Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-10-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. oktober 1984síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Útgevari: P/f Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Blaðfólk: Høgni Djurhuus og Randi Jacobsen Uppseting: P/f Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 Tá sambands- flokkurin skifti ham AFTUR NÚ SKRIVAR formaðurin í sambandsflokkinum, at javnað- arflokkurin hevur broytt kós fyri 10 árum síðani. Hann sigur, at flokkurin fór longur til vinstru og gjørdist loysingarflokkur. SAMSTUNDIS SIGUR Pauli Ellef- sen, at hetta var orsøkin til, at politiska samstarvið millum javn- aðarflokkin og sambandsflokkin ikki kundi halda fram, men at javnaðarflokkurin varð noyddur at finna sær aðrar flokkar at ar- beiða saman við, sum t.d. tjóð- veldisflokkin og fólkaflokkin. HESUM HAVA VIT víst aftur ferð eftir ferð. Vit hava víst á, at grundsjónarmiðini hjá javnaðar- flokkinum eru tey somu, at virkis- skráin, sum av og á verður endur- skoðað, framvegis byggir á tey óbroyttu grundsjónarmiðini, bæði tá talan er um tjóðskaparspurn- ingar, um fíggjar- og búskapar- politikkin, um mentunarpolitikk- in, sosialpolitikkin o. s. fr. TA BROYTTU KÓSINA setir for- maðurin í sambandsflokkinum í samband við eina útskifting av manningini í javnaðarflokkinum. Her kunnu vit vísa á, at tey elstu umboðini fyri javnaðarflokkin á tingi fóru burtur úr í tíðarskeið- num frá 1966 til 1970. Tá doyðu P. M. Dam. og J. H. Danbjørg. Til valid i 1970 ték J. P. Davidsen seg burtur úr politikki vena aldur. Tað vil siga, at tann stóra útskiftingin í manningini hjá javnaðarflokkin- um for fram í tíðarskeiðnum frá 1968 til 1970. Í MEIRA ENN FÝRA ár eftir hetta hevði javnaðarflokkurin eitt frá- líkt samstarv við sambandsflokk- in. Flokkurin hevði eitt frálíkt samstarv við Kristian Djurhuus og Trúgva Samuelsen. Samstarv- ið við teir yngru sambandsmenn- inar, sum fyrstu ferð komu inn á ting í 1970, var eisini frálíkt. Hesir vóru Jógvan Olsen, Johs. M. Olsen og Agnar Nielsen. Við hesi manningini var sambandsflokkur- in ein loyalur samarbeiðsflokkur. vii Argjavegur 26, 3800 Argir. Postsmoga 76, 3800 Tórshavn. Telefon 118 20. oddagrein MEN SO KOM VALID i 1974. Nu var tad sum um halastjørnana var komin á tann politiska himmalin. Til tað valið varð núverandi for- maðurin í sambandsílokkinum uppstillaður. Hann legði út i val- stríðið við at brigda javnaðar- flokkinum, at hann onki hevði fingið framt av sínum politikki tey átta árini, samgongan hevði sitið. Javnadarflokkurin hevði bara verið við til at reka politikkin hjá sambandsflokkinum. SJÁLVANDI STÓÐU javnaðar- fólk sum kánus. Tey kendu sam- bandsflokkin sum ein hóvligan, sakligan og loyalan samarbeiðs- flokk. Men nú hvarv tann hóvligi og sakligi sambandsflokkurin. Frá einum degi til annan varð loyaliteturin mótvegis sam- arbeiðsflokkinum blaðkaður yvir borð. Og hesum vildi javnaðar- flokkurin og javnaðarfólk íkki finna seg í. HUGSIÐ TYKKUM, AT ein grann- skoðari, sum hevði gingið niðri á asfaltinum og lítið og onki visti um tað, sum var farið fram í sam- gonguni og í landsstýrinum tey átta árini, skal trína fram við slík- um briksli. Vit kunnu minna á orð- ini hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, tá hann í Dimma- lætting fyri stuttum segði, at løg- maður var ein ótangi. Orðini vóru sera beinrakin. TAÐ STENDUR FAST, at javnað- arflokkurin hevur ikki broytt kós, hvorki so ella so. Men tað stend- ur minst líka fast, at sambands- flokkurin hevur skift ham, at tann hóvligi og sakligi sambandsflokk- urin er horvin og at loyaliteturin, sum sambandsflokkurin altíð sýndi mótvegis sínum samar- beiðspartnarum er blakaður yvir borð. Í EINUM SAMARBEIÐI krevur javnaðarflokkurin loyalitet. Hetta visti sambandsflokkurin. Og hetta veit sambandsflokkurin. Peningaoyðsl og Nr. 125 — 25. oktober 1984 borgarligur politikkur Vit hava hesi seinastu ár- ini hoyrt nógv um vaks- andi undirskotið á gjalds- javnanum hjá borgarliga alternativinum i Feroy- um. Og hetta verður alt sterri sum stundir líða. Men tað eru tó ikki bert borgarligu politikarar her í Føroyum, sum vinna hes- ar rekordir í peninga- oyðsli. Tak t.d. breðraflokkar teirra í Danmark. Fyri fáum mánaðum síðani tosaði danski forsætisráð- harrin um eitt hall á gjaldsjavnanum uppá um- leið átta milliardir, men nú telini eru komin fram í ljósið nærkast talið nærri teimum 18 milliardunum. Hetta er júst tað øvugta av hvat hent er í SVeríki. Har er munurin