvíhalda um
sjúklingar
Kristian Magnussen, løg-
tingsmaður, vísti á, at skal
fólk støðast á bygd, er tað
neyðugt at tað eru størv úti
á bygd til útbúgvin fólk.
– Læknar og onnur við
góðum útbúgvingum eru
ofta gift við fólki, sum eis-
ini hava góðar útbúgvingar.
Og tað nyttar ikki at arbeiði
bara er til annan hjúnafel-
agan og tí er neyðugt at
skipa størv úti um landið til
vælútbúgin fólk, so at bæði
hjúnini kunnu fáa arbeiði,
segði Kristian Magnussen.
Karl
Leo
Johannsen
spurdi, hví tað er so trupult
at sjúklingar av Lands-
sjúkrahúsinum til Suður-
oyar at fáa viðgerð, tá ið
bíðilistarnir eru so langir í
Havn.
– Hetta verður gjørt í lítl-
an mun og á Suðuroyar
Sjúkrahúsi er onki, sum
forðar hesum, upplýsti fyri-
støðumaðurin á Suðuroyar
Sjúkrahúsi.
Men samstundis varð
upplýst, at tað vísir seg at
vera trupult hjá Sjúkrahús-
um at sleppa sjúklingunum,
tí nógvir sjúklingar geva
góð hagtøl og góð hagtøl
geva hægri játtan…
Sum tað sæst á grein
aðrastaðni í blaðnum, er
støðan ikki mætari hvat
kommunulæknum viðvík-
ur.
Álvarslig læknakreppa
í Suðuroynni um fá ár
Knud Steinø er einasti fasti yvirlækni á Suðuroyar Sjúkrahúsi
og tá ið hann fer frá um kanska fýra ella fimm ár, er vandi
fyri veruligari læknakreppu á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Frá 1. januar
komandi hækkar
útgjaldið úr
Samhaldsfasta
Arbeiðsmarknaðareft
irlønargrunninum til
680 krónur, ella 8.160
krónur um árið
PENSJÓN
Tíðindaskriv
Stýrið fyri Arbeiðseftirløn-
argrunnin hevur á fundi
27/09 2002 samtykt at
hækka eftirlønina úr grunn-
inum við umleið 5% frá 1.
jan 2003, soleiðis at eftir-
lønin verður 680 kr um
mánaðin, sum er 8.160 kr
um árið. Ásetingin er gald-
andi fyri árið 2003. Øll,
sum hava fylt 67 ár, fáa
eftirløn úr grunninum.
Løgtingslógin um eftir-
lønargrunnin er frá 1991,
men hon er broytt nakrar
ferðir. Lógin ásetir, at stýr-
ið fyri grunnin skal áseta
útgjaldið eina ferð um árið
fyri álmanakkaárið eftir.
Lønmóttakarar og ar-
beiðsgevarar hava síðan 1.
januar 1992 goldið í grunn-
in, lønmóttakarar 1/2 % av
lønini so hvørt, hon er
útgoldin, og arbeiðsgevarar
1/2% av lønunum í undan-
farna ári. Eitt ársinngjald
frá 1. apr 1993 - 31. mar
1994 er sambært lógar-
broyting latið arbeiðsloys-
isskipanini sum veiting.
Eftirlønarveitingin
er
ásett soleiðis, at grunnurin
sleppur undan at lækka
hana seinni, og í staðin fyri
hevur møguleika fyri at lata
eina vaksandi upphædd,
sum í minsta lagi veksur
líka nógv sum inflatiónin.
Reglurnar um útgjald úr
grunninum eru ásettar í
løgtingslóg
nr
39
frá
07.05.1991, sum seinast
broytt við løgtingslóg nr 43
frá 09.05.1997 og í kunn-
gerð nr 44 frá 09.05.1997.
Eftir hesum reglum er tað
Toll- og Skattstovan, sum
stendur fyri útgjaldinum,
og hvønn mánað setur veit-
ingina á konto hjá hvørjum
eftirlønarmóttakara í spari-
kassa, banka ella postgiro.
UNDIRVÍSING
Tíðindaskriv
TALBÓK
ætlað
fyrsta
flokki sum ískoytistilfar í
undirvísingini í støddfrøði,
er nú komin í bókabúðirnar.
Høvundur er Katrin Gull-
bein, lærari. Astrid Mac-
Donald hevur gjørt tekn-
ingarnar í bókini.
Bókin gevur næm-ingin-
um møguleika at arbeiða
miðvíst við tølunum 1-100.
