Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-10-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. oktober 1984síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 tíðindablaðið Útgevari: P/f Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Møller Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Blaðfólk: Høgni Djurhuus og Randi Jacobsen Uppseting: P/f Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 Rang- snúgvingar um uttan- landsskuldina Í DIMMALÆTTING leygardagin skrivar løgmaður um uttanlands- skuldina. Nú sammetir hann landskassaskuldina við brutto- tjóðarúrtgkuna og kemur til tað úrslit, at landskassaskuldin er minkað úr 16 niður í 14 pst. av bruttotjédarurtøkuni, meðan talan var um ein vøkstur úr 8 uppí 14 pst. árini frammanundan. HETTA ER MØGULIGA rætt. Men løgmadur hevur onga frá- greiðing um orsøkina til at lands- kassaskuldin er minni enn fyri fyra årum sidani. Orsøkin er tann, at lån, sum áður vórðu tíkin av landskassanum til ymiskar al- mennar grunnar og stovnar, nú verða tíkin av almennu grunn- unum og stovnunum við lands- kassaveðhaldi. Hetta hevur m. a. ført til, at veðhaldsskyldan hjá landskassanum er økt úr 500 uppí 1000 mió. kr. eftir einum ári. TÁ LØGMAÐUR SAT sum and- støduleidari á tingi, nýtti hann tveir málistokkar at leggja uttan- landsskuldina á. Og tá umreddi hann ikki landskassaskuldina. Hann umreddi samlaðu nettoutt- anlandsskuldina. Annar míáli- stokkurin var bruttotj6darurtøk- an og hin var ein umrokning av samlaðu nettouttanlandsskuldini uppá hvønn íbúgva í landinum. Í dag sigur løgmaður at hesar sam- metingar duga ikki. Nú skulu vit ikki sammeta samlaðu netto- uttanlandsskuldina við brutto- tjóðarúrtgkuna. Vit skulu nýta landskassaskuldina. Tí nú passar hetta løgmanni betur. SANNLEIKIN UM hesi viðurskift- ini er, at nettouttanlandsskuldin, sum við árslok 1980 var slakar 1000 mió. kr. ella 33 pst. av brutto- tjóðarúrtgkuni, nú er farin upp um 3000 mió. kr. og sostatt svarar til 62 pst. av bruttotjédarårtøkuni. Rokna vit so uttanlandsskuldina um fyri at finna fram til, hvat hvør eisntakur stóð fyri i 1980 og hvat Argjavegur 26, 3800 Argir. Postsmoga 76, 3800 Tórshavn. Telefon 118 20. oddagrein hver einstakur stendur fyri í dag. so koma vit til tað úrslit, at í 1980 var talið 22.000 kr. Í dag er tað 71.000 kr. VIT ERU EISINI fullvísir í, at taka vit landskassan, teir almennu grunnarnar og almennu stovn- arnar undir einum í 1980 og so í dag. verður talan um ein vøkstur í uttanlandsskuldini hjá tí almenna. Har er bara hend tann broyting, at landskassans partur er vorðin minni, meðan parturin hjá grunn- unum og stovnunum er øktur í sama mun ella væl meira. Her er ein flyting av låntøkunum farin fram soleidis, at låntøkurnar eru fluttar frá landskassanum yvir til grunnarnar og stovnarnar. TÁ TALAN ER UM okkara uttan- landsskuld, er løgmaður í svårari neyð og tað undrar ongan. Í síni tíð var maðurin atfinningarsamur viðvíkjandi eini uttanlandsskuld uppá slakar 1000 mió. kr. Í dag hevur hann sjálvur evstu ábyrgd- ina av eini uttanlandsskuld uppá meira enn 3000 mió. kr. Og so roynir hann seg við ymiskum rangsnúgvingum. MEN TÍBETUR ERU fólk so mikið at sær komin, at tey vísa hesum rangsnúgvingum løgmans aftur. Tey taka ikki løgmann í fullum álvara. Sjálvandi flenna tey, tá løgmadur býtir uttanlandsskuld- ina upp i negativa og positiva skuld. Og tad er ikki løgid, um fólk flenna, tå tey hoyra løgman gera uttanlandsslånini hjå undan- farnu samgongu upp til negativa skuld, medan uttanlandslånini, sum eru tikin i hansara løgmans- tíð, verða uppgjørd til positiva skuld. HETTA AVDÚKAR, AT Pauli Ellefsen ikki er uppgávuna vaksin sum løgmaður. Slíkar rangsnúgv- ingar og biligar undanførslur duga ikki í politiskum álitisstarvi. Nr. 124 — 23. oktober 1984 Vágafólk, latið tykkum ikki villeiða av fólkafloksskrivingini Dagblaðið roynir at sáa split millum javnaðarfólk í Vágum á henda hátt: Ein atkveða fyri javn- aðarflokkinum