bert tann, at har ráða javnaðarmenn. Tá hesir komu framat var hallið á gjaldsjavn- anum 20 milliardir. Nú er ikki bert javnvág, men nú er enntá yvirskot. Tað sum politiskir eyg- leiðarar í Danmark tó eru enn meiri bangnir fyri, er statsskuldin. Tá javnaðar- stjórnin legði frá sær var hon umleið 50 pst. Nú er statsskuldin 73 pst. og væntandi er, at skuldin verður um 100 pst. í komandi ári. Eilif og hin sosiala samvitskan? Tað er einki logið í tí at tygum Eilif eru súrur og vónbrotin yvir at sosialpo- litikkur tygara er vorðin fiasko. Men sum tann klóki maður tygum eru, munnu tygum hava havt varhugan av, at av teimum gørpum tygum hava valt at vera saman við, var lítið annað av vænta. Samgongudansur við afturstigi Flestu av lagsmonnum tygara eru so langt til høgru at teir óivað meta sosial afturstig fyri fram- stig at vera. Vit hoyrdu í ollum førum í útvarpi- num, at tygum av sam- gongumonnunum Óla Breckmann og Svend Aage Ellefsen vóru skyrd- ur reyður sosialistur (versta ókvæmisorð í borgarligum kredsum) bert tí tygum royndu at fremja nakrar vanligar sosialar ajourføringar. Lætt at geva lyfti — tungt at halda orðið. Í blaðnum »Javna« nr. I, 83, siga tygum at hin sosiala tænastan má út- byggjast í sama mun sum samfelagið sum heild. Her hava tygum ikki verið maður at hildið orð, tí tað er framvegis um vit sleppa undan tí skomm, at senda 5 av smæstu og veikastu landsmonnum okkara av landinum, av tí at hetta »rika« samfelag hverki eigur húsarúm ella hjarta- rúm, at hýsa teimum. Mannamunurin Tá tygum fyri opnari út- varpsmikrofon, vóru spurdur um hesi 5 skuldu av landinum svaraðu tyg- um stutt: Nei (lat okkum vóna at tygum søgdu satt) men tygum nýttu drúgva tíð at greiða okkum frá hvussu nógv tað kostaði ikki at senda tey av stað Var hetta neyðugt Ei- lif??? Aldri hava vit hoyrt tygum fara til mikrofon- ina at greiða okkum frá hvat t.d. allir teir musikk- pedagogar kosta sum tygum í hópatali hava inn- flutt til landið, og hvers uppgáva tað er at geva frálæru í musikktólum so dýrum sum eingin hevur ráð at eiga. Taka vit so ein annan samfelagsbólk | — tey superintelligentu — ið nema sær dýran ókeypis lærdóm við landsins læru- stovnar, ja, tá hevur pípan — orsakið piccolo- floytan — eitt heilt annað ljóð. Vit hoyra hvussu hvert fjós, hvert neyst og hver garasja við Getu- gjógv, vera innrættað til lærdómsborgir, eingin tosar um hvat tað kostar — tað skal bara koyra — sum teir klóku siga. Í Flokksmanna- bátinum Eg eri so góðtrúgvin, at eg meti at vilji tygara, hóast alt hevur verið góður, men sum áður sagt, so hava tygum verið í ringum selskapi. Eg meti stødu tygara at vera sum hjå Sjuri vid Gellingarå i flokkmannabåtinum. Hann var ikki óndur eins og teir, men minnst til at á lagnustund gjørdist teirra lutur eisini hansara lutur. Avvarandi Avoldað hugsan Mundi dottið á reyvina, tá eg las í Sosialinum, at Jens Dalsgaard er diskva- lifiseraður til eina byggi- og býarskipanarnevnd, tí hann er sosiologur og tess- vegna ikki »byggikønur«. Hvat er hetta fyri nakað tvætl? Aðrastaðni verður nevniliga lagdur dentur á, at innan býar- og um- hvørvisskipanir, sum nevniliga ikki bert eru ar- kitektonisk og byggifrødi- lig øki, men mål sum vid- koma menniskjaligum vidurskiftum, har verða ikki minst sosiologar, psy- kologar og umhvervis- froðingar settir í avger- andi story Íbúðir, umhvørvi og by- arskipan eru ikki einans mál fyri turrar teknokrat- ar. Tað eru spurningar sum viðkoma menniksj- um, sum skulu hava eitt umhvervi, eina >verð at liva i«, sum Mikis Theo- dorakis tekur til. Tess- vegna átti tað at verið so, um vit skulu brúka frød- ingar yvirhevur, at froð- ingar innan menniskjalig viðurskifti løgdu tær stóru linjurnar, meðan teir sonevndu »byggikønu« vóru hondlangarar. At havt ein sosiolog sum formann fyri einari byarskipanarnevnd, hevði aðrastaðni verið ein upp- logd sjálvfylgja. Men so leingi turrir juristar altíð hava seinasta orðið í okk- ara samfelag, so er tað ikki torvur fólksins, men hugaheimur teknokrat- anna, sum er avgerandi. Kanska tí er býarbygg- ingin í Havn heilt hol í høvdid. Hon tykist at vera eins og onkur »Lego-by- ur« fyri arkitektar og tørvur ibugvanna og trivnadur = liggur eftir. Nógvastaðni i hesum »byarskipanum« mást tú ganga ein tíma fyri at finna so mikið sum eina kiosk. Aðrastaðni, har m.a. sosiologar skipa fyri, finnast »middeplar« í ollum nýgbygdum ekjum, við m.a. bókasevnum, handlum, mentanarvirk- semi og spæliplássum. Men juristarnir hava jú sitt spælipláss úti á Tinganesi. -kp.