týsdagur 23. oktober 1984síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 124 — 23. oktober 1984
tíðindablaðið
Frank Davidsen, valevni í Vága valdømi, skrivar:
Síða 7
Hallstein Sigurðsson, valevni í Suðurstreymoy :
Innflutnings-
bannið
Innflutningsbannið av
skipum hevur fert við sær
ótaldar kreppur seinastu
fýra árini.
Her hevur vinar- og
kenningarpolitikkurin
veruliga havt tey bestu
gróðrarlíkindini.
Tá ið tað hevur snúð seg
um hundraðar milliónir
krónur til projektir við
nekrum fáum arbeiðs-
plássum, hava tað als
eingir trupulleikar verið
fyri at fingið bæði stuðuls-
lán og veðhald, meðan væl
undirbygdar umsóknir frá
okkara fiskimonnum, als
ikki hava verið svaraðar.
Ístaðin fyri hava hesar
umsóknir ligið í eini
skuffu úti í Tinganesi
meginp artin av
tingsetuni, tí óansæð
hvussu væl undirbygdar
umsóknirnar hava verið,
so hevur tað verið til fá-
nýtis, tá ið tann politiski
liturin ikki hevur verið í
lagi.
Tað eru fleiri dømi um,
at menn, ið hava mist skip
teirra vegna forlis o.a. í
longri tíð hava bíðaða eftir
innflutningsloyvi til at
byggja nýtt skip.
Tá ið so Landsstýrið
eftir drúgva tíð fær tikið
seg saman og givið um-
sekjaranum eitt nei uppá
teirra umsókn, ja, so eru
hesir menn av landsstýris-
ins ávum noyddir at
keypa eitt gamalt ótíðar-
hóskandi skip, fyri ein alt
ov hegan prís.
Hetta, orsakað av, at
prísurin á gomlum skipum
vegna innflutningsbannið
er fleirfaldað tað virðið
skipini veruliga standa í.
Sostatt hevur tann part-
urin av fiskiflotanum, ið er
alt ov gamal og ótíðar-
hóskandi, ístaðin fyri at
verða útskiftur, vorðin til
eitt satt slaraffenland,
orsakað tí uppskrúvaða
prísinum við harav fylgj-
andi spekulatiónsselu, ið
hevur til fylgju hækkandi
forbrúk, samstundis sum
uttanlandsskuldin eisini
veksur av hesum.
Legmaður sigur, at
landið hevur spart nógvan
pening av innflutnings-
banninum, men veruleikin
er, at tá ið hesi gomlu skip
fyrst verða keypt fyri
fleiri ferðir tað virði tey
hava, og at tey so verða
umbygd fyri nógvar mill-
iónir afturat, koma tey at
standa eigaranum í nógv-
um peningi, at tað heyði
loyst seg betur at keypt
nýggj skip.
At so meginparturin av
arbeiðinum upp á skipini
verður gjert uttanlands,
ger eisini sítt til at ein
ivast stórliga, um tað er so
sum legmaður sigur.
Eg haldi, at hetta er at
spara uppá 25-oyruni og
lata krónurnar rulla.
Frank Davidsen
Sverre Midjord, valevni í Suðuroy, skrivar:
Bygda-
menning
Bygdamenningin var eitt
mál, sum, í hvussu so er í
byrjanini av hesum lands-
stýrisskeiði, stóð framma-
laga í samgonguskjali
teirra. Men skjótt fór sam-
gonguskjalið í skuffuna,
og hver flokkur sær hevur
so roynt at fáa sum mest
burtur úr.
Tó skal skjótast uppí, at
mær tykir at fólkaflokk-
urin á hesum eki hevur
verið tann, sum í hvussu
so er eftir teirra metan,
hevur fingið mest burtur
úr.
Politiskt settu teir sær
fyri at halda javnaðar-
flokkin frá Þpolitiskari
ávirkan, veruleikin er tó
tann, at júst javnaðar-
flokkurin ferð eftir ferð
hevur bjargað málum, har
samgongan ikki var samd.
Bygdamenning er eitt
vakurt orð, men annars
hevur henda samgonga
ikki mett hetta stórt, tí
bert 75 túsund eru av-
settar til hetta endamálið
á verandi fíggjarlóg.
Tað eru ikki nógvir
pengar, men um hesar
krónur vórðu brúktar til
fyrireikingar og kann-
ingar, so kundi kanska
nakað verið komið burtur
úr. Tí verulig bygdamenn-
ing er ikki beinleiðis
pengar, men arbeiðsskap-
anid tilteok fyri at
varðveita bygdirnar.
Um verulig meining var
vi orðinum bygda-
menning, og teir høvdu
brúkt avsettu pengarnar,
kundi til demis ein
kanning farið fram, hvat
vit vit kundu gjert fyri
bygdamenningina í Suður-
oy.
T.d. landsbúnaðar-
skúlin, sum kroystur er
niður í Kollafirði, kundi,
um ein kanning var farin
fram, kanska verið lagdur
í Suðuroy.
Landsstýrismaðurin í
jarðarmálum er sjálvur
jarðarbrúkari og kennir
viðurskiftini, so her kundi
ein almennur stovnur
verðið lagdur á einum eki,
har einki er framman-
undan.
Men hetta, at ikki so
frægt sum at brúka tær
avsettu 75 túsund krón-
urnar til kanningar, vísir
okkum, at feroyska sam-
felagið sjálvt við lands-
stýrismonnum av bygd,
verður stýrt úr Tórshavn.
Stýringin verður framd
við hjálp frá bygdunum
soleiðis, at alt verður lagt
á einum eki.
