Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-11-17, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. november 1984síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Síða 9 Nr. 136 — 17. november 1984 Orka í Norður- andahúsinum Í døgunum frá 1. til 11. november var ein orku- framsýning í Norður landahúsinum. Tað var Nordisk Ministerrád, sum skipaði fyri. Á framsýn- ingini var m.a. eitt granskingarprojekt um alduorku, har vóru myndir og frágreiðingar í sam- band við vindmyllur, um elsamarbeiðið í Norðan- londum, serstakliga mill- um Danmark, Noreg, Sve- ríki og Finland. Eisini fer- oyskt tilfar var við á fram- sýningini, eitt nú frá vind- mylluroyndunum í Våg- um. — VINDMYLLUFRAMLEIÐSLA FØROYUM Tidindaskriv frå felagnum Høganes Sluppin Høganes skal nú umvælast Fyri 100 kr. yvirtók Felagið Heganes 27. oktober ta 100 ára gomlu sluppina, sum tíðliga í heyst varð legd, frá Joen Jacob Johannesen í Lama, sum seinastu árini hevur átt og fert skipið. Ætl- anin er at seta skipið uppá land og tað skal fáa sína upprunaligu útsjónd aftur. Bæði Runavíkar kommuna og Landsverkfreð- ingurin hava góðkent ekið har skipið skal setast, sum er við gamla handilin og neystið hjá Peri í Heiðunum. Hetta er sunnanvert bátahylin í Runavík. Runavíkar kommuna hevur samtykt at út- skriva eina arkitektkapping yvir hvussu ekið við skipi, handli, neysti og meguliga ødrum skal síggja út. Heganes liggur í letuni við bryggju í Havn. Tekniski skúlin í Havn hevur frá gamla eigar- anum keypt motor og róðurgreiðir. Skúlin skal nýta útgerðina til undirvísingina á metaldeildini við Velbastaðvegin. Motorurin er júst tikin úr skipinum, sum nú skal uppá beding, har róður- greiðirnar skulu takast úr. Onnur teknisk útgerð er avmonterað frammanundan. skipið verður síðan sleipað aftur til Runavíkar, har tað kemur at liggja við bryggju eina tíð, til ekið er klárt. Tá verður tað tikið uppá land. Við heilsan Felagið Heganes Músabróðir við litringi um beinini Í juli mánað 1984 vórðu ávíst tal av músabreðrum litmerktir ymsastadni í Feroyum. Litmerkingin er liður í einum granskingar- arbeiði, hvers endamál er at ekja um kunnleikan til lívfreðina hjá ti føroyska músabróðrinum. Kanning- arnar byrjaðu heystið 1982. Leiðari er Sven-Axel Bengtson, professari á Lærda Háskúlanum í Lund. »Statens Natur- vetenskapliga forsknings- råd« í Svøriki læt figgjar- ligan studul. Neyvt sam- starv er við Doretu Bloch Danielsen á Náttúrugripa- savninum í Tórshavn. Feroyski músabróður- stovnurin er av fleiri or- sekum ógvuliga áhuga- verdur. Vanliga heldur músabróðirin til nærindes búplássum á ellum oyggj- unum, men er eisini aðrar staðir. Harumframt er hann steðufuglur og er so- statt í Feroyum alt árið. Hetta hevur havt við sær, at hann er vorðin serskild undirætt. Ætlanin við kanningunum er at lýsa, hvussu lívið hjá músa- bróðrinum hevur lagað seg eftir teimum føroysku náttúruviðurskiftunum. Neyðugt er at gera kann- ingar alt árið og at fylgja lívslagnuni hjá einstøkum fuglum, skulu vit fáa eina hylling á, hvussu slagið hevur nørst og livað, t.d. hvussu leingi ein fuglur livir, hvussu víða um hann ferðast, og hvar hann held- ur til tær ymisku árstíðir- nar. Summarið 1984 vórðu litringar settir á fuglarnar á henda hátt: Fuglar vórðu fangaðir í serligum nótum, síðani varð ein alu- miniumsringur (við nummari og tilhaldi hjá Zoologisk Museum í Keypmannahavn) og ein litringur = úr plastikki smoygdur á annað beinið og tveir littir plastikkring- ar á hitt beinið. Síðani var fuglurin sleptur aftur, har hann var tikin. Hver fugl- ur hevur fingið sítt eyð- kenni við tað, at ringarnir hava ymiskan lit og eru settir á beinið á ymiskan hátt (ovast/niðast). Tí ber til at síggja frámerkið í kikara ella við berum eyga, um fuglurin er nóg nær. Á hesum steðum vóru litringar settir á fuglar- nar: Í Koltri, Mykinesi, Fugloy, Kunoy, Tjørnuvik og á Syðradali og á Hús- um á Kalsoynni. Luttakar- arnir í granskingartiltak- inum koma framhaldandi at vitja aftur á hesum plássum, tí her vera teir litmerktu músabreðurnir allarhelst fyrst at síggja. Kortini er einki til hindurs fyri, at merktir fulgar eis- ini fara at síggja aðra- staðni í Føroyum við. Enn vita vit ógvuliga lítið um, hvussu víða músabróðirin ferðast. At frætta sum mest um, hvar teir merktu fuglarnir ferð- ast, heita vit á almenn- ingin um at geva litmerkt- um músabreðrum ans. Um onkur ber eyga við ein litmerktan músabróðir, skriva so upp, hvar og nær, og hverjir litringar vóru á honum. Skriva eisini upp, hver ringur var ovast á hverjum beini, t.d. hegra bein: ovast reyður, niðast bláur; vinstra bein: ovast gulur, niðast aluminiumsringur. Sjálvt ófullfíggjað eftir- ansan er av áhuga (t.d. um ikki liturin á ellum ringunum sást). Megulig fráboðan um litmerktar fuglar verður latin Doretu Bloch Danielsen á Nátt- úrugripasavninum (við posti ella á telefon 1 2306). Hon kann tá eisini siga frá, hvar og nær fuglurin varð merktur. Okkum tervar í stóran mun hjálp frá almenning- inum, tá ið ræður um at fáa kunnleika til lagnuna hjá teimum litmerktu músabreðrunum. Kortini fara vit eisini at loyva okk- um at biðja um aðrar upp- lýsingar viðvíkjandi lív- freðini hjá slagnum. Í hes- um sambandi hevði komið væl við at fingið upplýs- ingar um, hvussu nógv egg og hvussu nógvir ung- ar hava verið í reiðrunum, sum fólk eru komin framá. Harumframt, finnur nakar ein deyðan músabróðir (ofta kemur ketta drag- andi til hús við músa- bróðuri, hon hevur tikið) sendið hann tá til Nátt- úrugripasavnið, sigur stovnurin í einum tíðinda- skrivi.