Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-11-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. november 1984síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 tíðindablaðið Koma flogfeløgini at fáa ráð at keypa nýggj flogfør? Vit teimum vaksandi dollar-kursum hava flofeløg fingið »høvudpinu«. Við teimum stødugt vaks- andi dollar-kursum hava mong flogfeleg fingið »høvudpinu« — ikki minst hesum ári. Fleiri feløg — Lufthansa nekrum teirra millum gjørdu fyri árum síðani sáttmálar gjaldi í dollarum, tá var hampiliga Men nú er útreiðsl- vaksnar í óhugna liga mun, segði Uwe Scháfer í Lufthansa í Dan- mark á einum prssufundi. Demi er, at eitt nýtt B 747 flogfar, sum Lufthansa júst nú hevur keypt 2 av, fyri umleið 100 mió dollars einans i ár er vaksið 10% ella 100 mió krónur! Hinvegin kunna amerik- anarar keypa bíligt í europeiskum gjaldoyra, og hetta er helst orsekin til, at Pan American Air- ways beint nú hevur bilagt fleiri flogfer hjá europeiska felagnum »Air bus Industries< Dýrari brennievni til flogfør A lvarsligt eisini, at dollarkursurin eisini dýrk- prisin brennievni ar I Eisini á hesum eki er talan um ógvuliga stórar pen- ingaupphæddir. Bert fyrstu 8 mánaðirnar í 1984 gjørdi dollar-økingin, at brennievnid til flogfør dyrkadi vid 9,2% uttan fyri USA. Fyri Lufthansa var hetta 94 miljónir D-markar ella 340 mió kr. Hetta er nógv meira enn avlopið í 1983 (tó aftan á ileggingar við 2,4 mia krónumog 2,6 mió kr. í avskrivingum(. Men ti- betur hevur hin hægri dollar-kursurin eisini post tiva ávirkan, og ta stóru framgongd, id Lufthansa i år hevur havt, fer at geva eitt hampuliga gott urslit hóast tær nevndu meir- itreidslur, sigur Uwe Schfer. stjóri hjá Luft hansa í København Ferðslan Norður- atlants økinum er vaksin ómetaliga nógv, tí at amerikanarar hava fingið rå at ferðast oftari i Europa. Eisini útflutning- urin til Amerika er vaksin, hvat ið hevur verið til fyrimun fyri góðsið, ið verður flutt loftvegis, so at nakað av ti mista peningi kemur heim aftur henda veg. Nr. 136 — 17. november 1984 Góðsflogfer hjá Lufthansa-felagnum á verksmiðju í Frankfurt am Main Neyðugt við 6.000 nýggjum rutu- flogførum ådrenn år 2000 Men tad id flogfeløgini forvinna er kortini ov lítið. Hóast at nú verður tosað um stór peningaavlop, eru hesi tó ov lítil at nekta íleggingartervin. Tað eru ødiligar ileggingar, ið krevjast til nýggj flogfør í næstu framtíð eisini hjá feløgum, ið sum Luft- hansa frammanundan eru heilt »up-to-date« við nýggjan av flogførum Spádómar siga, at neyð- ugt verður við 6.000 nýggjum flogførum áðr- enn ár 2000, av tí at um leið helvtin av teimum flogførum, ið finnast um allan heim í dag, longu eru ov gomul. Aftursvar til »Ein onnur flakakvinna á Polarfrost« Eftir at hava lisið greinina í Sosialinum hin 25. sept 1984, kann eg ikki lata vera við at svara aftur, vildi illa trúgva at eitt blað, sum sigur seg um- boða frælsi, javna og breðralag, tók í móti slíkum lesarabrevum, men har mistók eg meg. Eg kann bert taka undir við flakakvinnuni í skrivaði í Dagblaðnum nr. 72 og Dimmalætting nr. 107, tað var ongin útspillan, hon framferdi, men hin reini veruleiki, tað ið Arbeiðskvinnufelagið >Fjallbrúður< hevur verið útspilt í blødum men bæði her heima og uttanlands er átaluvert, vit eru kall- aðar fár, esil, svíkjarar og åskikkilig børn sum FA måttu taka i oyruni å. Tå kann kalla meg, hvat tå vil, taå rørir meg ikki, men eg skal åvar teg, blandar tå mann min og Fjallbrúður saman, fert tú ógvuliga skeiv. Hann hevur einki við felagið at gera, og er tað ikki hann, ið hevur valt meg í nevnd- ina, men limir tess. tú skrivar, at eg bert havi arbeitt nakrar »kråku«månadir Á gamla Polarfrost, men veruleikin er tann, at eg arbeiddi har í 1,5 ár og var ógvuliga glað fyri arbeiði mitt, men noyddist at gevast vegna sjúku, skal eg lastast fyri tað? Nei tú mín góða flaka- kvinna, vit í nevndini vóru ikki nóg væl kunn- aðar um nær merkjamálið, sum FA hevdi tikið avgerð um, skuldi setast í verk, vit vistu, at nakað fór at henda, men nær, ta hevdu vit onga hóming um, tí alt skuldi