leygardagur 24. november 1984síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
tíðindablaðið
Útgevari: P/f Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Møller
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl
Blaðfólk: Høgni Djurhuus og Randi Jacobsen
Uppseting: P/f Sosialurin
Prent: P/f Pressan 1981
Sølulidid
virkar ikki
nog væl
Í BLAÐNUM hósdagin var sam-
røda við stjóran í Nordafar i Før-
oyingahavnini. Samrødan snúði
seg um søluna av teimum 200
tonsunum av fiski, sum virkið í
Føroyingahavnini tók ímóti i
summar.
Í SAMRØDUNI segði stjórin, at
Nordafar hevði fingið 700 tús. kr.
meira fyri fiskin, við tað at fisk-
urin varð seldur uttan um Feroya
Fiskasølu. Fiskasølan hevði litlan
ella ongan ómak gjørt sær fyri at
selja fiskin, við tí úrsliti, at talan
varð um ein prísmun uppá heilar
700 tús. kr.
SUM ØLL VITA, veðheldur lands-
kassin fyri Nordafar. Varð fiskur-
in hjá Nordafar seldur fyri 700 tús.
kr. minni, so vórðu 700 tús. kr.
meira hjá landskassanum at lagt
út í effektivum veðhaldi. Hetta
bendir á, at virðingin fyri almenn-
um pengum er alt ov lítil. Stendur
landskassin við endan, so er alt í
lagi og líka mikið, um selt verður
fyri 700 tús. kr. meira ella minni.
Í VALSTReDNUM uppundir løg-
tingsvalið vísti javnaðarflokkurin
í, at fiskivinnuni restar einar 300
mió. kr. í, til tess at fáa endarnar
at røkka saman. Hetta er tann
peningur, ið verður goldin yvir
fíggjarlógina, sum minstuløn og
annar stuðul til fiskivinnuna. So-
statt stendur landskassin við end-
Sendið
tíðindablaðið
Argjavegur 26,
3800 Argir.
Postsmoga 76,
3800 Tórshavn.
Telefon 118 20.
oddagrein
an, tá tosað verður um fiskivinn-
una sum heild.
SPURNINGURIN er tí, um al-
mennu veðhaldini og almenna
ískoytið til vinnuna eru koddar,
sum framleiðsluliðið og sølulidid
hvíla á, tá tey kortini eru vitandi
um, at restar nakað í, so er tað al-
menna til reiðar at rinda munin
annaðhvort við veðhaldum ella
við beinleiðis ískoyti. Ein slík
stóða er ótolandi og samfelagið
kann ikki liva við slíkum umstød-
um.
TAÐ ER FÚRA RÆTT sum javn-
aðarflokkurin vísti á í valstríðn-
um. Vit mugu broyta framleiðslu-
mynstrið. Vit mugu góðska fram-
leiðsluna meira. Vit mugu hava
eitt fjølbroyttari úrval av vørum til
útflutnings. Og vit mugu fram um
alt reka ein annan sølupolitikk.
Tær hundraðtals milliónir krónur-
nar, sum í dag resta í, mugu vit
hava inn.
GRUNDARLAGIÐ undir einum
broyttum selupolitikki er út-
búgving av fólki til seluarbeiði
og eitt munandi sterri tal av fólki
til hetta arbeiði. Eisini mugu tað
almenna og vinnan fáa sterri inn-
lit í seluliðið. Somuleiðis mugu
fleiri selufelagsskapir sleppa at
virka. Hetta arbeiði kann ikki
framhaldandi vera ein loyni-
dómur.
Nr. 139 — 24. november 1984
Um at gloyma illvilja
hevur
sagt
Aftaná valið
Jógvan Sundstein
seg vera vónbrotnan um
at »Atli Dam ikki hevur
verið meira opin fyri
einum samarbeidi« og
hevði mælt til, at »flokkar-
nir skuldu gloymt tann ill-
vilja, ið summir hava móti
ørdum . . .«
Nu er tad soleidis vid ill-
vilja, at hetta er ein
kensla, sum er sera løtt at
ala fram hjá fólki. Men at
fåa folk at gloyma hesa
somu kenslu er als ikki
nøkur løtt uppgåva. Vit
vita enntå, at illvilji ofta
fer i arv frå ættarlid til
ættarlid. Vit hoyra hvønn
dag i tidindunum um av-
leiðingarnar av illvilja
millum fólk, men tað er
ikki meira enn tað kemur
fyri seg, at vit frætta um,
at illvilji er »gloymdur«.
sjålvt í hesum landi,
sum man vera eitt tað
besta land í heiminum at
liva í, plágast vit av hes-
um illvilja, sum Jógvan,
og vit onnur við, vil hava
gloymdan. Um hugsað
verður um okkara flokkar,
vita vit, at undir krígnum
var ein stórur illvilji mill-
um fólkafloksfólk og javn-
aðarfólk. Hesin illvilji var
so áhaldandi, at ikki fyrr
enn í 1975 kundi koma
uppá tal at skipa eina
samgongu millum hesar
báðar flokkar. Og sjálvt
um tá vóru liðin 30 ár síð-
an krígslok, var hetta
gjørt við ringum tannabiti
av mongum sum mintust
krígstíðina.
