Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-11-17, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. november 1984síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Í hesi greinini skrivar Halgir Winther Poulsen, sakferari, um meguleikarnar at skipa eina samgongu eftir valið. Hann setir ymsar meguleikar upp og kemur annars til ta niðursteðu, at eingin flokkur eigur at fara í samgongu saman við Ola Breckmann. Hann skrivar m. a.: — Tað, sum tykist at liggja fremst í huga hjá verandi samstarvsmonnum hans (t. e. Ola Breckmanns), var, at hann (OB) var óbrúkiligur sum seytjandi og av- gerandi maður í einari samgongu. Men eg vil halda, at hann er tíggjufalt vandamikl- ari sum einogtjúgundi maður, tí tá veit hann frammanundan, at hann kann leika í sum higartil og verri, tí einki haft er á honum. (Teir, sum longu hava verið í samgongu við Fólkaflokkin Breckmann sum stavnamanni við Óla og sum gera tað eina ferð afturat við opnum eyg- um, sleppa ikki undan at gerast hansara samseku, skrivar Halgir Winther Poulsen m. a. Nú valið er av, og ger- andisdagurin komin aftur, bæði til veljarar og tey, sum vald eru á ting fyri tey komandi fýra árini (vónandi), munu tað vera tey flestu, ið spyrja: hvat nú? Spurningurin er reiði- liga týðandi fyri okkum ell, hóast sverini munu vera so ymisk, og tor- førast man hann vera fyri tann flokkin, ið varð stersti sigurharrin á valin- um — javnaðarflokkin. Tað er bert eitt, sum framman undan er givið: verandi samgonga heldur ikki fram — um íkki annað so av matematisk- um grundum, og eftir tí, sum teir triggir floksfor- menninir segdu valkveld- ið, tykist hugurin heldur ikki at vera tann besti hjá nekrum teirra. At tað verður javnadarflokkurin, ið fyrst kemur at royna seg við at fáa eina sam- gongu í lag, er ein sjálv- fylgja. Her skulu verða gjerdar nakrar royndir at stoypa nakrar politiskar kannur — ikki fyri at verða tiknar fyri meira enn tær eru: nakrir tankar um hverjar samgongur kunnu koma upp á tal, og ikki minst hverjar ikki eiga at koma upp á tal. Hverjir verða so teir høvudsspurningar, ið ein komandi samgonga kemur at stridast vid, og sum mugu liggja frammarlaga tidindåbladid Nr. 136 — 17. november 1984 7 í huganum i sambandi við samráðingar? Her er hóskandi at nevna trý munnu vera meira og minni samd um mugu loysast komandi fýraára skeið: Figgjar- viðurskifti landsins, her- undir uttanlandsskuldin, undirgrundarmálið og um- skipan av verandi stuðuls- skipan. At formaður javn- aðarfloksins í valstríðnum steðugt hevur havt hesi mál frammi, ger tey ikki minni aktuell í hesum sambandi, við tað at tað verður hann, ið skal royna seg fyrst. Reint matematiskt tykj- ast hesir samgongumegu- leikar at vera: A+C+E = 21 B+C+D= 17 (+F = 19) C+D+E+F = 18 B+C+E = 21 Av nógvum grundum kann tann fyrst nevnda (A+C+E) tykjast nær- liggjandi. Hetta er tann samgonga, vit hevdu undan teirri núsitandi, og teir hildu tó saman í seks ár. At tað skrædnaði í ótíð minnast vit enn, men tað kann sjálvandi í sær sjálv- um ikki vera avgerandi. Eitt annað, ið kundi talað fyri hesi samgonguni er, at javnaðarflokkurin og fólkaflokkurin báðir høv- du stóra framgongd til valið, og tjóðveldisflokk- urin kvinkadi eisini. Eftir formanni fólka- floksins valkveldið at døma, verður tann flokk- urin eisini lagaligur við krevum, so tað hevði ivaleyst ikki verið torfort at fingið semju við hann um omanfyri nevndu høvudsmål. Hvat tjóð- veldisflokkurin sigur til nýggju undirgrundar- tanka javnaðarfloksins er kortini ikki gott at vita. Tað er tó ein heilt onnur grund til at ein tílík sam- gonga avgjert ikki eigur at koma upp á tal. Vit kunna nevna tað tann moralska dimensjónin, ið hóast alt eigur at vera grundarlagið undir ellum uppeftir hóast politikki tað mangan er torført hjá okkum meinigu veljarum og sum at fåa eygu å hana, eigur at seta åvist lågmark fyri, hvat politikarar kunnu loyva sær Eg hugsi her um Óla Breckmann, blaðstjóra Dagblaðsins og tann, ið seinastu árini steðugt óátalaður av partamonnum sínum, hev ur >teknað< flokkin. Tað er óneyðugt her at koma gjøllari inn á ta mann- hatsku og niðrandi skriv- ing, hann hevur staðið fyri og elvt fram hjá hjálpar- monnum sínum, og sum hevur gjørt tað alt meira óliviligt her á landi. At hann harafturat er 6ålit- andi sum politiskur sam- starvsmaður eftir hvat makkarar hansara søgdu valkveldið, hevur minni týdning í hesum sam- bandi. Tað eru tað tíverri aðrir, ið eisini eru. Tað, sum tyktist at liggja fremst í huga hjá verandi samstarvsmonn- um hansara, var, at hann var óbrúkiligur sum seytj- andi og avgerandi maður í einari samgongu, og rætt kann tað vera. Men eg vil halda, at hann er tíggufalt vandamiklari sum einog- tiúgundi maður, ti tá veit hann frammanundan, at hann kann leika í sum higartil og verri, tí einki haft er á honum. Teir, sum hava verið í sam- gongu við fólkaflokkinum við Óla Breckmann sum stavnamanni, og sum gera tað eina ferð afturat við opnum eygum, sleppa ikki undan at gerast hansara samseku. Onkur vil siga, at tað er lítið demokratiskt at úti- fremstu