Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-11-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. november 1984síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Sum áður nevnt í hesum teigi er Tigran Petrosjan deyður, bert 55 ára gamal. Tá misti talv- heimurin ein av sinum bestu spælarum gjegn- um tidirnar I 30 (!) år, frá ti, hann nåddi stórmeistaraheitið i 1952, og lika fram til stutt fyri deyða sin, var hann taldur millum heimsins 10 bestu. Í skeiðinum 1963—1969 var hann heimsmeistari. Men fram um alt annað minnast vit Petrosjan fyri hansara avgjert positionella telvingarlag. Hetta var eitt framhald av idéum Nimzowitschs um »fyribyrgjan«. Her verður havt tað í huga, at í fyrsta lagi verður roynt at hindra mót- støduleikaranum i at sleppa í atsókn, og ikki fyrr enn hetta er komið á mál, verður farið í álop. Hetta »kediliga« telg=- ingarlagið var orsekin til, at Petrosjan ikki varð reiðiliga virdur av tí »meiniga«« telvaranum. Men eitt talv, sum vit „ siggja her, haldi eg ið hvussu so er, er vakurt. ' H: Petrosjan, GM S: Taimanov, GM 1. d4 d5 2. c4 e6 3. Rif3 Rif6 4. Ric3 c6 5. e3 Ribd7 6. Bd3 Bb4 7. 0-0 0—0 8. Fc2 Bd6 9. b3 dxc4 10. bxc4 e5 11. Bb2 Re8 12. Rie4! Byrjanin til eitt bein- leidis ålop. Men vanda- leyst, ti positionelt vikn- ar stødan ikki! 12. — Rixe4 13. Bxe4 > h6 14. Radl exd4 15. Bh7+ !! — Lyst — Av sonnum ein djupt grundadur leikur, sum fåur madur mundi havt funnið fram til. Ætlanina vid honum siggja vit um eina løtu. 15. Rxd4, Rif6 hevði borið til hjá svertum. 15. — Kh8 16. Rxd4! Onkur hevði kanska væntað tað meira positi- onella 16. exd4, men sjálvandi dugir Petro- sjan eisini 2: leypa á, og nú er tað ein spurningur um frábrigdi, ikki um telvingarlag. 16. — Bc5 Eftir 16. —, Rif6 17. c5, Rixh7 18. Rxd6, Fe7 19. Rxh6 siggja vit ætlanina vid 15. Bh7!! 17. Rf4 Fe7 18. Re4! Ff8 19. Rh4 f6 20. Bg6 Re7 21. Rh5 Bd6 22. Rdl Be5 23. Ba3 c5 24. Rih4 Svartur gevst. Eingin verja er at finna moti 25. Bf5 ella 25. Be4. Tað er ikki hverjum mannið lagað at sleppa at spæla ein sterkan stórmeistara soleiðis nið- ur. Petrosjan helt sjálv- ur, at hetta var tað besta, hann hevði telvað, hóast hann hevur spælt mong glæsilig offur- talv. tíðindablaðið Utbjóðing | Vegna eigarafelagid »D« í Havnar- | dali, á Argjum, verður hetta arbeiðið boðið út alment. Arbeiðið umfatar: >Byggibúgving av útstykking »D« og vegur i sambandi vid utstykkingina (Reynsgøta).« Áhugað kunnu fáa útbjóðingartilfarið til láns frá undirritaða móti veðhaldi kr. 1.000,- á krossaðum kekki frá hós- degi hin 15.11.1984. Tilboð merkt »Utstykking »D« í Havnardali« skulu í afturlatnum brævbjálva, verða okkum í hendi í seinasta lagi hin 06.12.1984 kl. 11.30, og verða tey innkomnu boðini tá latin upp. Teir bjóðandi hava høvi at vera hjá- staddir. P/F Prejekteringsfelagið v/ Trúgva Bjarnadal ráðg. verkfrødingur M. af I. Brekkugøta 4 3800 Térshavn — Tlf. 1 5100 Skrivari søkist Starvid sum skrivari å landslækna- skrivstovuni verdur vid hesum lyst leyst at søkja pr. 1. februar 1985. Arbeidstidin er 20 timar um vikuna. Løn sambært H.K.