Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-11-20, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. november 1984síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 137 — 20. november 1984 Borgarliga ávarpanin til mammuna: Halt teg til kokin — Tú kanst fáa nøkur oyru afturfyri Familjan og familjupoli tikkur var eitt av teimum stóru málunum hjá åvis- um politiskum flokkum undan legtingsvalinum. Nú skuldi familjan setast í hásæti. Nú skuldi heima- gangandi mamman fáa len fyri stríð og strev sitt. Einki eydnurikt familju- lív uttan eina heimagang- andi mammu, 0. s. fr. Hetta var borgarliga ávarpanin til feroyska veljaran undan løgtings- valinum. Møguliga var hetta at rokna sum vælmeinandi orð, men lítið ítekiligt varð víst á, hvussu van- liga foroyska familjan her- við gjørdist eydnurikari Til øll hesi vøkru borg- arligu orå kunnu helst setast nógv spurnartekin. Ynskja allar kvinnur at vera heima allan dagin? Tað fyrsta verður, um hevuðsynskið hjá ellum føroyskum kvinnum veru- liga er at stákast um døg- urðapottin, gera reint og annars gera alt húsliga arbeiðið — allan dagin. ... Til maðurin, móður og troyttur kemur heim frá arbeiði. Kundu vit nú hugsað okkum annan møguleikan, at »konan i håsinum« t.d. hevði eina útbúgving Kanska hevði hon havt hug til at roynt hesa í praksis? Og hóast hon ikki hevði eina bókliga út- búgving. Kanska hevði hon havt hug at roynt seg úti í vinnuni hóast tað? Kanska hevði hon havt hug til um ikki allan dagin so hálan at komið frá kjøtgrytunum og út millum fólk í eitt starv, sum hóvaði henni? Er hon so ringa mamma?? Eg ivist ikki i, at flestu menn og børnini eisini kundu hugsað sær hesar meguleikar, og góðtikið teir. Nógv betur enn borgarligu andspávarnir í seinasta valstríði. Ti tað, sum kemur eitt sindur út um vanliga vanahugsan, hevur aldri verið teirra sterka síða Figgjarliga neyðugt at »arbeida útia Tað munnu vera fá húsar hald í landinum — í hvussu er har bern eru í húsinum, og annað av hjúnafelogunum ikki hev- ur eina framúr góða inn- teku, sum kunnu hjálpast við bert eina løn. Og spyrja vit hví, er fyrsta svarið, at annars er ikki gjørligt at svara hverjum sítt. Tað er nevniliga nógv torferari at fáa endarnar at rokka saman í dag enn fyri bert fáum árum síð- ani. Reallønin — tað vil siga, hvat tú kanst fáa fyri len tína — er nógv minni í dag. Eini 25% í mun til fyri fýra árum síðani. Takkað verið somu borgarligu politikarunum, sum aftur nú — uttan at rodna — buðu seg fram í føgrum orðum, bjóða mammunum at vera heima og enntá fáa løn afturfyri, men í verki tvingaðu hesa somu mammuna uf at arbeiða heilan dag. Dupultmoralskt kann hetta av rettum sigast og ti heilt naturligt; ti dup- ultmoralur yloysir seg nevniliga í minsta lagi dupult so væl eftir borgar- ligu receptini. Betri figgjarlig stýring í Tinganesi gagnar vanligu familjuni Stødan eftir løgtingsvalid er sum kunnugt, at spari oyðslilandsstýrið misti meirlutan, og Javnaðar- flokkurin nú, sum sigur- harri av valinum og stersti flokkur, kannar samgongumøguleikar. Tað er bert at vóna, at vit nú fáa eina góða leiðslu úti í Tinganesi við Javn- aðarflokkinum á odda, og at vit fyrst av øllum fáa landsins figgjarvidurskifti í eina betri legu. Ti tá verður eisini vanliga familjan betur fyri Vit eiga at arbeiða fram ímóti, at tað skal ikki vera figgjarliga neyðugt hjá báðum hjúnafelogum at arbeiða fullan arbeiðsdag. Tórfinn Smith, valevni, skrivar: Hálvdags arbeiði ynskiligt fyri mong Tey eru mong — serliga kvinnur — sum kundu hugsað sær eitt hálvdags- arbeiði. Men hetta er mangan sera torført at fáa. Ofatiligt. Hálvdagsarbeiði átti sjálvsagt at verið ein rættur hjá bæði monnum og kvinnum. Við at skapa fleiri hálv- dagsarbeiði, skaptust sam- stundis pláss fyri enn fleiri í vinnu. Har smábern eru í hús- inum, verður tá ikki neyðugt hjá teimum at vera í barnagarði ella vøggustovu allan dagin. — Harvið fleiri barna- og vøggustovuplåss. Og hetta, sum ikki hev- ur minst at siga — at tå Síða 5 Kommunu- valið 1984 fingu børnini møguleikan at vera saman vid ødrum børnum part av degnum og heima annan part av degnum Ikki sum nu, at tey bert siggja foreldrini tidliga um morgunin og ikki aftur, fyrr enn songartið er Um talan er um skúla- born, ja so er onkur heima, tá tey koma úr skúlanum. Ivist ikki í, at tey hevdu verið fegin um tað. Almennu og hálvalmennu stovnarnir eiga at ganga á odda Tað var einki, sum var meira natúrligt, enn at al- mennu og hálvalmennu stovnar okkara gingu á odda. Tíverri er tað soleiðis í dag. at tað í mongum forum er ein kampur hjá starvsfólki at fáa leiðslu sína til at játta hálvdags- arbeiði. dama Alt hevur áhuga. Smyrjibreyðs- søkir arbeiði í Havn frá 1. desember. Tlf. 1 7358 aftaná kl. 18. Seta arbeiðsplássini krøv til starvsfólkið um, at hesi skulu laga seg eftir nýggj- um krovum, teknikki 0. Ø., so eiga arbeiðspláss- ini eisini at laga seg eftir nýggjum ynskjum frá starvsfólkunum. Ein samfelags- uppgáva Stersta og týdningar- mesta uppgávan hjá ein- um og hverjum lands- og býarstýri er at skapa frægast møgulig livilík- indi og trivnað fyri fólkið Nógv kann gerast, og nógv eigur at verða gjørt Ein åvis umskipan og ny- skipan á arbeiðsmarknað- inum, sum her er nomin við, er í hvussu er eitt stig á rettu kós. Nógv betri enn at koyra heimagang- andi mammuna í studn- ingsjungluna, og siga við hana: Halt teg til køkin. Tú kanst fáa nekur oyru afturfyri. Tórfinn Smith Profa máling besta dygd Sámiligir prísir MIÐBÝURIN TÓRSHAVN TLF. 16066