Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-10-25, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. oktober 1984síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

rr ore Nr. 125 — 25. oktober 1984 tiðindablaðið Sosialurin | 5023 Náttúran má seljast dýrt Øll árin skulu kannast, áðrenn vatnorkan verður útbygd Alt talar fyri, at tað er rættari bæði so og so at byggja eitt vatn- orkuverk á Veðranesi enn at gera byrging við Eiðisvatn. Men hvergin ætlanin tryggjar okkara orkuterv, og sjálvt um vatnið er ókeypis, verður prísurin ikki bíligari við vatnorku. Tað er heldur ikki bara ein spurningur um pengar og orkunegd. — Vatnið fer ongan veg. Tað ber altíð til at byggja vatnorku- verk, tá ið samfelagið heldur tað vera rætt, og at ráðini eru til tað, sigur Arne Nerrevang í hesi samreðuni um vatnorkuætl- anina, ið landsstýrið neyvan torir at geva loyvi til fyri legtings- valið Í Føroyum hava vit nekur demi um, at byggiætlanir eru steðgaðar, av tí at fólk hava sett spurningar um dálking og annað. Tað hevur so havt við sær, at kanningar eru gjerdar. - Tað rætta er, at áðr- enn byggiætlanirnar verða lagdar fram, eiga allar kanningar longu at vera gjerdar. Bæði um- hverviskanningar og meira samfelagsligar kanningar. Til demis tá ætlanin er at byggja brennisteð, eigur fyrst at verða kannað, hvar hon liggur best fyri, og hvar hon gevur minst árin. Bara at flyta eina brenni- stød av Toftanesi til Air- nar dugi eg ikki at síggja sum nakra loysn. Árinini eru tey somu. Varð spurn- ingurin um, hvar hon skaddi umhvervið minst, átti brennisteðin at verið bygd á Glyvursnesi, har tað er streymasjógvur, og roykurin fer út í hav. Tað eru altíð nógvir spurningar, sum skulu kannast, áðrenn ein ætlan kann setast í verk. Meira orku í 300 metra hædd — Fara vit til ætlanina um at útbyggja vatnorkuna í Eysturoynni, so vita vit nú, eftir at kanningar eru gjørdar av Veðranes- ætlanini, at mest fæst burtur úr vatnorkuni við at byggja omanfyri 300 metra hædd. Tað kann gerast á Veðranesi, men ikki við Eiðisvatn, har hæddin bara er 120 metr- ar, sigur Arne Nerrevang. Tað er ávíst, hvussu stór árin fylgja við at byrgja upp fyri Eiðis vatni, hvussu nógv fer fyri einki. Tí mugu vit siga, at skulu vit taka náttúruna, so má hon seljast sum dýr- ast. T.v.s., at um ávist hevði verið, at tað var betri og bíligari at bygt við Eiðisvatn, hevði verið torfert at sagt nei til tað, tí tey, sum vilja varðveita náttúruna, vilja sam- stundis, at samfelagið verður ment. Treytin er bara, at tað verður gjert á skilabestan hátt. Tey, sum gera uppskot- ini halda tíverri, at tey vita alt. Og tey, sum mót- mæla, verða skýrd aftur- haldsfólk. Tað er heilt burturvið. Færri árin — Alt talar fyri, at tað verða færri árin av at byggja á Veðranesi. Men tær árinskanningarnar eru ikki gjørdar — kanska ti tær vildu strítt ímóti Eidisvatnsætlanini. Eg havi vist á, at tað er neyð- ugt við hesum kanning- um, og at feroyingar kunnu gera tær. — Men hóast árinskann- ingar ikki eru gjerdar av Veðranesætlanini, so er tað greitt, at árinini verða færri. Verða áirnar tiknar til Eiðisvatnsætlanina, fara tær bara at føra 15 prosent av vatninum oman til sjóarmálan, men við at fara upp í 300 metra hædd á Veðranesi kunnu áirnar -fara 40-45 prosent av vatninum oman. Og so verða áirnar ikki turr- lagdar, og gýtingarsteðini hjá sílunum ikki oyðilegd, sum tey hevdu verið við Eiðisvatnsætlanini, sigur Arne Nerrevang. Torskilt álit Tað verður sagt, at tað er dýrari at byggja vatn- orkuverk á Veðranesi