Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-11-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. november 1984síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

S íða 6 tíðindablaðið Utgevari: P/f Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miiller Blaðfólk: Høgni Djurhuus og Randi Jacobsen Uppseting: P/f Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 Ikki fyrstu ferð EFTIR VALIÐ fyrr í hesum mán- aða er spurnartekin sett við valið í Sandoyar valdømi. Valnevndin fyri Sandoyar valdømi er vorðin kunnug við, at persónar, sum ikki eru ríkisborgarar, hava staðið á vallistunum og hava verið á vali. Fleiri hava tí mett, at valið í hes- um valdømi er ógildugt og at um- val eigur at fara fram. VIT HAVA EISINI sæð, hvat eitt umval í Sandoyar valdømi kann føra til. Nevniliga at tjóðveldis- flokkurin kann vinna eitt umbod i Sandoyar valdømi og missa eitt annað í Norðstreymoyar valdømi. At fólkaflokkurin kann missa eitt umboð í Sandoyar valdømi og vinna eitt annað í Suðuroyar val- dømi. Eisini kann javnaðarflokk- urin missa sítt umboð í Sandoyar valdømi uttan at fáa tað aftur í nøkrum øØødrum valdgmi. Um hetta seinasta skuldi hent, fær sjálvstýrisflokkurin eykavalt umboð í Eysturoy. TAÐ ER IKKI fyrstu ferð, at slíkt er hent og spurningurin er, um ikki okkurt líknandi hendir við hvort einasta val. Til fólkatings- valið í januar, vóru t. d. fleiri fólk á vallista í Klaksvík, sum ikki vóru á vallista til løgtingsvalid 8. nov- ember. Tá spurt varð, hví tey ikki vóru á vallistanum í november, fingu tey at vita, at tey ikki vóru ríkisborgarar og tískil ikki áttu at vera á vallista, hvorki til fólka- tingsval ella løgtingsval. Tá hesir persónar høvdu staðið á vallista og høvdu verið á vali í januar, so var talan um eitt mistak. tíðindablaðið Argjavegur 26. 3800 Argir. Postsmoga 76, 3800 Tórshavn. Telefon 118 20. oddagrein TAÐ ERU EISINI fleiri onnur dómi um líknandi hendingar. Í flestu forum er talan um persónar, sum skuldu verið á vallista, men sum kortini ikki vóru á listanum, tå alt kom til alt. Hetta hava vit nógv dómi um. Ofta er talan um fólk, ið flyta ímillum Danmark og Før- oyar, og somuleiðis um fólk, sum flyta ímillum kommunur í Føroy- um. Kærur frá hesum fólkum verða altíð vístar aftur við tí mot- ivering, at vallistarnir liggja frammi alment og at høvi er hjá fólki at kæra, um tey varnast skeivleikar. LØGTINGID SKAL nú taka støðu til valbrøvini hjá teimum 32, sum vórðu vald á ting 8. november. Her skal tingið so eisini taka stóðu til valid i Sandoyar valdømi. Tad er neyvan hugsandi, at løg- tingið ger annað enn at taka valið til eftirtektar. Vallistarnir í Sand- oyar valdømi hava ligið alment frammi og harvið eru teir góð- kendir. UM TINGIÐ tekur ta stóðu, at umval skal fara fram í Sandoyar valdgmi, so taka aðrir spurningar seg upp. Spurningurin er tá, um umval skal fara fram, hverja ferð skeivleikar eru í einum vallista, ella um hetta bara skal fara fram, tá ov nógvir persónar eru komnir á vallistan, ella um tað eisini skal henda, tá ov fáir persónar eru komnir á listan. SUM NEVNT er hetta ikki fyrstu ferð, at skeivleikar eru í einum vallista. Hetta er heldur íkki fyrstu ferð, at ov nógvir persónar eru á einum vallista. Og neyvan verður hetta seinasta ferðin. Av misgávum datt eitt brot í greinini hjá Knút Nolsee seinasta leygar- dag burtur. Vit endur- prenta tí greinina her. Jógvan, tá tú valnáttina var so frekur og sam- vitskuleysur, at tú yvir út- varpið valnáttina og í sein- asta sekundi, áðrenn tú gav landsskútuna frá tær til komandi tingformann, hver hann so verður, háð- aði og spottaði okkum javnaðarveljarar við orðunum: Latið okkum nú gloyma tað sum farið er fram og latið okkum hyggja fram- eftir. Nei Jógvan Sundstein, tíni orð um at gloyma, kann tú halda fyri teg sjálvan. Vit javnaðarfólk gloyma ikki men minnini eru við til at bera okkum frameftir — frameftir ímóti sigri. Henda veg framyvir skulu vit sjálvandi ferðast lið um lið við aðrar polit- iskar flokkar undir góðum samarbeiðsumsteðum og tí kann tað ikki á nakran hátt verða talan um teg og tín flokk Fólkaflokkin, sum ongantíð hava dugað ella viljað gloymt, men einans grivið deyð upp- aftur úr grevini og brúkt tey kalt og kyniskt sum vápn ímóti okkum javnað- arfólkum. Jógvan, eitt gamalt orðatak sigur: HANN, SUM TEGIR HANN SAMTYKKIR og tú hevur tagt og harvið samtykt alt tað óheviska alla tað persónligu jagstran, lygnir og illgit- ingar, sum illa tunga tín