Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-11-17, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. november 1984síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 16 tíðindablaðið Nr. 130 — 6. november 1984 Føroyskur pensionistur við uppskoti um alduorku Tann 68 ára gamli fólka- pensionisturin Adolf Rub- eksen í Havn heldur seg vita, hvussuleiðis feroy- ingar skulu loysa orku- spurningin. Hóast hann ikki hevur nakran ávísan kunnleika um orkuspurn- ingar annað enn tað hann hevur lisið sær til í frítíð- ini, so metir Adolf Rubek- sen, at alduorka, vindorka og orka frá streymi í sjón- um skulu loysa okkara orkuterv í framtíðini. Adolf Fubeksen læt fyri tveimum árum síðani inn eitt uppskot í samband við Hugskotskappingina, sum Feroya Ídnaðarfelag skipaði fyri. Í tí uppskot- inum greiðir hann frá, hvussu eitt alduorkuverk kann byggjast og brúkast i Føroyum. Uppskotið hjá Adolf Rubeksen er soljóðandi : Vævitandi um at ymiskar royndir hava verið við alduorku, verður mett, at hjálagda uppskot ikki er roynt Við alduorkukonstrukt- iónum er vandi fyri, at ringt er at reparera og við- líkahalda. Fyri at fáa eina álítandi og haldgóða kon- struktión, er mín meting, at ein trykkpumpa við cyl- indara, stempli og eini tungari boyu er besta loysn til okkara vidur- skifti. Ein tilik tung konstruk- tion skal kunna brúkast til at pumpa (trysta) hav- vatnið til lands. Trykkpumpurnar verða bundnar saman í eina fel- agsleiðing, ið partvíst kann gerast úr elastiskum tilfari og við kontravent- ilum. Felagsleiðingin vil við at víðka seg og klænka aftur, hjálpa til at pumpa vatnið til lands í ein brunn, til eina myllu ella beinleiðis til ein generator Tann 68 ára gamli avlamispensionisturin, Adolf Rubeksen, sum heldur, at feroyingar eiga at gera alduorkuverk Havaldan og og vindurin Adolf Rubeksen sigur við Sosialin, at tað kann ikki vera rætt, at vit feroying- ar útbyggja okkara orku- veiting við fleiri diesel- motorum, tá vit eiga orku í okkara náttúru, eitt nú í havalduni og í vindinum. Uppskot hansara um aldu- orku miðjar tí móti at brúka orkuna í alduni og seta hana í samband við vatnbrunnar á landi. — Ég veit ikki, um uppskot mítt kann gerast veruleki, men vit eiga at umhugsa at brúka ta orku sum liggur í eitt nú alduni, streymin- um o.l. heldur enn at brúka dýra innflutta olju. Aling Men Adolf hugsar ikki bert um orkumál, hann hevur eisini tikist við at gera aðrar uppfinningar. Eitt nú heldur hann, at vit kunnu spara nógvar út- reiðslur við at brúka ta rettu útgerðina til fiska- aling. Hann nevnir í hes- um sambandi flótibrúgv- arnar, sum teir eru farnir at gera vesturi í Vágum og heldur fyri, at hesar áttu at verið vælegnaðar at leggja millum alihyljar- nar. Meguleiki er at seta automatiskar fóðrarar á brúgvarnar, sum so spræna fóður út í teir mongu hyljarnar, sum eru festir báðumegin brúgvar- nar. ADOLF RUBBEKSEN DDR Wir 2806 TOR SHANN Adolf Rubeksen, sum ikki er heilt ungur longur, arbeidir i løtuni vid yms- um nyggjum hugskotum. Tey fara vit møguliga at venda aftur til i blaðnum eina aðru ferð. Tekningar vísa ætlanina hjá Adolf Rubeksen við einum serligum alduorkuverki ge