enn við Eiðisvatn. - Alitini frá Berdal og Orkuráðnum eru sera tor- før at skilja, Eingin ivi er um, at tað forðar vanlig- um fólki at seta seg inn í málið. Tað er heldur ikki at vænta, at politikarar skulu hava ráð til at brúka dagar til at lesa eitt álit. Og tí verður aftur litið upp til teirra, sum gjerdu upp- runaliga uppskotið, at taka steðu. Tað eru tekn- ikarar, sum skúgva tey sakligu sjónarmiðini til viks. Vatnorkuverk kostar — Men kanna vit álitið út í æsir, síggja vit viðvíkj- andi kostnaðinum, at sjálvt um vatnið sjálvt er ókeypis, so eru ílegurnar til eitt vatnorkuverk so stórar, at prísurin fyri streym frá vatnorkuverk- inum ikki hevði verið bílig- ur og als ikki bíligari enn frá einum kolakraftverki. Berdal-álitið sigur eisini, at kolakraft er bíligast. Hetta munnu teir, sum vilja hava vatnorkupro- jektið, vera greiðir yvir, tí teir fera fram, at -orku- Vatn hava vit í stórum negdum. Men vatnið fer ongan veg. Tað ber til at bíða við at útbyggja vatnorkuna, til samfelagið heldur tað vera rætt, og at ráðini eru til tað, sigur Arne Nerrevang tervurin í Feroyum varð tryggjaður í eini megulig- ari oljukreppu, um vit út- byggja vatnorkuna. Tað er beinleiðis ósatt, tí tann samlaða streymnýtslan í Feroyum i 1977 brúkti bara 8 prosent av allari oljuni, sum var brúkt. Eitt vatnorkuverk á Veðranesi ella við Eiðisvatn kann veita einans 2-3 prosent av tí samlaða orkufram- leiðsluni, so vatnorkan kann ikki bjarga okkum. Streymveiting er ikki alt — Tí hvat hjálpir tað at hava nógvan streym á goymslu men onga olju? Fiskiskipini, sum brúka 41 prosent av orkuni, mugu liggja, bussar, bilar og Strandferðsla, alt steðgar. Vit mugu ásanna, at samfelagið er ógvuliga viðkvæmt á hesum eki. Um vit so byggja alla vatnorkuna í Feroyum út, klára vit okkum ikki við tí. — Fara vit til tað fíggj- arliga, so krevur vatn- orkuútbyggingin stórar ílegur. Til tað er neyðugt at taka stór lán. Halda Feroyar seg hava ráð til tað? Vatnið er her Vatnið tað fer heldur ikki nakran veg. Tað ber altíð til at útbyggja vatnork- una, tá ið samfelagið eina- ferð heldur seg hava ráð til tað. Fyri vatnorkuni talar, at hon dálkar ikki, men tað gera oljuorkuverkini. Tað eru fyrimunir og vansar við ellum. Í hesum feri noyðast vit at velja ímill- um at leggja alt Eiðisvatn oyði og at byggja tvey nýggj stór termisk verk. As skula viga ímillum fyrimunir og vansar er trupulleikin hjá teimum, sum vilja varðveita náttúruna. Júst tí er tað so umráðandi, at allar verkætlanir — stórar og smáar — verða kannaðar fyri árin frá ellum síðum, ikki minst búskaparliga. — Tað krevur tíð og kreftir í fyrsta umfari og kanska eisini pengar. Men hevdu hesar innleiðandi kanningar verið gjerdar beinanvegin, vóru vit sloppin undan. at. útsett vatnorkuútbyggingina og at flutt brennisteðina, ið longu hevur kostað milli- ónir í spiltum arbeiði. Tað kann koma at kosta nógv ikki at gera hesar kann ingar Heildarætlan — Eg vildi mælt til, at oll stórmál sum orkuveiting, samferðsla, bygging av vegum og havnarlegum o.m.a. gingu inn í eina heildarætlan, sum rakk í minsta lagi fimm ár fram í tíðina. Afturat tí skuldu kommunurnar eisini gjert ætlanir fyri teirra útbygg- ingar, og hesar ætlanir skuldu so samskipast Ikki fyri at taka ræðið frá kommununum men fyri at spara tíð og kreftir, eisini fíggjarliga — At menna samfelagið skilabest átti ikki at verið ein partapolitiskur spurn- ingur. Tað átti heldur ikki at verið neyðugt at ein bólkur tók sær av tí. Tað er eitt fólkamál, sigur Arne Nerrevang. rj