Um ein broyting skal
fara fram, má hon henda
nú, avgerðin er veljarans.
Um hetta stendur valið 8.
november.
Sverre Midjord
Okkum
tørvar
ungdoms-
politikk
Besta samfelagsiløgan er
iløgan i ungdómin
Hvussu umráðandi tað
er, síggja vit best við at
hyggja at ødrum londum.
Tak t.d. Danmark, har
eru tey nú farin at tosa um
ungdómin frá 80'unum
sum »den tabte generati-
on«, og at teimum kunna
tey ikki hjålpa upp å rætt-
kjøl. Men nú mugu vit
fara at hugsa um ungdóm-
in frá 90'unum, so tey ikki
líða somu lagnu.
Hetta má ikki henda í
Feroyum. Feroysku polit-
ikararnir mugu ver so at
sær komnir, at teir geva
teimum ungu ans. Hetta
gerst vid at reka ein mid-
vísan ungdómspolitikk.
Higartil hevur ongin
ungdómspolitikkur verið
rikin. Tey flestu ungu
hava ikki atkveðurætt.
Her ma og skal vend koma
i.
Demi um óhepnan ung-
dómspolitikk er:
Samtíðarskattaskipanin
førdi til okt skattatrýst til
hvort ættarlið av ungum
fólki upp á 40 milliónir
krónur. Sitandi samgonga
veitti 2 milliónir aftur til
endamál, sum komu ung-
dóminum til góðar.
Hetta ferir til, at tey
ungu missa meguleikan at
spara pengar upp fyrsta
árið. tey eru í vinnu.
Hesin peningur skal
koma ungdóminum aftur
til góðar í stuðulsskipan-
um í samband við útbúgv-
ing. kollegiuútbúgving,
husabygging, dagstovnar,
fritidarvirksemi og annað.
Fyri eini tíð síðan varð
ein fritidarlog samtykt.
Henda lóg varð gjørd út
frá ti donsku fritidarlog-
ini, men so nógv varð
skorið av, at okkara lóg er
ónýtilig. Fjórði táttur í
lógini umfatar fritidar-
virksemi, herundir ung-
mannafeløg. At lógin sær
út, sum hon ger, kunnu
vit takka m. a. fólkaflokk-
inum fyri, sum als íkki
vildi hava nakra frítíðar-
lóg
Eingin reglugerð er
gjørd, og tí virkar í dag
eingin fritidarlog fyri ung-
mannafeleg. Henda reglu-
gerð skal gerast beinan-
vegin í samráð við tey,
sum skulu nýta hana, tí
tey vita, hvat tað snýr seg
um.
Íbúðir er ein stórur
trupulleiki hjá elium ung-
um fólki. At byggja eini
hús er eitt so tungt figgj-
arligt tak, at nógv hætta
sær ikki undir tað. Tað
kann ikki vera rætt, at tað
skal vera so dýrt at fáa
tak yvir hevdið. Húsa-
lánsgrunnurin eigur at
kunna geva betri fígging,
og tað skal eisini gerast
meguligt at fáa lagaligari
fígging til grundstykkja-
keyp
Hallstein Sigurðsson
Suðringar
Nú stundar til val. Tit,
sum ung eru og skulu á val
fyrstu ferð, hugsið
tykkum um, áðrenn tit
fara á val. Velja tit javnað-
arflokkin, so fara tit glað
til húsar aftur.
Vit vita at tað er ein
flokkur, sum hevur
ábyrgd og sum virkar nak-
að á tingi og í býráði, tað
er javnaðarflokkurin.
Latið ikki nakran villeiða
tykkum, takið tí greiða
steðu 8. november. Tá
kunnu vit fáa eitt liviligt
samfelag.
Vit vita, hvussu tað
borgarliga stýrið hevur ar-
beitt ; teir rena okkum út á
Eiðisvatn
Enn er ikki seinasta orðið
sagt viðvíkjandi útbygg-
ingini av Eiðisvatni.
Tó fer tað mær kalt nið-
ur eftir bakinum, tá eg
hoyri um hvat fer at
henda, og eftir at hava
hoyrt og sæð bæði Ívan og
Eilif, vænti eg tað versta.
Góðu menn, hugsið
tykkum væl um, tí her á
landi hava vit ikki ráð — ei
heldur rætt at sepla perlur
burtur.
Ungdómur okkara hev-
ur sum ongantíð fyri neyð-
ini at finna trygt steði.
Hetta finst ikki framman-
fyri sjónvarpinum ella í
bilinum. Nei, høvdu vit
sum vaksin eru, saman við
skúlunum, tikið hendur
saman og gjert nakað
munagott fyri børn og
ungdóm okkara úti í
vekru náttúruni, so vóru
betri vónir fyri framman.
Eiðisvatn er sum skapt til
endamálið — gott at koma
til og náttúran rík í allar
mátar.
Eilif Samuelsen, tú
manst sum kønur barna-
uppalari vita, hvussu vit
sjógv. Velja tit rætt, eru
tit við til at fáa samfelagið
upp aftur úr tí ringu
steðu, sum vit eru komin í.
Veljið rætt tann 8. nov-
ember, veljið javnaðar-
flokkin.
Veljari
skapa meguleikar fyri
eftirkomarar okkara, fyri
góðari uppaling og hvenn
týdning hetta, tit eru í
ferð við at forkoma, hevur
fyri okkum øll.
At vænta tad versta og
vóna tað besta er torført.
Men tó vóni eg, at tann
dagur ikki kemur, at ein
tjúgu metra hegur múrur
verður tað fyrsta vit
síggja, tá vit fara suður á
Vatn.
Jona Joensen, Eiði