leygardagur 24. november 1984síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 139 — 24. november 1984 tíðindablaðið S | Si T rin Síða 5
Futin og Postverkið i
hornatøkum um narkotika
— Postverkið vil heldur hava rættarúr-
skurð, sum tað metir ivasaman, enn kunn-
gerð, sum tað sigur er uttan lógarheimild.
Fútin er nogdur við kunngerðina og vil
hava rættin at taka av úrskurðin.
Foroya rættur tekur avgerð um stutta
tíð.
Postverkið hevur kúvent í
einum trætumáli við fút-
an. Tað vil nú varðveita
ein úrskurð hjá Feroya
rætti, sum tað annars hev-
ur kært til Eystara lands-
rætt. Kæran er tikin aftur.
Hon var annars á skránni
hjá Landsrættinum tann
3. desember.
Nýggja steðan hjá Post-
verkinum kom fram í Fer-
oya rætti hósdagin, tá fút-
in k-avdi úrskurðin tiknan
av. Tað er ikki brúk fyri
honum longur, heldur fút-
in, tí síðani úrskurðurin
varð sagdur er komin ein
kunngerð frá Landsstýrin-
um um sama mál.
Og málið, tað er post-
sendingar við narkotisk-
um evnum. Fútin var mis-
negdur við, at politiið ikki
fekk at vita um sendingar
við til dømis hashi, so tað
kundi fáa fatur í allari
sendingini, tað vil siga eis-
ini brævbjålvanum og
meguligum brevum. Við
hesum tilfari hevði verið
lætt hjá politinum at
funnið tann, sum sendi
hashið.
Í august eydnaðist so
fútanum at fáa Feroya
rætt at gera úrskurð um,
at postsendingar, sum
hashhundurin finnur,
skulu latast rættinum.
Har verða tær so latnar
upp, meðan tann, sum eig-
ur, er hjástaddur. Verður
narkotika funnið á einum
slíkum rættarfundi, kann
fútin biðja rættin avgera,
at politiið kann leggja
hald á alla sendingina,
sum hon er.
Minst tríggir slíkir rætt-
arfundir hava verið síðani
síðst í august. Í tí eina før-
inum blivu funnin 65
gramm av hashi.
Men Postverkið var ikki
negt við úrskurðin, sum
tað heldur er ivasamur
eftir rættargangsiógini.
Postverkið kærdi tí úr-
skurðin til Eystara lands-
rætt.
Kunngerð frá
Landsstýrinum
Tann 12. oktober kom so
kunngerð frá Landsstýr-
inum, har millum annað
verður sagt, at Postverkið
hevur skyldu til at boða
tollvaldinum frá og lata tí
sendingar, illgruni er um.
Hesa kunngerð er fútin
negdur við og tí bað hann
Feroya rætt taka aftur úr-
skurðin frá august, tað er
ikki brúk fyri honum long-
ur.
Men Postverkið er alt
annað enn negt við kunn-
gerðina. Tað sigur, at hon
hevur onga heimild í toll-
lógini. Longu í august
1983 gjerdi Postverkið
Landsstýrinum vart við,
at ein tílík kunngerð fór at
vera uttan lógarheimild.
Og Postverkið sendi enntá
eitt uppskot um, hvussu
tolllógin kundi broytast,
so kunngerðin bleiv í lagi.
Men hesum lurtaði Lands-
stýrið ikki eftir og setti í
gildi kunngerðina í oktob-
er í ár, uttan samráð við
Postverkið, greiddi sak-
ferarin hjá Postverkinum
rættinum frá hósdagin.
Sakferarin legði dent á,
at Postverkið ikki á nakr-
an hátt vil forða politinum
í kanningum tess. Men tað
eigur at vera lógarheimild
til tey stig, sum verða
tikin. Postverk Feroya
leggur stóran dent á post-
loyndina, tað er tagnar-
skylduna, segði hann.
Fyri úrskurðin hjá
Feroya rætti tann 23. aug-
ust var mannagongdin
tann, at tá illgruni var um
eina sending, bleiv tann,
sendingin var stílað til,
boðsendur at koma á post-
húsið og lata upp sending-
ina, meðan starvsfólk hjá
Postverkinum var hjá-
statt. Var narkotika í,
bleiv hetta tikið og síðani
fekk eigarin sendingina.
Og megulig prógv, sum
hevdu verið gloypibitar
hjá kriminalpolitinum.
hd
Bjarni Djurholm sigur í eini
stuttari
viðmerking, at
Fólkaflokkurin í Tórshavn
Byggideildin teknað
kollegie í miðbýnum
— Formaðurin í byggi- og býarskipanarneundini veit onki
ar Býráði arbeiðir við einum
uppskoti um kollegiebygg-
ing, og uppskotið er um at
vera liðugt.