-såttmåla. Umsóknir skulu sendast til lands- læknan, Sigmundargøta 5, Tórshavn, í seinasta lagi 15. desember 1984. Landslæknin PROFA LOFT- VEGG - OG GOLV- KLÆDNINGUR » PP = IR >. UTC. MIÐBÝURIN TÓRSHAVN TLF. 16066 er at halda seg til loyvdu ferðina Nr. 136 — 17. november 1984 Tú situr norður við: Sp K84 Hj 9532 Rú 9832 Kl E4 og meldað er: b N E — kl 2 kl 2 rú 3 kl 3 hj 3UT — Hvat spælir tú út ? Danmark kláraði seg sera væl í OL-kappingunum í Seattle og fekk bronsu, sum er higartil besta internationala úrslit higartil. Í semifinaluni hendi tað óvæntaða, at bæði USA og Italia taptu sínar dysti og øll liðini í bólkinum, sum Danmark spældu í, og sum bleiv roknaður at vera tann veikari, vunnu sínar dystir. Gullvinnari gjerdist Polen, sum í finaluni vann stórt á Fraklandi, Dan- mark bleiv nr. 3 og eysturríki nr. 4. Í kvinnuraðnum var spenningurin í finaluni stórur allan finaludystin, har USA spældi ímóti Bretlandi. Næstseinasta spæl kundu bretsku kvinnurnar havt tryggjað sær gullið, men hetta eydnaðist ikki, dysturin endaði 109—99 til USA. Holland vann bronsu meðan Frakland gjerdist nr. 4. EBL-simultan parakappingin var vælskipað og sera stuttlig at spæla, serstakliga tí at ein fyri hvert spælið kundi síggja býtið av stigunum til NS og EV beinan vegin, spælið var spælt. Tey, ið nýttu privatroknskap, kundu harafturat sjálvi fylgja við, hvussu til stóð við egnu steðuni. Sum eg havi skilt, hava verið trupulleikar ymsastaðir við uppgerðini — hesin uppgerðar- háttur hevur ikki verið royndur fyrr — og eg havi enn ikki fingið úrslitini frá ekjunum. Eydnast ikki at fáa tey við í dag, verða tey í týsdags- blaðnum. Í nógvum føri er fyrsta útspælið avgerandi fyri, um eitt spæl verður vunnið ella tapt. Teoribekur- nar hava góðar leiðbeiningar, og meldingar hjá mótpartinum hjálpa harafturat. Ein góð regla er: Finn fyrst litin, ið skal spælast út, og síðani kortið í litinum. Hetta gav úrslit í simultankapp- ingini seinasta sunnudag í spæli nr. 12, har meldað var sum víst ovast. Eystur hevur helst 1-4-4-4 og vestur ikki fleiri enn 4 spaðarar, tá hann ikki meldar litin. Sostatt hevur suður ikki færri enn 5, og spaðari skal út — men hver? Her er eisini at hugsa um, at eystur hóast bert ein spaðara segði pass til 3 UT. Tað kundi bent á, at hetta er eitt honnerkort, frúgvin ? — altso spaðar kong í borðið. Sp K84 Hj 9532 Rú 9832 KI E4 Sp E765 Hj X86 Rú 4 KI KDX65 Sp JX932 Hj D7 Rú K765 Kl 32 N V E + Sum sæst er spaðar kongur einasta útspæl, ið gevur meguleika fyri at seta 3 UT hjá vestur (spælið kann vinnast, um fallið verður frá inntil triðju ferð og hjartarin verður toppaður, men tað verður helst bert gjert við opnum kortum). Litil spaðari gevur dupulthald, hjartari gevur tempo og rútaraútspæl eigur at fara til kongin, spaðara aftur tekur vestur triðju ferð. Norður kann nú ikki spæla spaðara aftur, tá hann fær fyri kleyvar ess. /.1 gav 702 stig til NS og 298 til EV. 1000 stig vóru at býta fyri hvert spælið, 3 UT og 5 kl góvu 504/496 og 6 kl +6 gav 45*55. Mortan