Dagblaðið hevur goyst út yvir okkum kristnu javn- aðarfólk hesi seinastu 10 árini. Harafturímóti hevur tú við hjartans gleði, í sama blað har dáragerðirnar eru framdar, latið teg av- myndað og við skrift hevur tað sæð út sum um tað var tú sum leddi kanónina. Eg kann hervið lata teg vita, Jógvan, at eg eri upp- vaksin uppat háborg breðrasamkomunnar og lærdi eg nógv gott av teimum fólkum, ið har komu saman fyri at tæna tí vælsignaða endamáli henda samkoma stóð saman um. Ein stóran part av lívi mínum havi eg bæði á sjógvi og landi starvast saman við hesum fólki og kann eg einans bera teim- um alt tað besta. Eg fekk góðan byr í Nr. 24 — 23. februar 1984 Nekur orð — nakrir spurningar til Jógvan Sundstein seglini, tå eg fór heimani- frá út í víðu verð fyri at standa á egnum beinum. Henda byr blásti sjálv- andi og náttúrliga míni foreldur og míni kæru í segl míni, men tað vóru tveir mans, sum serliga vóru við til at spíla míni segl og teirra ond ger tað tann dag í dag. Tú kendi teir væl og nevnini eru: P. M. DAM og D. J. MAGNUSSEN, SÁLI. Hesin seinni betur kend- ur undir navninum Bók- bindarin. Kanska tú í málgagni tínum Dagblaðnum kundi greitt Feroya fólki frá, hverjir hesir báðir menn vóru andaliga og kanska eisini politiskt og hvussu tað kundi lata seg gera hjá teimum, sum ein hálvan mansaldur hava ligið í síni heilagu grev. Ja, hvussu tað kann lata seg gera, at halda segl míni spílaði sum ongantíð fyrr. Jógvan, tá eg sum 14 ára gamal við posanum á nakkanum fór heimanifrá rópti D. J. Magnussen á meg fyri at siga mær far- væl, stakk mær eina bók í hondina og læt meg vita: Góði, kemur tú soleiðis fyri, at hjálp verður fyri neyðini, so leita Brødra- samkomuna upp. Teir kunnu hjálpa tær. Lestrabókin frá D. J. Magnussen sála liggur nú saman við henni, eg fekk við úr heiminum, á havs- ins botni eftir at hava fylgt mær runt knettin fleiri ferðir, inntil Blikur sekk á Kappanum í 1963. Dagblaðið, málgagn títt, Jógvan, legði fyri og kallaði meg pampara og kommunist, tí eg var javn- aðarmaður og tí eg hevði gjøgnumført keypið av megnarskútunum cuba- trolarunum frá Eystur- týsklandi og verið leiðari fyri 70 trúgvandi feroy- ingum, sum fóru yvir á Cuba eftir skipunum, sum vit feroyingar áttu, men sum cubanarar hildu aftur orsakað av ósemju við Eysturtýskland. Á Cuba kom eg í neyð og leitaði Breðrasam- komuna upp og traff ein norðmann fast búsitandi í Havanna. Hesin hjálpti okkum at taka cubatrolar- arnar frá cubanarum. Hann hjálpti eisini okkum 70 feroyingum at vinda 9 av 10 føroyskum fløggum á stong móti harðari prot- est frá cubansku myndug- leikunum. Hann vant eis- ini tigginda feroyska flaggið á stong á húsum sínum og heilsaði fer- oysku skútunum tá tær hver eftir aðra stóðu Hav- anna havn út við kós móti Feroyum. Hann hjálpti mær eisini tá eg einsa- mallur sat eftir í Havanna sum Skipafelagsins á- byrgdarmaður yvirfyri tryggingini inntil boð komu frá skipunum at tey vóru komin í altjóðasjógv og harvið leys av cub- ansku myndugleikunum. Ja, Jógvan, fyri alt hetta hevur málgagn títt, sum talar fyri Fólkaflokk- in, har tú er formaður og sum tú so trúliga stuðlar bæði við mynd og skrift og ikki minst við peningi, fyri alt hetta eri eg skírdur kommunist og hervið eis- ini at verða heiðin, tí hvussu ofta hava vit fingið at vita frá Dag- blaðnum, at kommunistar eru heidningar og at fer- oyskir javnaðarmenn eru kommunistar. Jógvan Sundstein, fyrr- verandi logtingsformaður, og revisor, eg eri næstan sikkur uppá, at tú hevur upp á ein ella annan máta havt ein fingur við í spæl- inum, tá Birgir Danielsen, fiskaselustjórin, keypti hasar 8 niirnbergerbukk- urnar frá kommunista- Polandi. Eftir hvat málgagn títt, Dagblaðið, skrivaði um meg, so skuldi tú og Birgir við fleiri verið kommunistar og harvið heidningar. Royn at avsanna tað, at tú ikki er kommunistur, Jógva, tí so reinsar tú meg og fleiri av breðrum tínum. Um tú ynskir samstarv við føroysk javnaðarfólk aftur, so mást tú fyrst- komandi 4 ár í Dagblaðn- um vísa frá tær og av- sanna alla ta óhumsku sum blaðið og harvið eisini tú hevur goyst út yvir okkum kristnu feroysku javnaðarfólk hesi seinastu 10 árini. Spurningar mínir eru: 1. Meinti tú nakað við tað, tú segði valnátt- ina, tá tú bað okkum gloyma. 2. Tagdi og svíkti tú okk- um, tí tú hevði fingið munnkurv. 3. Vil tú greiða lesarunum av Dagblaðnum frå, hverjir teir báðir D. J. Magnussen og P. M. Dam, sálu, vóru og sum góvu mær so góðan byr í lívssegl míni. Knút Nolsøe