Talbókin er í trimum pørt-
um:
Fyrsti partur, tølini 0-9,
er væl hóskandi í byrjanar-
undirvísingini, tá ið dentur
verður lagdur á at venja tal-
skriving, tøl og mongdar-
læru.
Annar partur, tølini 10-
100, stuðlar somuleiðis
mongdarlæru og talvenjing.
Hóskandi er at fara undir
henda partin, tá ið næming-
arnir hava lært tey smærru
tølini.
Triði partur, tær seinastu
13 síðurnar, eru verklig
evni, sum flokkurin kann
arbeiða við í stutt ella long
tíðarskeið.
Næmingarnir
loysa uppgávurnar í felag.
Føroya Skúlabókagrunn-
ur gevur út. Repro og prent-
umsiting hevur Repro-Z
staðið fyri. Ingi Joensen,
Grafik Studio, gjørdi perm-
una.
TALBÓK er 64 blaðsíð-
ur og kostar 48,00 kr.
PLUSSBÓK er nú komin
í bókabúðirnar. Høvundur
er Katrin Gullbein, lærari.
Hetta er annað heftið til
byrjanarundirvísing
í
støddfrøði, sum Føroya
Skúlabókagrunnur gevur út
í ár.
PLUSSBÓK er ískoytis-
tilfar og kann brúkast, tá ið
tørvur er á at læra og venja
at leggja saman. Dentur
verður lagdur á, at næming-
arnir læra seg at seta tøl og
stykki vakurt og greitt upp.
Fyrra helvt av bókini er
samanlegging við tølum
minni enn 10. Í seinnu
helvt, tølini omanfyri 10,
eru einfaldar roknivenjing-
ar at leggja tøl saman við
serligum denti á at rokna
við mentu.
Repro og prentumsiting
hevur Repro-Z staðið fyri.
Ingi Joensen, Grafik Stu-
dio, gjørdi permuna.
PLUSSBÓK 24 blaðsíð-
ur og kostar 28,00 kr.
Føroya Skúlabókagrunnur
hevur givið út telduforritið
»Rokna« til yngru børnini.
Andrias Hammer hevur
forritað, teknað og sett upp.
Hetta er eitt undirvísingar-
forrit í støddfrøði til skúla-
og heimabrúks ætlað børn-
um 6 - 10 ár. Børnini kunnu
venja:
• at telja
• at seta tøl í rætta raðfylgju
• at leggja saman
• at draga frá
•at tekna mynstur og at
spegla
Telduforritið
»Rokna«
kann keypast í bókabúðun-
um fyri 149,00 krónur til
hvønn brúkara.
Nýtsluloyvi til skúlar og
til fleiri brúkarar kunnu
bara keypast frá Bókamið-
søluni.
Nýtt tilfar í støddfrøði til yngru børnini
Samhaldsfasti hækkar
eftirlønina
Støðan viðvíkjandi
kommunulæknum í
Suðuroy, hevur verið
góð, men taðer sum
eitt korthús, sigur
Karl Johan Fossá,
kommunulækni á
Tvøroyri
LÆKNANEYÐ
Áki Bertholdsen
Hendir onki sum munar, er
lætt at síggja fyri sær, at um
fýra ella fimm ár er ongin
kommunulækni
eftir
í
Suðuroynni.
Eins og Knud Steinø
gjørdi tað í aðrari grein her
í blaðnum, greiddi Karl
Johan Fossá Løgtinginum
frá støðuni viðvíkjandi
kommunulæknunum
í
Suðuroynni.
Umstøðurnar hjá lækn-
unum vóru góðar, tí teir
høvdu nýggj høli, telduút-
búnað og annað, sum
kravdist.
– Tað hava verið fýra
kommunulæknar, tveir á
Tvøroyri og tveir í Vági og
tað hevur gingið væl, segði
Karl Johan Fossá.
Men nú er tann eini lækn-
in í Vági farin og hin er í
feriu. Annar læknin á Tvør-
oyri fær ikki gingi vakt í
løtuni, so nú í fleiri dagar er
Karl Johan Fossá einsa-
mallur á vakt.
Hann hevur skilt, at
læknin, sum er eftir í Vági,
ikki er hugað at halda fram,
verða umstøðurnar ikki nóg
góðar at arbeiða undir og
tað stendur ikki á at fáa
arbeiði aðrastaðni.
Báðir kommunulæknarn-
ir á Tvøroyri eru farnir um
tey seksti. Tað er ikki óvan-
ligt, at læknar fara frá við
eftirløn 60 ára gamlir so tað
kann vera so ógvuliga
skjótt, at ongin kommunu-
lækni er eftir í Suðuroy.
