leygardagur 17. november 1984síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Síða 15
Tillukku Agnar |
Hepni vinnarin av barnasíðukappingini
hesaferð gjørdist Agnar Joensen, Oman
Stóragarð 7 i Havn. Vit ynskja honum til-
lukku og senda honum eina føroyska
barnabók.
Ferðslutrygd
Tað hava verið alt ov nógv ferðsluóhapp.
Vit mugu og skulu gera okkurt við tað.
T.d. gera fleiri ljóskurvar og so eisini gera
nakrar súkklubreytir. Tað er ov galið, at
ongar súkklubreytir eru í Foroyum.
Legreglan má eisini gera alt tað hon er
ment.
Bilar verða í heilum knústir og fólk
doyggja ella fáa minni ella størri skaða.
Næstan altíð
Ta er næstan altíð, at eg hoyri sjúkrabilin
ýla einaferð ella tvær ferðir um dagin, og
tað er bara í Havn eg hoyri tað, so eg
trúgvi, at tað eru umleið 4-5 ferðsluóhapp
hvenn dag. Hetta er alt ov nógv. Vit
mugu steðga teimum nú.
Tór Verland
Káta hornið
Se DE
Ein kona hevði keypt eina krukku av hun-
angi. Næsta dag kom hon aftur við henni.
Keypmaðurin spurdi, hví hon kom aftur
við krukkuni. — Hunangurin hevur ein
vemmiligan bismakk, segði konan !
Richard koyrdi prutl og Hallur sat aftan-
fyri.
Hallur: — Bakskermurin larmar so illa!
Richard: — Ha?
Hallur: — Bakskermurin larmar so illa !
Richard: — Ha?
Hallur: — Bakskermurin larmar so illa!
Richard: — Eg hoyri einki. Bakskerm-
urin larmar so illa! Richard Hansen, 11 ár, í Havn hevur teknað Loysið uppgávuna og sendið til Sosialin