Men samgongan sum
var skipað í 1975 var ein
einastandandi møguleiki
fyri at slætta sjógv i før-
oyskum politikki og at
prógva, at føroyingar nú
vóru komnir so langt, at
teir kundu samstarva yvir
nærum øll floksmørk.
Nu 10 år seinni siggja
vit, at tad hevur bert
gingid eftir hæli å hesum
øki. Hesa tidina hevur
fólkaflokkurin verið i sam-
gongu vid nærum allar
flokkar, men hetta tidar-
skeið hevur skapað eina so
stóra illvild, at allir hesir
flokkar helst vilja gera
eina samgongu uttan
fólkaflokkin. Og einhver
tanki um eina samgongu
millum fólkaflokkin og
javnaðarflokkin er óhugs-
andi í dag, hóast flokkar-
nir saktans kundu samst
um eitt samgonguskjal og
skipan av landsstýri. Men
málgagnið hjá fólkaflokk-
inum hevur seinastu 10 ár-
ini skapað ein slíkan ill-
vilja, at javnaðarfólk als
ikki vilja hava nakað sum
helst við fólkaflokkin at
gera. Og Jógvan má vita,
at ein illvilji miðvíst upp-
arbeiddur gjøgnum so
langa tíð verður íikki
gloymdur eftir einum
degi. Uppgávan hjá Jógv-
ani hevði verið ólíka lætt-
ari um hann hevði kunnað
fyribyrgt hesum illvilja.
Um fólkaflokkurin fer í
andsteðu nú, hevur hann
bert sær sjálvum fyri at
takka. Men hesi komandi
árini hevur hann so tveir
meguleikar. Annar er at
skapa enn meira illvilja,
sum tað kemur at taka
enn longri tíð at »gloyma«.
Hetta kemur at gera tað
enn meira óliviligt her á
landi og kemur at gera
fólkaflokkin enn meira ó-
ynsktan sum partnara.
Hin meguleikin er at
royna at broyta tann upp-
arbeidda illviljan til ein til-
svarandi góðvilja ella væl
vild. Hetta kemur at taka
tíð, men vit hinvegin fera
til, at Feroyar verða eitt
betri land at liva í, og at
ein aftur kann koma at fáa
virðing fyri fólkaflokk-
inum !
0.
Hvi gera ein kvinnulista?
Eitt tað fyrsta, fólk spyrja
ein er, hví ein kvinnulista ?
hví kvinnur isolera seg á
einum lista, hví útihýsa
mannfólkið. Er tað ikki at
gera tað heila bara verri?
Eg haldi ikki, og her vil eg
greiða so nekulunda frá
minari stødu.
Okkara styrisskipan er
soleiðis, tað sóu vit til løg-
tingsvalið, at kvinnur so
at siga ikki koma upp í
part, tær eru á listanum,
men hava ongan megu-
leika, annað enn at samla
stemmur til flokkin.
Vágoyggin, t.d. var ein
mannfólkalisti ell sum hon
er, síðsta legtingsval, tí
har var ikki ein einasta
kvinna á nekrum lista.
Hetta er veruleikin, og so-
leiðis fer at vera leingi aft-
urat, um vit ikki finna
uppá nakað nýtt.
Tað nýggja er so
KVINNULISTIN.
Kvinnur mugu vera við
har avgerðir verða tiknar,
vit mugu taka ábyrgd og
ávirka okkara samfelag,
við okkara hugsanum. Tað
er skomm og ábyrgdar-
leyst av okkum kvinnum
at ongin kvinna er í bý-
ráðnum. ;
Øll siga at kvinnur velja
ikki kvinnur.
Men hvi velja menn, tå
kvinnur duga?
Tær taka sær av figgjar-
vidurskiftunum í heim-
inum í dagliga húsarhald-
inum.
Tær hava í eldir fram-
leitt neyðugar verur.
Tær uppala bernini
mentunarliga, geva
teimum mál, siðmenning
og segu.
Tær eru ekspertar í sos-
iala økinum, hava umsorg-
an fyri børnum, ungum,
monnum, sjúkum og
gomlum.
Kvinnur hava livandi
kunnleika til hesi mål,
sum í sterri samanhangi
eru júst tey politisku mál-
ini, sum býráðsarbeiðið
snýr seg um. Latið lívs-
royndir kvinnunar koma
samfelagnum til góðar.
Gev tína stemmu til
Kvinnulistan og latið
okkum fáa fleiri kvinnur í
býráðið.
Ingver Nolsee
Kvinnulistin
Leyst starv
Eitt starv sum sosialrådgevari á Al-
mannastovuni, Tórshavn er leyst at
søkja frá 1. januar 1985.
Sosialrådgevarin
verður lentur
sambært 12. lønarflokk í såttmålan-
um millum Starvsmannafelagið og
Føroya Landsstýri.
Skrivlig umsókn vid próvskjólum
og møguligum viðmælum verður at
senda Almannastovuni,
Postboks
196, Tórshavn í seinasta lagi 21. des-
ember 1984.
Í umsóknini skal sigast frá, nær við-
komandi kann taka við starvinum.
Almannastovan