fara fram í loynd- um, ti spurdu vit táver- andi formann,um limirnir ikki blivu eftirspurdir, men fingu hetta svar >tað er ikki tilráðiligt, tí so lekur tað út til arbeiðs- gevararnar«. Hvaðani tú hevur fingið upplýst um, at Fjall- brúður fekk allan tann stuðul, okkum tørvadi, veit eg ikki, men eg skal siga tær, at skrivið vit sendu til FA um ráð- geving tann dagin merkj- uni komu fyri, fingu vit hetta aftursvar: „tit fáa onki umboð suður<, tveir dagar áðrenn nevndarfund í FA hver tók ta avgerð. Hver sígur nú satt ella ósatt? Eg eri noydd at oma við nøkrum viðmerkingum. Er tað veruliga blivið so skaft innan nevndina í FA, at myndugleikarnir eru noyddir at verða við til fundar fyri at taka blóð- royndir og kannað, hver er ávirkaður av rúsdrekka ella ikki. Tað er í hvussu so er íkki neyðugt innan nenvd- ina í Fjallbrúður. Tú skrivar um lógar- broytingina, ið fór fram á ársaðalfundi felagsins, har atkveðurætturin varð tik- in frá teim hvílandi lim- unum, hvussu var tá at- kvoðurætturin varð tikin frá uttanbýggjalimunum? Hesir limir felagsins gjalda sítt fulla limagjald, 1,5 % í provisjón av sinari løn, hví skuldi tann greini í lógini broytast í skundi? Ti tað var ólógligt. Tú leggur eftir av- bygdalimum okkara, sum um teir eru ein kleppur fyri felagið, hava vit loyvi at nokta teimum arbeiði her í bygdini, hvar aðra- staðni skullu tær fara, onki arbeiðspláss er hverki í Sumba, Lopra ella Porkeri, tær eru so sanni- liga ein sterkur stuðul fyri felagið. Hevur tú hugsað um allar = suðringarnar, ið arbeiða norðanfjerðs, hvussu hevði verið vorið hjá teimum, um teir fingu somu viðferð frá tær sum okkara avbygdalimir. Ein kann næstan siga at tú hevur fingið búk- ilsku av at eg eri næstfor- maður felagsins, men eg bleiv vald í nevndina meðan eg var í arbeiði, og eg gangi út frá, at limirnir hava havt álit á mær, tí eri eg afturvald á hverjum ársaðalfundi. Men handan spurningin lati eg standa opnan, tí um limir fel- agsins eru ónegdir við meg, kunna teir altid blaka meg út, tað er teirra demokratiski rættur, teir fáa so í hvussu so er onga stevning frá mær. Hví eg ikki komi á nakað tímalent arbeiðs- pláss havi eg áður nevnt, tú sigur, at eg eri í arbeiði hjá manni mínum, jú, upp á ein máta hevur tú kanska rætt, eg vaski klæðir hansara og geri honum mat. Tað man verða ein stór flís, tú hevur fingið í eyg- uni um felagshúsið, ið keypt er, men eg meti tað verða eitt bragd í limirnir stóðu saman um, tað vísir bert at teir kenna ábyrgd fryi felagnum og er tað at fegnast um. Hví limirnir tóku tað stig at taka felagið úr FA veitst tú líka so væl sum vit onnur, ofta er tað av- bygdalimurnir sum standa fyri skoti, við tað at aftur skuldi teir hava mannað seg væl, vóru ikki meiri limir úr Vági á tí fund- inum? Ja, enn einaferð mín góða flakakvinna, nú skal felagið klára seg sjálvt, tann avgerð er tikin, men hatta vita vit fyri langari tíð síðan, fingu tað fyrstu ferð at vita á eykaaðal- fundinum 7. jan. 1984, aftur áársaðalfundinum 17. mars 1984 sum tú sært er hetta ikki nakað nýtt, men tå tú tekur til at ikki er hent í fakfelagssøgu Nordurlanda at arbeids- folk og leidsla å fyritøkum kunnu arbeiða saman i sátt og semju fylgir tú ógvuliga illa við. Tað er ikki so langt síðan vit sóðu í sjón- varpinum, hvussu arbeið- ararnir á einum arbeiðs- plássi í Danmark vóru við- farnir av felagsskapinum Metal. Teir skuldu kroyst ast inn í eitt felag, sum teir onki vildu hava við at gera, teir vóru negdir við sítt arbeiði, lenina og við- urskiftini sum vóru á hesum arbeiðsplássi. At Polarfrost er blivið eitt paradis at arbeiða á, er bert at gleðast yvir, eisini hjá tær flakakvinna, um tú arbeiðir har? Til seinast vil eg takka limunum bæði í bygd og avbygd fyri tað dirvi, teir hava víst, tí ólegini hava verið nógv, men felagið er ikki knúsað og verður tað heldur ikki, hóast hóttan um stevnind enn einaferð hongur yvir felagnum. Vágur 25/10 —84 Gudrun Kristiansen DANICA — køkurin P/f HELLA Tórfinsgeta 41 Tit. 16477 - Box 351 3800 Tórshavn , ” . r jo ) > . . ) , . #0 ., Pr - : Er TT) ir + 4 4 á 4 Í Í to sustalimum