í Vágum er tað sama sum ein atkveða fyri Jóannesi Dalsgaard í Sudurstreymoy! Mangt er i neydini nytt! Tá Dagblaðið skrivar hetta, so tekur blaðið tað fyri givið, at javnaðar- flokkurin í Vágum fær ikki mann valdan, og at javnaðarflokkurin bert fær ein umdømisvaldan í Suðurstreymoy og ein eykavaldan eins og nú. Men vágafólk, latið tykkum ikki villeiða av hesi spjadingarskriving- ini! Hon hevur bert eitt endamál: at spjaða, og kráma alt til sín sjálvs. Nei, vágafólk, standið saman um javnadarflokk- in! Tad restadu okkum 27 atkvødur — einans 27 atkvødur — i at fåa annan tinglimin seinasta val. Fólkaflokkurin fekk hann, men hvar er úrslit- ið? Væl hevur hann dugað at draga til sín og síni, og væl er hann hjálptur í hesum vina- og kenninga- politikki av stórabeiggja, løgmanni sjálvum. Ikki smæddist fólka- flokkurin at seta ein vingluskelt á listan. Sein- asta val var Valdemar Simonsen uppstillaður á FF-flokkinum, og í 1978 var hann javnaðarmaður. Ja, tað vóru tey javnaðar- fólk, sum ynsktu at fáa hann á listan. Spennandi verður at frætta, hvar hann verður at finna næstu ferð. Men hetta má vera eitt eyðkenni fyri vágafólk. Fyri einum 10 árum síðani var Ívan Johannesen mill- um valevnini hjá fram- burðsflokkinum, sum var ein sjálvstýrisflokkur, men nekur ár seinri var hann knappliga á sambandslist- anum — tá hevði aldar- gamla sambandið knapp- liga fingið undanvind, og hann sá sær ein kjans. Næstseinasta val var Svend Áge Ellefsen mill- um sambandsmenninar, men stutt aftaná er hann á folkaflokslistanum!!! Kunnu vit hava ålit å slíkum persónum — á monnum, sum eru so lítið prinsippfastir, at teir kunnu íkki halda seg til ein flokk? Avgjert ikki! Eitt er at skifta hugsan um politikk — men so- leidis at leypa runt, sum tå man lakkar paradis, nei! Vågafolk, lati3 tykkum ikki villleida av fólkafloks- monnum, sum i hesum døgum pikka å dyr, liggja i telefonini ella gera sum vestmenningurin at bjóða til kaffimunn og lagkaku! Latið okkum aftur fáa ein javnaðarmann valdan. Eru vit nóg nógvir eftir valið, kunnu vit aftur skipa landsins stýri, og sleppa av við borgarliga klandursstýrið, sum hev- ur skuldsett okkum upp um bæði oyru uttan at skapa upp í nevan av nýggjum arbeiðsplássum. Stuðlið javnadarflokk- inum — fjøldini at gagni. eygleiðari Tilboð til Tórshavnar Býráð Lat meg fyrst siga, at eg taki heilt og fult undir við privatiseringsætlanum býráðsins. Ikki var tað ruskið, sum fólkafloksmenn vilja priv- atisera til sín sjálvan, — ein ógvuliga rímiligur tanki, men meira var tað viðvíkjandi samferðsluni í býnum eg hugsaði um. Tað sær nú út sum buss- arnir fungera fínt, nú teir eru vorðnir privatir, men bussskýlini mangla tó enn Eftir privatiseringsupp- skrift fólkafloksins vil eg tí mæla Tórshavnar Býráð til at góðtaka fylgjandi til- boð: 1. Býráðið åtekur sær at seta busskýli upp, har tervur er á. 2. Tá hesi eru uppsett — og goldin — yvirtaki eg tey. 3. Býráðið leigar so skýl- ini aftur frá mær móti einum rímiligum gjaldi. Tit vita, at evundsjúkan á okkum — privatiserings- monnum — er stór, so eg ynski í fyrsta umfari at vera anonymur. Borg- meistarin kann tí venda sær til blaðið. So kann eg kontakta hann aftur... privat. Sosialistar kristnir — kókandi isur At stríðast ímóti hinum grábeinta, eri eg ikki bangin fyri; eg veit, hver hann er, og eg veit, hvussu eg skal vinna á honum. Men at stríðast ímóti ó- navngivnum persónum í Sosialinum er nógvar ferð- ir torferari enn at koma í holt við sjálvan hin grá- beinta. Kanska er tað ein av teim mongu sosialistisku prestunum — eg veit tað ikki — ið av sannari frei og sonnum kristnikærleika herja á meg í hesum deg- um. Eg ræðist einki og ong- an, men eg vil heldur dyst- ast ímóti hinum gråbeinta enn ímóti hesum ónavn- givnu ungum hansara. Hverjaferð eg síggi ein sosialist við Bíbliuni undir heldur tú ikki hond, eri eg meira full- vísur í, at eg havi havt rætt í hverjum orði , id eg havi sagt um sosial- ismuna. Levi Niclasen, Hvalba