– So hóast støðan er góð,
tá ið fýra læknar eru, er tað
sum eitt korthús, tí tað skal
ómetaliga lítið til at alt
húsið rapar.
Tað hevur til tíðir gingið
strilti at manna størvini í
Vági – í hvussu so er tað
eina og tað er trupult at fáa
kommunulæknar
henda-
vegin.
Fer fyrst ein lækni, er tað
skjótt at ein annar ikki vil
vera longri, tí so verða. um-
støðurnar ov vánaligar og
sum tað sær út í løtuni,
verður tað skjótt, at ongin
kommunulækni verður í
Suðuroynni um, verða til-
tøk ikki sett í verk, sum
gera tað meiri lokkandi at
koma út á bygd.
Hann vísti á, at tey, sum
eru flutt aftur til Føroya,
eftir tað stóru fráflytingina,
eru ikki flutt út á bygd, men
til Havnar.
– Skulu vit eisini fram-
yvir hava kommunulæknar
í Suðuroynni, verður neyð-
ugt at seta tiltøk í verk, sum
gera tað meiri lokkandi at
búgva á bygd, segði Karl
Johan Fossá, við løgtins-
limir.
– Landskappingin í
fótbólti gav leiðsluni
á Suðuroyar Sjúkra-
húsi hugskotið til at
royna nýggjar leiði
fyri at fáa lækna til
sjúkrahúsið
LÆKNANEYÐ
Áki Bertholdsen
– Tað hevur verið heilt
ómøguligt at fingið ein
lækna á Suðuroyar Sjúkra-
hús afturat Læknanum sum
er, Knud Steinø.
Hetta segði Ronnie Mid-
jord,
umsjónarmaður
á
Suðuroyar Sjúkrahúsi fyri
løgtingslimum, tá ið tey
vitjaðu Suðuroynna miku-
kvøldið og hósdagin í farnu
viku.
Hann segði, at tey høvdu
søkt og søkt, men ongar
umsóknir komu, so enn var
Knud Steinø einsamallur
við teimum leysu vikarun-
um, sum tað eydnaðist at
finna.
Hann segði, at Sjúkra-
húsið tí hevði gjørt av at
ganga nýggjar leiðir og so
mátti tíðin vísa, um tað fór
at eydnast.
Hugskotið hevði hann
fingið úr fótbóltinum.
– Tað eru nógvur jugo-
slavar í Føroyum og sparka,
so tey fóru at kanna, um tað
ikki eisini var áhugi hjá
onkrum lækna at koma
hendavegin.
19 umsóknir
Suðuroyar Sjúkrahús søkti
tí eftir lækna í Jugoslavia
og upp á 14 dagar fingu tey
ikki færri enn 19 umsóknir.
Ronnie Midjord sigur, at
áhugin hjá læknum í Jugo-
slavia at sleppa burtur er
ikki óskiljandi, tí ársølnin
hjá einum lækna har er ikki
meiri enn 24.000 krónur í
okkara peningi.
Hann sigur, at leiðslan á
Suðuroyar Sjúkrahúsi nú
hevur valt ein umsøkjara
burturúr og í løtuni verður
arbeitt vit at fáa heilsustýr-
ið í Danmark at góðkenna
hann so at hann kann fáa
loyvi at virka sum lækni.
Tað skiltist á fyristøðu-
manninum at tað var við at
koma undir land.
Verður læknin góðkend-
ur, er er ætlanin fyribils, at
hann skal vera í Suðuroyar
Sjúkrahúsi í ein mánað fyri
at vita um hetta er tað rætta
fyri báðar partar.
So verður støða tikin til
um hann skal verða ver-
andi, ella ikki, sigur Ronnie
Midjord.
Annars var Ronnie Mid-
jord fegin fyri teir vikarar,
sum hava verið, tí yvirhøv-
ur eru hetta somu læknar,
sum koma aftur og aftur og
teir kenna tí bæði sjúkra-
húsið og viðurskiftini ann-
ars.
Ongin kommunulækni í
Suðuroy um fýra ella fimm ár
– Støðan hjá kommunulæknunum í Suðuroy er sum eitt
korthús, tí tað skal ómetaliga lítið til, so rapar alt húsið, segði
Karl Johan Fossá, kommunulækni á Tvøroyri við Løgtingið
seinasta mikukvøld
Suðuroyar Sjúkrahús gongur nýggjar leiðir
fyri at fáa lækna
Ronnie Midjord bjóðar Edmundi Joensen, løgtingsformanni, vælkomnum á Suðuroyar Sjúkrahús
mikukvøldið
C
M
Y
K
7
6