Bjarni Djurholm avsannar tað, sum Dagblaðið hevur
eftir honum sjálvan valdagin, at fólkaflokkurin í Tórs-
havnar býráð arbeiðir við uppskoti um kollegiebygging.
um uppskotið
Var ætlanin at brúka eitt
uppskot um at byggja 22
rúm til fólk í útbúgving
við J. Paturssonargetu í
Havn sum valagn til bý-
ráðsvalið 4. desember, tá
18 og 19 ára gomul fyri
fyrstu ferð sleppa at velja
byråd ? ??
Sosialurin veit, at byggi-
og býarskipanardeildin
hjá býráðnum hevur gjert
eitt uppskot um, hvussu
hús við 22 rúmum kann
byggjast niðast í J. Pat-
urssonargetu við parker-
ingsekið, sum talan hevur
verið um at gera niðri við
Tróndargetu. Poul Michel-
sen, býráðsformaður, hev-
ur biðið um hetta uppskot
Í vikuni fór at ljóða, at
fólkaflokkurin ætlaði at
brúka hetta uppskotið
sum ein embætismaður
hjá Tórshavnar kommunu
hevur gjørt, sum valagn
Hetta hevur samband við,
at Bjarni Djurholm, val-
evni fólkafloksins til løg-
tingsvalið, sjálvan valdag-
in sigur við Dagblaðið, at
fólkaflokkurin í Tórshavn-
ar býráð arbeiðir við ein-
um uppskoti um kollegie-
bygging, sum er um at
vera liðugt.
Vit hava spurt Bjarna
Djurholm, um hann mein-
ar við uppsktoi. um
bygging við J. Patursson-
argetu. Fyri tað fyrsta av-
sannar hann seg sjálvan í
Dagblaðnum. Har skuldi
ikki standa fólkaflokkurin
í býráðnum, men fólka-
flokkurin í Havn ella Suð-
urstreymi, sigur hann.
Annars upplýsir Bjarni
Djurholm, at teir hava
tekningar og uppskot,
men hann veit ikki, hvør
hevur gjørt tey. Stadset-
ing er tå ongin, men sam-
bært uppskotinum eru 20-
30 plåss. Bjarni Djurholm
sigur, at hann hevur ikki
skilt tad so, at hetta til-
farið skal brúkast i sam-
bandi vid byrådsvalid
Ongin veit
Vit hava eisini spurt allar
tríggjar byrådslimir fólka-
floksins. Arnstein Niclas-
en vildi onki sum helst
siga um málið, men vísir
til Poul Michelsen.
Arge sigur seg
onki sum helst kenna til
uppskotið um bygging við
J. Paturssonargetu. Hann
Essa
heldur, at hann sum for-
maður í byggi- og býar-
skipanarnevnd býráðsins
átti at vitað um tað.
Men Essa er ikki tann
einasti, sum onki veit um
uppskotið. Aðrir býráðs-
limir, vit hava tosað við,
vistu heldur ikki um tað.
Og frá býráðsskrivaran-
um, Kjartani Kristiansen,
fekst onki greitt svar.
Hann helt, tað var hjá
byggi- og býarskipanar-
deildini.
So koma vit til rusinuna
í pylsuendanum: Poul
Michelsen. Hann avsann-
ar, at hann ella fólkaflokk-
urin hava ætlanir um at
starvsfólk hjá kommun-
uni skera valagn fyri seg.
Kollegiibygging er eitt alt
ov álvarsligt mál at brúka
sum valagn, sigur hann.
Fólkaflokkurin kannar,
hvussu hesin spurningur
kann loysast, men tað er
ongin grund at koma fram
við nekrum til valið, sigur
Poul Michelsen, sum
kennir = uppskotið um
bygging við J. Patursson-
argetu. Men hetta setir
han javnt við onnur upp-
skot um sama eki, so sum
ellisheim og grønt eki.
Sambandið millum
fólkafloksmenninar tykist
ikki vera av tí besta. „oul
Michelsen veit ikki, hverj-
ar tekningar og hvat upp-
skot, Bjarni ijurholm
meinar við. Hetta tilfar
kennir hann ikki.
Poul Michelsen sigur, at
uppskotið um kollegiið við
J. paturssonargøtu er hjá
Lesnaður
til. alla
familjuna
Tað er fólkuflokkurin i Suðurstreymi, sigur hann nú.
byggi- og býarskipanar-
deildini.
Misbrúk ella ikki?
Poul Michelsen avsannar,
at ætlanin var at brúka
kollegiið við J. Patursson-
argetu sum valagn.
Annars brúkti fólka-
flokkurin ein almennan
stovn at skera valagn fyri
seg til legtingsvalið 8.
november. Ein lærari og
nakrir næmingar á Feroya
Studentaskúla gjerdu
eina veljarakanning fyri
Dagblaðið. Hon bleiv
brúkt undir forsíðuyvir-
skriftum sum >Ja til
Nato !« og >Nei til EEC!«
upp undir valið.
hd
Profa
máling
besta
dygd
Såmiligir prísir
MIÐBÝURIN
TÓRSHAVN
TLF. 16066